Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 170 - 10. september 2003 Nr. 170 - 10. september 2003 17 -Vit standa framvegis yvir fyri stórum avbjóðingum í leit- ingini á landgrunn- inum og enn er stutt frálíðið í hesi til- gongd. Stór óvissa er eisini knýtt at fram- tíðar møguleikum. Kortini skal FOÍB virka fyri at loysa ósvaraðu spurning- arnar. Vónandi kunnu vit síggja fram til komandi útbjóð- ingar og eitt samstarv við føroyskar myndugleikar og ídnaðin, sum fer at vara langt inn í framtíðina sigur Ben Arabo formaður í FOÍB Orð og myndir: Jan Müller Jan@sosialurin.fo Áhugafelagsskapurin hjá oljufeløgunum, sum eru virkin á føroyska land- grunninum, høvdu fund í Aberdeen í farnu viku, nú oljumessa varð hildin í býnum. Talan er um FOÍB, sum umboðar áhugamálini hjá feløgunum. Á fundin- um vóru umboð fyri BP, Statoil, Amerada Hess, Føroya Kolvetni, Atlants Kolvetni og Anadarko. Í felagsskapinum eru so eis- ini Dong, Petro Canada, Phillips og BG. Eisini Atlanticon, sum tekur sær av fyrisitingini av felags- skapinum var við á fund- inum. Í hesum sambandi hevur FOÍB nú latið úr hondum sína fyrstu veru- liga ársfrágreiðing, sum í stuttum greiðir frá virksem- inum hjá felagsskapinum í farna ári og annars trívur í virksemi síðani felagið varð stovnað fyri umleið tveimum árum síðani. Í ársfrágreiðingini skrivar Ben Arabo, formaður í FOÍB m.a., at hóast tað í løtuni hevur stóran týdning at bora brunnar á land- grunninum, so er tað eisini sera umráðandi at arbeiða við eini ætlan uppá longri sikt. Hann sigur, at tað hev- ur alstóran týdning í hesi tilgongd at skilja allar tættir í sambandi við umhvørvi og trygd. Teir ymsu undir- bólkarnir í FOÍB skulu vera við til at tryggja hesa til- gongd. Endamálið er at fáa vísindaliga vitan til vega, sum kann loysa upp fyri møguleikanum at finna olju og gass í føroysku undirgrundini. -Vit standa framvegis yvir fyri stórum avbjóðing- um í leitingini á landgrunn- inum og enn er stutt frálíðið í hesi tilgongd. Stór óvissa er eisini knýtt at framtíðar møguleikum. Kortini skal FOÍB virka fyri at loysa ósvaraðu spurningarnar. Vónandi kunnu vit síggja fram til komandi útbjóðing- ar og eitt samstarv við før- oyskar myndugleikar og ídnaðin, sum fer at vara langt inn í framtíðina skriv- ar Ben Arabo. Í frágreiðingini eru ná- greiniligir upplýsingar um 1. Útbjóðingina og um tær verkætlanir, sum hava verið gjørdar undir FOÍB regi, eitt nú Sindri, sum m.a. hevur til uppgávu at loysa basaltgátuna. Har er so eis- ini frágreiðing um arbeiði í øllum undirbólkunum. At enda í frágreiðingini er yvirlit yvir pengarnar, sum feløgini í FOÍB hava játtað og brúkt til virksemi í Føroyum og aðrastaðni. Ein uppgerð vísir, at FOÍB hev- ur brúkt umleið 14 mill. kr. hesi bæði seinastu árini. Uppgerðin vísir eisini, at meðan FOÍB í 2001 brúkti 18% av upphæddini í Før- oyum millum føroyskar veitarar, so var hetta talið í 2002 58%. Hetta verður helst eisini galdandi fyri 2003. FOÍB-fundur í Aberdeen: Stórar avbjóðingar fyri framman Umboð fyri oljufeløgini, sum virka í Føroyum, eftir fund í einum av undirbólkunum í FOIb í Aberdeen í farnu viku. Frv. Regin Hammer, skrivari, Ben Arabo, formaður, Niels Sørensen, Hjarnar Djurhuus, Johan Mortensen, Rúni Hansen og Vilhelm Petersen Henda talvan vísir loyvini, sum vórðu latin ymsu feløgunum í 2000 Ben Arabo, formaður í FOÍB FOÍB stendur fyri Føroya Oljuídnaðarbólkur – á enskum FOIB, Faroese Oil Industry Group. Felagsskapurin varð stovnaður í 2001, eftir at stóri felagsskapurin GEM varð niðurlagdur eftir nógv ára arbeiði, serliga á umhvørvisøkinum. Ætlaninn er at halda fram við uppgávunum, sum GEM hevði og at átaka sær enn fleiri uppgávur. Við í felagsskapinum eru tey 12 feløgini, sum fingu leitiloyvi í 2000. Hesi eru : BP, Shell, Statoil, Amerada Hess, Anadarko, Føroya Kolvetni, PetroCanada, Phillips, Dong, Eni, Atlants Kolvetni og BG. Felagsskapurin skal byggja brýr millum oljufeløgini og myndugleikarnar og millum feløginin sínámillum. Felagsskapurin fevnir um flestu greinar, ið oljufeløgini takast við, frá umhvørvi til trygd, frá leiting til jarðfrøðilig viðurskifti og handilsligar spurningar. Endamálið hjá felagsskapinum er at varðveita og økja um vitanina um føroyska økið fyri harvið at skapa grundarlag undir einum komandi oljuídnaði í Føroyum. Stórur dentur verður lagdur á samskifti og dialog við føroyskar myndugleikar og vinnulív og samfelagið annars. Fakta C M Y K 17 16