fríggjadagur 2. februar 1996síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 23 — 2. FEBRUAR 1996
rlýgg % SÓ
Lagt til rættis: Ella Smith Clementsen, hittist á tlf. 15616
Fríggjakveldið kl. 19.30:
Flogmusin
Hvat gera børn eftir skúlatíð? Yvirhøvur
hava børn ikki trupulleikar við at fáa tíðina
at ganga. Tey ganga til skótar, fimleik
svimja, spæla hondbólt, telva ella eru bara
saman t.d. á Margarinfabrikkini í Havn. Vit
hava fylgt tveimum gentum til fimleika
fagnaðin, sum var seinasta vikuskifti, og vit
hugdu inn á gólvið á Margarinfabrikkini
Fríggiakveldið kl. 20.35:
Sløruglan
Bretskur náttúrufilmur um eitt ár saman við
eini sleruglufamilju
Sløruglan Toty, makin Alba og teir seks
ungarnir halda ul á láglendinum í Suður
onglandi. Náttúrufotografurin Simon King
hevur fylgt uglunum í eitt år og er við, tá teir
hálvvaksnu og forvitnu ungarnir fara á
kanningarferð út í stóru verð
Fríggjakveldið kl. 21.55:
Murphy
Sally Field hevur høvudsleiklutin sum ein
einsamøll fråskild mamma, sum byrjar av
nýggjum sum rossaalari í eini bygd í An
zona. Hon verður væl við ein einkjumann í
bygdini, men so kemur fyrrverandi maður
hennara, og hann vil gera alt fyri at vinna
hana aftur
Fríggjakveldið kl. 23.40:
Rolling Stones
— stripped
Nýggj sending vid ti væl umtókta bólkin
um. Tónleikurin er tíkin upp í Amsterdam,
London og Paris — kryddaður við studio-
innspælingum úr Tokyo
Leygardagin kl. 16.50:
Og hjartað kemur
aftaná
Viðhvert feli eg meg svartari, enn eg er,
sigur tann 11 ára gamla Nosizwe Baqwa
Hon er fødd og uppvaksin í Noregi, av tí at
familjan flýddi undan rasuófriði í Suður
afrika, men nú eru hon og foreldrini flutt
aftur ul Afrika
Leygarkvøldid kl. 18.15:
Veitst tú, at...
Koralinvini í Reyða Havinum eru eini tey
tíðindablaðið
litrikastu í heiminum. Rivini eru bygd upp
av smáum livandi verum. og hver einstøk
teirra er eitt pinkalítið rovdjør, sum liggur
og lúrir eftir ðrum evarska lítlum verum
Tad er vandamikið at klintrast á jøklum, tí
ísurin er svikaligur
Reðin um plantur og menniskju heldur
fram. Vit hoyra um opiumsdreymsóljuna
Ein planta, ið hevur verið til bæði gleði og
sorg
Leygarkveoldið kl. 22.20:
Blade Runner
Amerikanskur framtíðarfilmur. Í árinum
2019 eru næstan bara kriminell eftir í Los
Angeles. ØM hini eru flutt út í kolonur í
rúmdini, og robottar, sum eru meinlíkir
menniskjum, hava yvirtikið alt arbeiðið
Hetta er tann serliga útgávan, sum Scott
Ridley gjørdi í 1993. Tann upprunaligi
filmurin varð gjørdur í 1982
Sunnukveldið kl. 22.50:
Markleysur
kærleiki
Á
Í tí politiska sprongideplinum á Golan
heyggjunum á markinum millum Sýrialand
og Israel búgva eini hjún hver síni megin
markið. Tey hava verið gift í 12 ár, men
hava ikki sæð hvert annað, heldur ikki á
brúdleypsdegnum. Tá ið tey vilja tosa
saman, noyðast tey at rópa igjøgnum eina
megaton
Men kanska eru nú útlit fyri, at tey um
síðir sleppa at síggja hvert annað
Sunnudagin kl. 14.40;
Anne Lise Duaas
Skógarbeiðari og kongaligur
vognstýrari
Tann norska konan Anne Lise Duaas var
býarmenniskja í nógv ár, men ein dagin
gjørdi hon ein dreym til veruleika, dreymin
um at liva í náttúruni og av náttúruni. I 1986
keypti hon ein fjarskotnan garð í Telemark,
og har býr hon einsamøll
Norðvistón úr Noregi
Sunnudagin kl. 17.15;
Drongurin hjá
stórtjóvinum
