Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-05-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mai 1996síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 102 — 31. MAI 1996 virkir og nógv fólk, sum ikki hevur arbeiði og ti er tað mótsigandi. at so nógvur fiskur fer av landinum til onnur at virka, sigur hann Svartkalvin longu í vanda Svartkalvaveiðan undir Føroyum hevur ligið mill um 1000- 2000 tons í mong ár. Men síðan menn eru farnir at royna við gørnum eftir svartkalva, er veiðan økt munandi. Eisini hava trolararnir lagt seg meira eftir svartkalva. ICES mælir til, at veiðan eftir svartkalva eigur at minka munandi. Men hetta hevur ikki bert við føroysk vidurskiftir at gera. — Svartkalvastovnurin er ikki føroyskur burturav. Vit hava ein felagsstovn við Ís- land og Eysturgrønland. ICES hevur ikki skotid upp, hvussu nógv tað einstaka landið skal veiða av svart- kalva. Í Íslandi fór veiðan munandi upp herfyri og úrs- litið var, at nógv minni var at fáa. Stovnurin tolir ikki nógva roynd. Íslendingar eru farnir djypri og teir hava økt um effektivitetin, men veidan er minkad stødugt. Stovnsmetingin vísir, at veiðutrýstið er alt ov høgt og at tilgongdin hevur verið vánalig. Tí mælir ICES til í 1997, at veiðutrýstið skal minkast við heilum 60 pro- sentum, fyri at bremsa hesi niðurgongdini í gytingarstovninum. Hvussu veiðan verður býtt millum londini er ein politiskur spurningur, sigur hann — Skal veiðan eftir svart- kalva minkast við 60 pro- sentum, so verður veiðan fyri øll trý londini í komandi ári ikki meir enn 13.000 tons. I 1994 veiddu føroy- ingar 5000 tons og hetta tal lækkaði nakað í fjør niður um 4000 tons. í Íslandi er veiðan lækkað niður í 27.- 000 tons. Í 1989 fiskadu teir 60.000 tons av svartkalva Í Eysturgrønlandi hevur gongdin verið tann sama sum i Førovum. Tá bátar hava roynt við gørnum, so er fiskiskapurin komin uppá eini 4-5000 tons um árið Jik up Rein: rr Tí kunnu vit ikki siga, at svartkalvaveiðan undir Før- oyum og í Grønlandi skal skerast so nógv niður sum í íslandi, sigur Jákup Reinert Upsin illa fyri Upsin hevur skrantað í longri tíð. Vit hava vitað um hetta, men vit hava hildið fast við eina høga heildar veiðu, fyri at spara toskin. Vit vistu, at hetta var vága- verk og nú vísir tað seg, at stovnurin ikki hevur tolt nógvu veiðuna, tí ongin til- gongd er komin til stovnin, sigur Jákup Reinert. — Hví ongin tilgongd hev- ur verið til stovniner ein gáta. Øl! minnast árini 1989, 90 og 91, tá so nógvur seiður var inni við land, at ein næstan kundi ganga á honum. Hesin seiður sæst ikki aftur í fiskiskapinum. Nú fæst næstan bert gamal fiskur. Men nógv av hesum seiðinum var sjúkur. Nógv svam við búkinum uppeftir, sigur hann. — Trupulleikin er, at tá vit hava eitt høgt veiðutrýst og ongin tilgongd er, so minkar gytingarstovnurin ov nógv. Gytingarstovnurin er mettur til 64.000 tons i år og i fjør uppå 66.000 tons. Tå stovn- urin er væl fyri, tå skal gyt- ingarstovnurin helst liggja millum 70-80.000 tons Gjøgnum åttatiårim lå hann væl omanfyri 100.000 tons Frá 1990 er hann minkaður javnt niður til 64.000 tons Hetta er tað lægsta vit vita um, sigur Jákup Reinert - Siga vit at 27.000 tons verða veidd í år, so vil gýt- ingarstovnurin næsta ár verða 59.000 tons og við sama veiðurtrýsti í 1997, so vil hann verða komin niður á 58.000 tons. Tá er stovn- urin komin so langt niður, at vandi kann verða fyri gýt- ingini. Eftir sum ongin góð- ur árgangur er komin undan hesum — gytingarårgang- unum, so mælir ICES til, at veidutrystid verdur minkad vid minst 20 prosentum Hetta merkir, at i 1997 kunnu í mesta lagi veiðast 21.000 tons. sigur Jákup Reinert tifrødingur Mynd: Kalmar FØROYA LANDSSTYRI Løgmansstjori Í sambandi við at Foroya Landsstyri sambært stýrisskipanarlógini fer frå einari skipan við felagsåbyrgd til eina skipan við ráðharraábyrgd á Olavsøkudegi 1996, verður ein nýskipan framd av landsfyrisitingini við tí fyri eyga at menna og styrkja meginfyrisiting- ina. Hetta ber í sær, at skipað verður ein løgmansskrivstova og fimm aðalstýri. Aðal- stýrini verða: Fíggjarmálastýrið, Fiskimálastýrið, Vinnumálastýrið, Undirvísingar- og mentamálastýrið og Almanna- og heilsumálastýrið. Til at stjórna Løgmansskrivstovuni verður við hesum lýst eftir einum løgmans- stjóra. Starvið sum legmansstjóri verður sett frá 1. juli 1996 at rokna ella skjótast tilber. Starvið sum logmansstjóri Logmansstjórin verður forstjóri fyri landsfyrisitingini. Umframt at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Legmansskrivstovuni fer hann at hava fyrisæti av teimum samskipandi uppgávunum viðvíkjandi mannagongd í sambandi við fyrireikan av landsstýrismálum og viðvíkjandi starvsfólkapolitikki. Eisini verður hann ráðgevi hjá aðalstjórunum umframt fremsti ráðgevi løgmans. Hann fer harafturat at hava høvudsåbyrgdina av, at nýskipanin av landsfyrisitingini verður framd. Í hesum sambandi verður hann formaður í einum stýrisbólki, sum verður hægsti fyrisitingarligi myndugleiki nýskipanarinnar. Í stýrisbólkinum verða umframt løgmans- stjóran teir fimm aðalstjórarnir. Aðalsetningurin hjá stýrisbólkinum verður sostatt at evna til og seta í verk endaligu nyskipanina av landsfyrisitingini. Sambært nýskipanaruppskotinum verður ein løgdeild, ein samskipanardeild og ein starvsfólkadeild á Løgmansskrivstovuni. Harumframt verður ein løgmansritari og ein nýskipanarstova. Hendan verður skrivstova hjá stýrisbólkinum. Hovuðsuppgávur e Starvsfolkavidurskifti, herimillum sáttmálasamráðingar, såttmålatulkingar, lønir 0.a. Uttanlandspolitikkur Undirgrund, fiski- og undirgrundarmark Altjóða samráðingar Norðurlendskt samstarv, ES o.a. Samskipan av dagliga virkseminum hjá Løgmansskrivstovuni Eftirkanning av lógaruppskotum og løgfrødilig responsa Heimastýrislógin Nýskipan av landsfyrisitingini Almenn forleikakrov Tað verður sett sum krav at umsokjarin hevur eina akademiska útbúgving og leiðslu- royndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum. Tey, sum ikki eru akademikar- ar, men hava royndir innan samsvarandi virkisoki, umframt at hava luttikiå í skeiðvirk- semi og viðkomandi útbúgvingum, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar eiga at verða forir fyri at orða seg bæði skrivliga og munnliga á foroyskum, donskum og ensk- um máli. Umráðandi er, at tann ið settur verður hevur nútíðar leiðslueginleikar, innlit í politisk viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í einari politiskari fyrisiting Dentur verður lagdur á eginleikar so sum evni til at eggja og menna leiðarar og starvs- fólk, góð samstarvsevni, vilja til at royna nýggj virkisøki og áhuga fyri avbjóðingum Setanarvidurskifti Starvid verður lønt í 40. lønarflokki eftir sáttmálanum millum tænastumannafelagið og Føroya Landsstyri. Nærri upplysingar Í sambandi við nyskipanina av landsfyrisitingini er gjørd ein frágreiðing, ið fæst við at venda sær til landsstýrið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum, fáast við at venda sær til Finn Norman Christensen, forstjóra, tlf. 1 1080. Umsókn Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli, skulu stilast til løgmann, og sendast til Foroya Landsstyri att.: Finn Norman Christensen, forstjóra, postsmoga 64, 110 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin tann 21. juni 1996. Bræv- bjålvin kann merkjast »Nyskipan«. Allar umsóknir verða viðgjordar í trúnaði.