Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-04-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 1996síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AU SOS AS SO SIL Nr. 78 — 24. APRIL 1996 tíðindablaðið SOS Boringin i Lopra fyribils útsett í tveir mánaðir - Vit vitstu ikki, at tað var Heilsufróðiliga Starvsstovan, sum skuldi góðkenna ætlan- ina. Vit hildu, at tað bara var kommunan, akkurát sum í Danmark, sigur Dopas. AK! BERTHOLDSEN Ætlaða boringin í Lopra í sambandi við oljukanning undir Føroyum er útsett og fyribils verður ikki sett á fyrrenn í seinnu helvt í juli Heilsufrødiliga Starvs stovan arbeiðir i løtuni vid at umhvørvisg6dkenna æt! anina og tað verður vænt andi avgreitt í hesi vikuni Men síðani er kærufreist uppá fýra vikur. Tvs, at tað verður í fyrsta lagið seinast í mai, at tað er greitt at fara undir at gera boriplássið klárt. Sjålv boringin kann so ikki byrja fyrrenn í juli Koma hinvegin kærur um avgerðina hjá Heilsufreð iligu Starvsstovuni, skulu kærurnar avgerðast, áðrenn tað slepst ígongd við arb eiðið, og so verður arbeiðið seinka eitt sindur meiri, hó- ast tað skuldi gingið skjótt at avgreitt møguligar kærur Arne Rosenkrands Lar sen á Dopas sigur, at farið verður ikki undir arbeiðið fyrrenn allar góðkenningar eru fingnar Tað er bara umhvørvis góðkenningin, sum er eftir Øll onnur loyvi í sam bandi við boringina eru fingin, sigur Arne Rosen krands Larsen Politiskur spurningur Ymisk mál í sambandi við boringina í Lopra eru reist í løgtinginum sum spurning ar frá løgtingsmanninum Bjarna Djurholm til Løg mann. Løgmaður fer seinni at svara spurningurin Ein spurningur er, hverja ávirkan føroyskir myndug leikar hava á boringina í Lopra Arne Rosenkrands Lar sen Landsstýrið hevur givið einum samtaki av útlendsk um feløgunum boriloyvi í Lopra. Í hesum liggur ávirk anin hjá heimastýrinum, og tað er samtakið, sum hevur ætlanina um hendi Ein annar spurningur er eisini, um føroyskt vinnuliv er tíkið við uppá ráð, nú ætlanin í Lopra er fyrireik- að Í tann mun, vit hava kunnað, hava vit gingið á hugamálum hjá tøroyskum vinnulívi á meti. Tað eru vit eisini biðin um Annars hava vit ikki lagt okkum útí, hvussu føroyskir myndugleikar hava arbeitt og hverjar avgerðir teir hav a tikið, sigur Arne Rosen krands Larsen Annars heldur hann, at spurningarnir skuldu heldur verið settir føroyskjum myndugleikum, tí tað eru teir, sum sita við avgerðini í síðsta enda Ikki undir trýstir Men í hvussu so er tann eini spurningurin er vendir bein leiðis til Dopas. Og tað er, hví Maersk Drilling fekk boriarbeiðið, tá ið felagið upprunaliga ikki varð mett at verða ført fyri at átaka sær uppgåvuna Tað hevur vakt ans og tað ljóðar, at teir vórðu try stir at senda Maersk Drill ing útbjóðingartilfar, sigur Bjarni Djurholm Arne Rosenkrands sigur, at einki legið er farið fram og hann vísir aftur, at teir hevur verið undir trýsti Í øllum sáttmálum av hesum slag, gera vit ein lista yvir fyritøkur, sum vit halda eru før fyri at gera tað ávisa arbeiðið, talan er um Listarnir hava sendir Føroya Oljuídnaði til viðmerkingar Men skjýtur onkur aðr ar fyritøkur upp, enn tær sum eru á listanum, meta vit um tær eru skikkaðar at gera arbeiðið. Halda vit tað verða tær settar á listan I Sambandi við boring ina í Lopra, setti Maersk sjálvt seg í sambandi við okkum og boðaðu frá, at teir høvdu keypt ein bora, sum teir hildu, at vit kanska vóru áhugaðir í verið Upprunaliga vístu vit ikki, at Maersk átti ein bora, sum var kappingarførur í Lopra Tey 18 feløgini, sum fíggja ætlanina í Lopra, góðkendu, at Maersk kom uppí og tískil fingu teir út- bjóðingartilfar, sigur Arne Rosenkrands Larsen Hann sigur, at teirra uppgáva er at fáa so stóra kapping um arbeiðini sum gjørligt Tá ið avtornaði, vístu tað seg so, at Maersk