Svenskur virðislentur biograffilmur um ta
12 ára gomlu Josefinu, sum má lata seg í
dreingjaklæði fyri at sleppa í læru hjáeinum
professionellum tjóvi. Hendingarnar í film
inum fara fram fyrst í 1800-talinum
Sunnukveldið kl. 18.30:
Tú stóri heimur
ER UT
ein rimdarstød FONgUStjórni
, , T
sur evur virkað fyri stuttu það
Zacharias Sitchin. Hanr
av sínum lívi at kanna té
anina, og við stødi í henni 1
at jørdin einaferð hevur havt vitjan úr rún
ini, og at vit menniskju eru eitt urslit av he
vitjan
Sunnukveldið kl. 21.15:
Míni barnaár á
1:3
Fyn
pe VIG ph
Donsk sjónarpssending í trimum pørtum
grundað á tann virðislønta filmin hjá Erik
Clausen um tann danska komponisun Carl
Nielsen og hansara lív
Uppvøksturin hjá Carl Nielsen var eingir
dansurá rósum, men harafturímóu fátækra
dømi og tungt arbeiði. Longu sum 7 ára
gamal mátti hann við út at spæla í veitslum
saman við pápa og beiggja sínum. Tá pápin
einaferð verður biðin um at komp nera ein
mars), gongst ikki so væl hjá honum, og
Carl fer at hjálpa honum — í tí dulda. Hjá
Carli verður tað byrjanin til nýggjar av
bjóðingar
Wienarvalsur
I februar á hverjum ári verður hildin ein stór
veitsla i Wien. Tað er ársins størsta veitsla
har øll tey fínu og ríku í Wien verða boðin
Har eru fínir kjólar, rodnandi ungmoygg)
ar og hábornir unglingar. Stutt sagt eitt
ævintýr í wienervalsum
Bird
Amerikanskt drama frá 1988
Forest Whitaker hevur høvudsleiklutin í
hesum filminum um jazztónleikaran
Charlie Parker og hansara lív. Clint East
wood hevur leikstjórnað
Tá Parker andaðist, mettu líkskoðararnir
hann at vera eini 65 ár, men hann var bert
34. Eitt hart lív á jazzpallum um allan heim
og misnytsla av rúseynum høvdu merkt
mannin. Hetta er søgan um ein av heimsins
bestu jazz-tónleikarum
bs
Mikukveldið kl. 21.20:
Tónareygað
Nýtt studio, nýggjur vertur. Tónareygað er
30 minuttir av sjónbandalegum hvert
Gremlins
Amerikanskur filmur frå 1984
Lítli Billy fær eitt so fitt lítið loðdýr í jóla
gávu. Men djórið er bara fitt, so leingi
ávísar treytir verða hildnar. Tað má ikki
blíva vátt, koma í sterkt ljós ella fáa at eta
eftir midnått. Av misgáum verður ein av
hesum treytum ikki fylgd, og skjótt yður
býurin í smáum, óndum og blóðtystum
gremlins
Hóskveoldið kl. 20.45:
Hvør eigur mitt liv?
Sendingin greiðir frå 18 teimum seinastu
mánaðunum í lívinum hjá Sue Rodrigues
Henda djarva og avgjørda kvinna stríddist
bæði ímóti sjúkuni ALS og fyri sínum rætti
til at beina fyri sær við hjálp frá einum
lækna
Hóskveldið kl. 21.35:
Tann óndi ringurin
— vandamikil vitan
Bretskur njósnarafilmur
Hesa ferð verður fregnartænastumaðurin
John Neil sendur til Leeds, har hann skal
seta seg í samband við James Cain — fyrr
verandi hermann, núverandi brotsmann
Caine sigur seg hava tilfar í varðveitslu, ið
kann birtaupp undir eina tjóðskaparliga
gølu, og John Neil verður sendur til Leeds
at vita hvat er í hesum
Muhammed Ali
— ein livandi legenda
6. Spenningur í Manila
Dysturin í Manila ímíllum Joe Frazier og
Ali var so harður, at Joe Frazier ikki orkaði
at fara í ringin í seinasta umfari. Men hóast
Ali vann, var niðurteljingin hjá honum
byrjað. Í 1980 varð endaligt punktum sett
Muhammed Ali fekk Parkinsons sjúkuna
men var og er enn ein livandi legenda
Boksiserfrødingurin Knud Esmann inn-
leiðir sendingina