mikudagur 17. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 175 - 17. september 2003
Nr. 175 - 17. september 2003
11
Tað mundi koma óvart á nógv at hoyra, at rætturin til
heimahjálp, ið hevur verið ein sjálvfylgja í nógv ár, nú
knappliga ikki er so sjálvsagdur, sum hann hevur verið.
Áhugavert verður at hoyra frá samgonguni, hvussu hetta
sampakkar við lyftini um, at blokkniðurskurðurin uppá
366 milliónir um árið, ikki fór at fáa nakra ávirkan.
Hetta sigur nakað um, hvussu sitandi samgonga rað-
festir. Ábyrgdarleysi risastóri – við einum høggi - blokk-
niðurskurðurin skal ganga útyvir tey gomlu, meðan
umsitingin setir met í útreiðslum.
Tað er upplýsandi fyri borgaran, og harafturat alla æru
vert, at starvsfólkini í Heimarøktini siga, sum er. Tað er
nú einaferð soleiðis við pengum, at virðið av teimum
kann ikki lata seg diktera av kenslubornum loys-
ingarretorikki. Tað er at vóna, at samgongan nú tekur
seg um reiggj, og fær peningin til vega, ið heimarøktini
tørvar, við at endurraðfesta almennar útreiðslur. Hetta
kundi til dømis verið gjørt við spardari umsiting, tí eitt
er vist, og tað er, at eftir blokkniðurskurðin, er ikki ráð
til at økja um samlaðu almennu rakstrarútreiðslurnar.
Tað er nú tíð uppá, at samgongan etur orðini í seg aftur
um, at blokkniðurskurðurin ikki fór at fáa nakra ávirkan.
Hetta síggja vit í dag, har vunnin vælferðarrættindi
verða strikað, og eykaavgjøld verða løgd á brúkaran fyri
so dánt at fáa endarnar at røkka saman.
Teir politikarar, ið samtyktu alt ov stóra blokkniður-
skurðin, fara neyvan í søguna sum teir mest framskygdu
politikararnir, vit hava havt. Fólkaflokkurin, Tjóð-
veldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava tikið alt ov
rívan til í blokkniðurskurðinum. Tjóðveldistingmenn og
fólkatingsmaðurin høvdu viljað sloppið at skorið meir í
blokkinum, meðan fólkafloksmenn helst eru eitt sindur
kløkkir av stóru ávirkanini av blokkniðurskurðinum.
Hvat núverandi leiðsla í Sjálvstýrisflokkinum heldur um
blokkniðurskurðin er ilt at siga, men undanfarna leiðsla
við Helenu Dam á Neystabø á odda gekk heilhjartað inn
fyri niðurskurðinum. Óivað var hetta medvirkandi til, at
fyrrverandi formaður Sjálvstýrisfloksins ikki slapp at
stilla upp fyri Javnaðarflokkin, ið saman við Sam-
bandsflokkinum staðiliga ávaraði ímóti ógvusliga
blokkniðuskurðinum.
Tað, ið kann undra mest, er, hví búskaparfrøðingarnir
hjá landinum ikki ávaraðu ímóti avleiðingunum av
ógvusliga blokkniðurskurðinum. Heimarøktin og
sodavatnsavgjald er bara byrjanin, og nú mugu allar
góðar kreftir í Tinginum og aðrastaðni stríðast fyri at
avmarka skaðan, soleiðis at grundleggjandi vælferðar-
tænasturnar ikki verða skerdar, hóast útreiðslustøðið hjá
tí almenna má skerjast munandi, sum ein beinleiðis
avleiðing av blokkniðurskurðinum. So kann samgongan
tosa um "kunstiga vælferð". Vælferð er ikki kunstig, hjá
teimum, ið tørva hana. Tað verður ikki talan um, at vit
her í Føroyum skulu raðfesta soleiðis, at gomul, sjúk og
skúlaungdómur skulu svíða fyri ábyrgdarleysar
samgongupolitikarar. Hava tað verið boð eftir
andstøðuni fyrr, so eru hesi boð meira neyðug nú enn
nakrantíð.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Spara har tørvurin
er størstur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Poul Geert Hansen
Sjúkrahússtjóri
Á einum so stórum arbeiðs-
plássi sum Landssjúkra-
húsinum, við yvir 600
ársverkum og 800 høvdum,
slepst ikki undan, at tað til
tíðir eru tvídráttir og ymsar
meiningar
um,
hvussu
tingini skulu hanga saman.
Tað skal tað eisini verða, tí
annars er vandi fyri, at alt
stendur í stað og so er
eingin framburður.
Ósemjur á Landssjúkra-
húsinum finna tíverri ov
ofta veg til yvirskriftirnar í
fjølmiðlunum, hóast tær
áttu at verið loystar innan-
hýsis. Síðst hevur tað verið
tvídrátturin millum yvir-
læknarnar á skurðdeplinum
og
sjúkrahúsleiðsluna.
Málið hevur snúð seg um,
at yvirlæknarnir hava verið
misnøgdir
við,
hvussu
leiðslan hevur útint sínar
uppgávur og hava teir mælt
til eina endurskoðan av
leiðslubygnaðinum.
Landsstýrismaðurin kom
inn í málið og hevur gjørt
sína niðurstøðu. Hon er at
leiðslubygnaðurin
ikki
verður broyttur í løtuni.
Men sjónarmiðini hjá yvir-
læknunum vilja innganga í
eina støðuga eftirmeting av
leiðslubygnaðinum
á
sjúkrahúsinum. Landsstýr-
ismaðurin hevur haft eitt
gott samstarv við sjúkra-
húsleiðsluna og í mun til
yvirlæknarnar, verður mælt
til ein betri dialog og at
hugt verður frameftir.
Fjølmiðlarnir hava ser-
liga valt at endurgeva úr
tilfari, sum yvirlæknarnir
førdu framm á eini munn-
ligari hoyring í Familju- og
Heilsumálaráðnum tann 6.
mai í ár. Skrivligu viðmerk-
ingarnar, sum leiðslan kom
við aftaná, vísti á fleiri
misskiljingar og faktuellar
feilir, men hetta hevur ikki
haft sama áhuga, hóast
fjølmiðlarnir eisini hava
fingið innlit í hetta tilfarið.
Sosialurin hevur brúkt
skjalatilfar, sum ikki er
fingið gjøgnum umbøn um
alment innlit. Blaðið hevur
tíverri ikki kent sínar etisku
greinsir fyri, hvussu slíkt
tilfar átti at verið handfarið.
Í tvídráttinum millum
yvirlæknarnar á skurðdepl-
inum og sjúkrahúsleiðsl-
una, hevur kanska verið
tikið nakað harðliga til
orðanna onkuntíð. Men
sum heild hevur ósemjan
verið handterað á einum
rættuliga sømuligum støði.
Í eina tíð hevur verið bíðað
eftir
niðurstøðuni
hjá
landsstýrismanninum, men
sjúkrahúsleiðsla og yvir-
læknarnir á skurðdeplinum
eru komin víðari og eru
samd í at hyggja frameftir
og rætta upp á feilirnir í
samskiftinum.
Landssjúkrahúsið hevur
nógvar spennandi avbjóð-
ingar fyri framman. Um eitt
hálvt
ár
skal
nýggjur
sjúkrahúsbygningur takast í
nýtslu og hesin gevur sera
góðar møguleikar fyri at
endurskoða og betra um
sjúklingagongdirnar
á
sjúkrahúsinum. Hetta er
nakað sum kann viðføra
stórar batar fyri bæði sjúk-
lingar og starvsfólk.
Tað er sera týdningar-
mikið,
at
menningar-
gongdin sum nú er sett í
verk, hevur eina breiða
undirtøku á sjúkrahúsinum
og at tey, sum hava tað
neyva innlitið í tey ymsu
økini, eru virkin og við í
hesum arbeiðinum. Tað eru
nógvir partar, sum skulu
samskipast og spæla væl
saman, fyri at úrslitið skal
blíva gott.
Lasse Klein
Men hetta snýr seg um
veruligar hendingar, og
lítil ivi er um, at 75% av
øllum føroyskum veljar-
um eru samdir við mær í
mínari niðurstøðu í grein-
ini "Ein samgonga á vega-
móti". At fáa íblástur frá
øðrum tá tað tænir einari
góðari søk, er gagnligt
Tað er púra rætt, og tað er
heldur einki yvir at dylja, at
undirritaði fekk íblástur til
grein sína: "Ein samgonga
á vegamóti" og tað dugi eg
ikki at síggja er nakað
forgjørt í tí.
Dagliga fáa vit menn-
iskju íblástur, so óneyðugt
er at taka heimspekina til
hjálpar, tá tað snýr seg um
politisku viðurskiftini her á
landi.
Íblástur hinumegin borði
Tað er ikki so trupult at
meta um hvar Sjúrður
Skaale fær sín íblástur frá,
og valla fekk hann íblástur
frá heimspekini tá hann
skrivaði greinina: "Lasse
Klein: Ein filosofiskur
tungvektari". Helst hevur
hann fingið íblásturin hinu-
megin borði.
Tað er heldur einki for-
gjørt í tí at hava sínar fyri-
myndir, men svikaligt kann
tað verða við hvørt at røkja
politiskar fyrimyndir og fáa
íblástur frá teimum. Tá
hevði tað verði frægari at
heimspekin var tikin til
hjálpar.
Frálíkar eginleikar
Eri í veruleikanum eitt
sindur harmur um Sjúrður
Skaale. Hann hevur nakrar
frálíkar eginleikar, hann
dugir at tosa, hann dugir at
skriva, hann dugir at undir-
halda, ja hann dugir mangt
og hvat, men so spurdi eg
meg sjálvan hví ein tílíkur
maður sum hann ikki kundi
halda seg til veruleikan.
Hann hevur uppliva allar
hesar stríðsfúsu samgongu-
mennirnar í Tjóðveldis-
flokkinum og Fólkaflokk-
inum, allar tær meinings-
leysu og illavorðnu ósemj-
urnar hevur hann verði
partur av. Hann hevur eisini
hoyrt øll rópini. Hevur sæð
dálkaða grundvøllin.
Vón mín
Og tí vónaði undirritaði at
niðurstøða hansara var, at
hann var noyddur til at geva
greinskrivaranum til grein-
ina "Ein samgonga á vega-
móti" rætt, men tað gav
hann ikki til kennar í hesum
umfarinum.
Men tað skal ikki dyljast,
og at tað er vón mín, at
Sjúrður
Skaale
kortini
hevur fingið íblástur, so-
leiðis, at hann eisini kann
virða meiningarnar hjá
øðrum.
Ikki ein spurningur um heimspeki, Sjúrður
Positiv gongd á Landssjúkrahúsinum
Lasse Klein
Men hongdur út av skriv-
aranum hjá ritstjóranum,
og tí havi eg eisini valt at
greitt frá mannagongd-
ini, hjá "seriøsu" monn-
unum aftanfyri blaðið
FREGNIR.
Eisini Sjálvstýrisflokk-
urin skuldi umboðast í
greinarøðini
"POLIT-
ISKA
KVØRNIN"
í
blaðnum FREGNIR.
Torbjørn ringir
Tað var arbeiðsgevarin
hjá Sjúrða Skaale Tor-
bjørn Jacobsen, sum iva-
leyst stendur fyri greina-
røðini, eitt slag av rit-
stjóra, sum ringdi undir-
ritaða upp fyri einum 10
døgum síðani, og bað
meg um at skriva eina
politiska
grein
til
FREGNIR, og orsøkin til
at hann bað meg var tann,
at hann hevði fingið at
vita at undirritaði var
formaður fyri Landsfelag
Sjálvstýrisfloksins,
og
bað meg tí av hesi orsøk
um at skriva greinina. Eg
játtaði, m.a. tí at Torbjørn
Jacobsen yngsti breiða
politiska umboðan í hes-
um teiginum sum eitur:
"POLITISKA KVØRN-
IN".
