mikudagur 10. september 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 170 - 10. september 2003
Nr. 170 - 10. september 2003
19
Tað nýggjasta innan
reingerð av náta, er
vaskingin. Vanligt
hevur verið, at fugl-
urin verður vaskaður
við sotu, ofta í eini
stórari gassgrýtu við
heitum vatni. At
vaska fuglin, hevur
tikið sína tíð.
Men seinnu árini
hava menn funnið
uppá ráð. Nú vaska
summir fuglin í eini
vanligari blandi-
maskinu. Hetta riggar
óføra væl, og fuglurin
verður reinur eftir 3-4
minuttum, sum um
hann varð vaskaður
við skrubbu
NÁTATÍÐIN
Orð og myndir:
Vilmund Jacobsen
Nátungatíðin líður móti
endanum og menn, sum
hava tikið náta á sjónum
seinastu 14 dagarnar, eru so
smátt farnir at rigga av
aftur. Báturin og neystið
verða væl og virðiliga vask-
að eins og tey amboð og
íløt, sum nýtt eru í náta-
tíðini.
Spenningur og møði
Hjá teimum, sum reka
vinnuliga tøku hesar dag-
arnar, er hetta ein spenn-
andi, men rættiliga strævin
tíð, hóast reingerðin er
nógv lættari í dag enn áður
– við góðum roytimaskin-
um og aðrari "tøkni", sum
lættir um hjá monnum.
Tíðliga verður farið frá
húsum, og ofta er møðin frá
degnum fyri, ikki farin úr
kroppinum. Nógv og langt
verður siglt, og tá ið tú
kemur so víða um á báðum
sjóvarføllum, kann væntast,
at onkur túrur ella teinur
verður eitt sindur tvassutur.
Liggur báturin í Suður-
streymi ella á Skálafjørð-
inum, og leiðin ber eystur-
eftir, er langur vegur, til
nakar serligur náti er at
síggja. Skal ein stórur náta-
dagur gerast, er oftast
neyðugt at leggja leiðina til
havs, norður á Fugloynna
ella norður undir Enniberg
á Viðoynni. Við vanligum
báti, sum ikki er skjótt-
gangandi, verður í minsta
lagi siglt einar 4-6 tímar,
áðrenn nakað serligt er at
taka. Hjá teimum, sum taka
eitt minni tal av fugli til
húsbrúks, er ikki neyðugt at
fara so langan veg. Tá kann
verða nóg mikið at fara út á
opnan Kalsoyarfjørð, eyst-
urum Nólsoynna, suður um
Borðuna
ella
suður
í
Skopunarfjørð.
Hjá monnum, sum fara úr
Norðoyggjum, bygdunum í
norðrara parti av Eysturoy
og Streymoy, er teinurin út
á havhestaleið munandi
styttri. Sama er hjá eitt nú
vágamonnum
og
hest-
monnum, har stutt er til
fuglabjørgini – ella, har
oyggjarnar liggja soleiðis,
at fuglurin, sum flýgur úr
berginum, rekur fram við,
tá ið væl er sjóvað.
Menn í Sandoy og Suður-
oy taka eisini náta á sjó-
num, og her kunnu vit gita
okkum til, at vestanfyri, har
bjørgini serliga eru, roynist
frægast.
Lættari reingerð
Eitt er so sjálv tøkan; eitt
annað er reingerðin. Teir,
sum royna at tjena sær
nakrar krónur í nátatíðini,
eru yvirhøvur væl útgjørdir
við góðum roytimaskinum.
Verður roytt við hond,
roytir ein maður skjótt, um
hann fær einar 25-30 fuglar
frá hondini um tíman. Tú
møðist skjótt í fingrunum
og so hvørt, sum dagurin
gongur, minkar ferðir og
talið, sum fæst frá hondini,
verður minni.
Tá ið havt verður í huga,
hvussu
leingi
føroyski
fiskimaðurin ikki hevði eitt
hús at fara inn í umborð á
sluppunum – og hvussu
langa tíð tað tók, til menn
fóru at smíða sær flekiborð
umborð á somu skipum,
hevur menningin innan
royting av fugli og reingerð
annars seinastu árini verið
stór.
Men tað tók eisini sína
tíð…
Ein kvikur maður roytir
einar 60-80 nátar um tíman
við
eini
góðari
royti-
maskinu og tann, sum situr
við gassblussinum, svíðir
eins nógv, tí maskinan
tekur ein part av dúninum
eisini. So, her gongur skjótt
undan, tá ið menn sita við.
Tað nýggjasta innan rein-
gerð av náta, er vaskingin.
Vanligt hevur verið, at
fuglurin verður vaskaður
við sotu, ofta í eini stórari
gassgrýtu við heitum vatni.
At vaska fuglin, hevur tikið
sína tíð.
Men seinnu árini hava
menn funnið uppá ráð. Nú
vaska summir fuglin í eini
vanligari blandimaskinu – í
heitum vatni og sotu. Hetta
riggar óføra væl, og fugl-
urin verður reinur og vakur
eftir 3-4 minuttum, sum um
hann varð vaskaður við
skrubbu.
Nýggi vaskihátturin er
nógv skjótari, ómakaleysari
og fer væl við fuglinum.
Eitt
toypettið
verður
vundið og bundið á hvørt
av jørnunum inni í blandi-
maskinuni, og síðan er hon
klár til fuglavask.
