leygardagur 20. apríl 1996síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
vitja her, og skandinavarnir
eru nógvir. At hoyra danir
samráðast um, um tað
loysir seg at keypa hetta ella
um tað fæst eitt fimmoyra
bíligari onkra aðra staðni er
ikki sjáldsamt. Genturnar
vóru í London ein dagin, og
tá mettu tær einum 10
flokki úr skúlanum við
Ósánna í Klaksvík. Tey
ætlaðu sær eisini til Oxford.
Vit plaga at hava nógv
um at vera á páskum, men
hesa ferð vóru vit púra leys
og langt av landi skotin.
Veðrið var frálíkt, og vit
settu í okkum, at nú skuldi
hevið nýtast til at hyggja
okkum eitt sindur um og at
uppliva okkurt, sum tað
ikki ber okkum til í tí dag-
liga. Ein vinkona dóttrina
var komin at ferðast, og so
kundu vit spæla turistar
saman við henni
MESSIAH Í ROYAL
ALBERT HALL
Tad er gamal siður at langa
fríggjadag er Messiah hjá
Hándel á skránni í Royal
Albert Hall. Kenda konsert
hellin læt upp í 1871. Arið
stórverkið hjá
Hándel á skránni fyrstu
ferð. og síðani 1878 hevur
tað verið á skránni langa
friggjadag á hverjum ári
eisini døpru krigsárini
Kanska knýta vit stór
verkið hjá Hándel meiri at
jolahøgtidini enn påskun
eftir var
Piccadilly Circus
um, í hvussu so er verður
tað oftari framfert undan
jólum enn undan páskum.
Men boðskapurin um
barnið, sum var føtt okk-
um, verduga lambið, sum
var dripið, og profetabod-
skapurin hjá Esaiasi eru ikki
minni knýttir at páskunum
enn jólunum.
Undan jólum hoyrdu vit
Messiah í hugnaliga, fjålga
og ikki serliga stóra Shel-
donian teatrinum í Oxford.
Tað var frálíkt, hóast eitt
sindur strevið at sita
knappar tríggjar tímar á
bonkum uttan nakað at
stuðla rygginum við. Tá
hugsaði eg, um tað altíð var
so, at áhoyrarnir ikki sótu
serliga væl, tá hetta stór-
verkið var framført. Mintist
ta ferðina vit hoyrdu verkið
í Dómkirkjuni í Keyp-
mannahavn, har tveir
beinkir eru í hverjum bási
og tey, sum venda andlit-
inum móti kóri og orkestri,
síta við knøunum móti
knøunum á teimum, sum
venda nakkanum móti kóri
og orkestri
Men í Royal Albert Hall
var nógv pláss. 5.201 sessir
eru. Henda dagin var sal
urin stivliga hålvfullur, og
Royal Philharmonikararnir
og The Royal Choral Soci
ety greiddu setningin, so
leiðis sum tú roknar við, at
tey, ið hava hetta sum sítt
dagliga yrki, gera tað. Kom
at hugsa um fyrstu ferð eg
hevði nakað við Messiah at
gera. Fjórðings old er liðin
síðani tá. Jógvan við Keldu
hevði sett í seg, at Betesda
kórið skuldi syngja Halle
luah á nýggjárinum, og
hann hirsaði við kórinum,
har eg var ífylla. Aræðið og
treysknið hjá leiðaranum
Víkuskiftið
Vikuskiftið
Síða 15
var stort, og tað eydnaðist
at koma igjøgnum. Hvussu
dygdin var í framforsluni
kunnu onnur meta um
Men gleðina yvir at setn
ingurin var greiddur, kundi
eingin taka frá luttakarun-
um. Nógv vatn er runnið í
foroyska kór- og tónleika
heiminum síðani tá!
Veit ikki, um førøvingar
nakrantid hava framført í
Roval Albert Hall, tað hevdi
verið áhugavert at hoyrt
um onkur veit frá slíkum
framførslum at siga. Hugs
aði undir framførsluni, at
sangkórið í Ebenezer vitjadi
í Bretlandi á heysti í 1970
Ég visti eisini, at tey sungu
í London, men aftaná havi
eg frætt, at tað var ikki í hesi
høllini, men í Westminster
Hall, at tey sungu. Jens
Guttesen og Knút Háberg
vóru kórleiðarar, Ingålvur
av Reyni var millum sang
ararnar, og Andrew Sloan
var ferðaleiðari. Tey sungu
á trubodarastevnu, sum var
í London, og tey høvdu
stóra nyttu av Andrew Slo
an sum ferdaleidara. Hann
var hålvur breti, kendi
landid og høvudsstadin væl
og leiddi ferdalagid vid
stórum myndugleika og
góðum hegni.
