Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 170 - 10. september 2003 Nr. 170 - 10. september 2003 21 Strandingurin Jon- hard Joensen, sum í dag er 1. stýrimaður á evangeliumskipinum "Anastasis", fór at sigla við skipinum sum dekkari í 1988. Eg kundi gjørt hetta restina av mínum lívi! sigur Jonhard Joensen OR&MYND Ólavur í Beiti Danland í Blokhus: Ein vanligur føroyingur á Dan- landi í summarfrí, hugsaði eg, sum eg og tú. Møtti Jonhard Joensen á Cafetria í Vandland, ein fryntligur og dámligur maður og okkara samrøða datt á leyst og fast um børnini og hesa snotuligu svimjihøll á Danland í Blokhus. Børnini hjá okkum hugn- aðu sær í hylinum og so fór eg at spyrja Jonhard Joen- sen, hvat hann tókst við, og tá hann so hevði sagt nakað um sítt starv var eg skjótur at spyrja um eg ikki kundi gera eina samrøðu við hann, men tað lá ikki fyri. Hann hevði ymiskar um- beringar og slíkari støðu havi eg so mangan verið í, at ikki øll fólk eru so fegin um at koma í presssuna. Men eftir at hava roynt frið- arlig snildir gjørdust vit báðir samdir um at tað fór ikki at skaða við eini tunnari grein. Í fjør gjørdist Jonhard Joensen so 1. stýrimaður umborð á evangeliumskip- inum "Anastasis", men hann fór at sigla við skip- inum longu í 1988 sum dekkari. Í 1978 keypti Youth with a Mission (YWAM) "Vict- oriu" ið skipið æt tá, og hevði siglt í Miðarahav- inum. "Anastasis" er bygt í 1953. Lærdi til skipsførara í Føroyum Um orsøkina til at Jonhard valdi at fara við "Anastas- is", sigur hann, at hann var á Filipinunum í hjálpar- arbeiði í eitt ár við YWAM (Youth with á Mission) og tað vakti hann við ymsikum spurningum. Hví skuldi eg vera føddur í einum so góðum landi sum Føroyum, meðan onnur vóru endaði her og í hesi støðu. Hevði eg ikki eina ábyrgd? vóru spurningar sum Jonhard fór at seta sær tá og endaði tað so við at hann fór umborð á "Anastasis" sum YWAM eigur. Í 1994 fór Jonhard á skipsføraraskúla í Føroyum og var liðugur í 1997. Í 1998 fór hann so umborð aftur á "Anastasis" og nú sum 2. stýrimaður, og í fjør gjørdist hann 1. stýrimaður. Umframt "Anastasis", sum fleiri føroyingar kenna, eig- ur YWAM eisini "African Mercy" og "Carabian Mercy". "Anastasis" siglur millum Evropu og Vestur- afrika og hevur skipið verið á sleipistøð í Spania í 6 vikur. "Anastasis" hevði undan verið í Sierra Leone har borgarakríggj herjaði til 2001. Í Freetown í Sierra Leone lá "Anastasis" í 3 mánaðir, og Jonhard Joen- sen sigur at har var stór neyð og elendigheit sum torført er at ímynda sær. 3 skurðstovur Jonhard Joensen greiðir frá at skipið hevur 3 operation- stovur, har fólk fáa lækna- hjálp og kunnu vera eina tíð. 40 seingjarpláss eru umborð á sjúkrastovum. Framdar vórðu einar 8-900 skurðviðgerir í Sierra Le- one fyri krabba sjúkur, grá- skær, opnan góma fyri at nevna nakrar. Eisini var konteynari á landi sum virkaði sum sjúkrahús til viðgerð av fólkum sum høvdu mist ein lim. Hetta vóru mest ræðuleikar sum fylgja av borgarakrígnum, sigur Jonhard Joensen. Av teimum 400 fólkun- um sum eru við "Anastasis" tá skipið er í Afriku, eru einir 15-25 læknar og einar 30 - 40 sjúkrasystrar, og eisini tey starvast frívill- uga. Og tannlæknar eru hartil við sum virka á landi. Tannlæknarnir - vanliga einir 4 - taka kompressarar og stólar við sær í land og arbeiða so ótroyttiligir und- ir sera torførum umstøðum. Framsýningarferð í Evropu Men manningin á "An- astasis" hjálpir eisini á anna hátt í londunum vitjað verð- ur, eitt nú við byggiarbeiði, grava vatnbrunnar, byggja skúlar, klinikkir, og hjálpa eisini bøndrunum. Og eisini verður givin frálæra á so at siga øllum økjum. Tað er sera týðandi at geva frálæru og upplýsa á so mongum økjum sum gjørligt, sigur Jonhard, tí alt hetta taka vit fyri givið, men soleiðis er ikki í Afrika. Jonhard Joensen er 1. stýrimaður umborð og hev- ur sína ábyrgd av skipinum, meðan konan Debbie hevur aðrar uppgávur umborð, hon er ferðaleiðari, tá "An- astasis" er í Evropa, men í Afriku starvast hon burtur- av við at fáa evangelii út. Og hetta er eisini høv- uðsendamálið við skipum sum hesum, at bera boð- skapin, evangelii, út, og tað leggur Jonhard Joensen eisini stóran dent á. Tað eru samkomur og einkultir persónar bæði í Føroyum og USA sum stuðla Johnardi og familj- uni. Nú er familjan á veg til Rotterdam. Meðan familjan hevur havt eitt slag av frí á Danland hevur skipið siglt úr Spaniu til Rotterdam. Í 14 dagar skal "Anastas- is" liggja í Rotterdam til framsýningar. So gongur framsýningarleiðin til Sunderland í Onglandi, Emden í Týsklandi og Mal- aga í Spaniu. Í december verður skipið aftur í Sierra Leone í Afriku. Jonhard greiður frá, at PR - fram- sýningar í Evropu - er 3 mánaðar av árinum, sleipi- støð og sigling einir 3 mán- aðar, og so 6 mánaðir í Afrika. "Anastasis" hevur nú verið í tænastu í londun- um millum Senegal og Nigeria ella í Vesturafriku sum longu nevnt. Góður stuðul Eg fái ikki sloppi undan at spyrja Jonhard hvussu børnini trívast umborð, Steffan sum er 10 ár og Re- bekka sum er 6 ár. Jonhard greiður frá at Steffan var 5 ár og Rebekka var 1, tá tey komu umborð. Skúlarárið 2000-2001 var øll familjan í Føroyum fyri at børnini skuldu læra móðurmálið, føroysk, tí umborð er alt á enskum. Jú, tey trívast ómetaliga væl, sigur Jonhard Joensen. Men helst verður tað øðr- vísi sum tey eldast. Vit eru umborð nú sum ein familja, og um vit verða eitt ella trí ár umborð aftrat, ja tað verður støða tikin til í felag. Og eg spyrji Jonhard Joen- sen, hvør hansara persón- liga støða er til spurningin: Eg kundi gjørt hetta arbeiði restina av mínum lívi! Til seinast vil Jonhard Joensen vegna seg og fam- iljuna hava meg at skriva at einki høvdu tey fingið gjørt uttan trúgva og góða stuð- ulin sum tey fáa hvønn dag. Tað hevði rætt og slætt ikki borið til, sigur Jonhard Joensen. Til tey sum vilja vita meiri um YWAM og skip- ini, so er heimasíðan www.mercyships.org. E- posturin hjá Jonhard Joen- sen og familjuni er joen- senj@hotmail.com Á sjeynda ári við "Anastasis" Familjan Debbie og Jonhard Joensen og børnini Steffan og Rebekka. Myndin er tikin í Blokhus við Danland. Nú eru tey í Rotterdam, har "Anastasis" skal liggja í 2 vikur. Síðan verður farið til Onglands, Týsklands og Spaniu áðrenn farið verður aftur til Sierra Leone í Vesturafriku UTTAN ÚR HEIMI Lekur enn Belgisku myndugleikarnir sendu mánakvøldið út eina ávaring um oljudálking, eftir at menn høvdu varnast olju á sjónum. Hildið verður, at oljan stavar frá norska farmaskipin- um "Tricolor", sum sakk eftir ein samanstoyt í Erma- sundi í desember í fjør. Vrakið liggur á 20 favna dýpi einar 30 fjórðingar norðan fyri franska havnarbýin Dunquerque. Tað eydnaðist bjargingarmonnum at pumpa umleið 1.400 tons av olju úr skipinum, men 540 tons eru runnin út í havið. Hildið verður, at umleið 50 tons av olju eru framvegis í skipinum. "Tricolor" hevði 3.000 nýggjar bilar umborð, tá tað sakk. Tað hevur leingi verið ætlanin at taka skipið upp- aftur, tí tað liggur í einum øki, har skipaferðslan er sera stór, men enn er ætlanin ikki sett í verk. Viðganga píning Í brasilska statinum Rio de Janeiro viðganga myndug- leikarnir nú, at bæði løgreglan og fongsulsmyndugleik- arnir pína fólk. Stjórin í fongsulsverkinum sigur, at píningin er ein leivd frá gamla tíðini, tá herurin hevði valdið í Brasil, og at myndugleikarnir hava sett sær fyri at fáa enda á illgerðunum. Herfyri vórðu seks fangavørðar tiknir, tí illgruni var um, at teir høvdu pínt ein kinesiskan handilsmann so illa, at hann doyði. Chan Kim Chang varð tikin í síðsta mán- að, tá hann var á veg umborð á eitt flogfar við umleið 200.000 krónum uppi á sær. Sambært næstringunum hevði hann fingið pengarnar fyri ein lítlan handil, sum hann júst hevði selt. Tá hann skuldi latast leysur dagin eftir, varð hann funnin vitleysur í klivanum. Tað vísti seg, at hann var so illa píndur, at hann doyði av løstunum. Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International sigur í einari nýggjari frágreiðing, at fyrra hálvár í ár drap løgreglan í Rio de Janeiro 621 fólk í fátækra- býlinginum í býnum. Hagelin-málið framaftur Í 1977 varð svenska kvinnan Dagmar Hagelin burtur- flutt og myrd í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires. Tað kom fram beinanvegin, at tað var hernaðar- stýrið, sum hevði givið boð um at beina fyri henni, og illgruni hevur alla tíðina verið um, at tað var heryvir- maðurin Alfredo Astiz, sum framdi sjálvt morðið, men hann varð ongantíð tikin. Í síðsta mánað samtykti argentinska tjóðartingið, at teir, sum framdu brotsverk undir hernaðarstýrinum frá 1976 til 1983, kunnu rættarsøkjast, og nú hevur hægstirættur í Buenos Aires gjørt av, at málið um Dagmar Hagelin kann takast upp. Men enn eru ikki allar súður syftar, tí enn hevur hægstirættur ikki gjørt av, um samtyktin hjá tjóðartinginum at rættarsøkja brotsmenninar hjá hernaðarstýrinum er í samsvari við landsins grundlóg. Pápi Dagmar Hagelin, Ragnar Hagelin, sigur við svensku tíðindastovuna TT, at hann ætlar sær til Arg- entina, tá tað er endaliga greitt, um málið kann takast upp í rættinum. Bardagi við altarið Í teimum sokallaðu hjartasorgarsøgunum er tað vanliga brúðurin, sum í evsta tíma sigur nei til at giftast, men nú um dagarnar hendi tað øvugta í einari kirkju í Italia. Tá presturin spurdi brúðgómin, um hann vildi giftast við gentuni, sum stóð undir liðini á honum, svaraði hann nei. Tað elvdi til sannan ruðuleika og bardaga, tí skyldfólkini hjá gentuni gjørdust í øðini inn á brúð- gómin og næstringar hansara. Ikki fyrr enn løgreglan