Tað hevur ofta verið sagt,
at sjálv fuglatøkan er tað
lætta og stuttliga arbeiði og
reingerðin tað strævna og
meira óyvirkomiliga.
Og kanska er tað fram-
vegis so, men bara tá ið
veðrið er gott, og sjógvurin
blikar. Hinvegin kann ein
langur
nátatúrur
verða
rættiliga strævin, tí tað er
so ógvuliga sjáldan, at tað
viðrar ein heilan dag.
Tað, sum áður tók langa
tíð í neystinum ella skúrin-
um, tekur ikki nær til somu
tíð í dag.
Tveir mans kunnu sakt-
ans royta og svíða einar 300
nátungar í seks tímar, men
tað tekur helst einar 10-14
tímar at fáa fatur á hesum
fuglum á sjónum, tá ið
langt er á nátaleið og heim
aftur til húsa.
Misjavnur fuglur
Tá ið lundin hevði eitt
fellisár í ár, vóru menn
»Søger net«
tveir nátadagar
á Norðhavinum
spentir eftir at vita, hvussu
nátatíðin fór at roynast.
Nú er tað soleiðis, at eitt
velduga stórt tal av havhesti
eigur og búleikast í Føroy-
um, og tað er so ymiskt,
hvussu veðrið, sum er so
avgerandi, háttar sær í
nátatíðini. Tí kann eisini
vera torført hjá monnum at
siga, hvussu vorðið er við
nátanum í ár, og hvussu
hann er fyri.
Av 470 fuglum, sum vit
tóku leygardagin í síðstu
viku og mánadagin í hesi
vikuni, var nógvur góður
náti uppi í rúgvuni. Hin-
vegin var talið, sum fór
burtur úr aftur rúgvuni,
rættiliga stórt.
Leygardagin var fongurin
300, og tá vóru helst einir
25-30 fuglar ov vánaligir til
brúks. Mánadagin var talið
170, og tá fóru í minsta lagi
15-20 burtur av, sum ikki
kundu brúkast til nakað.
Um hetta er vanligt av so
stórum tali, skulu vit ikki
meta um.
Á veg heimaftur gjøg-
num Sundalagið mánadag-
in sigldu vit fram á tríggjar
nátungar, men eingin kundi
brúkast. Hinvegin tók ein
maður, sum fór norður
gjøgnum Sundalagið næst
síðsta mánamorgun, einar
25-30 nátungar, sum vóru
væl í holdum.
So, torført er at meta um
fuglin, men líkt kundi verið
til, at hann ikki er so væl
fyri í ár, sum onkuntíð.
Eitt fyribrigdi, sum ikki
er óvanligt, er, at rov av
svartfugli flóta í sjónum,
sum rovfuglur hevur verið
á. Men okkurt bendir á, at
hesi rovini eru fleiri í heyst
enn vanligt. Á ferðini leyg-
ardagin
og
mánadagin
sóust nógv piðað rov av
lundapisum
og
øðrum
svartfugli flóta í sjónum.
Um hetta merkir, at fugl-
urin er verri fyri og veikari
enn annars, verður ósagt.
Ein lundapisa fall fyri
skoti norðanfyri mánadag-
in. Vit tóku hana upp, og
hon var ógvuliga rak. Hin-
vegin vóru tveir lundar og
ein álka í góðum holdum.
Tað er so mangt, sum er
undarligt, tá ið náttúran
gerst kørg, og tað er ikki
altíð, at samanhangur er í tí,
tú sært.
Søger net…
Norðan fyri Føroyar hevur
vanliga fartelefonin einki
samband, og tað kann
stundum
vera
rættiliga
keðiligt hjá monnum, sum
á útróðri ella nátatøku vilja
samskifta við heimið av og
á. Kemur tú norður um –
um tað so er stutt úr landi,
sigur fartelefonin "søger
net", og tú fært ikki brúkt
hana til nakað sum helst.
Nógvur bátur er norðan-
fyri, bæði um várarnar, tá
ið norðhavsróðurin er, og
nú í nátatíðini. Hetta eru alt
lutfalsliga smáir bátar, og tí
kundi tað verið ógvuliga
hent hjá monnum, um far-
telefonin rakk, at kunnað
havt eitt ávíst samskifti
haðani.
Men tað er vónleyst.
Tað kann tó undra, at hesi
viðurskifti ikki eru komin
uppá pláss eftir fleiri árum.
Hóast fartelefonin ikki er
góðkent neyðtól á báti,
hevði tað verið ein ávísur
tryggleiki, um tey, sum
hava ábyrgdina av netinum,
syrgdu fyri, at hesi viður-
skifti koma í rættlag.
Enn er lítið at síggja, men her var so ein á leiðini eystureftir
Tað ræður um
at koma á
fuglaleið,
áðrenn tað
lýsir fyri degi.
Hvat bíðar fyri
framman, og
hvussu veðrið
fer at hátta
sær, veit eingin
Hvat er nú til ráða at taka? Eystanfyri er frískt lot og lítil náti, men norðanfyri blikar. Langur
vegur er aftur til lands
Í Fugloyarfirði um kyrrindir. Hattarvík sæst í baksýni
Veðrið er gott. Tað er farið um middag, og sólin ger, at ringt er at síggja vestureftir,
um nakar fuglur er.
Nógvar lundapisur síggjast deyðar í sjónum – dripnar
av rovfugli. Er føðin ov lítil, og fuglurin ov veikur?
C
M
Y
K
19
18