Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-02-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. februar 1996síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vikuskiftið D Vikuskiftið Síða 11 DAGNY JOENSEN KALMAR LINDENSKOV Marita Petersen hevur tikið sær góðar stundir at um- hugsa, hvert hon skuldi halda fram sum formaður í Javnadarflokkinum, = men kortini hevur eingin havt varhugan av hesum Tad kom ti óvæntað á tingfólk og landsstýrisfólk tá Marita Petersen herfyri kunnaði poliuukarar um sína avgerð at gevast sum floks formaður Hon var 47 ára gomul, tá hon stillaði upp fyrstu ferð í 1988. og varð vald inn á ung Marita Petersen sigur, at hon altíð hevur havt áhuga fyri samfelagsspurningum, og at hon rættiliga tíðliga tók politiska støðu Uppald í javnaðarheimi Hon er uppald í einum javn- aðarheimi. og hóast hon ikki altíð var samd við for- eldrunum, so hevur hon altíð atkvett fyri Javnaðar- flokkinum. Fyrstu árini, tá hon búði í Danmark, at- kveddi hon fyri sosial- demokratunum, og tá hon kom heimaftur gjørdist hon limur í Suðurstreymoyar Javnadarfelag. - Umhugsaði tú ongantíð at stilla upp? - Umsteðurnar vóru ikki tiltað, táeg var yngri, av tí at vit høvdu trý småbørn og eg starvaðist sum lærari. Harnæst hevði eg ætlanir um at útbúgva meg víðari til skula-sålarfrøding. Ahugin fyri fakinum og persónilgu menningini, hevði sterri tydning fyri meg í 30 åru- num, sigur Marita Petersen. Í 1980 var Marita Peter- sen biðin um at stilla upp sum valevni í Føroya Lær- arafelag, og hon tók av. Ein grundgeving hennara var, at tað vóru so få konufólk i nevndini i Lærarafelag- num, har kvinnuligir limir eru í stórum tali Marita Petersen varð vald til formann næstu fýra árini, umframt at hon var neyndarlimur í tvey ára skeið aftrat Tað gjørdist byrjanin ul politiska arbeiðið, ti sum Marita Petersen tekur til, samfelagsmål og fakfelags- mál eru nær tengd at hver ðrum. Soleiðis kom hon av tilvild inn í politiska ar- beiðið Javnaðarflokkurin kom í andstøðu í 1988, tá Marita Petersen kom inn á ting fyrstu ferð Lítið áhugavert í fyrstuni - Tað var líuð áhugavert at síta í andstæðu, og eg haldi eisini, at tingarbeiðið var ikki so samanhangandi, sum nå, sigur Marita Peter- sen Bert tvey ár seinni í 1990 var val í ótíð, og valúrsliuð hjá javnaðarflokkinum var sera væleydnað. Tað plikt aði eisini flokkin at taka á- byrgd. Aftaná langar og drúgvar samráðingar fóru Javnadarflokkurin og Fólk Eg vildi ikki taka vónina frá fólki — Onkuntíð úttalaði eg meg í so positivt, fyri at halda mótinum uppi úteftir, tí eg kendi tað sum mína uppgávu íkki at taka vónina frá fólki, sigur formaðurin í javnaðarflokkinum um logmanstíðina, nú hon hevur boðað frá, at hon ikki stillar upp aftur til formansvalid í næsta mánað aflokkuin einsamallir í sam- gongu Marita Petersen fór í landsstýrið at umsita út- búgving og mentamál. Tað var hon væl nøgd við, eitt nú tí at Javnadarflokkurin ikki áður hevði umsitid skúla- mál, sum eisini tí hetta var hennara áhugamál. - Nakrar broytingar komu beinanvegin, eitt nú yrkis- útbúgvingarnar, eins og grundarlag fyri menning á ødrum økjum. Vit fingu nýggja maskinmeistaraút- búgving, fólkaskúlalógin varð broytt og vit fóru undir nýggja lóggávu fyri HF- og studentaskúlarnar Tá vóru trupulleikarnir ikki stórri enn at landsstýrið fekk virkað, hóast pening- urin ikki var nógvur. Á heysti 1992 kom skrædlið og 100 mió. krónur skuldu sparast á fíggjarlógini Atli P. Dam, sum tá var løgmadur, fór frá eftir tvey ára skeið, so sum hann hevði boðað frå tá hann tók vid, og ungmanningin valdi Maritu Petersen til løg mann Visti einki um komandi trupulleikar - Eg tók tað sum eina æru og eina álitisváttan at verða vald, men eg noyðist at å- sanna, at eg fekk ilt í búkin, tá eg hevði játtað. Hevur tú játtað at taka uppgávuna, so setir tú spurningin, um tú fert at klára alt tað, sum liggur í løgmansstarvinum, og tá visti eg als einki um teir stóru trupulleikarnar sum komu aftaná, og tað var eisini Ogjørligt at ímyndað sær, hvussu stødan broyttist bert stutta tíð eftir, at eg tók við - Tá tú situr í tí støðu, og skal taka avgerðir, eru ikki stundir at umhugsa, um dugur er í tær. Tá er bert