Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 175 - 17. september 2003 Nr. 175 - 17. september 2003 3 Hendingar av týdningi Tvær stórhendingar í næstseinastu øld hava hvt týdning fyri Mið- vág, segði deildarleið- arin í Føroya Spari- kassa í Vágum, tá nýggja deild peninga- stovnsins í Miðvági varð tikin í brúk mánadagin MÓTTØKA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Miðvági: Bygdarskúlin í Miðvági varð bygdur, og Føroya Sparikassi lat sum tann fyrsti peningastovnurin í landinum við stuttum mill- umbili. Tað vóru høvuðs- hendingarnar, Sjúrður Poul- sen, deildarleiðari hjá Før- oya Sparikassa í Vágum, tók fram, tá Sparikassin alt upp snotuliga um- og útbygda deild í Miðvági mánadagin. At Sparikasisn hevði nakað tilknýti til Miðvágs, fyrsta hann lat upp í næst- seinastu øld, grundaði Sjúrður Poulsen á, at annar kundi Sparikassans yvir- høvur var miðvingur. Og nú, vísti hann á, kundu vit aftur við tveim- um daga millumbili hátíð- arhalda bæði bygdarskúlan í Miðvági, sum leygardagin hevði móttøku í samband við, at hann er umbygdur til barnagarð, og Sparikassan, sum mánadagin flutti í ný- umvældan bygning. Leiðslan í Sparikassanum er ivaleyst eisini gjørd varug við hesar hendingar, tí á samkomunu, sum var í Mið- vági hendan dagin, handaði stjórin í Føroya Sparikassa, Bjarni Olsen, leiðaranum fyri Útibarnagarðinum í Gamla Skúla í Miðvági, Ann Margit Davidsen, ein kekk upp á 12.000,- krónur. Bjarni Olsen, stjóri í Før- oya Sparikassa greiddi á samkomuni frá søgu Spari- kassans frá tí, farið varð undir at stovna deildir kring landið. Í Vágum komu deildirnar í sjeytiárunum, og eru í dag tríggjar í tali. Tað arbeiða átta fólk hjá Føroya Sparikassa í Vág- um, segði hann. Stjórin fegnaðist um vakra og snotuliga bygn- ingin, sum hann vónaði fór at verða bæði starvsfólks- vinarligur og ikki minst kundavinarligur. – Tí vit vilja vera mest kundavinarligi peningastov- unurin í landinum, segði hann. Vit vilja so saniliga, at starvsfólk okkara skulu hava tað gott, men tað eru kundunum, vit liva av. Bjarni Olsen fegnaðist eisini um at kunna siga, at meginparturin av arbeiðin- um, sum gjørt er við nýggja deildarbygningin í Miðvági, er gjørt av vága- fólki. Okkurt er tó, sum fólk og fyritøkur av oynni hava gjørt, men stórabeið- unum hava fyritøku í Vág- um staðið fyri. Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa, handaði Ann Margit Davidsen, leiðara í barnagarðinum í Miðvági ein kekk. Aftan fyri sæst Marner Jacobsen, stjóri í Sparikassanum Mynd: Edvard Joensen Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Olivia Carlsson Tvøroyri andaðist og varð jarðað. Tøkk til Jónsvein Bech fyri vøkur orð, takk fyri blómur og kransar, takk til tykkum, ið fylgdu henni til tað seinasta hvíldarstað. Irene, Ben, Onita, Ovin og Ivan v/ familju Ferðavinnustevnan Vestnorden Travel Mart, varð sett á Førya Fornminnis- savni í Hoyvík mána- kvøldið FERÐAVINNA Edvard Joenen edvard@sosialurin.fo Hoyvík: Eini 400 fólk lut- taka á ferðavinnustevnuni Vestnorden Travel Mart, sum Ferðaráð Føroya í hesum døgum er vertur fyri. Lagt var upp til eina hugnaliga løtu, tá tey fleiri hundrað ferðavinnufólkini hittust í Hoyvík mánakvøld- ið. Livandi ljós uttanfyri, og livandi tónleikur innanfyri. Fólk gingu runt og heils- aðust og prátaðu. Nógv kendust, og onkur nýggjur var komin afturat, skiltist. Tó tóktiskt, sum lítið verður tosað um vinnu og vinnuliga avtalur á slíkari samkomu. Heri Niclasen, stjóri í Ferðaráði Føroya setti stevnuna á samkomuni mánakvøldið. Hann beyð fremmandu gestunum væl- komnum til Føroya og greiddi í stuttum frá, hvat stevnan hevur at bjóða. Eftir at ferðavinnustjórin hevði sett stevnuna, helt borgarstjórin í Tórshavn, Jan Christiansen, stutta røðu. Hann beyð vegna verts- kommununa eisini fremm- andu gestunum vælkomn- um og segði eitt sindur um, hvørjar møguleikar Havnin hevur at bjóða. Serliga festi hann seg við tað, sum at stevnuni er knýtt. Eitt nú teir møguleikar, sum finn- ast við havnarlagið, har Norrøna í hesum døgum liggur sum hotelskip. Eisini stjórin á Forn- minnissavninum, Steffen Stumman Hansen, hevði orðið. Hann greiddi frá savninum og tí, her er at síggja og beyð fólki at hyggja seg um. Á slíkum samkomum, sum aðrastaðni, har fólk koma saman, verður væl gjørt burtur úr tí, sum í munnin er. Soleiðis var eis- ini á vælkomusamkomuni hjá Vestnorden Travel Mart. Hotel Vágar stóð fyri matgerðini, sum var rímiliga siðbundin pinna- matur við ymsum spenn- andi frávikum, ið líkasum hoyra tí føroyska til. Eitt, sum fleiri løgdu merki til, var, at á einum av føtunum bar til at smakka súlu. Og so skemtaði sjálv- andi onkur við, at nú mundu umboð fyri flogfel- øgini bæði, sum røkja regluliga rutuflúgving til Føroya, at fara at meta um, hvør nú átti hesa góðu súlu. Ferðavinnustevnan byrjað Borðreitt varð millum annað í einum kappróðrarbáti, sum fingin var niðan til Hoyvíkar til endamálið Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu samkenslu tá ið høgt elskaða kona mín, mamma, vermamma og omma okkara Naina Soll Sørvágur andaðist og varð borin til hvíldar. Takk til sangarar, berarar og gravarar, takk til tykkum øll, ið á ymsan hátt hjálptu til og takk til David Johannesen prest fyri tey vøkru orð. Ein serstøk tøkk til tykkum ið stóðu fyri ervinum. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Sørvágs kirkju og takk tit mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað á fold. Fyri tey avvarðandi Kalle, Annika og John-Heri v/ familju Tøkk Øllum tykkum, sum mintust mammu, vermammu, ommu og langommu okkara Urbana Alberta Poulsen Tvøroyri takka vit hjartaliga. Takk til heimahjálpina og sjúkrasystrarnar, sum tóku sær so væl av henni. Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar og berarar og tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til kirkjuna. Og takk til tykkum øllum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Súsanna og Olav Rætting Í grein um skeið hjá Alzheimerfelagnum, sum var í blaðnum í gjár, skrivaðu vit, at umleið sjey prosent av fólki yvir 25 ár kundi metast at hava Alzheimer sjúk- una. Tað er ikki heilt rætt. Tað skal vera sjey prosent av fólki yvir 65 ár. blðm. Tannarøktarin hjá børnunum í Klaksvík, Berghild Gullaksen, heldur, at inntøkur- nar av avgjaldinum á søtmeti áttu at verið nýttar til gera mjólk og frukt bíligari at keypa. Tað er skila- leyst, at góðgæti og sodavatn skulu vera bíligari enn mjólk og frukt, sigur Berghild Gullaksen AVGJALD Á SØTMETI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tannarøktarin á skúlatann- læknastovuni í Klaksvík, Berghild Gullaksen, er feg- in um ætlanirnar hjá lands- stýrinum at leggja avgjald á søtmeti. Í starvi sínum hev- ur hon dagliga samband við børn, sum kenna avleiðing- arnar av ov nógvum soda- vatni og góðgæti. Berghild greiðir frá, at størsti trupulleikin í løtuni eru ung frá fjúrtan árs aldri. – Hjá børnum upp til fjúrtan ár gongur avgjørt rætta vegin, men tá tey koma upp í sjeynda flokk steðgar á, og tá hava tey nógv hol í tonnunum, sigur tannarøktarin. Hon vísir á, at serliga eru tað sodavatnsfløskurnar úr plastikki, ið geva nógvu holini hjá tannáringun- um.Tey ungu eta eisini ov nógv góðgæti og wienar- breyð og hetta sæst avgjørt aftur á tonnunum. Berghild heldur, at inn- tøkurnar av avgjaldinum av søtmeti áttu at verið nýttar til at gera bæði mjólk og frukt bíligari at keypa, tí í dag kostar bæði sodavatn og góðgæti minni enn mjólk og frukt, og tað er skilaleyst. Nógv upplýsing Skúlatannlæknastovan í Klaksvík hevur seinastu árini gjørt nógv við at upp- lýsa um vandan av ov nógv- um søtmeti. Umboð fyri tannlæknastovuna hava verið við til foreldrafundir á skúlunum, har heitt hevur verið á foreldrini at geva børnunum góðar matvanar, so tað slepst undan nógvu óneyðugu holunum hjá teimum ungu. – Vit hava heitt á skúla- leiðslurnar um at royna at geva børnunum frukt ókeypis ella fyri ein bíligan penga. Hetta átak kundi verið ein loysn fyri tað nógva góðgætið, ið verður etið í dag, greiðir Berghild Gullaksen frá. Foreldrini stóra ábyrgd Berghild Gullaksen leggur stóran dent á, at tað eru for- eldrini, ið hava størstu ábyrgdina av at busta tenninar hjá børnum, og hjálpa teimum við at fáa rættar matvanar. – Eg havi hoyrt frá summ- um barnagørðum, at í mat- pakkanum hjá børnunum eru bæði sunkist og kitkat, og tað er stak óheppið. Eg má staðiliga gera vart við, at