Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 170 - 10. september 2003 Nr. 170 - 10. september 2003 13 VIÐMERKINGAR Olaf Olsen Glyvrar Frádráttur í skattinum hjá sjómonnum hevur verið nógv frammi eina tíð, men einki er sagt um, hví hann kom. Mest hevur verið skrivað um, at hann er órættvísur, og órættvísan skatt kann altíð skrivast nógv um. Tað munnu vera mong, sum halda seg rinda ov nógvan skatt. Frádrátturin í sjómans- skattinum kom, ikki tí at nakar tók synd í sjómonn- unum, men fyri at fáa meira pening í landskassan. Støð- an var jú tann, at sjómenn fingu meira burturúr við at sigla við útlendskum skip- um og búgva uttanlands. Tí var samtykt at lækka skatt- in hjá sjómonnum fyri at teir ikki skuldu flyta av landinum. Føroyskir sjó- menn eru sera »fleksiblir« og finna seg væl til rættis við at sigla við útlendskum skipum og hava eisini lætt við at flyta til onnur lond at búgva, í hvussu er eina tíð. Hetta kann vera gott fyri teir og familjur teirra. Onn- ur lond eru erpin av at borgarir teirra vinna pening í útlondum, men tá krevur, at treytirnar í heimland- inum eru soleiðis, at tað ikki loysir seg at flyta bú- staðin av landinum. Nú er sum nevnt nógv at hoyra um sjómansskattin aftur, og at frádrátturin eig- ur at verða avtikin. Støðan í landinum er farin at líkjast støðuni, tá ið frádrátturin var ásettur. Hýran er minkað uppá stutta tíð við upp til 30- 40%, so freistingin til at fara at royna tey útlendsku skipini man vera vaksin. Eg haldi, at um frádrátturin verður avtikin, man freist- ingin fara at vera enn størri. Um ætlanin er at fáa meira pening í landskassan við at avtaka frádráttin, so kann lætt henda, at tað verður øvugt, tí færri verða til at rinda skatt og harvið minni inntøkur til landskassan. Skal frádrátturin verða avtikin, so haldi eg, at tað er sera vánalig »timing« at gera tað nú, tá ið hýran er so nógv minkað. Kanska inntøkurnar hjá sjómonn- um hava størri ávirkan á landsbúskapin enn summir kønir menn og kvinnur halda. Verið altíð glaðir! Biðið uttan íhald! Sigið tøkk í øllum førum! sigur Paulus Vit kunnu siga takk við einum eygnabrá, einum smíli, einum handartaki, eini umfevning, eini gávu, eini rósu, einum lítlum orði, og við samveru. Vit gingu í flokki saman og arbeiddu saman. Vit vóru í dysti saman við tær og ímóti tær. Vit fóru út saman, og komu aftur saman. Vit sendu tær eitt smíl og fingu eitt aftur. Vit vóru, har tú vart, títt blíðnið, títt hugalag, títt skemt og tíni hittinorð. Vit søgdu takk við samanhaldi. Nú bera vit tær seinastu rósuna. Takk fyri skúlatíðina - spæl í skúlagarðinum í fríkorterum og summarkvøld. Takk fyri kortspølini og talvini í ruskveðri. Takk fyri arbeiðsdagarnar, flogbóltsdystirnar, og teldukafé-irnar. Takk fyri skemt, hittinorð, og látur. Takk, Karl Martin og foreldur tíni, fyri manga hugnaløtu úti á Oyri. Hvíl í friði, góði vinur. Vit sakna teg. Vinir Yvirlýsing Landsnevnd Unga Tjóðveldisins Landsnevnd Unga Tjóðveldisins skipaði seg 6. september 2003. Og tað gjørdi hon soleiðis: Rúni Nielsen heldur fram sum formaður. Sigrun Jacobsen er næstformaður og skrivari. Jógvan Jacobsen er kassameistari. Gilli í Skála er nevndarlimur. Unga Tjóðveldið brynjar seg út til at berjast ímóti politiska mótloysinum. Unga Tjóðveldið fordømir klandur og gamalt agg. Unga Tjóðveldið krevur at ólógliga heima- stýrisskipanin verður niðurløgd. Unga Tjóðveldið krevur at loysingin verður framd í verki og at føroyskt fólkaveldi verður skipað so- leiðis sum Føroya fólk segði á fólkaatkvøðuni 14. septembur 1946. Tíðin er komin at taka valdið úr hondunum á tilvildini. Tíðin er komin til at taka tøk. Tíðin er komin til at loysa. Sjómansskattur Til minnis um Karl Martin Smidt Jensen 01.09.1982 31.08.2003 Til minnis um abba mín Mads Kristoffur Hentze (Doffa) f. 25.01.1918 – d. 09.08.2003 Tað vóru tung boð at fáa at vita, at abbin ikki var millum okkum meira. Eg kom heim á ólavsøku og hóast eg av góðum grundum