Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-05-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 1996síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vikuskiftið Vikuskiftið Fólksins varrar Í sínum kanningum av sambandinum millum orð og tanka hjá børnum gevur tann víðagitni russiski målpsykologur- in Lev S. Vygotskij hetta dømid: <Barnið sigur: Ein kúgv eitur ein kúgv, ti hon hevur horn, og ein kálvur eitur ein kålvur, tí hann hevur so lítil horn, og ein hundur eitur ein hundur, tí hann ikki hevur horn, og so er hann eisini so lítil, og ein bilur er slett ikki livandi>. (L. S. Vygotskij: Tænkning og sprog, Reitzels Forlag, København 1980, bd. 2, s. 358). Fyri barninum er eingin avstandur millum ljóð og tydn- ing. Tey eru ein eind Barnið hugsar ikki, um 'kålvur', "hundur" ella "bilur' eru »føroyskt« ella >ófgroyskt<. Og skuldi onkur vaksin funnið uppá at sagt, at tað heldur skuldi itið >smá horn<, so hevði barnið helst rist við høvdinum og sagt okkurt sum: nú ert tú klikkaður! Úr ræðslukabinettinum hjá nýggjari féroyskari litteratur- ségu vita vit, at ein av okkara skribentum fekk rættað "lambið" til 'tvævetursær', tí viðkomandi censor helt, at aldurin var avgerandi. Hann visti ikki, at í hesum skalds- liga samanhanginum var appellativið (felagsnavnid) "lambið" blivið til propriið (sernavnid) 'Lambid' Tað kann vera upp á sítt pláss at spyrja: hvat er mál? Summi halda, at fólksins mál er vánaligt og má forbetrast, og at tað málið, sum ein elita hevur gjørt sær, er tað góða málið Einki fær verið skeivari Málið er tað talaða málið. Og høvudseydkennid hjá tí talaða málinum er úttalan. Eitt mál er úttala, bendingar- læra, setningalæra, týdningslæra og annað, men fyrst og fremst úttala. Skrivtmálið er ein koda, sum ongantíð kann troka tað sanna málið av. Skrivtmáls-arrogansan kann sam- anlíknast við, at bara tey, sum duga at morsa, skulu hava rætt til at geva boð frá sær Høvudsinnihaldid í føroyskar målrøkt hevur verið van- røkt, Le. høvudleys útskifting av orðum. Alt skal fáast til at líkjast vanligum mannamáli og umverðini annars so lítið sum til ber. Útvarpið sigur 'søkja at", tí allir føroying- ar siga "leypa á". Vit skulu siga ES, tí øll onnur siga EU Skulu vit so eisini finna upp á okkurt »føroyskt« fyri Nato og brutto og kilo? Men úttalan verður neyvan tíkin upp á tungu Sum dømi um, hvønn tydning úttalan hevur, kunnu vit taka svenskt og danskt. Hesi bæði grannamálini hava 80- 90 prosent av ordanøgdini í felag. Men svenskarar og danskarar forstanda ikki hvønnannan. Og tað kemur av tí, at úttalan er so ymisk. Tað sama kann sigast um norskt. Á vesturlandinum hava tey í hálvtannahundrað ár gramt seg um, at oslomálið skuldi vera danskt. Og tað er púra rætt leksikalskt (orðaliga). Men tann eyðkenda norska úttalan ger málið norskt Tveir ekspertar sum Martin Luther og Christian Matras leggja stóran dent á talimálið Luther sigur: Tú mást spyrja mammuna í húsinum, børn- ini í túninum, tann almindiliga mannin á marknaðinum og hyggja at munninum á teimum og síggja, hvussu tey snakka Christian Matras skrivar um „fólksins brøgd, um mjúk barnaljóð og um orð, sum mødur mæltu stákandi inni við eld« Målid er ikki bara ein rekkja av glosum, sum kunnu vera meir ella minni »reinar«. Málið er nógv annað, men mest av øllum úttala. Tað er sum Chr. Matras sigur: >Ég fann teg í kvæðum, sum fólksins varrar lyftu úr øld í øld« D PIZZA-VINIR Hevur tú hug at fáa eina eila fleiri PIZZA inn á gólvið, so ring tif. 18866, og tú hevur PIZZA'ina innan ein tíma. Vit í PIZZARIA royna altíð at hava kostnaðin so lágan sum møguligt, soleiðis at kundin bert rindar 30 kr. fyri heimkoyringina. Hetta tilboð er tó bert galdandi fyri viðskiftafólk í Tórshavn. Vit vóna, at hetta tilboð kemur væl við. KROSSORÐAGÁTA Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: ZANZIBAR Í | Í [BI | 3 — fer ———}— VINI |! IN Ki: ——þ 4 ———Á 4- |4|-)€} [ajr 17101 1 11 11 på € 3 » + + $—+— + HI Í * 0 z | F T + må REN URE — Hvenn leygardag verður krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum réttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein av niðanfyri nevndu bókum frå Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av hvørja tå best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dråttinum um vinningin, må loysunar- orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinn- arin verður saman við loystu gåtuni kunngjørdur í blað- num næsta leygardagin Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn-og viðmerkið>Krossorðagátanr. = <ábjálvan. Vinnari: Ó.J. í Dímun, Undir Glaðsheyggi I I 100 Tórshavn x- — - Loysunar orðið Navn Bústaður Bygd/býur Lesið føroyskt — hugsið førovskt! Fuglar i Nordurhøvum Stjórnarskipanarmálið 1946 Spell at sólin kom upp Politiska sega Føroya 1814—1906 Føroyskir soppar Degurðabókin Segan um eplið Heimsatlas Mannakroppurin — og hvussu hann starvar Alfagurt ljóðar mín tunga (flega/ljóðband) CODOCOCDCDDDVDVGCDGU Bøkur og annað tilfar — bæði innan og uttan skúlagátt. |/ FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNUR