Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-03-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 1996síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. MARS 1996 tíðindablaðið + XI" Hetta er ikki bara ein spurn- ingur um pengar Aki BERTHOLDSEN Spurningurin um sjón- varp og útvarp er íkki bara ein spurningur um pengar. Tað er eisini ein spurningur um at gera ok- kum eitt bulvirki ímóti øll- um útlendskum, sum floymir inn yvir okkum. - Tí er tað ikki meiri enn rímiligt, at landið spjaðar til. Men hvert húski eigur ikki at gjalda meiri enn eitt sjónvarpsgjald og eitt útvarpsgjald. jogvan Adolt Johannessen leggur stóran dent á upp skotim um nyggja utvarps lóg og sjónvarpslóg. sum tingið fer at viðgerða í dag Sjálvur fær hann eitt av gerðandi orð at:siga fyri hvussu lógirnar koma at verða orðaðar tá ið ungið samtykkir tær. tí væntandi verður tað mentanarnevnd in, sum fær tey til viðgerðar og í henni er Jógvan Adolf formaður Jógvan Adolf Johannes sen sigur, at bæði útvarp og sjónvarp hava alstóran tyd ning tí tey hava so stóra åvirkan Arinið uttani frá er so stórt, at:tað heilt avgerð andi, at føroyska útvarpið og føroyska sjónvarpið standa sterk afturímót øll um tí útlendska. sum kemur inn yvir okkum, og sum vit onga ávirkan hava á Sjónvarp og útvarp skul u vera mentanarskapandi Tey skulu vera bulvirki okkara ímóti útlendska flovminum inn yvir okkum Meiri føroyskt tilfar Jógvan Adolf sigur. at eitt sum hann leggur stóran dent á, er, at fleiri feéroyskar sendingar verða Mær er sagt, ateini 18% av sendingunum hjá sjón varpinum eru føroyskar og tað haldi eg. er ov litið Sjálvur vildi eg sett mær sum mát, at minst 25% av sendingunum skulu vera føroyskar Men tað kostar pening og nettupp peningur er okkara størst: trupulleiki Vit eru í tí stóðu, at vil skulu spara, eisini har tað ikki ber til at spara Men eg haldi, at hvat ið máli og mentan okkara um ræður, eiga vit at gera okk ara itarsta. Tað er ikki bara ein spurningur um pening og vit kunnu heldur ikki bara hugsa um pening í hes um sambandi. Men tíverri hava vit lyndi til at hugsa meiri um pening, eisini meiri enn gott er vidhvørt Jógvan Adolf Johannes sen heldur ti, at:tað er ikki meiri enn náttúrligt at sjón varpið verður leskað á fig gjarlógini, tá ið umstødur aftur verða til tað Vit eru so fåment í Før oyum. Her búgva 43.000 fólk. men vit eru ikki meiri enn 30.000, sum hava fé oyskt til móðurmál. Missa vit mál og mentan okkara burtur, hava vit eimki eftir sigur Jógvan Adolf Johan nessen Men hetta krevur so eis ini, at tey, sum arbeiða i útvarpi og sjónvarpi hava ans fyri féroyskari mentan og at tey duga føroy skt Hvat málinum viðvíkur haldi eg, at tað knípur við hvert. At seta tekst á út- lendskar sendingar er neyð ugt, men tað er betur, at einki verður tekstað, heldur enn at teksta á so vánaligum málið, sum vit onkuntíð hava sæð Hann sigur, at hann tekur undir við, at sjónvarpið fær høvi at útvega sær inntøkur, eins og útvarpið. men tað verður neyvan pláss fyri einum V-4 afturat Sjónvarpið má finna up pá okkurt annað. Men tað gera teir tvasleyst eisini leggur hann afturat Nevndin kám Men eitt, sum Jógvan Adolf fylist á, tað er, at landsstýrið ætlar ikki. at sjónvarps- og útvarpsneyndin skal hava nakað serligt at siga Nevndirnar koma at standa ov kámar eftir min um tykki. sigur hann Tað er eingin meining í at hava eina neynd bara at ráðgeva útvarps og sjónvarpsstjóranum um sendingarnar Jógvan Adolf heldur, at neyndirnar skuldu sett stjórarnar, ella í hvussu so er havt rætt at tilmæla stjór ar og starvsfólk í utvarpi og sjónvarpi Hann vísir td. á, at:tað eru skulanevnd og lands skulafyrisiting, sum seta lærarar í skúlunum Einkarrætturin varðveitast Jógvan Adolf Johannessen hevur einki ímóti at sjón varpið og útvarpið fram haldandi skulu hava einkar rætt at senda Vit eru so fáment. at tað er sera umráðandi at mið savna allar kreftir vit hava á hesum eki fyri ikki at fara heilt til botns í meldrinum av útlendskum tilfarið, sum floymir inn yvir okkum Hvorki útvarpið ella sjónvarpið eru frægari enn eitt líuð økissjonvarp og økisutvarp aðrastaðni og fara vit at tæga tey sundur er liðugt. Eitt annað er sí tað, at áhugabólkar eiga at sleppa framat í utvarpi og sjónvarpi, men tað sleppa teir ersim Heitt húski - eitt gjald Ein spurningur, sum altíð verður reistur, tá ið útvarp og sjónvarp er upp! í kjaki er, um hvert húski skal gjalda fyri hvørt radio og hvert sjónvarp Uppskotið. sum lands stýrið hevur lagt fram er 6 greitt orðað hvat hesum við víkur Sjálvur heldur Jógvan A dolf, at:tað er órímiligt at krevja meiri enn eitt gjald frá hverjum huski Tað er jú heldur ikki heilt bíligt. so tað er ein fíg gjarlig byrða hjá fólki at gjalda fyri útvarp og sjón varp. leggur hann afturat Oljuovnar, rør og eykalutir eru á goymslu MBOÐ Pf nj Andreasen & Co Tif. 15600 Hvort húski eigur ikki at da mein enn eitt sjón ip et heldur Jógvan Adolf J« INPACT Lærlingur Fyri ein av kundum okkara, ein storri handil i Havn, verður søkt eftir lærlingi Starvið Lærlingurin skal hava sáttmála og út- búgving innan handils- og krambúðar- yrki. Arbeiðið umfatar sølu av manu- faktur, herundir eisini gardinvørur við tilhoyrandi montagu. Umsóknin Ætlanin er at seta fólk í hetta starv | skjótast gjørligt, helst 1. april 1996 Umsókn við upplýsingum um royndir | og útbúgving verður at senda til | P/fGrannskoðaravirkið INPACT áðrenn 18. mars 1996. | Seymikona | Til sama handil verður eisini søkt eftir | fullkonari seymikonu at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðið er partstíðarstarv, umleið 3 tímar um dagin. Umsókn við upplýsingum um forleika verður at senda til P/f Grannskoðaravirkið INPACT. Fleiri upplýsingar um storvini fáast við at venda sær til tif. 14700. P/f Grannskoðaravirkið INPACT statsaut. revisorar R. C. Effersøesgøta 28 - Postrum 191 FR-110 Torshavn Tlf. 14700 - Telefax 13815 SOE