Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-05-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 1996síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 94 — 18. MAI 1996 tíðindablaðið - / MIT HB tapir ikki moti B36 HB hevur ikki fingið góða byrjan í kappingarårinum i år, men harfrá og til at tapa móti arvafíggindunum úr B36 er langur vegur HB vendi skeivu gongdini, tá tað var mest fyri neyðini Í sær sjálvum var dysturin tydningarmikil, tí pláss í semifinaluni í steypakapp- ingini stóð upp á plass, men mótsteðuliðið var heldur ikki eitt hvort B36 hevur í mun ul HB fingið góð úrslit higartil í ár, men árstalsfelagið fekk breiddina í hópinum roynda HB vann við einum máli og skal meta B36 Seinasti dysturin í bólka- spælinum í steypakapp- ingini hjá kvinnum varð spældur hósdagin. Á Krossinum suðuri í Sumba tók Sumba ímóti HB. Bert eitt mál kom í dystinum og tað fekk HB. Theresa Johnson gjørdi málið Sigurin hjá HB førd: vid sær, at tær vunnu hólk | og Skåla gjørdist nummar 2. Greitt er tí, at finalan í år verdur ikki ein endur- tøka av finaluni í fjør, tí HB og B36 hittast f semi- finaluni. Teir dystir verða spældir, tann fyrri 29. juni og tann seinni 4. august. Hesar somu dagar spæla eisini bólkavinnarin í bólki 2, KÍ, og nummar 2 í bólki 1, Skála. Høvudsstadarfeløgini hava í ár ikki verið eins sannførandi sum tey hava verið í fleiri ár, og tí er tað heldur ikki so legið, at tey ikk: hittast í finaluni. Skála tykist vera betri fyri í år enn í fjør, og somuleiðis hevur KÍ eitt betri lið nú. Eisini LÍF hevur spælt væl, men tær gjørdust ov stuttar í kapp- ingini við KÍ og B36 í bólki 2. Finalan í kappingini um Dagblaðssteypið verður spæld í Havn hósdagin 15 august. ek B36 var við undirlutan í grannauppgerðini við HB hósdagin (Mynd: Álvur Haraldsen) lystinum móti HB. ti tríggir sentralir spælarar manglaðu. Ol: Johannesen og Julian Johnson høv leikbann, og y Tummas Eli Hansen vorðin sjukur undan dystinum B36 varð noytt at um skipa sítt lið. og tað heyði HB eisini gjørt. Teir spældu bert við Una Arge frammi, høvdu Runa Nolsøe og Johannes Joensen hangandi attanfyri Hetta var ikki gjørt fyri at varisliga Ís mana an il heilt men spæla meira men hinvegin fyri at fáa stórri tyngd í álopsspælið Johan Nielsen hevur áður nýtt lík nandi skipan í GI við góð um úrslitum Tað var annars B36 sum fekk fyrsta málið í dystin um. Eftir skjótt innkast (HB'ari misskilti støðuna) varð bólturin spældur inn til Jørgen Meitelberg, sum sendi í málið við einum hørðum skot Undan hesum málinum hevði Uni góðan møgu leika, men misnýtti, og so hekk tað í luftini, at dysturin skuldi vera ein endurtøka av dystinum móti VB, tå Uni misnýtti fleiri góð tilboð Men soleiðis skuldi ikki vera. Uni var komin til sín sjålvs aftur! Fyrst vann Bjarki Mohr ein bólt eftir B36-horna Hann fór sjálvur stormandi fram eftir vellinum saman við Una og Rúna. Bjarki fór fram við einum B36 og gjørdist leysur. Ístaðin fyrr at royna sjálvur móti mál- inum, spældi hann tvørtur um til púra leysan Una, sum skoraði Síðani fekk Uni ein frí sparksbólt frá Rúna, og høgdi til við einum fløtum skoti. Hetta málið kom í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, og kom illa við hjá B36 Seinna hálvleik átti HB alt, og fekk tvey mál aftur at. Fyrst økti Uni eftir upp spæl frå Mikkjali og Johan nesi, og Rúni Nolsøe gjørdi tað til 4-1, tá hann fekk inn legg frå Hans Peturi, snytti B36-målverjan, og sparkaði í málið HB reisti seg, tá mest un galt, og skulu í semifinaluni spæla móti KI (ek) Fuglfirðingar óhepnir ikki at fáa mál Høvdu í seinna hálvleiki fleiri góð tilboð, men misnýttu tev. VB spældi væl í fyrra hálvleiki, men hevdi lítið at bjóða í seinna Kvartfinala IF-VB 0-1 (0-0) 0-1: Elian Hansen VB helt fram vid sigurs rødini, men hesaferð var tað ikki so sannførandi. Teir spældu væl í fyrra hálvleiki men í seinna var líuð um teir, og tá vóru fuglfirðingar óhepnir ikki at faa eitt ella tvey mál Einasta málið í dystinum kom stutt inn í seinna hålv leik. Velibor Kopunovic dróg inn í ÍF-brotsteigin eft ir frispæling, hann kundi avslutta sjálvur, men valdi at spæla tvørtur um til ein púra leysan Ehan Hansen, sum sparkaði í tóma málið VB hevði yvirvág í fyrra hálvleiki, og vágbingar, undir leiðslu av væl spæl andi Tomislav Sivic, spældu til tíðir góðan fótbólt. og høvdu fleiri royndir moti IF-málinum IF hevði nøkur vanda- mikil mótálop, men tey góvu ikki nakað mál. Einu ferðina royndi Símun Elia sen seg tríggjar ferðir móti málinum, men hverja ferð vórðu skotini blokerað, og Bartal var nær við at skora tá hann stútaði eitt horna spark á tvørstongina ÍF kom fyri seg Eftir at VB heyði fingið sitt mál tóktust teir vera nøgdir og høvdu ikk: hug at vísa so ødiliga nógy afturat hendan dystin. ÍF yvirtók spælið, og fuglfirðingar vóru óhepnir ikki at fáa okkurt málið Egil Zachariasen heyði gott tilboð, tå hann bara skuldi seta fótin á innlegg frá Torkili Hansen, men hann kiksadi skotið. Jákup W. Hansen (kom inn í seinna hålvleiki), spældi Eyðolv Petersen leysan, men Bjarni Johansen bjarg aði skotinum. Tá Bjarmi nakað seinni misti eitt inn legg, trúði Bárður á Lakjuni (var við eftir skaða) ikki uppá tað, og fekk ikki skot a Frammi á vøllinum stóð Velibor Kopunovic fyri eim astu royndunum hjá VB, men hansara skot fóru fram við málinum hjá Erlingi Seinastu løtuna legði IF VB undir stórt trýst, men mál fingu teir ikki, og tí fóru gestirnir avstað við sigrin- um og einum plássi í semi- finaluni, har teir skulu spæla móti GI (ek) Soleiðis eru feløgini fyri til sunnudagin B36; Tummas Eli Han- sen, Julian Johnson og Oli Johannesen vóru ikki við á liðnum hósdagin, men allir skuldu verið klárir ul dystin móti GÍ í morgin. Men tað verður álopsspælarin — Jørgen Meitelberg ikki. Hann fekk sítt triðja gula kort í dystinum móu HB og hevur sostatt leikbann. Samanlagt er tað eitt betri manna B36-Hå sum fer á vøllin í morgin. ——c—— GÍ: I Gøtu er stødan Ó- broytt til dystin móti B36. Eingin hevur leik- bann og skaðar gera seg ikki galdandi. Alvi Just- inussen er komin fyri seg eftir skaða, men hevur sitið á bonkinum tveir fylgjandi dystir. Jóan Petur Olsen hevur rgkt annað uppdekkaraplásið fyrimyndarliga væl, og sleppir at halda fram har móti B36 eisini B71: Eftir stórtapið í Klaksvík hósdagin, eru sandingar uttan iva al- tráðir eftir, at gera tað gott aftur við sigri á HB í morgin. Men fleiri spælarar eru ivasamir Marek Vierzbicki fór út í hálvleikinum í Klaks- vík. ti hann hevå ein snudd. Eisini Páll á Reynatúgvu varð skiftur út í seinna hálvleiki, tí hann hevur havt skaða í beininum. Piotr Krakow- ski hevur eisini skaða at við, men sannlíkt er, at ið hvussu er tveir av teimum trimum iva- somu spæla móti HB. ———.. HB: Andreas F. Hansen fekk sítt triðja gula kort í dystinum móti B36, og hevur leikbann móti B71 í morgin. Verjan sum hevur spælt saman nógvu seinastu dystirnar, má tí umskipast, og mest sannlíkt er, at ein av mið- vallarunum(helst Petur Slyne), verður tíkin aftur á stopparaplássi, og so verður kanska pláss fyri Eyðfinni Davidsen, sum er komin fyri seg eftir skaða, á midvøllinum ella Høgna Hansen, sum eisini er við í hópinum |" VB: John Eystberg hev- ur skada i lærkrepping- um og spælir neyvan. Magni Jacobsen mang- laði í Fuglafirði, men verður við í morgin, og so noyðist Sylvi Joensen helst at byrja uttanfyri. VB hevði bert Velibur heilt frammi móti ÍF, men væntandi er, at Mikael í Lågabø verður sendur heilt fram afturat hesaferð, og møguleiki er eisini fyri, at Eyðun Jacobsen flytir av sweeparanum og fram á midvøllin. 9