var í Havn, reisti eg suður at vitja abban. Eg var blivin pápi tann 7. august og tá eg ringdi suður at boða frá hesum, bað eg eisini fortelja abbanum. Abbin hevði verið nakað óklárur tær síðstu tvær vikurnar, men tey søgdu, at hann rópti, at tað vóru góð tíðindi at frætta. Hóast gleðina um lítlu dóttir mína, var tað tungt at síggja hvussu abbin viknaði. Men soleiðis er her í lívinum, tímaglas hansara var runnið út og boð vóru eftir honum. Tá ið eg var heima, var eg inni hjá abbanum fleiri ferðir um dagin, stutt var millum húsini bæði, so tað lá væl fyri. Abbin hevði lagt eitt langt lív aftur um seg og væl dugdi hann at siga frá øllum, hann hevði upplivað gjøgnum tíðirnar. Tað var so hugnaligt at fara inn til abban at práta. Hann greiddi mær frá slupptíðini, árunum í Ravnoynni, fiskiskapi o.s.fr. Herfyri keypti pápin bát og abbin var ikki sørt spentur og stoltur um nýggja Boðaberg. Sjálvur hevði hann selt sín Boðaberg fyri nøkrum árum síðani. Í sínari tíð var hann av raskastu útróðrarmonnum og stuttligt var at hoyra hann greiða frá gomlum leiðum, har teir plagdu at fiska. Hetta vóru góð ráð, nú vit yngru royndu okkum við útróðri. Eins og eg sjálvur, dámdi abbanum sera væl fótbólt og minnist eg aftur á mongu leygardagarnar vit sótu og hugdu at hesum ítrótti í sjónvarpinum. Tá abbin var byrgari var hann mangan inni í Dal og hugdi at B71; tað dámdi honum væl og hevði hann sítt fasta pláss millum áskoðararnar. Abbin var arbeiðssamur maður. Tá eg á ungum árum arbeiddi á flaka- virkinum, arbeiddi eg saman við hon- um har. Tá var hann 75 ára gamal, men stutt eftir hetta gavst hann at arbeiða, tí omman gjørdist sjúk og var hann heima og passaði hana. Hon doyði í 1994. Nú dagarnir líða og gerandisdagurin aftur gongur sína vanligu gongd, er tað ringt at ásanna, at eg aldrin skal síggja mín góða abba aftur. Undarligt verður at fara oman at geva seyðinum og eingin abbi stendur í veindyganum og veittrar meg inn. Saknurin er stórur. Við hesum fáu orðum lýsi eg frið yvir abba mín. Doffa Álendska sjóvinnan, sum er skipaferðslan, stendur fyri álvarslig- um hótafalli, tí reiða- ríini flagga stóru ferj- urnar út og skráseta tær í Svøríki. Ger finska stjórnin ikki okkurt álvarsligt nakað skjótt, verður tað ein búskaparlig vanlukka fyri okkum, sigur álendski løg- maðurin SJÓVINNA Edvard Joensen Mariehamn - Åland: Álendska høvuðsvinnan stendur fyri álvarsligum hóttafalli, um stóru ferju- reiðaríini gera av at flagga ferðamannaskipini út. –Tað verður einki minni enn ein búskaparliga van- lukka fyri Áland, sigur Roger Nordlund, lantråden, sum í tign kann sammetast við føroyska løgmannin. Støðan er tann, greiðir Roger Nordlund frá, at ES hevur gjørt av, at lima- londini hvørt sær sjálvi gera av, hvussu tey umsita sjóvinnuna. Tað hann tosar um sjó- vinnu, er fiskivinna og aling ikki tikin við, men bert ferðamanna- og farma- sigling. Svøríki hevur tikið av tilboðnum frá ES og hevur latið reiðaríunum skatta- lætta. Men Finland hevur ikki hildið tað verið neyð- ugt. Munurin á at hava skipini skrásett í Svøríki og Finlandi er 30 prosent, sum tað er bíligar at sigla undir svenskum flaggi. So tað sigur seg sjálvt, at so flyta skipini bústað og enda í Svøríki, sigur álendski lantråden. – Sjóvinnan er so mikið lítil partur av samlaða finska búskapinum, at tað ger ongan mun, um ferjur- nar eru skrásetta uttan- lands, greiðir Roger Nord- lund frá. Men hjá okkum er tað jú beint øvugt, so vit merkja tað í ólukkumát, um finski Ríkisdagurin ikki tekur seg saman og fær gjørt nakað við málið. Væl fáa reiðaríini skattalætta, men nakað kemur kortini inn aftur í okkara kassa. Verða skipini skrásett uttanlands, missa vit alt. Júst í hesum døgum er tann størsta ferjan hjá Viking Line farin undir svenskt flagg, og tær fara allar, um finska lógin ikki verður broytt í heyst, sigur hann. Hóast álendska sjálvstýr- ið gevur Løgtinginum, sum álendska tingið eitur, rætti- liga fríar ræsur í lógar- málum, er júst sjóvinna eitt øki, har tingið ikki hevur lóggávurætt. – Tað er greitt, at tað at fáa hendan avgerðarrættin fluttan til Álands, er eitt av fyrstu málunum, vit hava sett okkum fyri at fremja politiskt í framtíðini, sigur Roger Nordlund. Øðrum vinnumálum hevur á- lendska Løgtingið fult ræði á. Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eitt slíkt mál gjøgnum finska Ríkis- dagin, sigur hann. Tað krevst nevniliga, at tveir triðingar av tinglimunum eru fyri eisini slíkari broyt- ing. Og Áland hevur bara ein lim í Ríkisdegnum. Borgar- stjórin ringur at hitta Hóast nógvar royndir hevur tað ikki eydnast at fáa viðmerking frá borgarstjóranum í Miðvági til málið um dálkaða vatnið í bygdini VATNMÁLIÐ Edvard Joensen Miðvági: Tað hevur framvegis ikki eydnast okkum at fáa viðmerk- ingnar frá Miðvágs Kommunu til málið um dálkaða vatnið í kommununi. Stjórin á Føroya Fiskavirking var hvassorðaður mótveg- is Miðvágs kommunu í viðmerking í blaðnum i gjár. Men hóast fleiri royndir vórðu gjørdar at fáa orð á borgar- stjóran í Miðvági og hoyra hansara støðu í málinum, eydnaðist tað ikki. Heldur ikki fyrra- partin í gjár, bar til at hitta borgarstjóran, sum seinnapartin mánadagin var á fundi við Føroya Fiska- virking um málið. Umvegis kommunu- skrivstovuna í Mðvági fekst at vita, at borgar- stjórin lat boðað frá, at viðmerkingar kundu fáast frá Føroya Fiska- virking. Vanlukka hóttir álendsku høvuðsvinnuna Deildin hjá Føroya Banka í Sandavági verður afturlatin fyrsta dagin. Ov fáar avgreiðslur hava seinnu tíðina verið til, at tað er lønandi at hava deildina opna TÆNASTUR Edvard Joensen Sandavági: Bankadeildin í Sandavági fer at lata aftur nakað skjótt. Tað váttar stjórin í Føroya Banka, Janus Petersen. Viðskifta- fólkið fær bræv um hetta, sigur hann. Ein av komandi døgun- um fara sandavágsfólk, sum hava gjørt síni ørindi í deildini hjá Føroya Banka í bygdini, at fáa tey tíðindi frá bankanum, at deildin í Sandavági veður stongd, og ein automat, har til ber at taka pening út, verður sett upp í staðin. Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka sigur, at bankin í summar hevur viðgjørt framtíðina hjá einum tveimum deildum bankans. Onnur var í Skop- un, har gjørt er av at stytta avgreiðslutíðinda munandi. Hin er í Sandavági, har gjørt er av at steingja heilt. Sandavágsólk, sum ikki gera síni bankaørindi á meira nútímans hátt við eitt nú Heimabankanum, kunnu so í staðin fara til Miðvágs, har Føroya Banki fram- vegis fer at hava deild, sigur bankastjórin. Eisini er avtala gjørd við Postvek Føroya, sum hevur deild í Sandavági, um, at fólk kunnu gera síni banka- ørindi, tað vil í høvuðsheit- inum siga inngjaldingar, á posthúsinum. Grundin til at táttað verð- ur í nú, er tann, at alt færri og færri avgreiðslur veðra gjørdar við vanligu kassar- nar, sigur Janus Petersen, bankastjóri. Serliga við tær smærru deildirnar eru bíðirøðirnar púra burtur í dag, sigur hann. Tað er meira reglan, at eingin er inni á gólvinum, enn at fólk standa í bíðirøð. Automatin, sum Føroya Banki fer at seta upp í Sandavági, verður í sama bygningi, sum banka- deildin hevur verið í. Janus Petersen sigur, at Føroya Banki hevur boðað Sandavágs Kommunu frá avgerðini og líkasum boðið bygningin út til eitthvørt endamál, sum hugsandi kundið verið. Men enn er eingin, sum hevur víst húsinum beinleiðis áhuga, sigur hann. Tvey fólk hava verið knýtt at deildini hjá Føroya Banka í Sandavági, og tey hava fingið boðið starv í bankanum í Miðvági, sigur stjórin. Føroya Banki steingir í Sandavági Føroya Banki er farin at tátta í og steingir nú deild bankans í Sandavági Mynd: Edvard Joensen Fara stóru ferðamannaskipini undir svenskt flagg, verður tað ein búskaparlig vanlukka fyri Áland, sigur álendski løgmaðurin, sum vónar, at finski Ríkisdagurin sær álvaran í hesum máli og ger eins og Svøríki, ið hevur latið stóru ferjureiðaríunum skattalætta Mynd: Edvard Joensen C M Y K 13 12