Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-05-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 1996síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

erne Nr. 92 — 15. MAI 1996 tíðindablaðið Peter Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum: Ikki okkara uppgåva at stuðla vinnilivinum - Norðurlandahúsið er ein mentanarstovnur og ikki eitt bókaforlag, sum livir av at geva bøkur út. Tí havi eg fingið forboð frá stýrinum at lata pening fyri selja okkara útgávur aðrastaðni enn í Norðurlandahúsinum, sigur stjórin DAGNY JOENSEN Peter Turtschaninott hevur havt nógv stríð av at geva bókina um Marionnu Mat ras út. Á leiðni vóru nógvar forðingar og óhepnar hend ingar, sum gjørdu, at bókin blev alt ov dýr Spurdur, um Norður landahúsið ikki hevði nógv ar royndir av slíkum ar beiði, sum tí kundi forðað fyri óvæntaðum hendingum í prenttilgerðini, sigur stjór in í Norðurlandahúsinum - Okkara endamál er ikki at virka sum bókaforlag, og harnæst var stórt undirskot av bókaútgávum, áðrenn eg kom til. Tað er ma. min uppgáva at fáa undirskotið burtur. Tí kann eg ikki lata td. 20 krónur fyri at selja eina bók í bókasslunum Stórt hall av bókaútgávum Peningur er ikki avsettur í Norðurlendska Ráðharra ráðnum til at stuðla føroy ska vinnulívinum og hervið bokasølurnar í Føroyum Vit hava stórt hall av bókaútgávum seinastu árini Tá fyrri stjórin fór frá var hallið 250.000 krónur, og frá stýrinum havi eg fingið boð at fáa hallið burtur, sig ur Peter Turtschaninoft Hevdi tað kortini ikki økt um møguleikarnar at selt fleiri bøkur, um hon var til keyps í båkasølunum Tað dugi eg ikki at siga Vit hava Ld. eisini plakatir at selja, og tær fáast bert í Norðurlandahúsinum. Tað hevur víst seg at fólk einki hava ímóti at koma niðan í Norðurlandahúsið at keypa plakatir o.a. sum vit selja,og tí er tað bert náttúrligt at fólk bert kunnu keypa bók- ina her Norðurlandahúsið í hernað móti bókasólunum: Noktar teimum at selja føroyska bók Vanliga fáa bókasólurnar 33 pst. fyri at selja eina bók. Norðurlandahúsið vil bert lata 10 pst., og tí er bókin „Dreymurin um at veva“ - Marianna Matras, ikki at fáa í bókasólunum DAGNY JOENSEN Í blødunum herfyri var upp lýst at Norðurlandahúsið gav út bókina um Mari onnu Matras, sum Anne Kari Skarðhamar hevur skrivað Hóast fólk hava spurt í båkasølunum, fáa tey boð ini, at hon er ikki at fáa í bókasslunum, men bert í Norðurlandahúsinum Krevur sersemdir Orsøkin er, at Peter Turts chaninoff, stjóri í Norður landahúsinum, bert vil lata bókasslunum bókina, um teir vilja selja hana fyri 10 pst., móti vanliga 33 pst Tað vilja og kunnu bóka sølurnar ikki ganga inn fyri, av tí at allar bókaútgávur skulu hava somu sømdir Tá Norðurlandahúsið haraftrat hevur nógv betur umstødur og fígging til sínar útgávur enn føroyskir rithøvundar annars, hava vit latið stjóran vita, at vit ikki kunnu ganga krøvunum hjá Norðurlandahúsinum á meti, sigur Kári Arting stjóri í BOkasøluni Vanligt er at forløgini áseta prisin fyri eina bók, og eftir hesum skulu vit hava vinning fyri at selja hana. Vanliga fáa vit 33 pst fyri hetta arbeiðið. Tí kunnu vit ikki taka ímóti eini bók frá Norðurlandahúsinum, sum vil áseta søluvinningin fyri okkum sosialurin — meira enn tíðindi ENI fimm ferðir um vikuna Grundgevingin ov ýr at gera Norðurlandahúsið grund gevur sína áheitan til okkara við, at bókin gjørdist ov dýr í at gera. Tað ljóðar legið serliga tí Norðurlandahúsið hevur givið nógvar bhøkur út, og ti átti at verið vitandi um, hvussu nógv tað kostar, sigur Vagn Andersen í Gamla Bókahandli Hetta er keðilig fyri Marionnu Matras, og fyri tey, sum hava skrivað og lagt bókina til rættis. Hetta er eisini keðiligt fyri Norð urlandahsúið og fyri við- skiftafólk, sum annars vildu ognað sær bókina, um hon var tøk hjá okkum, sigur Kári Arting Liva ikki av vælgerð Vit liva ikki av vælgerð ararbeiði, og tá td. Jens Pauli Heinesen noyðist at góðtaka at lata vinning av sínum bókum, hví kann ein mentanarstovnur sum Norðurlandahúsið ikki hava ráð til tað, spyr Kári Arting Til samanberingar við danskar útgávur, kann upp lýsast, at bókasslurnar fáa 40 pst. í vinningi fyri at selja danskar bøkur, og at hetta eisini er galdandi á danska bókamarknaðinum Bókin fæst fyri 250 krónur Umframt tað umbiða fólk og stovnar víða um í Norð urlondum og aðrastaðni til far frá okkum um post verkið, og tað hevur eisini borið væl til Tað positiva í hesum er at bókin um Marianna Mat ras kann keypast í Norður landahúsinum, men tað negativa er, at hon kostar 250 krónur. Tað er í so nógv, halda vit, men av tí at hon kostaði so nógv at fáa út, kann prísurin ikki mink- ast - og kortini hava vit hall sigur Peter Turtschaninoft Teir kundu víst okkum vælvild - Skilir tú ikki, at bóka sølurnar ikki kunnu bjóða Norðurlandahúsinum ser ømdir? Tað kundi hugsast at bokasølurnar við mini á heitan kundi víst Norður- landahúsinum vælvild, men tað vilja teir ikki, sigur Pet- er Turtschaninoff KRISTI % ALT VIKUSKIFTID HIMMALFERDA Eisini hava vit fjølbroytta a la carte matskrå Vinarliga bíleggið borð á tlf. 17500 Peter Turtschaninoff stjóri í Norður landahúsinum Bokasølurnar kundu víst Norðurlandahúsinum ta vælvild at selt bókur okkara fyri minni vinning Tlf. 17500 Hotellið við útsýninum RDAG Til matna verður: FORRÆTTUR * Klårsuppa við bollum og heimabakaðum breyði — ella * gravlaksdippi HOVUÐSRÆTTUR . Roykt- og gravlaksarósa við grønleyki og Kulottusteik við grønmeti, rómabakaðum eplum og sås av soðnum OMANA Vafluskál við vaniljuísi og sjokolåtas6s RÆTTIR 135 fyri KR. r * Born u. 12 ár gjalda 1/2 pris * Altíð vælkomin á Hotel Førojar &