Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 10. september 2003 15 ein sigur. Og so tosar hon eisini sjálv. Nakað, sum kann tykjast at vera heilt óskilligt, tá hugsað verður um, at hon ongantíð hevur hoyrt nakran siga nakað. Fleiri ferðir er tað komið fyri hjá henni, at fólk ikki trúgva henni, tá hon sigur, at hon er deyv, fyrr enn hon vísir teimum hoyraapparat- ið, sum hon hevur í vinsta oyra. Spurd um fólk ikki kunnu sýnast at vera eitt sindur afturhaldandi, tá tey fáa at vita, at hon er deyv, svarar Hansa, at tað gera tey. – Men eg dugi ikki at tiga, leggur hon afturat og flennir so hjartaliga, meðan hon hyggur upp á mannin, sum nikkar samtykkjandi og sigur, at øvelse gør mester. Til Havnar Hansa bleiv deyv sum hálvt annað ára gomul av mes- lingum. Hansa og foreldrini fluttu til Havnar, tá hon var tvey ára gomul. Hon fór í barna- garð. Og so gekk hon eisini á skúlanum á Trøðni, har hon lærdi teknmál og at lesa av munni. Foreldrini fluttu aftur til Klaksvíkar eftir eina tíð, men Hansa varð verandi í Havn. Hon minnist væl, hvussu hart tað var, tí henni longdist illa. Men hon heldur tó, at tað hevur verið nógv verri fyri mammu hennara at skula sleppa henni so tíðliga. – Nógvir tímar eru farnir framvið, har vit báðar hava grátið, tí eg noyddist til Havnar, sigur Hansa og smílist. – Men eg eri so glað fyri, at mamma gjørdi tað, tí annars veit eg ikki, hvussu tað hevði verið vorðið við mær í dag, sigur hon. Hansa flutti norður aftur til Klaksvíkar, tá hon fór í annan flokk. Tá kláraði hon seg so mikið væl, at hon fór í vanligan fólkaskúla. Hon minnist afturá, at hon var sera vælmóttikin í flokkin- um, og tey happaðu hana ongantíð. Onkur onnur børn høvdu hug at arga, men hon bleiv bara so spinnandi ill við tey. Síðani hevur hon bæði gingið á Húsarhaldsskúla, HF og kokkaskúla Gavst á HF Hansa gekk eitt ár á HF, men hon gavst, tí tað bar ikki til. Hon ynskti at fáa ein deyvatulk norður, men tað skuldi ikki bera til, og noyddist hon at gevast. Í dag arbeiðir hon á Eyst- laks, og tað dámar henni væl. Har arbeiðir ein onnur, sum eisini er deyv, og finna tær báðar væl út av tí – umframt at Hansa trívist væl millum øll hini, sum eisin arbeiða á virkinum. Hon hevur onkuntíð hild- ið skeið í teknmáli, men hon fílist á, at tað kemur onki fólk. – Tað hevði verið so nógv lættari fyri mong, um tað vóru fleiri, sum dugdu teknmál. Tað er ikki torført at læra, sigur hon. Meðan vit soleiðis sita og práta, er einamest maður hennara, sum nýtir tekn- mál. Hansa sjálv sigur, at hon tímir ikki at nýta tað, tá hon situr og prátar við hoyrandi fólk. – So at siga ongin skilir tað kortini, so tað er ikki nakað endamál við tí – og so serliga ikki tá eg megni at tosa tykkara mál, sigur hon. Regin sigur, at hann klár- ar seg við málinum, og hann hevur ikki stórvegis trupulleikar at samskifta við deyv. – Men tá Hansa hevur deyv vinfólk her, og tey sita og tosa saman á teknmáli, tá havi eg ongan møgu- leika, sigur hann smílandi. Og tað er tað sama hjá Hansu. Um ikki fólk leggja seg eftir at tosa týðuligt, so skilir hon ikki alt so væl. Men tá skal tað vera rættu- liga ótýðuligt. Hansa, Regin og tær tríggjar døturnar, Amanda, Rebekka og Maria hava eitt púra vanligt lív, sum øll onnur. Og Hansa tykist at vera ein, sum heldur ikki vil hava nakra serviðgerð. – Eg