Torbjørn
Jacobsen
grundgav týðuliga orsøk-
ina: hann hevði biði
floksformannin í Sjálv-
stýrisflokkinum Kára P.
Højgaard um at skriva,
men orsaka av tíðarkrevj-
andi arbeiði í tinginum
bar tað honum ikki til.
Hann hevði eisini hugsa
um Eyðun Elltør, lands-
stýrismann fyri Sjálv-
stýrisflokkin. Av eini ella
aðrari orsøk bleiv hetta
av ongum, ella hevði
hann ikki fingið sam-
band við hann. Hetta
vóru í hvussu er boðini
undirritaði fekk.
Síðani skrivarin
Aftaná hesa góðgerð
leggur skrivarin hjá Tor-
bjørn Jacobsen Sjúrður
Skaale undirritaða undir
at vilja yvirtaka SJÁLV-
S T Ý R I S F L O K K I N.
Hann skrivar m.a. "Tað
er ikki at vera fyri, nú
Lasse aftur ætlar at
yvirtaka
Sjálvstýris-
flokkin". "Og hvat vit
føroyingar kunnu vænta
okkum, nú Lasse Klein
aftur ætlar at yvirtaka
Sjálvstýrisflokkin".
Arbeiðshátturin
Fyrst biðja teir um grein-
ina, síðani leggja teir
eina ætlan um hvussu teir
skulu
handfara
inni-
haldið í greinini, og reina
á tann hátt at skaða góð-
trúna greinskrivaran, og
leggja eina ætlan, alt
sjálvandi eftir innihald-
inum í greinini. Greinin
skuldi verða FREGNUM
í hendi nærum eina viku
aðrenn prenting av blað-
num, hetta tí at baksíðan
á blaðnum ivaleyst tørv-
aði tilfar. Skrivarin fær til
uppgávu at loypa út í orð,
og at sáa mistreysti niður
í ávís fólk.
Demokratiskur
felagsskapur
Hvørki Torbjørn Jacob-
sen ella Sjúrður Skaale
skulu verða í iva um, at
Sjálvstýrisflokkurin
hevur ein demokratiskan
felagsskap, og at tað
stendur limum floksins
púra frítt at velja síni
umboð.
Annars haldi eg at ar-
beiðshátturin hjá feðg-
unum:
Torbjørn
&
Skaale, er væl lýstur í
grein míni: "EIN SAM-
GONGA
Á
VEGA-
MÓTI".
Jógvan við Keldu
løgtingsmaður
Skymast verður nú í ymsar
ættir fyri at vita, hvar fleiri
byrðar kunnu leggjast á. –
Toll,- skatta,- og avgjalds-
trýstið kann ikki hækka.
Hvørja ferð fíggjarlóg
verður løgd, eru ynskini
fleiri enn tøkur peningur er
til. Betri tíðirnar eru, harð-
ari gerast krøvini frá fólki
innan- ella uttansindis po-
litiska heimin.
At skatta- og avgjalds-
trýstið á borgaran er vorið
nóg tyngjandi, ivast eingin
í.
Umframt, at ikki ber til at
hækka skatta- og avgjalds-
trýstið, skal gerast vart við,
tá nú játtanir bert skulu
flytast millum eindir og
stovnar, at ikki er líka mik-
ið, hvar hesar upphæddir
verða fluttar.
Fleiri fíggjarligar byrðar
Í samband við fíggjarlógina
fyri 2004, hevur talan verið
um at leggja fleiri fíggjar-
ligar byrðar frá landskass-
anum á kommunurnar.
At eitt nú hækka játtanir
til Landssjúkrahúsið meðan
Klaksvíkar Sjúkrahús verð-
ur nullstillað og játtanin til
Suðuroyar Sjúkrahús verð-
ur lækkað, tí roknað verður
við - eins og farin ár - at
landsstýrismaðurin setur
lítla játtan á til smærru
sjúkrahúsini,
so
kann
Fíggjarnevndin taka sær av
hesum, og Landssjúkra-
húsið eisini fær nakað
meiri í somu útbering.
Hetta er bílig, primitiv og
óverdug loysn, og fer ikki
at bera uppi.
Samstundis – fyri at fáa
meiri pening í avgjaldi –
ætlast fleiri inntøkur fáast
við at hækkað toll- og av-
gjøld á góðgæti, sodavatn
og plastikkposar.
Eisini havi eg skilt, at
samgongurflokkur okkara
Tjóðveldisflokkurin einki
hevur ímóti at hækka av-
gjøld, ið leggjast skulu á
borgaran.
Ikki fleiri avgjaldsbyrðar
á kommunurnar
Lat meg fyrst siga, at tað er
ikki bara ólátað, at lyfta
fleiri byrðum av landskass-
anum fyri at leggja tær á
kommunurnar, men hetta er
ómoralur. – Hesin hugburð-
ur byrjaði, tá Helena á
Neystabø sat sum lands-
stýrismaður í almannamál-
um, fyri at fáa hennara part
av fíggjarlógini at "ganga
upp", varð upphædd við-
víkjandi fríplássum innan
barnaansingina bert "kalt"
flutt til kommunurnar. –
Fleiri mótmæltu tá hesum.
Sjúkrahúsini líka fyri
lógini
Seinasta ár, vóru 2,4 mió.
krónur skerdar av Klaks-
víkar Sjúkrahúsi, sum vóru
ætlaðar til ortopediskar
skurðviðgerðir. Hetta hevði
við sær, at 20 færri skurð-
viðgerðir vórðu framdar.
Samstundis verða játt-
aðar fleiri upphæddir til
íløgur og í rakstri til
Landssjúkrahúsið, sum vit
vita ikki hevur havt tað so
gott av ósemjum, og hvørja
ferð, tá nýggj fíggjar-ætlan
skal leggjast, fáa vit sum
politikarar at vita, at "um
hesin peningur ikki verður
játtaður", verður Lands-
sjúkrahúsið fyri hóttafalli.
Lat meg eisini leggja
afturat, meðan eg skrivi, at
eg eri sera skeptiskur við-
víkjandi hesum nýggja rák-
inum, at senda sjúklingar í
eyst og vest og rokna við, at
nógvur peningur á hendan
hátt kann sparast.
Avgjøld til endamáls at
minka landskassahallið
At meiri peningur kemur í
landskassan – 30 mió.
krónur – av at taka avgjøld
fyri góðgæti, sodavatn og
plastikkposar, vísir heilt
greitt, at hesi avgjøld eru
ikki fyri at "minka um
heilsuvandan" hjá børnum
og verja umhvørvið, tí her
kemur jú meiri inn í
landskassan. Her er talan
kanska meiri um at "minka
um landskassahall".
Eg havi bert víst á hesi
trý málini. Her eru vit á
tunnum ísi..
Tjóðveldisflokkurin má
gera sær greitt, at ikki ber
til at taka meiri pening inn í
skatta- toll- og øðrum av-
gjøldum.
Vit í Fólkaflokkinum
mugu gera okkum greitt,
skal almenni sektorurin
ikki framhald-andi økjast,
má setast inn, har flestu
pengar verða nýttir.
Samgongan – øll sum
hon er – skal nú ansa sær,
skal hon koma væl burturúr
tíðini hon hevur eftir at
virka í.
Finnleif Guttesen
býráðslimur á Tvøroyri
Verandi samgonga sigur, at
yvirtaka kommunurnar ikki
barnaverndar- og eldraøki
sjálvboðin, so noyða vit
tykkum til tað.
Orsøkin
Til at leggja út til komm-
unurnar skal vera hugtaki
nærleiki? Høvdu vit nú búð
í USA, Kina ella øðrum
størri landi kundi ein skilt
hetta, men í Føroyum er
grundgevingin ørvitistos og
undanførslur.
Tí veruliga orsøkin er ein
fíggjarligur spurningur og
einki annað, tí landið hevur
turka útreiðslur av uppá
kommunurnar og ætlar at
blíva við, til fíggjarlógin
hjá landinum hongur sam-
an..
27,4 prosent í
kommunuskatti
Barnaverndarøki
kostar
umleið 55 mill krónur um
ári og er ætlanin, at komm-
unurnar
kunnu
hækka
skattaprosenti 0,9 meðan
landið lækkar sítt tilsvar-
andi.
Eldraøki skal brúka 114
mill krónur í nýbyggingum
og árliga 112 mill krónur í
øktum rakstrarútreiðslum,
bert fyri at nøkta bráfengis
tørvin á eldraøkinum.
Eftir útrokningargrund-
arlagnum á barnaverndar-
økinum gevur hetta eina
øking av kommunuskatta-
prosentinum uppá 4 pro-
sent.
Fyri
Tvøroyri
hevði
skattaprosenti hækka frá
22,5 til 27,4 prosent og
sjálvt um landsskatturin
lækkar tilsvarandi verða tað
tey lágløntu, sum blíva
rakt, tí tey merkja komm-
unuskattaprosenti mest.
Løgmaður og
Almannaráðharrin
Bæði løgmaður, sjálvt um
tað er ivasamt hvat ein kann
leggja í hvat hann sigur og
embætisfólk hava sagt , at
tað kemur at taka 5-10 ár
áðrenn tað fíggjarliga býti
er klárt millum land og
kommunur. Men Almanna-
ráðharrin,
fyrrverandi
kommunupolitikari sigur,
at barnaverndarøki skal
yvirtakast 1.januar 2004 og
eldraøki 1.januar 2005.
Ein má undrast yvir, hvat
hesin ráðharrin hevur ímóti
kommununum og hví, tí
ongar sakligar grundgev-
ingar eru fyri at skunda
hesi mál ígjøgnum, uttan
sjálvsagt tær fíggjarligu
fyrimunirnir hjá landinum.
Undirtøkan frá
kommununum
Sum gísli er tú ofta noydd-
ur at gera sum gíðslatakarin
(landið) sigur, men tað er
ørskapur frá fólkavaldum
kommunupolitikarum,
eisini teimum sum sita á
tingi, at taka undir við
hesari framferð hjá al-
mannaráharranum, tí hvat
liggur veruliga aftanfyri
hesum, at skunda hesi týdn-
ingarmiklu og fíggjarligu
stóru mál ígjøgnum so at
landið sleppur undan út-
reiðslum og íløgum??????
Land og kommunur
Tað hevur ikki gingið betri
ella verri hjá kommunum
enn hjá landinum, tí skuldi
tað ikki verið nøkur orsøk
til at landi turkar sínar
fíggjarligu byrðar av uppá
kommunurnar.
Nakrar kommunur hava
hækka, aðrar hava lækka
sítt skattaprosent alt eftir tí
fíggjarligu støðu komm-
unan er í og tá ið landi
hevur lækka sítt skatta-
prosent, so má tað sjálvsagt
verða tí landið hevur ráð til
tað, ella?
VIÐMERKINGAR
Kommunurnar gíslar hjá landinum
Biðin um at skriva
grein í FREGNUM
Samgongan skal ansa sær
- her verður spælt høgt spæl
Svenning Borg
Vágur
Nú okur stýra á full-
veldisleið, koma ymiskir
boðar fyri á kósini.
Okra kæri landskassi
fer ikki nokk av peningi
inn og eru tí hyggjuráð-
ini, at skatta alt tað
lakressi, sum børnini eta.
Tað kann lættliga blíva
til einar tjúgu milliónir í
skatti,sum børnini skulu
gjalda, fyri at eta lakress.
Hugsi
um
,hvussu
nógv almenn størv hjá
fullveldissamgonguni
kunnu setast afturat, fyri
lakress skattin hjá okra
børnum.
Hvat verður tað næsta,
kanska ein skattur fyri at
anda føroyska luft niður í
seg, tað verður so full-
veldisluft, í hesum full-
veldistíðum. Leingi livi
lakressveldi.
Jú, mangt er undarligt í
hesi verð.
Fullveldið
C
M
Y
K
11
10