Drilling hevði tað besta tilboðið Hetta er vanlig manna gongd, sigur Arne Rosen krands Larsen Hann vísir aftur, at teir á nakran hátt vórðu trýstir at fáa Maersk uppí ætlanina Ringt at siga Nú vísir tað seg, at ætlanin í Lopra er seinkað í minst tveir mánaðir Spurningurin er, um tað heyði gingið lættari, um før ovingar høvdu verið mein uppii ætlanini Arne Rosenkrands Lar sen heldur, at tað er ringt at siga Hetta er eitt spildurnýtt eki fyri. Hetta er heldur ikki heilt einfalt arbeiðið. Tað er tí eingin orsøk at verða bils in av, um ikki alt gongur sum ætlað Men nú hugsi eg kanska serliga um arbeiðsgongd ina at útvega tey neyðugu loyvini o.s.fr M.a. er tað ikki meiri enn ein mánaði síðani at Heilsufrødiliga Starvsstovan fekk umsøkn ina um umhvørvisgødkenn mgina Tað var tí at vit hildu, at stødan var tann sama í Før- oyum, sum í Danmark, tvs, at tað var kommunan, sum skuldi góðkenna ætlanina Tað kann gott vera at tað var eitt mistak, at tað ikki varð sent Heilsufreðiligu Starvsstovuni beinanvegin - Men vit vildu í øllum fórum, at kommunan skuldi góðkenna ætlanina - Men vit hava eisini Jarð- frødisavnid at spyrja til ráðs, tá ið vit halda, at tað verður neyðugt, sigur Arne Rosenkrands Larsen Boringin í Lopra er útsett tveir mánaðir Eingin eigur at verða bilsin av um ikki alt gong ur sum ætlað, tí hetta er flokt at hava við at gera, sígur Dopas Oljufepurin í Lopra sligin niður: Teir fingu eitt reytt Aki BERTHOLDSEN Teir, sum eiga hagan, har borast skal í sambandi við oljuleitingina undir Føroy um, gniggjadu hendurnar, tå ið tað varð greitt, at borast skuldi longur niður. Tí teir væntaðu sær at spinna gull burturur Nú vríggja teir sær hend urnar, tí endin var, at teir fingu ikki eitt klovið oyra Skuldu leiga dýrt Teir, sum skuldi bora høvdu brúk fyri stórum lendi rundanum boriplássið og tað lendið skuldi leigast burturav haganum Landsverkfrødingurin leigar frammanundan 3.000 fermetrar frå haganum i sambandi við tað fyrru bor ingina fyri nøkrum árum síðani Leigan er ein króna fyri fermetrurin um árið Í Sambandi við boringina hesuferå, hevur borifelagið brúk fyri 2.000 fermetrum afturat Ætlanin var at leiga lend ið tað tíðina, arbeiðið vardi tvs, einar tveir mánaðir Eftir liðugt arbeiði skuldi lendið latast haganum aftur í sama standi, tað var í Lopransmenn vóru fult greiðir yvir, hvønn tydning boringin hevði Talan er um sera týdning- armikið kanningararbeiðið, sum kanska verða grundar lagið undir ovurhonds fløg- um, sum kunnu útvega sam- felagnum øgiligar inntøkur So nakað mugu vit hava fyri lendið, søgdu teir fyri Sosialinum sjeynda februar So hesuferð skuldi leigan verða ein heilt onnur. Hetta var tað frælsa fyritakssemi í einum netuhylki Teir, sum skuldi bora máttu hava lendi, og so settu lopransmenn prísin hareftir Lopransmenn hava ikki viljað sagt, hvussu nógv teir løgdu á Men vælvitandi keldur í Lopra hava sagt, at leigan varð ásett til 100.000 krón- ur Onkur annar, sum eisini helt seg vita, upplýst, at lopransmenn høvdu lagt nærmari 200.000 krónur á Tad fyrsta oljuævintyrid i Lopra endadi ikki lika gott sum ævintyr flest ikki oyra Ikki eitt oyra Men nú avtornar fingu ogn armenninir í Lopra ikki eitt OYra Tað bleiv eitt sindur trupult, sum Arne Rosen krands Larsen á Danop mál- ber seg so diplomatiskt Tað dróg út Og nú vísir tað seg, at tann borin, vit fingu at enda fing- u, og sum skal setast upp í Lopra, er so fittligur, at tað verður ikki brúk fyri meiri lendi, sigur Arne Rosen- krands Larsen Og soleiðis endaði fyrsta oljuævintýrið í Lopra Aðalfundur Aðalfundur verður í holum felagsins 13/5-96 kl. 20. Billardfelag Fuglafjarða um vikuna. Vikarur til Gjáar skúla | Sekt verður eftir vikari til Gjáar skúla, til skúlaárið 1996/97, at arbeiða 20 tímar Gjáar Skúlanevnd v/ Kristian J. Joensen 476 Gjógv ==