týsdagur 27. februar 1996síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 27. FEBRUAR 1996
tidindabladid
15
Næsiu menninir hjá Deng Hstao Ping, sum er farin um tey niti, er illa álvarsliga sjúkur og orkar av teirri
orsøk lítið, eru farnir at stridast sinamillum, um hvor skal vera eftirmaður hansara sum ovasti leiðari. Hetta
hevur havt vissar politiskar fylgjur bæði í Kina sjålvum, í grannalondum tess í Eysturasta og í heiminum
yvirhøvur
Eitt Kina, tvey -
ella kanska fleiri?
Nú er reiðiliga long tid síð
an, nakað hevur verið at
hoyrt til Deng Hsiao Ping,
mannin, øll rokna sum veru
liga makthavaran í Kina
Madurin er farin um tey níti,
er álvarsliga sjúkur, orkar
av teirri orsek líuð, men hó
ast hetta eru tað hansara po
litisku og búskaparligu hug
sjónir, sum í stóran mun av
gera politisku leiðina í hes-
um heimsins fólkaríkasta
veldi — 1200 milliónir fólk
búgva har í dag. Men við
tað, at hesin maður líka so
lítið sum nakar annar livir
ævigt, eru hansara næstu
medarbeiðarar í politiska
toppinum byrjaðir at strid-
ast sínámillum um, hver
skal vera eftirmaður hans-
ara sum ovasti leiðarin
Hetta hevur havt vissar po
litiskar fylgjur, bæði í Kina
sjálvum, í grannalondum
tess í Eysturasia og í heim
inum yvirhøvur
Síðan 1949 eru vit von
við at rokna við tveimum
Kinum, sonevnda Komm
unistkina og sonevnda
Nationalistkina. Hetta kem
ur av, at hetta var árið, tå ið
kommunistarnir vid Mao
Tse Dong á odda róku Chi
ang Kai Shek og hansara
viðhaldsfólk, nationalistar
nir nevndir, burtur av kines
iska fastlandinum og út á
oynna, sum vit tå kallaðu
Formosa, nå Taiwan
Kommunistkina — alment
navn Fólkalýðveldið Kina
fevnir í dag um kinesiska
fastlandið og tey heimastýr
andi økini Tibet, Xinjang.
Innara Mongolia, Nigsia
Hui og Kwangsi Chuang
Nationalistkina alment
navn Lýðveldið Kina — um
fatar oynna Taiwan og so
tvær lítlar oyggjar, Matsu
og Quemoy, ið liggja heilt
inni undir fastlandinum
Men tað áhugaverda hevur
líka til okkara dagar verið,
at bæði stjórnin í Beijing og
stjórnin í Taipei hava sagt
seg at umboða alt Kina
Tann styrishåttur, ið hev
ur valdað í Kommunistkina,
er tann, vit kenna og hava
kent úr kommunistalond
um, og einasti munur til í
dag er tan, at viss eki eru
latin upp fyri marknaðar
búskapi, men politiskt er
ongin broyting hend. Tær
smáu royndir ul demokrati-
sering, ið hava verið gjørd-
ar, eru bardar niður við
harðari hond
Taiwan
Á Taiwan harafturímóti eru
hendar politiskar broytingar
tey seinastu árini. So leingi
Chiang Kai Shek livdi og
fyrstu árini eftir deyða
hansara var stýrið har eitt
harðrent einaræðisstýri, bert
lutvís fjalt av onkrum
demokratiskum kávalótum
Val vórðu td. hildin, men
bert ein politiskur flokkur.
Kuomintang, fanst. Men so
hvort sum teir gomlu við
haldsmenninir hjá Chiang
Kai Shek — teir, sum høvdu
fylgt honum av fastlandin
um út á Taiwan — doyðu,
broyttis: politiska hug-
myndin á oynni. Demokrat-
iskir tankar vunnu meira og
meira fram, og millum ann
að varð loyvt at stovna
nýggjar flokkar. Men hvat
eisini er sera áhugavert, er,
at tankin um, at Taiwan eig
ur at verða gjørt til serstakan
stat, vinnur stødugt størri
frama
Slík nýggj hugsan hevur
fyri tað fyrsta loypt hvøkk
á leiðsluna í Kuomintang,
sum alla tíð hevur havt sum
eitt aðalmál at fáa ræðið í
øllum Kina aftur, men so
sanniliga eisini á stjórnina í
Beijing, sum hevur ta á-
skoðan, at Taiwan er ikki
annað í politiskum saman-
hangi enn ein provinsur, ið
hevur gjørt uppreistur móti
fødilandinum
Henda åskodan er orsøkin
til, at Kommunistkina hevur
ført seg sterkt fram hern-
a0arliga í seinastuni í hesum
økinum, td. hevur landið
hildið rakettroyndir í havin-
um beint við Taiwan, og í
hesum døgum eru umleið
130.000 hermenn savnaðir
á meginlandinum yvir av
oynni
Grundin er fyrst og fremst
tann, at forsetaval skal vera
á Taiwan, og kommunistar
nir í Beijing royna at leggja
trýst á fólkið har fyri at fáa
tey at lata vera við at at
kvæða fyri ti valevninum,
sum ætlar at fåa Taiwan til
sjålvstødugt land. Men hesi
tiltøk eru eisini ein partur
av tí maktstríði, ið fer fram
innanhýsis í kommunista
flokkinum — stríðið um at
gerast eftirmaður Deng
Hsiao Pings. At fáa hern
aðarvaldið í part við sær er
av avgerandi týdningi í
maktstríðnum, og tað hevur
allar dagar havt ta áskoðan,
at allir kinverjar áttu at verið
undir sama stýri, og tí vil
ein politikari, sum setir seg
ímóti, at Taiwan verður ser-
stakt land, altíð hava við-
haldsmenn innan hervaldið
Nú eru kinverjar at finna
nógva aðra staðir enn í
Kommunistkina og á Tai-
wan, td. í hjålondunum
Hongkong og Macao, men
tey koma undir kommun
istkinesiskt ræði í åvikavist
1997 og 1999. Men í Singa
pore eru 85% av íbúgvun-
um kinesarar, í Malaysia
40%, og nógvir eru eisini
at finna í Indonesia, Viet
nam, Laos, Cambodja,
Thailandi, Burma og á
Filipsoyggjunum; í heila
tikið búgva meira enn 50
milliónir kinverjar uttan fyri
sjálvt Kina.
Halda nú stjórnin í Bei
jing og kommunistaflokk-
urin, at øll hesi fólk eiga at
rætta seg eftir teimum, kann
hetta fara at hava stóra á
virkan á politisku myndina
og maktjavnvågina í Suður
og Eysturasia, men meira
um hetta seinni
HARÐSKAÐUR MÓTI
TEIMUM ALMENNU ØKIST
Almenn starvsfólk í Danmark eru alsamt oftari úti
fyri harðskapi, skrivar Fyns Stiftstidende. I 1991 vóru
meldaðir 661 tilburðir av harðskapi móti sosialráð
gevum, bussførarum, løgreglufølki og ødrum
almennum starvsfølki. Í 1995 øktist talið til 1401,
vísa tøl hjá Ríkispolitinum. Í eitt nú Odense er talið
økt frå 30 tilburðum i 1991 til 72 í fjør og politi
meistarin, Lars Rand Jensen, stúrir fyri gongdini.
Tað er órógvandi, tí talan er um fólk, sum gerast
harðlig móti almennum starvsfólkum, tá tey ikki få
sín vilja, sigur hann
FLEIRI
PENGAR TIL
TENNINAR
Gjøgnum seinastu 10
árini er talið av teimum
dønum, sum hava sínar
egnu tenn gjøgnum alt
lívið, tvífalda, og hetta
merkir útreiðslurnar hjá
réktarheimum i Dan-
mark, sum seinasta 5 år-
int hava brúkt 40% fleiri
pengar til viðgerð av
tonnunum hjá teimum
gomlu
>
Hóast Poul Nyrup Ras
mussen hevur mælt til
tað mótsatta, koma lýs
ingar hjá tí almenna Dan
mark bert í nøkur fá, út-
vald blød. Lokalblød fáa
ongan lut í hesum lýsing-
um, við tí úrsliti, at í stór-
um pørtum av Danmark
eru tad bert fåa, sum
síggja týðandi lýsingar
nar frá stýrum og ráð
harrastovum
KUBA SIGUR NEI TIL ØL
Kuba vil ikki ver vid f handilsliga spælinum hjå
einum bretskum handilsmanni, sumhevur fingið eitt
hugskot, sum kann geva honum hópin av pengum. Í
juni kom ein serliga øl fyri fyrstu ferð á marknaðin í
Englandi. og Londonbúgvar tók væl ímóti hesi øl.
serliga fólk í fínara Soho býarpartinum í London.
Etikettin á ølinum er prýtt við eini mynd av
kubanska uppreistrarhetjuni Che Guevara, men hetta
vilja kubanar ikki ver við til. Bretski handilsmaðurin
hevur fingið at vita frá kommunistaflokkinum í Kuba,
at hann skal gevast við framleiðsluni av ølinum, og
sum boðum hevur hann fylgt
NÝGGJAR KOVBOYBUKSUR
AV GOMLUM LEVI'S
Levi's kovboybuksur í endurnýtsluútgávum, eru
komnar á marknaðin í USA. Levi's samtøkan er farin
at marknadarføra hecar buksur, sum eru gjørdar av
gomlum kovboybuksum.
Tað hevur annars verið ein trupulleiki at framleiða
tilfari, sum kovboybuksur eru gjørdar av, við at
endurnýta brúktar tægrir, men ein nýggjur háttur at
spinna, hevur nú gjørt tað møguligt. Endurnýtslu
kovboybuksurnar eru helvt um helvt gjørdar av
bråktum og nyggjum tægrum.
1000 FERDIR VID
SAMA FILTRINUM
So er tíðin við at vera farin, tå kaffifiltri verður tveitt
í ruskspannina hvgrjaferð kaffi er gjørt. Green Filter,
eitt nýtt filtur, sum júst er komið á marknaðin, skal
kunna halda til 1000 kannir av kaffi.
Bara í Europa verða 85 mió. kaffifiltur brúkt hvønn
dag, so nýggja filtrið kann veruliga spara tilfar
Nýggja filtrið er framleitt av Polypropylen, og passar
til allar maskinur. Filtrið skal bara skolast eftir brúk,
og so er tað klárt til næstu kannuna.
FLOGFAR NEYÐLENDI
Roykurin frá einum burgara, sum var sloppin at liggja
í einum tendradum ovni umborð á eimum Boeing
757 ferðafólkaflogfari, var noytt at neyðlenda í
Detroit. Ein talsmaður fyri flogfelagið, Northwest
Airlines, upplýsti, at 172 ferðafólk og sjey av
manningin fóru úr flogfarinum stutt eftir at tað heyði
lent. Burgari, ja, hann var líka til at blaka út gjøgnum
vindeyga.