kom uppí, eydnaðist tað at skilja partarnar sundur. Tann 36 ára gamli brúðgómurin bleiv fyri stuttum einkjumaður. Hann hevði als ikki hug at gifta seg aftur enn, men skyldfólkini hjá gentuni noyddu hann til alt- arið, greiddi hann frá. Brúðurin gavst tó ikki so, skriva italsk bløð. Hon fekk brúðgómin við sær eina ferð til París, og har samdust tey um at fara fyri altarið eina ferð afturat. Og brúðgómurin skal hava lovað, at hesa- ferð fer hann at siga ja. Nýggi palestinski for- sætisráðharrin, Ah- med Korei, vil hava ísraelska forsætisráð- harran, Ariel Sharon, at hjálpa sær at blása nýtt lív í friðartil- gongdina. MIÐEYSTUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Ahmed Korei hevur játtað at taka við sum palestinsk- ur forsætisráðharri. Men hann veit væl, at hetta er ikki nakað lætt arbeiði, og at tað eru ikki skorin klæði, hann kemur til. Tí hevur hann sum eitt tað fyrsta stigið biðið ísraelska starvsbróðurin, Ariel Shar- on, um hjálp. - Lagnan hjá friðartil- gongdini er bundin at tí, sum Ísrael ger. Skal tað eydnast mær at fullføra mítt arbeiði, má eg fáa hjálp frá tær, Ariel Sharon, segði Korei í gjár í einari bein- leiðis áheitan á ísraelska forsætisráðharran. Sambært ísraelska blaðn- um Yediot Aharonot hevur Korei biðið ísraelsku myndugleikarnar gevast við at avrætta víðgongdar palestinskar leiðarar, beina burtur vegabyrgingar í teimum hersettu økjunum, lata palestinskar fangar leysar og taka hermenninar burtur úr Ramallah, har Yasser Arafat, forseti, held- ur til. Afturfyri skal Korei hava boðið sær til at tryggja eina vápnahvíld, sum verður hildin. Men Ísrael hevur sýtt fyri at gera fleiri avtal- ur um vápnahvíld, og tals- maðurin hjá Sharon segði í gjár, at talan verður ikki um nakra vápahvíld, fyrr enn allir teir víðgongdu palest- insku bólkarnir eru avvápn- aðir. Biður Sharon um hjálp Saddam segði kanska satt Fyrrverandi irakski leiðarin, Sddam Hussein, segði kanska satt, tá hann helt uppá, at hann hevði beint fyri øllum lív- frøðiligum og evna- frøðiligum vápnum. HÓPOYÐINGARVÁPN Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tað sigur fyrrverandi leið- arin hjá ST-vápnaeftirlits- monnunum í Irak, sviin Hans Blix. Í samrøðu við amerik- anska sjónvarpið CNN sig- ur Hans Blix, at amerikan- arar og bretar áttu at havt funnið hópoyðingarvápnini í Irak, um nøkur eru at finna, tí hermenninir hava nú leitað í fleiri mánaðir, men einki funnið. - Eg eri farin at halda, at irakska leiðslan segði satt, tá hon vildi vera við, at hon hevði beint fyri øllum teimum lívfrøðiligu og evnafrøðiligu vápnunum, sum Irak hevði á sumri í 1991, sigur Hans Blix. Í desember í fjør fekk ST eina 12.000 síður stóra frágreiðing frá iraksku myndugleikunum um landsins vápnagoymslur og -ætlanir. Eftir teimum hevði landið langt síðanmi beint fyri øllum sínum hópoyðingarvápnum, men USA, Bretland og nøkur onnur lond vildu ikki góð- kenna frágreiðingina. Tey hildu uppá, at Irak breyt ST-samtyktirnar og gjørdu av at leypa á landið. Amerikanararnir leita framvegis í Irak - eftir stuðlum hjá Saddam Hussein og hópoyðingarvápnum. Men kanska vóru hópoyðingarvápnini oyðiløgd longu langt áðrenn kríggið C M Y K 21 20