tað er uppgávan hjá foreldr- unum at syrgja fyri at børn- ini fáa ein orduligan mat- pakka, so tey ikki eta góð- gæti allan dagin, tí tað tænir ongum endamáli, sigur Berghild Gullaksen at enda. Berghild Gullaksen, tannarøktari í Klaksvík: -Skilagott við avgjaldi á søtmeti Tannarrøktarin á skúlatann- læknastovuni í Klaksvík heldur tað er skilaleyst, at góðgæti og sodavatn er bílig- ari enn mjólk og sodavatn, og tí átti inntøkurnar frá av- gjaldinum á søtmeti verið nýtt til at gera mjólk og frukt bíligari. Mynd: Solby A. Eliasen Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm: - Eg boyggi meg fyri landsstýrisavtaluni Bjarni Djurholm heldur, at vinnupolit- itiskt er tað ikki skila- gott við avgjaldinum á søtmeti. Tað er ein sannroynd, at heilsu- mál og vinnumál sjáldan ganga hond í hond, og hóast eg ikki eri fegin um avgjald- ið, so kenni eg meg noyddan at boyggja meg fyri avtaluni í landsstýrinum, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum AVGJALD Á SØTMETI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Síðan tað kom fram fríggja- dagin í farnu viku, at lands- stýrið hevur ætlanir um at leggja avgjald á søtmeti, hevur stórt kjak stungið seg upp. Ætlanin hjá landsstýr- inum við avgjaldinum er at tálma nýtsluni av sodavatni og góðgæti hjá teimum ungu. Grundgevingin er bygd á heilsustøðuna hjá teimum ungu, sum ikki verður mett at vera nóg góð, tí tey eta ov nógv ósunt. Tað eru deildar hugsanir um enda- málið hjá landsstýrinum, tí fleiri hava róð frammundir, at veruliga orsøkin til av- gjaldið er, at tað táttar í á fíggjarliga økinum, og fyri at fáa endarnar at røkka saman, leggur landsstýrið nú avgjald á søtmeti. Inn- tøkurnar av avgjaldinum verða mettar til góðar 20 mio. krónur. Vinnuhúsið og andstøðu- tinglimir siga seg ganga ímóti ætlanini hjá lands- stýrinum. Fíggjarmálaráð- harrin, Karsten Hansen, segði í Dimmalætting mánadagin, at við avgjald- inum fáa tey ungu nýtt minni av lummapeningin- um til góðgæti, og tað sá hann ongan trupulleika í. Eisini formaðurin í Fyri- byrgingarráðnum, Heðin Thomsen, tekur undir við avgjaldinum, og vísti á í Útvarpi Føroya mána- kvøldið, at royndir við tub- baksgjaldi hava víst, at avgjøld tálma nýtsluna, og tí kundi hugsast at sama søga var við søtmetinum. Uppgávan at halda avgjøld niðri Vinnulívið í Føroyum hev- ur seinastu dagarnar hartað landsstýrinum fyri av- gjaldið, og landsstýrismað- urin í vinnulívinum skilir væl støðuna, tí vinnupolit- iskt er tað ikki skilagott við avgjøldum, sigur Bjarni Djurholm. Hann var ikki sjálvur á fundinum í seinastu viku, har avgjaldið varð viðgjørt, og hóast tað býður honum ímóti, so kennir hann seg noyddan at boyggja seg fyri avtaluni. – Tað er sannroynd, at heilsumál og vinnumál sjáldan ganga hond í hond, og avgjaldið rakar sjálvsagt mítt øki, bæði á sølu og framleiðslu síðuni, men eg fari at boyggja meg fyri av- taluni, hóast tað primera al- tíð er at royna at halda av- gjøldum niðri, sigur lands- stýrismaðurin í vinnumál- um. – Tað er sannroynd, at heilsumál og vinnumál sjáld- an ganga hond í hond, og avgjaldið rakar sjálvsagt mítt øki, bæði á sølu og fram- leiðslu síðuni, men eg fari at boyggja meg fyri avtaluni, hóast tað primera altíð er at royna at halda avgjøldum niðri, sigur landsstýrismað- urin í vinnumálum. Mynd: Savnsmynd Bjarni Djurholm vil ikki siga nakað um, hvar hann ætlar at spara komandi ár FÍGGJARLÓGIN KOMANDI ÁR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fyri góðum mánaði síðan skuldu landsstýrismenn- inir á teimum ymisku øk- inum handa Karsten Han- sen uppskot um teirra part á fíggjarlógini fyri kom- andi ár. Sum skilst í teimum ymisku fjølmiðlunum seinastu vikuna, so verður tað alt annað enn lætt hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at fáa kab- alina at ganga upp. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm sigur, at arbeiðið á Vinnumálaráðnum varð eisini liðugt fyri einum mánaði síðan, og upp- skotið leggur upp til økini undir vinnumálum ætla at spara 3 % í mun til fíggjar- árið 2003. Spurdur um á hvørjum økjum spart verður á, svarar Bjarni Djurholm, at tað vil hann ikki koma nærri inn á. Vinnumálaráðið ætlar at spara 3% C M Y K 3 2