Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-03-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 1996síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 28. MARS 1996 tíðindablaðið pE Edd Enn er bruk fyri okkum Verkamannafylkingin skal føra vinstrapolitikk, sigur nyggi formað- urin. Hetta er fyrstu ferð, fylkingin vísir lit. ÁKI BERTHOLDSEN - Nógv er brotið niður, sum nú skal byggjast uppaftur Men nú hava vit fingið arbeiðsfrið og kunnu fara til verka Nývaldi formaðurin í Verkamannafylkingini, Alis Jacobsen, heldur, at enn er brúk fyri teimum í dagsins politikki og tey fara at gera tað ítarsta, tey eru ment, at vinna álitið aftur, tey hava mist í innanhysis ósemjuni Verkamannafylkingin hevði landsfund í Vági leygardagin Formaðurin higartil, Lill- ian Isaksen, hevur langt síð- ani boðað frá, at hon ætlaði sær frá, sum formaður og fyri hana varð Alis Jacobsen í Vík vald Umframt hana, varð Kári Jacobsen í Vági, sitandi sum næstformaður og Ketty Viderø á Argjum er tridi nevndarlimurin, hon tók við fyri Ernst Hansen, sum ikki legði í at halda fram Fundurin var ikki av teimum fjølmentastu, eimi 20-30 fólk Men Alis Jacobsen heldur ikki.at hetta bara skal takast sum, at fylkingini ongan á huga hevur millum manna longur - Tað er langt til Suður- oyar, sigur hon Men hon viðgongur tó, at innanhýsis ófriðurin uttan iva hevur máá burturav fylkingini, sum fyri tverm- um árum síðan loypti hvøkk á politiska leikpallin í Før- oyum við at fáa triggjar tingmenn - Nú er yvirstaðið við inn anhýsis stríði. Vit hava fing- ið arbeiðsfrið og kunnu fara til verka við tí, vit ætlaðu okkum og sum fólk hevur valt okkum á ting at gera, sigur nývaldi formaðurin Í hesum liggur eisini ein viðurkenning av, at fylking- in hevur ikki megnað at ført tann politikk, veljarin valdi hana at føra í løgtingi -Men tað er framvegis brúk fyri fylkingini. Tað er nógv, sum skal rættast í samfelagnum, sigur Alis Jacobsen Onga stødu til stórmál Tá ið fylkingin varð stovn að, boðaðu tit frá, at mm høvdu onga stóðu til ES onga stóðu til ríkisfelags skapin, onga stóðu til høgra ella vinstra. Tit skuldu føra praktiskan politikk. Ber tað til at føra politikk í For) um, uttan at hava stóðu til tey stórmál, sum eru fyri í samfelagnum? - Kanska er tað nakað í hasum. Men týdningurin av politiskum stevnuskråum skal ikki yvirmetast Tað ber til hjá Javnadar- flokkinum at føra borgarl- igan politikk og hjá Tjóð- veldisflokkinum at føra sambandspolitikk, hóast stevnuskráirnar siga nakað annað sigur Alis Jacobsen - Og tå ið teir føra annan politikk enn teir eru valdir at føra, rópa tey tað at taka politiska ábyrgd Á politisku stevnuskránni hjá fylkingini vóru einans trý mál: Rættartrygdin, mannsømilig kor til øll og arbeidsskapandi tiltøk Alis Jacobsen sigur, at fylkingin hevur ásannað, at stevnuskråin er nakað tunn Tí fer fylkingin at seta nevnd at gera nýggja stevn uskrá Men hvat viðvíkur høgra ella vinstra, ivast Alis ikki Verkamannafylkingin skal føra vinstravendan pol itikk, sigur hon. Vit skulu arbeida saman vid fakfeløg unum fyri meiniga mannin Kunnu vísa á Hon sigur, at við bara einum fólki í andstæðu á tingið, er tað avmarkað, hvat vald fylkingin hevur - Sum stødan er, fáa vit einki gjørt, uttan at vísa á ymisk vandamál hjá vanliga borgaranum. Tey skulu ikki tigast burtur. Vit fara eisini at koma við uppskotum um, hvussu ymisk mál skulu loy sast Vit hava ikki øll mann sømilig kor í Føroyum. Tey arbeidsleysu eru slept uppå fjall og sethúsaeigara eru trongdir útum alt sømiligt mark. Fólkaflytingin er ikk steðgað, bygdirnar avtoft ast, fiskavirking er bara til fortreð, skúlapolitikkurin bara órógvar, og úti í Tinga nesi eru tey við at byggja upp eitt stórt, tungt embæt ismannaveldid, ið summi eru so grov at samanbera við Gabelstíðina Eitt annað stórt vanda mál er fiskurin, sum verður seldur av landinum Talsmaðurin = hjá Verkamannafylkingin! Lillian Isaksen, vm. takk ar fyri seg sum formaður i VMF og ynskir nýggja Alis Jacob formanninum LI sen, blidan byr heldur, at tað er mótsigandi, at tað skal verða ólógligt at selja fisk til ein og hvønn í Føroyum, sum ikki er skrå- settur og góðkendur, men tað er einki til hindurs fyri, at flyta hann til hvønn sum helst uttanlands Alis Jacobsen heldur, at hinir flokkarnir framvegis eru bangnir fyri verka mannafylkingini. Men hon åtalar, at teir ikki vilja viður kenna, at teir tríggir, Óli Jacobsen, Karl Robert Jo hansen og Axel Nolsøe eru koyrdir úr fylkingini - Vit hava bara ein ting mann Tað er Ingeborg Vinther og hon er í andstød- u, sigur Alis „Silvía<: B 90 / H 69 /D 15 | | Øll vid spegilshurðum. | RØTTU PRISIR & | Ytan/innan og | ervaljos- | inum, sum fæst til oll skápini, 110/220 V við jarð BESTA DYGD Vitjið framsýning okkara á Hálsi ella ringið og fáið tilfar sendandi kSvend Krosstein tors ALT til BAÐIRÚMIÐ — t.d. stórt úrval av badirums- skåpum frå Veldst um Hverja framtíð verkamann- afylkingin hevur, veldst um, hvussu væl vit duga at fáa okkara boðskap út til fólkið heldur nývaldi formaðurin Vit hava havt fólk í fylk- ingini, sum hava beint fyri øllum politiskum kjaki, men tann forðingin er burtur nú. Nú stendur tað til okk- um sjálvi, sigur Alis Jacob- sen KAFA Falkavegur - Tlf. 14600