leygardagur 30. mars 1996síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
MÁLTEIGURIN
Cola-nesið
Vandi er fyri dálking á Kolanesinum, visti útvarpið at
siga seinasta týsdag
Nú so, hugsaði eg. Dálking er allastaðni. Men hvar og
hvat er Kolanesið? Vit vita, hvat ein kolamoli er, ella
kolasøla ella kolasvartur, og onkur hevur hoyrt um kolandi
storm. Men hvat er eitt kolanes? Eitt nes fult av koli? So
má tað vera onkustaðni í Suðuroy. Ella kanska er tað okk
urt stað á Kolahálvoynni? Men har eru so nógv túsund nes
og høvdar og forberg og tangar og hvert av sínum
Men so fall fimmoyrad. Síðan brenni vínsgoymslan undir
Trappuni bleiv stongd, verður bara coca cola drukkið í
Tinganesi, og tí eitur tað nú, at colamenn sita og drekka
cola undir colatrappuni í Colanesinum
CC
Tað almindiliga og tað vanliga
Vanligt er, at tad er skriftmálið, ið er tað ríka, tað umfat
andi, tað greiða og beinrakna, serliga kanska á økjum,
sum liggja eitt sindur burtur frá tí gerandisliga
Undantøk eru tó meira enn so. Og nettupp føroyskt
skriftmál er dómi um mål, har avmarkingar vitandi og við
vilja verða settar, sum gera málið fátækari og ógreiðari
enn talumálið
Í førovskum plagdu vit til dømis at skilja millum ein
minni landtanga ella odda, sum vit kallames, og ein stórri
part av einum landi, sum stingur út frá einum meginlandi
sum vit kalla hálvoyggj.
Men hesin munur finst bara í gerandismálinum nú. Í
skriftmálinum. í tíðindamálinum í útvarpinum 0 til. er hann
íkki til longur Har verður tosað um Kolanesið og tað
Arabíska nesið, hóast tað enn í oyrunum á nógvum fyroy
ingum man ljóða líka marghåttligt sum at kalla Mjóvanes
eina hálvoyggj. Hetta er hvort sitt
Fá hetta orðið verður koyrt úr skriftmálinum og tíðinda
málinum. eru tey gjørd fátækari á einum øki, sum annars
plagar at hoyra skriftmálinum ul, og tíðindamálið hevur
aftur mist eina nyansu
Hóast liðini í orðinum hver sær eru førøysk, er hálv-
oyggj gjørt eftir donskum halvø, sum aftur er umsett úr
tyskum Halbinsel, ið er gjørt etur ti latínska peninsula
næstan oyggj , eitt orð, ið finst aftur í nógvum málum,
sum td. eingilskt peninsula, franskt peninsule 0.s fr
Hetta man eisini vera grundin til, at orðið er blivið for
fjónað og rikið úr tíðindamálinum
Áttu útvarpið og onnur ikki at rehabiliterað orðið, so
tíðindamálið bleiv líka ríkt sum talumáli?
Sama neyðin sæst eisini á ødrum økjum, har vit hava
tvey orð, annað í skriftmálinum, hitt í talumálinum, ella
annað í skriftmálinum og talumálinum, hitt bara í talumál-
inum
Í førøyskum skriftmáli hava vit vanligur, í føroyskum
talumåli bæði vanligur og almindiligur. Í tydning) er rætti-
liga gott samanfall millum almindiligur og vanligur Men
almindiligur hevur eina merking afturat, sum vanligur ikki
hevur. Um onkran, sum kanska er ógviliga lærdur ógvi-
liga ríkur el. tíl., men sum kortini er púra óuppgjørdur
kunnu vi! siga, at hann er >so almindiligur«. GO ber ikki
til at siga, at hann er »50 vanligur«. Talumálið er ríkari,
meira nyanserað enn skriftmálið
Fyri ikki at tala um tey førim, har skriftmálið slett ikki
hevur nakað orð
Eitt nú verður talumálsorðið charmerandi í skriftmáli
umsett til hugtakandi. Men hugtakandi umfatar ógvuliga
lítið av týdningsumráðnum hjá charmerandi
Ein »charmerandi kullur« er ikki heilt tað sama sum ein
»hugtakandi búrkroppur-
Hví brúkar skriftmálið ikki tað livandi málið sum orku-
keldu?
Tað sær út. sum føroyskt skriftmål situr sum ein snipsk
gomul genta við sínum ellis vommum og samansnerktu
varrum. Eingin má nerta við hana, hon má forsvarast móti
tí ónæriliga og óargaliga føroyska gerandismálinum.
Men beint undir vindeyganum hjá henni kemur okkara
deiliga livandi gerandismál sjorandi sum ein láturmild,
rund og kjálkareyð bygdargenta, ið ongan ræðist og sum
ikki stingur upp fyri nøkrum
JMH
Vikuskiftið Vikuskifti
C
”
21
x 10
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: KULDAKRÁKURNAR
* fx
f 14 6 (
+ + 444 4 | | +
A 4 A RIK AikIi Al
Gk n á
á +
G í + 7 + Gg á
+ ; + + os | mi | | +
K . r K JE Ð
5 k Á MIBIR MIK A
+ # VA f t H f.
rede - 77 —
Hvenn leygardag
verður krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum
røttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein av niðanfyri
nevndu bókum frå Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av
hverja tú best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinn-
arin verður saman við loystu gåtuni kunngjørdur í blað-
num næsta leygardagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn - og vidmerkid »Krossordagåtanr. <ábjálvan.
r—"1
rr
ALI
Undir Hálsi 7
700 Klaksvík
— > — —
Loysunar
orðið
Bústaður
Bygd/býur
Lesið føroyskt — hugsið førovskt!
Fuglar í Nordurhøvum
Stjórnarskipanarmálið 1946
Spell at sólin kom upp
Politiska sega Føroya 1814-1906
Feroyskir soppar
Degurðabókin
Segan um eplið
Heimsatlas
DC CCDDUDUØU
Mannakroppurin — og hvussu hann starvar
D DO
Alfagurt ljédar mín tunga (flega/ljóðband)
Bøkur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt.
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
| FØROYA SKULABOKAGRUNNUR
|
|