Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 2003síða 22

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 173 - 13. september 2003 Nr. 173 - 13. september 2003 43 Eitt starv sum leiðari fyri Stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin undir Heimarøktini og Serforsorgini, verður hervið lýst leyst til setan sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Leiðarin hevur ábyrgd mótvegis stjóranum. Stuðulsfólkaøkið fyri vaksin fevnir um stuðul til 55 heimabúgvandi brúkarar, svarandi til 40 fulltíðarstørv. Talan er um starvsøki, sum tann setti skal byggja upp saman við leiðsluni í Heimarøktini og Serforsorgini. Leiðarin hevur dagligu fyrisitingarligu-, fíggjarligu- og fakligu heildarleiðsluna av Stuðulsfólkaskipanini og skal saman við leiðsluni í Heimarøktini og Serforsorgini hava ábyrgdina av: • at røkta ta fyrisitingarligu leiðsluna • at uppbyggja og samskipa stuðulsvirksemið • at veita starvsfólkunum fakliga ráðgeving • at reka mennandi starvsfólkapolitikk • at seta í starv og siga starvsfólkum úr starvi eftir nærri ásettum reglum • at tryggja gott samstarv innanhýsis og við aðrar stovnar og skipanir • at tryggja støðuga fakliga menning • at menna samstarvið millum ymiskar fakbólkar, myndugleikar og áhugabólkar • at hava eftirlit við at játtaða fíggjarætlanin verður hildin • at fyrireika fíggjarlógararbeiðið fyri virksemið hjá skipanini Krøv: Tað verður væntað av umsøkjaranum, at hann hevur viðkomandi fakliga útbúgving og royndir, hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt og dugir at seta í verk fyriskipanir. Fyrimunur er um umsøkjarin hevur leiðslu- og fyrisitingarligar royndir av líknandi arbeiði. Setanar- og lønarviðurskifti: Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Serforsorgina. Tænastustaðurin í løtuni er Stuðulsfólkaskipanin. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur innan stovnin. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Heimarøktina og Serforsorgina á tlf. 304020 og tosa við Mary J. í Garði, stjóra ella við Regin Johansen, virkandi leiðara fyri Stuðulsfólkaskipanina. Umsóknir: Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til: Heimarøktin og Serforsorgin Att.: Mary J. í Garði, stjóri Eirargarði 2, Postboks 3037 FO-110 Tórshavn Umsóknarfreist: 30. september 2003 kl. 12.00. Heimarøktin og Serforsorgin Meginskrivstovan Leiðari til Stuðulsfólka- skipanina fyri vaksin Vestmanna Arbeiðarafelag Aðalfundur Lýst verður til eykaaðalfund 20. sept. kl. 14.30. • Uppskot frá nevndini um at hækka limagjaldið. Nevndin Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3649 Navn: Sp/f SH-Bygg Adressa: 950 Porkeri. Kommuna: Porkeris Kommuna Stovningardato: 09.09.2003 Viðtøkudato: 09.09.2003 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 80.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Herman Signarson Olsen, 850 Hvalba. Stjórn: Herman Signarson Olsen, 850 Hvalba. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Grannskoðari: Grannskoðaravirkið Højmose, v/ Børge Christiansen, 370 Miðvágur. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 09.09.2003 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka vinnu innan handverk og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 11. september 2003 Kristin Balle _______________________ Lærlingur søkist Lærlingur søkist til Safari Transport,at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðið umfatar bæði skrivstovuarbeiði og vørukoyring. Tú skal vera fyrikomandi og hava hug at arbeiða. Lærutíðin er 2 til 3 ár, alt eftir hvørja útbúgving, tú hevur áðrenn. Løn sambært avtalu. Tú verður útbúgvin skrivstovufólk innan Speditión og Shipping. Safari Transport arbeiðir við flutningi av flog- og sjófrakt, tollavgreiðslu og at veita kundum okkara eina góða tænastu. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. september. Hava tit spurningar viðvíkjandi arbeiðinum, vinar- liga ring til okkum. Eystara Bryggja · FO-110 Tórshavn Tlf. 322222 · Fax 313222 E-mail: safari@safari.fo web: www.safari.fo Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3652 Navn: Sp/f Indigo Adressa: á Hjalla, 188 Hoyvík. Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 10.09.2003 Viðtøkudato: 10.09.2003 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 80.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnarar: Anna Kristina Haldis Hansen, 460 Norðskáli og Sveinur Høgnason, Varðabyrgi 20, 100 Tórshavn. Stjórn: Anna Kristina Haldis Hansen, 460 Norðskáli og Sveinur Høgnason, Varðabyrgi 20, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Grannskoðari: Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen, J. Paturssonargøta 18, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 10.09.2003 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil, tænastu og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 11. september 2003 Kristin Balle _______________________ Gravsteinar, kantsteinar og blómubeð Nú eisini úr Føroyskum gróti Lesið Sosialin Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Børkuvegur 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er: mánadag-hósdag frá kl. 9-16 fríggjadag frá kl. 9-12 Kliniskur tannteknikari Bergur á Reynatrøð Sosialurini C M Y K 43 42