eri deyv, men eg kann alt tað sama, sum onnur, fyri tað, sigur hon púra avgjørd á málinum. Fleiri avgerðir, sum danska stjórnin tók á várið 1993, vóru tikn- ar eftir nøkrum fáum minuttum, tí nýggja stjórnin hevði úr at gera við at leggja ein nýggjan búskapar- politikk til rættis í Danmark. BÓKAÚTGÁVA Øssur Winthereig Nýggja bókin hjá Mogens Lykketoft brúkar ikki nógvar reglur til at lýsa bú- skaparkreppuna í Føroyum, men hann nevnir banka- málið, sum eitt lortamál, ið nýggja stjórnin yvirtók frá Schluter-stjórnini. Lykketoft viðgongur eis- ini, at stjórnin fóru órími- liga harðliga fram móti Maritu Petersen, táverandi løgmanni. Lykketoft skrivar, at fyrsta vikuskiftið - bæði nátt og dagar - hjá nýggju stjórnini fór til frágreið- ingar um búskaparliga díki í Føroyum. Og Lykketoft nevnir, at sama vikuskiftið vóru tingingar við ein púr- asta ósekan nývaldan løg- mann í Føroyum. Tað var Marita Petersen, sum hevði yvirtikið allar trupulleik- arnar í Føroyum við stórari skuld og búskaparligum ábyrgdarloysi. Lykketoft undirstrikar fleiri ferðir, at meðan truplu tingingarnar vóru um kreppuna í Føroyum skuldi stjórnin eisini gera sítt fyrsta búskaparliga útkast til danska samfelagið. Um frágreiðingarnar um bankamálið sigur Mogens Lykketoft, at fleiri staðni í frágreiðingunum vóru stór spurnaðartekin sett við avgerðirnar hjá stjórnin. - Avgerðir verða ná- greiniliga viðgjørdar í frá- greiðingunum, men stjórn- in hevði kanska bara brúkt nakrar fáar minuttir og hevði bara vónað at rætt var borið at, skrivar Mogens Lykketoft millum annað. Hann vísir eisini aftur, at talan var um eina ná- greiniliga gjøgnumhugsaða ætlan, um hvussu búskap- arkreppan í Føroyum skuldi loysast. Soleiðis sá veru- leikin als ikki út. Alt gekk so ómetaliga skjótt og nýggja óroynda stjórnin legði alla sína orku í heilt onnur mál. Mogens Lykketoft við- gongur í teimum fáu regl- unum, sum eru um krepp- una, at stjórnin ikki var nóg væl fyrireikað og meiri at kalla kendi á sær, at her mátti okkurt "dramatiskt" gerast. - Vit fóru kanska órími- liga hart fram móti Maritu Petersen. Soleiðis fer søgan ivaleyst at døma okkum, ræðslan fyri búskaparliga díkinum gjørdu okkum harðar, so vit fingu heykamedferð, skrivar Mogens Lykketoft. - Høvdu vit fingið hetta málið eftir, at vit í langa tíð høvdu vitað, hvat var farið fram í Føroyum og høvdu vit verið betri fyrireikaði á fundunum við føroysku politikararnar høvdu vit viðgjørt búskaparkreppuna øðrvísi. Men Mogens Lykketoft nevnir onki um, hvat hann ella stjórnin høvdu gjørt øðrvísi. Fyrst og fremst umber hann seg við, hvussu nógv annað stjórnin hevði um oyruni. Eisini Mogens Lykketoft knýtir bankaendurgjaldið og hvítusunnusemjuna - pinsepakkan - saman. Stjórnin hevði brúk fyri, at báðir føroysku fólka- tingslimirnir vóru óheftir í donskum politikki, tí var loysnin um bankaendur- gjaldið gjørd. - Tað eydnaðist, men í hørðu tingingunum við Kallsberg, noyddist eg at geva meg nógv á búskap- arliga økinum. Atfinningar- nar móti avtaluni frá 1998 vóru sakligar, tí Føroyar vóru ikki longur í kreppu, men føroyingarnir kundu kroysta okkum, tí vit skuldu hava ryggin frían til næsta politiska stigið: hvítusunnusemjuna. Bókin hjá Mogens Lykketoft hevur longu fingið nógv umrøðu, hóast hon ikki kemur út fyrr enn 11. september - bert nakrar fáar dagar undan ársfundin- um hjá sosialdemokratun- um. Vit yvirtóku eitt lortamál Thomas Larsen: Lykketoft Útgevari: Børsens Forlag 274 síður - 250 kr. í Danmark Bókin kemur út 11. september 2003 Fakta Mogens Lykketoft sigur í komandi útgávuni, at bankaendurgjaldið treytaleyst var tengt at hvítusunnusemjuni, sum stjórnin skuldi hava ígjøgnum Framhald av síðu 15 15 14 Nr. 170 - 10. september 2003 – Eg dugi ikki at tiga, sigur 32 ára gamla Hansa Askham, sum hóast hon er deyv, dugir avbera væl at tosa. Familja og vinir siga um Hansu, at hon er sera treisk og vil royna alt. Og tað er tí, at hon í dag er so mikið væl fyri, sum hon er. Men sjálv gev- ur hon foreldrum sín- um heiðurin fyri tað SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Norðoyri: Ein hundur kemur rennandi í móti. Úr stovuni hoyrist tónleikur. Ein aria hjá teimum trimum tenorun- um. »Merkir tú tónleikin,« spyri Regin, meðan hann skrúvar harðari frá. Hansa situr í einum leni- stóli og slappar av. Hon leypir beinanvegin upp og kemur smílandi ímóti, tá hon varnast, at fólk er kom- ið á gátt. Regin skrúvar fyri, og út úr einum kamari hoyrist ein smágenta rópa á mammu sína. Men Hansa svarar ikki, tí hon heilt einfalt hoyrir hana ikki. Tað gongur bert ein lítil løta, so kemur fýra ára gamla Maria rennandi út í køkin og vísir mammu síni eina fitta kaninbamsu, sum hon spælir við. Spurd, um hon hoyrir nakað av tónleikinum, sigur Hansa nei, at tað ger hon ikki, men hon merkir hann í gólvinum. – Hansa dugir sera væl at dansa. Tað siga allir menn, sum hava roynt at dansað við henni, sigur Regin. Hansa, Regin og tær tríggjar døturnar Amanda, Rebekka og Maria hugsa til dagligt ikki nógv um, at hon er deyv. Dagurin og lívið ganga sína vanligu gongd. Hansa greiðir frá, at tá tað er myrkt, bilar tað við javnvágini hjá henni. Hús- ini hjá teimum liggja uttast úti í Norðoyri, og um kvøldarnar er bølamyrkt, og tá kann Hansa sløra sum ein drukkin persónur, um hon fer gongutúr, tí javn- vágin fer heilt út at koyra tá. – Men tað er tíbetur bara, tá tað er myrkt, sigur hon og flennir, meðan hon vísir, hvussu hon gongur. Blind fólk hava ofta ein førarahund. Tað kann ein siga, at Hansa eisini hevur. Hon gongur ofta túrar við hundinum hjá familjuni, ein ektaður boarder-collie, sum eitur Kvikk. – Hann er lítla barnið í húsinum, sigur Hansa flennandi. Tá hon og hund- urin ganga túr, ansar hann væl eftir Hansu. Tá bilar koma setur hann seg niður, og á tann hátt veit Hansa, at nú kemur ein bilur – serliga um ein kemur aftan fyri hana. – Tá hann er svangur og ger vart við tað, slær hann á tallerkin við labbanum, og um eg ikki varnist tað, so langar hann til, sigur Hansa. Regin heldur, at ikki kann annað sigast enn, at hundur er eitt klókt djór, tí tað ber so væl til at venja tað. Dugir ikki at tiga Um ein ikki veit tað, so kann ein ikki siga, at Hansa er deyv. Hon dugir so væl at lesa av munninum hjá fólki, tá tey tosa, at ein varnast ikki, at hon ikki hoyrir, hvat Deyv fólk kunnu alt Hundurin, Kvikk, og Hansa eru hjartavinir. Hann ansar væl eftir henni, tá tey bæði ganga túr og ger vart við, um ein bilur kemur – Deyv fólk kunnu alt tað sama sum hoyrandi. At vera deyvur er ikki ein forðing, sigur 32 ára gamla Hansa Askham, sum bleiv deyv sum hálvtannað ára gomul Framhald á síðu 14 C M Y K 14