Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-03-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mars 1996síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

19 MÁLTEIGURIN Vilstir vóddar Í einari av søgunum, sum verða lisnar í útvarpinum, bleiv sagt um ein persón, at hann var vøddamikil Fara vit at kanna eftir, hvat tað var, sum var so stórt á hesum persóninum, so síggja vit hjá Svabo (1773), at 'vøddi' merkir »det tykke af laaret bagti!, Artsbakke« Chr. Matras og M. A. Jacobsen (1928) siga somuleiðis, at 'vøddi' merkir »det tykke af laaret bagtil, Arsbakke«. Altso: reyvarbøllur Men í orðabókini frå 1961 hevur hetta orðið fingið ein annan tydning. Har stendur 1) 'muskel" og 2) (især í ældre talesprog) det tykke af láret bagtil, den ene halvdel af sædet (bagen)'. Orðabókin sigur ikki, hvaðani hon hevur "muskel" í hesum nýggja tydninginum Muskul kemur av latíni: musculus, sum er eitt diminu tiv (minkingarformur) til "mus", sum merkir mús. Myndin er altso, at muskulin (kanska serliga í yvirarminum) titar aftur og fram undir húðini sum ein mús Muskulin hevur verið vanligt føroyskt orð alt tað, ið nú livandi minnast. Tað er ein gáta, hví hann nú (millum 1928 og 1961) skal útihýsast og avloysast av einum ødrum orði, sum hevur ein heilt annan tydning. Sjálvsagt er bøll- urin ein muskul, men tað er ikki tað sama sum, at allir musklar eru bøllar. Teir mikroskopisku musklarnar, sum stýra eyga og eygnaloki, eru alt annað enn bøllar Formliga er einki í vegin við orðinum 'muskul”. Tað letur seg væl benda, og vit hava fleiri onnur orð, sum hava líknandi ending: ompul, bekil, skekil, skrambul At siga um onkran, at hann er vøddamikil, kann å før oyskum bara merkja, at viðkomandi er førligur ella væl útgjørdur aftantil. Tey, sum hava sæð filmar, áðrenn sjón varpið fór at senda sina ævigheitsseriu av amerkonskum slagsmálum, minnast, at t.d. Marilyn Monroe var rættiliga vøddamikil. Hinvegin er tað ikki beint at siga, at tann franski forsetin »spældi við vøddunum«, tå ið hann bresti atombumbur í Stillahavinum. Hann spældi við musklun um Men hvussu er hendan fløkjan so fkomin? Tann, sum fer at leita í féroyskum orðabókum eftir 1961, kemur aftur ongul í vødda: allar hava ta skervu týðirgina. Hvat er so til ráða at:taka? At hyggja í eina íslendska orðabók, sjálv sagt. Har stendur tað: muskel Vøddaflytingin hevur so eisini gjørt tann ekstra skaðan at 'massasja' av summum verður kallað 'vøddamyking sum ljóðar eitt sindur ónæriligt. Orðatransplantatrónin førit til málkreft. sum spreiðir seg At summir førovingar eru betri við íslendskt enr við førovskt er lógligt. men illa forstáligt Okkara mál er líka gott sum íslendskt, og so er tað okkara. Soleiðis at:flyta runt við orðum millum nærskyld mál er tað. sum Kai Friis Møller í síni skemtiligu bók frá 1945, Den store nordiske svanesang. kallar spmglig blodskam Tað bleiv sagt í sjónvarpinum herfyri, at nú hevur okk ara einasti litteraturprisur skift navn. Fyrr ct hann >; Á Jacobsens bókmentavirðislen<. Men nú skal hann eita »Bokmentavirdisløn M. A. Jacobsens«, sum er íslendskt Á føroyskum hevur tað hvørsfallsbenda orðið altíð staðið frammanfyri: Føroya løgting, Noregs kongur, Kingos sálm ar, Brockmanns lestur, Eiríks boði, Torshavnar byråd Men nú hevur so onkur tíkið í vøddarnar á býráðnum og framt hesa málsligu blóðskomm Onkur av okkara mongu målkønu átti at sett seg á vødd- arnar og kannað eftir, hvussu tað bar til, at føroyingar fingu afturpart um allan kroppin VOðvi C. P r ri VÆL Man hetta henta hjáorðið vera hvørvandi í føroyskum máli? Tað kundi tókst, tí í práti við smábern í útvarpinum hoyrist sjáldan annað enn svarað »gott«, tá ið tey verða spurd, hvussu teimum dámar eitthvert. Mundi ikki verið tervur á einum átaki til at bjarga hesum lítla orði — ikki bert í skúlum og „ men í hverjum húsi í landinum! Í sama viðfangi kundu bern (og vaksin við) verið lærd at fara rætt við sagnorðinum at dáma! Vikusk iftið Vikuskiftið 1A PI mm | Ge | 5 ster TRYG GR) OPR korn FELAG —Á t på j</63 KROS > CI Loysnin frå seinastu viku Loysunarordid: VÅGAMADURIN Hvønn leygardag verður krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum réttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein av niðanfyri nevndu bókum frá Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av hverja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar- orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinn- arin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blað- num næsta leygardagin Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn - og viðmerkið=Krossorðagátanr. = <ábjálvan. Hans Jørgin Dam. 360 Sandavágur Navn Bustadur Bygd/byur Lesið føroyskt — hugsið førovskt! Fuglar i Nordurhøvum Stjórnarskipanarmálið 1946 Spell at sólin kom upp Politiska sega Føroya 1814—1906 Føroyskir soppar VDDVCLVDLVGCDUØU Cc Mannakroppurin — og hvussu hann starvar Alfagurt ljóðar mín tunga (flega/ljóðband) - Bøkur og annað tilfar — bæði innan og uttan skúlagátt. |/ FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNUR