Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 170 - 10. september 2003 Nr. 170 - 10. september 2003 3 Í Hósvík fer Dansi- felagið Fragdin nú aftur undir at dansa DANSIFELAGIÐ FRAGDIN Nú kvøldini gerast myrkari, og kaldari gerst úti, fer Dansifelagið Fragdin í Hósvík, at fjálga um køldu heyst- og vetrarkvøldini. Dansað hevur verið í Hósvík í fleiri ár, og fyri einum tveimum árum síðani fekk felagið so navn og nevnd. – Matilda og Tom Niel- sen undirvísa í dansi hjá okkum. Tey bæði hava eisini undirvíst tey bæði seinnu árini, sigur nevnd- arformaðurin. – Nógv vóru og dansaðu í fjør. Bæði ung og gomul, og tey koma allastaðni frá. Bæði úr Havn, Norðstreymi og úr Eysturoynni Best er um tey, sum koma, koma í pørum, tí soleiðis skipar dansurin seg betur, tí annars kann tað enda við, at onkur stendur stakur eftir. Dansað verður av øllum sløgum. Dansispøl, par- dansir, valsur, rekkjudansir, kvadriljudansir, polka og allir møguligir aðrir dansir eru á skránni í vetur. Dansurin er í bygdar- húsinum í Hósvík, og øll eru vælkomin. Byrjað verður aftur sunnukvøldið 28. september klokkan 19. Dansað verður síðani hvørt sunnukvøld frá umleið 19 til 21. Til ber at tekna seg hjá Ann Christiansen á telefon 422368/264820, Elin Da- vidsen, tlf. 422291/265844 og Idu Hansen, tlf 422425/ 213425. Kostnaðurin er 400 krónur parið. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðing- ar bjóðar nú til fjórðu Heilsu- og Sjúkra- røktarráðstevnuna og 15 ára føðingardags- hald við eini fjøl- broyttari og áhuga- verdari skrá RÁÐSTEVNA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Fjórða sjúkrarøktarráð- stevnan verður í døgunum 10. og 11. oktober í Norð- urlandahúsinum. Og sam- stundis heldur felagið sín 15 ára føðingardag. Á ráðstevnuni verður støðgað á og gjørt status. Litið verður aftur í tíðina fyri at síggja, hvussu fe- lagið gjøgnum árini hevur verið við í stríðnum at menna vitanargrundarlag- ið, fakliga samleikan og góðskuna í sjúkrarøktar- økinum. Samstundis verður ljós- kastarin settur á tær avbjóð- ingarnar og teir møguleik- ar, sum nútíðin og fram- tíðin fara at bjóða. Hendan ráðstevnan verð- ur mett at vera eitt tað besta høvi hjá limum at fáa nýggja vitan og íblástur her heima. Felagið sigur, at tey við stevnuni geva sínum limum eitt íkast til at skapa nýhugsan og menning av sjúkrarøktarfakinum. Frá felagnum verður sagt, at tey við ráðstevnuni og føðingardagsveitsluni vóna, at limir fáa dagar sum geva "hvíld" frá strævna gerandisdegnum, nýggja orku og íblástur til at fara út aftur við. Jana H. Dalsgaard er for- kvinna í Felagnum Før- oyskir sjúkrarøktar-frøð- ingar, og hon sigur, at tað tó ikki bara limir í teirra felag, sum tørva íblástur í dagliga yrki sínum við stórum og smáum spurningum innan heilsu- og sjúkrarøkt. – Tí bjóða vit eisini øðr- um fakbólkum, arbeiðs- gevarum og politikarum vælkomnun við á ráðstevn- una, sigur hon í innbjóðing sínari. Fjølbroytt skrá Ráðstevnan er sum sagt í tveir dagar, og hon býður upp á mangt og hvat. Byrj- að verður fríggjadagin 10. oktober við gudstænastu í Dómkirkjuni við Sonju Klein, presti. Síðani verður døgurði á hotel Hafnia. Síðani verður hildið fram við ráðstevnuni. Jana H. Dalsgaard setur stevnuna, og ráðstevnuleiðari báðar dagarnar verður Bjørt Sam- uelsen, journalistur. Gjøgnum dagin verða fleiri fyrilestrar um millum annað kunnleika og menn- ing innan yrkið og nýrák og røkt. Eisini verður nakað av skemti og hugna á skránni hendan dagin, sum endar um fimmtíðina. Leygardagin byrjar ráð- stevnan aftur klokkan níggju. Og tann fyrra- parturin fer við fyrilestrum. Seinnapartin verða fleiri áhugaverd evni á skránni. Millum onnur verður eitt innlegg við einum avvarð- andi um, hvat brúkararnir siga og eitt panel við um- boðum frá Mentamála- ráðnum, Heilsumálaráð- num, Almannaráðnum, Sjúkrarøktarfrøðisskúla Føroya, Landssjúkrahúsin- um og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Eftir ein fyrilestur við Jógvani Fríðriksson, presti, um Etikk og samskifti við einstaka sjúklingin, endar Jana H. Dalsgaard ráð- stevnuna, Sjúkrarøktin á vegamóti. Kunngjørt verður, at okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma OLIVIA CARLSSON Tvøroyri andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygardagin 6. september, 86 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum í kirkjuna mikudagin 10. september kl. 18.00. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Irene, Ben, Onita, Ovin og Ivan Sjúkrarøktin á vegamóti Dagarnar 10. og 11. oktober verður fjórða Heilsu og Sjúkrarøktarráðstevnan í Norðurlandahúsinum. Forkvinnan í felagnum, Jana H. Dalsgaard bjóðar øllum at verða hjartaliga vælkomnum Fara nú aftur at dansa Aftur í vetur fara hósvíkingar at skipa fyri dansi, og verða tað aftur Matilda og Tom Nielsen, sum fara at standa fyri undirvísingini Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovur, hevur áður virkað undir eini skipan við av- riksløn. Skipanin er hørð, viðgongur hann, men hon er eis- ini mennandi og spennandi. Hon kann setast í verk í Føroy- um, men so skal nógv orka setast av, heldur almenni stjórin AVRIKSLØN Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Skal tað gerast, so skal tað gerast ordiligt. Orðini eigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøði- ligu starvsstovu, nú orða- skifti um eina nýggja lønar- skipan er í hæddini. Áðrenn Bárður Enni gjørdist stjóri á Heilsufrøðiligu starvs- stovu, arbeiddi hann fyri helvt av 90-árunum hjá medisinalfyritøkuni NOVO Nordisk, sum hevur avriks- løn fyri øll starvsfólk. Frá ovasta leiðara og heilt niður á gólvið. – Skipanin var góð. Málini fyri hvørt starvsfólk vóru sett fyri eitt ár í senn, og eg upplivdi tað ógvuliga positivt. Tað var ótrúliga spennandi og eggjandi, at tú vart mettur fyri tíni avrik. Tú setti tær sjálvum mál saman við leiðsluni, og møguleiki var fyri at fáa nógv eyka í løn. Tað var kanska hart, men eisini rættvíst, sigur Bárður Enni. Tveir streingir Skipanin hjá NOVO Nord- isk kallast APIS, ið stendur fyri Annual Performance Improvement System. Nøk- ur mál verða sett fyri hvønn einstakan persón í risastóra felagnum fyri hvørt ár. Tað verður gjørt við eini starvs- fólkasamrøðu. Talan er um tvey sløg av málum: Forrætningsmál og førleikamál. Forrætnings- málini snúgva seg um ítøki- lig úrslit, sum skulu náast. Førleikamálini eru bleytari og snúgva seg persónligar eginleikar, førleikar, ábyrgd og annað. Hjá leiðsluni kundi eitt forrætningsmál vera, at felagið skuldi vinna ávísan part av marknaðinum á ein- um ávísum øki. Síðan var farið niður ígjøgnum deild- irnar og krøv vórðu sett til hvønn einstakan. Soleiðis kann eitt mál fylgjast gjøgnum skipan- ina, og avgjørda kravið er, at ein menning alla tíðina skal henda. Fyri at røkka málunum kann vera neyð- ugt, at leiðslan setir pengar av, so førleikin verður skaptur at røkka málunum. – Eg fekk eitt forrætn- ingsmál, sum eg ikki hevði førleika til at gjøgnumføra. Eg fekk læring á økinum, so eg kláraði uppgávuna. Sostatt er hetta ein give- and-take skipan, sum er mennandi bæði fyri ar- beiðsplássið sum heild og tann einstaka, sigur Bárður Enni. Hørð skipan Skipanin var ikki fyri sartar sálir, viðgongur Bárður Enni. – Skipanin var hørð, men opin og rættvís. Endamálið við skipanini er, at hon skal føra til framburð. Tey, sum ikki megna málini, sum eru sett, verða sett undir lupp. Tað fingu tey at vita, og avleiðingin kundi vera, at veik lið vóru uppsøgd, sig- ur Bárður Enni. Í árligu starvsfólkasam- røðuni varð mett um avrik- ini síðsta árið og samstund- is