at fara til verka. - Um tú situr í samráðing- um í eitt sundøgur, so flyta báðir partar seg, men tað er tó torført hjá ødrum, sum ikki eru til staðar, at skilja, sigur marita Petersen, sum heldur, at nógvar og týðandi avgerðir vóru tiknar í henn- ara løgmanstid. Møguliga undu nakrar verið ødrvisi, men tá samanum kom, eyd naðist tað at varðveita sam- felagsskipanina soleiðis, at alt tað, sum varð bygt upp. ikki fór fyri bakka [løgmanstidini hjá Maritu Petersen gekk striluð at fáa partarnar í landsstýrinum at semjast, og samgongan millum javnaðarflokkin og fólkaflokkin slitnaði Marita Petersen veit ikki í dag, um tað ikki heyði verið rættari at utskrivad væl í ótíð í 1993. Tá varð nógv tos um, atsamfelagið ikki heyði ráð at hava val í ótíð. Tá ósemurnar gerast ov stórar - Spurningurin er, um tað ikki er demokratiskt er rætt- ari at siga, at vit altíð eiga at havaráðtil at útskriva val, tá politiskar ósemjur gerast ov stórar Marita Petersen valdi í- staðin fyri at skipa nýggja samgongu við Tjóðveldis- flokkin og Sjálvstýrisflokk- in, og tað samstarvið eydn- aðist væl, eftir hennara met- ing - Hvussu var tað at standa við åbyrgdini, tá harðast leikaði á ? - Tað var ógvuliga trup- ult. Sum leiðari fyri lands- ins leiðslu hevur tú skyldu at gera alt sum tú ert ment at gera. Við hvert var tað neyðugt at halda mótinum uppi uteftir, og onkuntíð havi eg úttalað meg í so pos- itivt. Eg kendi tað sum mína uppgávu ikki at taka vónina frá fólki - Hinvegin, so helt eg tað heldur ikki vera rætt, bert at vísa á trupulleikar, og ikk: á tað positiva. Harfyri fjaldi eg ikki trupulleikarnar. - Tá samanum kemur, so er torført at siga, at alt, sum gjørt var framman undan er rætt Marita Petersen heldur ikki, at åttatiårini vóru or- søkin til vanlagnuna hjá før- oyingum, men at trupulleik- arnir í grundini byrjaðu, tá føroysku fiskiskipini komu av fjarleiðunum og fóru inn um 200 fjóðringamakið at fiska Orsekin til vanlagnuna - Tað var ein vanlagna, at einki var gjørt við fiski- vinnupolitikkin fyrst í åttatiårunum. Tað var ein grovur feilur, at tað ikki politikst varð gjørt greitt, hvat slag av fiskiflota vit skuldu hava, og at fiski- vinnupolitikkur ikki varð lagdur ul rættis tá, sigur Marita Petersen Um nútíðina og uppgåv urnar hjá ulkomna ættar liðnum at læra tey ungu sigur Marita Petersen, at føroyska samfelagið hevur verið útbygt eftir livium- stóðum og krøvum í londu- num kring okkum. Vit hava skipað samfelagið eftir, at tað altíð skal vera í stóðugur vøkstur í samfelagnum. hå- ast vit liva av fiskivinnuni, sum altid kann geva okkum bakkast Vónin um tann stóra vinningin og at øll kundu gerast rík førd:i vid sær, at vit gloymdu at goyma avlopið í teimum ríku åru- num til rakárini - Hevur tú funnið eftir- mann tín til formanssess- mn? - Tað er ikki min upp- gåva. Javnadarflokkurin er væl skipaður, og nógvir limir eru, ogegivistikki í, at limirnir fara at finna tann rætta mannin ella konuna. - Var tað torført at verða tikin fyri fult sum konufólk í leiðsluni? - Eg havi ongar trupul- leikar havt av hesum, tó at ikki allir politikarar høvdu lætt við at góðtaka tað, tí tað er ikki vanlig at kvinnur eru í politkki og sita við leiðslu At so er, stavar kanska helst frå, at menn ikki hava somu skyldur sum konufólk - Vit hava framvegis høv- uðsábyrgdina fyri børnum, heimi og gomlum foreldr- um, og tað er næstan vón- leyst at fáa eina løtu til tín sjålvs - Tad slitur i longdini, men júst tí er tað so umráð- andi at fleiri konufólk fara upp í politiskt arbeiði, og hervið kunnu seta annan dám á arbeiðið, so slepst burtur úr hesi ringråsini Fleiri kvinnur í føroyskum politikki - SKulu kvinnur seta dám á samfelagið, mugu tær verða sjónligar har avgerðir verða tiknar. Um tað skal eydnast mugu minst ein triðingur verðakvinnur, fyri at broyta mannagongd og tí politisku skipanin, sum er í dag, sigur Marita Petersen, sum ikki fær minni at gera, fyri tað sum hon fer frá sum formaður i javnadarflokkinum. - Hver veit? Fyri meg er tað ikki ar ar- beiðið verður ner ses andi og áhugmers. mgur Marita Petersen. Eftirlýsing Hálvvaksin ketta reyð, svørt og ' vít Hevur ljósareytt *. 5 band, er horvin 3 Reynagetu í Havr Tlf. 14328