GULLIT VAR IKKI Á
TOPPINUM
Teinurin úr Oxford og til
London er ikki serliga lang-
ur. Í bussi er tað góður tími
inn á Victoria station, og
tað er sera bíligt. Buss-
ferðslan er privat, og kapp
ingin er øgilig. Í heyst kost-
aði ferðaseðilin báðar vegir
eini átta pund. men nú ber
til at koma aftur og fram fyri
tjúgu krónur!
leygardagin í páskavik
uni høvdu vit avrátt við før
oyavinin og Chelsea við
haldsmannin, Allan, ið er
giftur Borgarhjørt Paturs-
sum er ættað úr
Kirkjubø og er ljósmóðir
ikki so langt higani, at gera
ferðalag at síggja Chelsea
móti Aston Villa. Lagnan
vildi tað soleiðis, at hetta
vóru teir báðir tapararnir í
báðum semifinalunum í FA
Cup kappingin! frá sunnu
degnum frammanundan
Vit vóru í góðari tíð,
møttu Allani á Victoria
station og spákaðu teinin
til Stamford Bridge. Veðrið
var gott, og Allan, sum er
uppvaksin í økinum, visti
nógv at siga frá. Hann veit
alt um Chelsea í seksti ár
unum, sum var besta tíðar
skeiðið í søgu felagsins, og
hann veit nógv um felagið
yvirhøvur. Men hann held-
ur ikki, at Glenn rloddle er
besti ábyrgdarmaðurin,
sum teir kunnu fáa. Sum
spælari var Hoddle vísur,
men kropsliga ov veikur, og
hetta kemur eisini til sjónd
ar í spælarunum, hann
hevur á liðnum. Dreymurin
hjá Allani er, at gamli Arse
nal venjarin, George Gra
ham, verður venjari eftir
summarfritidina. Møgu-
leiki er fyri ti, tí Hoddle hev-
ur ikki enn skrivað undir
nýggjan sáttmála, og í
summar er skotin, sum
vandi Arsenal, leysur av
reyða kortinum, hann fekk
frá FA, sum metti framferð-
arháttin hjá honum óreglu-
ligan í sambandi við at dan-
in John Jensen varð seldur
til Arsenal. Í onkrum av
son,
blødunum hevur verið
nevnt, at Hoddle skal vera
landsliðsvenjari eftir
summarfrítíðina. Men nú
fáa vit at síggja!
Dreymurin hjá yngra
ættarliðnum er at hitta
Ruud Gullit, áðrenn tei
fara at fyrireika seg. men
tað eydnaðist ikki. Vit eru
uttanfyri stadion meiri enn
hálvanannan tíma fyri á-
settu leiktíðina, men spæl
ararnir hjá heimaliðnum
mettu longu á miðdegi
Einasti spælarin, vit hitta
er danin Jacob kjeldberg
sum er ættaður úr Silke
borg. Hann er sterkur mið
verji og var fastur maður á
danska landsliðnum til fyri
einum ári síðani. Tá meiddi
hann seg illa og hevur verið
skaddur síðani, men nú
roknar hann við at byrja av
nýggjum eftir summar-
steðgin. „Landsliðið og EM
kappingini slepti eg úr hug-
anum fyri einum ári síð
ani“, sigur fryntligi jydin
sum hevur nóg mikið at
takast við, tí nógvir ung
dómar vilja hava autografin
hjá honum.
Og so vóru tað Aston Villa
og Chelsea. Tað gekk sum
so ofta hjá Chelsea. Teir
komu skjótt á odda, mis
nýttu brotsspark, tá teir
høvdu møguleikan at økja
og taptu, ti mistøkini vóru
ov stór i verjuni. Gullit var
einki at reypa av. Hann
royndi at spíla seg út fram
móti dystarenda, tá hann
gjørdist liðformaður, men
einki kom burturúr. Vit
vóru kanska eina viku ov
tíðliga á veg, tí seinasta
leygardag vann Chelsea
stórsigur á Leeds. Og Mark
Hughes, sum spældi við
Wales á Svangaskarði, skor-
aði tríggjar ferðir. Hann var
leikbannaður móti Aston
Villa.
Besti maður henda dagin
var liðformaðurin hjá Aston
Villa og írska landsliðnum,
Andy Townsend. Hann er
fyrrverandi Chelsea spæl-
ari, og Allan og vit eru samd
at hann hevði verið kær-
komin styrkur hjá heima
liðnum. Dwight Yorks
Tommy Johnson, Savo
Milosevic og onkrir aðrir
vóru áhugaverdir, men
heildarmetingin er, at talan
Trafalgar Square vid kendu
Nelsonsulun
var um tvey lið, ið høvdu ilt
vid at dylja. at tey høvdu
verið fyri stórum vónbroti
vikuna frammanundan
Men rómin millum teir 25
túsund áskoðararnar á
Stamford Bridge var hóast
alt frálíkur
TRÆLAHANDILS-
MAÐURIN SUM
GJØRDIST PRESTUR
Páskamorgun er lítil ferð
ing, tá vit seta nosina norð-
ur eftir at vitja føroysk vin
fólk í Kettering eystanfyri
Northampton. Vit eru í so
mikið góðari tíð, at vit
rokka familjuguðstænast
una fyrrapartin. Prædiku
maðurin ber páskaboð
skapin livandi fram, og
hann roynir eisini at fanga
tey yngstu, og tá hann er
liðugur ivast eingin í, at
krossfestingin langa
fríggjadag hevði verið pifta
nyttuleys, um eingin upp-
reisn var páskamorgun.
Fleiri væl kendir menn
innan bretskt trúarlív búðu
í økinum í Mið- og Eystur-
onglandi, t.d. William Car-
ey, skómakarin, sum slóð-
aði fyri sum trúboðari í
India og John Bunyan, sum
skrivaði Pílagrímsferðina,
ið man vera ein hin best
kenda kristiliga bókin, ið
nakrantíð er skrivað. Bý-
ráðið í Bedford hevur sett
minnisvarða av honum í
miðbýnum. Vit vitjaðu
kirkjuna, har John Newton
var prestur. Hann er kend-
ur fyri at hava yrkt fleiri
2>