Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-03-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 1996síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 50 — 12. MARS 1996 tíðindablaðið 13 Stjórnan kundi einki gera við Kyndil Kyndil livdi upp til favorittheitið, og vann tryggan sigur á klaksvíkingum, sum framvegis eru at finna aftast í deildini 1. deild menn Kyndil-Stjørnan 29-17 (14-9) Kyndil: Dia Midjord (5) Hannis Wardum (5), Bárður Johannesen (4), Sophus Dahl-Christiansen (3) Heini Joensen (3), Rúni Poulsen (3), Jónleif Sólsker (2). Tróndur Joensen (2) Hans á Lag, Regin Johanne sen Utvisingar: 2 Stjørnan: Fgil Johansen (5), Geir Wardum (4), Karl Johansen (2), Allan Mørk øre (2), Olgar Danielsen (2) Simun Eliasen (2) Utvisingar: 3 EYÐUN KLAKKSTEIN Askodararnir í hellini á Hálsi sóu ikki tann mest spennandi og væl spælda dystin í ár, tá Kyndil tók mót Stjórnun til eitt upp gerð millum odd og botn sunnudagin. Kyndil var frammanundan greiður Hesar dystir hava oddaliðini eftir at spæla fr mars: H71, úti 20. mars: Neistin, heima 30. mars: VIF, heima 17. mars: Stjørnan, úti 24. mars: H71, úti 30. mars: Neistin, heima favorittur og tað livdu teir eisini upp til, og vunnu greiðan sigur. Fyrra dystin í endaspælinum vann Kyndil eisini, men tá var spenningur í, og dysturin var javnari enn hesin Eftir javnleikin móti STIF mikukveldið er tað framvegis vop til Kyndla menn sjálvar, um teir vinna FM-heitið afturat steypa kappingini. Og í dystinum ímóti Stjórnun sunnudagin, gjørdu teir ikki arbeiðið hálvt. Teir fóru frá Stjórn uni, øktu leiðsuna gjøgnum dystin, og vunnu til endans ein stórsigur á botnliðnum úr Klaksvík Hjá Stjórnuni manglaði Kurt Mørkøre, sum hevur valt fótbóltin fram um hondbóltin. Tað er tó ikki ósannlíkt, at hann verður við onkran av dystunum sum eftir eru. Á liðnum fyri hann var veteranurin Karl Johansen Hjá Kyndil manglaði bert venjarin Sverri Jacobsen, sum er burturstaddur, og av teimum 14 Kyndlamonnun um í hópinum, gjørdu ikki færri enn 12 mål — harimill um eisini málverjin Hans á Lag. sum skoraði uppá eitt brotskast móti endanum av dystinum Stjørnan gav upp Kyndil fór alt fyri eitt fram um Stjørnuna. Teir spældu skjótt álopsspæl fyrstu let una. og klaksvíkingar høvdu ilt við at tippa holini verjuni, sum stóðust av høvdu eisini eitt vakið eyga Stjórnan kláraði heldur ikki Hjá Kyndli var talan nógvu flytingunum hjá Kyndlamonnunum Hinvegin gjørdist eisini alt fyri eitt greitt, at Stjørnan fór at hava eitt stríð við at sleppa igjøgnum sterku Kyndlaverjuna, sum stórar partar av dystinum riggaði avbera væl. Stjórnuspælar arnir royndu seg við skotum úti frá, men eitt nú Allan Mørkøre, sum skoraði 14 mál seinasta vikuskiftið, var ikki eins væl fyri hesaferð, og teir í Kyndlaverjuni við honum Meginpartin av fyrra hálvleiki vóru tvey-trý mál á muni millum liðini, men stutt fyri hálvleiki, fór Kyndil tvey mál afturat fram um, so munurin var fimm mál í hálvleikinum Við hesi barlast, og út frá spælinum í fyrra hálvleiki, skuldi eitt undur til, um klaksvíkingar skuldu fáa nakað stigi burtur úr dyst inum Teir fingu einki undur, og at minka um munin í seinna hálvleiki. Hinvegin fór Kyndil longur frá Stjórnun! hålvleikur leið, og mismótið for at triv og sum seinni ast, soleiðis sum tað vanliga ger á einum botnliðið høvdu Kynldamenn lætt spæl frammi á vellinum Teir komu mangan lættliga Igjøgnum verjuna, og sem asta fjórðingin av dystinum skoraði Kyndil ellivu mál meðan Stjórnan bert gjørdi try! góðan innsats frá flestu spælarunum, og eingin av :eimum fjúrtan í hópinum var greiður topskjútti. Teir býttu málini javnt millum sín, og sunnudagin vóru tað Dia Midjord og Hannis Wardum, sum vóru bestir Tað hevdi minni at týða, tí tað sum Kyndil vildi hava undan dystinum, var ein greiðan sigur, og tað var júst tað sum teir fingu "1 i Tað er framvegis spenningur í oddinum og botninum Kyndil eigur framvegis fremsta pláss, men strandingar vilja ikki geva upp. Tað skal bert ein ósigur til, og so kann Kyndil vænta, at STÍF strýkur avstað við gullkrónunum. Meðan spenningurin í oddinum hjá kvinnunum er rokin, er hann framvegis intaktur hjá monnunum. Kyndil hevur enn munin á STÍF men strandingar tykjast vera óvanliga drúgvir í oddastríðnum, og tað skal ikki so nógv til áðrenn teir strúka avstað við gullinum fyri nøsini á havnamonnunum. Kyndil skal bert snáva einaferð í teimum trimum dystunum, sum eftir eru, og so er STIF klárt at fara fram um Tað er ógjørligt at siga hver dystur av teimum sum eftir eru, fer at vera hin truplasti hjá Kyndli, men tað munnu vera mong, sum hava ein illgruna um, at vestmenningar ætla sær at snýta Kyndil á seinasta leikdegi 30. mars. Tá hittast hesi liðini í klassíska uppgerðinum í føroyskum hond- bólti, og eftir sum úrslitini hava verið í ár og árini frammanundan, so kann alt henda í dystinum. At VIF tå kann spæla frigjørt uttan nervar, tí lítið er uppá spæl, kann geva teimum ein fyrimun, men tá skal so vanligi professionelli inn- stillingurin hjá Kyndli samstundis svíkja botninum stríðist Stjørnan framvegis móti niðurflyting Í botninum av deildini, er Stjórn- an við at verða afturúrsigld, men klaksvíkingar hava framvegis møguleikan fyri at yvirliva í bestu deildini. Teir hava tríggjar dystir eftir at prógva sín dugnaskap í, og komandi vikuskiftið kemur STÍF á vitjan í Klaksvík. H71 er nærmasti kappingarneytin hjá Stjørnuni í skeiva endanum av deildini, og júst hesi liðini hittast til spennandi upp gerð á seinasta leikdegi í hondbólts- kappingini, hin 30. mars norðuri í Klaksvík ek