verður næsta árið sett í kortið. – Hevði tú gjørt eitt gott avrik í einum ári, kundi tú fáa frá einari upp í fleiri mánaðarlønir eyka. Nøkur skoraðu kassan, men hin- vegin merkir tað sjálvandi, at nøkur fingu minni í løn. Um onkur kendi seg órætt- víst viðfarnan, so kundu tey fara longur upp í skipanina við málinum, sigur Bárður Enni. Tað ljóðar sum ein skip- an, ið elvir til sjálvdrátt, men Bárður Enni leggur dent á, at fyri at tú skuldi megna ávísar uppgávur, var tað eitt krav, at tú gjørdi nýtslu av øðrum fólkum við ávísum førleika. Sostatt var eisini talan um at upp- byggja samstarvsbólkar fyri at náa málunum, sigur Bárður Enni. Orka setast av Skipanin virkaði væl, held- ur stjórin á Heilsufrøðiligu starvsstovu, og hann dugir ikki at síggja, hví tað ikki skal bera til at gera ein føroyska skipan, ið byggir á somu prinsipp. Men tað skal gerast ordiliga. – Skal ein slík skipan virka, skal nógv orka setast av. Fólk hava 1000 onnur ting av taka sær av, og tí má orka setast av at fyrireika eina skipan við avriksløn. Skal ein slík skipan virka, skal onkur alla tíðina menna hana. Tað er alneyð- ug, at menning av tí ein- staka er innbygd, og at gjøgnumskygni er í skip- anini. Annars er tað ógjør- ligt, sigur Bárður Enni. Sambært Bárði Enni skal samlaði lønarsummurin ikki økjast, fyri tað um farið verður til avriksløn. Tað merkir, at skulu nøkur fáa meiri, mugu onnur fáa minni. Tað er eisini neyðugt at gera sær greitt, hvat skal henda teimum, sum ikki megna krøvini. Skulu tey sigast upp? – Tað kann vera ein avleiðing. Men vit mugu ikki síggja trøll á alljósum degi. Sum starvsfólk kanst tú altíð siga, at tú ikki vilt røkka einum máli. So fært tú bara tað minni í løn. Skipanin skal eisini inni- halda møguleikar fyri at skrúva niður fyri blussin- um, um serlig viðurskifti gera seg galdandi orskað av børnum, sjúku ella líkn- andi, sigur Bárður Enni. Ein eggjandi løn Avriksløn er hørð, men opin og erlig, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovu, sum sjálvur hevur roynt skipanina Mynd: Jens K. Vang Karsten ivast í avriksløn Summi fáa meira og onnur minni í lønarposan fyri sama slag av ar- beiði. Spurningur- in er, um tað er rímiligt, sigur Kar- sten Hansen, landsstýrismaður AVRIKSLØN Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Orðaskiftið um nýggja almenna lønarskipan er gagnligt, sigur Karsten Hansen, landsstýris- maður við fíggjarmál- um, men hann sær bæði fyrimunir og vansar fyri sær. – BLF hevur lagt fram nakrar leysar tankar um avriksløn. Einki ítøkiligt uppskot er komið fram, og tí ber illa til at gera ítøkiligar viðmerkingar. Tó haldi eg, at tað sjálv- andi skal loysa seg hjá almennum starvsfólkum at gera góð avrik. Vit eiga at bøta um effektiv- itetin, og hitt almenna eigur eisini at royna at fáa dugnalig starvsfólk at støðast. Spurningurin er tó, um hetta gerst við avriksløn, sigur Karsten Hansen. Ein nýggj lønarskipan má vera rættvís og rími- lig, og tað ivast hann í, um avrikslønin er. – Avriksløn ber í sær, at summi fáa meira og onnur minni í lønarpos- an fyri sama slag av arbeiði. Spurningurin er, um tað er rímiligt, sigur Karsten Hansen. Aðrir partar av avriks- lønini hóva honum heldur ikki serliga væl. – Tær sonevndu avriks- puljurnar fara helst at økja um almennu lønar- útreiðslurnar. Trupult er at máta og at meta um avrikið hjá hinum ein- staka, og avriksløn kann als ikki brúkast fyri summar starvsfólka- bólkar. Eisini eru nógvir av stovnunum og al- mennu arbeiðsplássun- um í Føroyum smá, og tí kann vera tungt at seta avrikslønarskipanina í verk og umsita hana, sigur Karsten Hansen. Hinvegin er landsstýr- ismaðurin sinnaður at kjakast um at endur- nýggja lønarskipanina og gera hana meiri indi- viduella. Men tað er ikki løtuverk, sigur hann. C M Y K 3 2