Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 17. september 2003 15 føroyskum nevnt »Ból og biti«, ið er tann gistingar- hátturin, sum í løtuni vind- ur mest upp á seg í Álandi, sigur ferðavinnustjórin. Fólk vilja líkasum ikki binda seg at nøkrum ávís- um staði, tí so góðir møgu- leika eru at ferðast á oyggj- unum. Nógv fólk nýta góðu møguleikarnar at súkkla á Álandi. So er tað bátafólkið, sum kemur allastðani frá. Tey kunnu til dømis væl finna upp á at lata bátin liggja á Álandi, meðan tey fara ein tollfrían túr við ferjunum og koma so aftur til bátin at vera turista í Álandi nakrar dagar. Tað eru ógvuliga nógvir seglbátar í økinum um summarið. Tey hava ikki neyv hagtøl fyri, hvussu fólk ferðast, men siga seg hava eina kenslu av, at nógv fólk koma aftur ár um ár, sigur Jari Virtanen. Kanska eini 60 prosent, heldur hann. Tó hevur tað víst seg, at finnar eru farnir at ferðast meira til Estlands í sein- astuni, tí har er so bíligt. Men nú Estland fer upp í ES eisini, vænta álending- ar, at teir fara at fáa finn- arnar »heimaftur«. Lágt arbeiðsloysi Arbeiðsloyvið er heilt lágt á Álandi. Bara 1,9 prosent av álendingum eru skrá- settir sum arbeiðsleysir, Tað er tað næstlægsta i Europa. Bara Ísland liggur lægri, sigur ferðavinnu- stjórin. Nógv fólk arbeiðir í ferðavinnuni. Men tey flestu hava tó annað arbeiði eisini. Serliga í vetrarhálv- uni, sigur Jari Virtanen. Kortini roknar hann við, at eini 20 prosent av álend- ingum arbeiða í ferðavinn- uni. Handilsvinnan hevur eis- ini góðar dagar, vísir hann á. Tað eru rættiliga nógvir handlar í eitt nú Mariehamn í mun til fólkatlaið. Og eini 20-30 prosentum av øllum umsetninginum standa ferðafólkini fyri. Nógv sigla, sum vera man, við ferjunum. Eini 60 prosent av samlaða finska flotanum er skrásettur í Álandi. Tað koma einar 20 av hesum stóru ferjunum til Álands um samdøgurðið. Men hvørvur Tax Free avtalan við ES, fer hetta tal at minka niður í einar tríggjar, fýra, óttast tey fyri í álendsku ferðavinnuni. Álendingar hava góðar vónir, men halda tó, at ov fáir sviar kenna nakað av týdningi til Álands. Teir fara heldur til Gotlands, sum teir jú eiga sjálvir, sigur Jari Virtanen. Marknaðarføring Tað verður gjørt nógv burtur úr at marknaðarføra Áland sum ferðamanna- land. Og tað er sjávlandi eisini neyðugt, um ferða- fólk skulu fáast til landið, sigur Jari Virtanen, stjóri í Ålands Turism. Ferðavinnan verður marknaðarførd sum ein- hvør onnur størri fyritøka. Einum 10 ymiskum mess- um eru tey á árliga. Tað er alt frá vanligum ferða- vinnumessum til meira avmarkaðar so sum veiðu- og fiskivinnumessur, har teir eisini vísa sínar møgu- leikar sum ferðamannaland fram. Á hvørjum vári eru álendingar í stóru svensku og finsku handilsstøðunum við sínum faldarum og filmum, umframt básum og øðrum, sum sigur frá, at teir eru til. Tøkniliga eru teir væl fyri. Heimasíðurnar eru fleiri, og tær verða dúgliga vitjaðar. Alt hetta gevur so tilsmans ein umsetnig í ferðaráðnum upp á einar 2,5 milliónir evrur ella umroknað til okkara pening einar 18- 19 milliónir krónur. Teir marknaðarføra seg eisini serliga til skúlar og pensionistar, og tað gevur eisini úrslit. Rættiliga nógvir skúlaflokkar koma til Álands, upplysir ferða- vinnustjórin. Tað er lætt at fáa hendur á ferðaseðlar og annað, tí tøknin er so væl fyri, at alt kann gerast á internetinum, vísir Jari Virtanen á. Tað koma væntandi nógv baltisk ferðafólk til Álands, tá Estland fer upp í ES, og tollfríu ruturnar millum Tallin og Helsinki halda uppat, heldur Jari Virtanen, stjóri í álendska ferðaráðnum Søga og náttúra fylgjast og kunnu geva ferðamanninum stórar upplivingar 15 14 Nr. 175 - 17. september 2003 Tá Estland verður limur í ES komandi ár, vænta Álendingar nógv ferðafólk úr baltisku londunum til Álands. Tá verða tollfríu ruturnar millum Tallin og Helsinki niðurlagdar og eftir øllum at døma lagdar um Áland FERÐAVINNA orð og myndir: Edvard Joensen Áland: Álendingar fáa nógvar inntøkur av ferðavinnuni. Serliga teim- um, sum koma fram við á tollfríu ferðunum millum Finland og Svøríki. Og næsta ár kemur Estland helst upp í hesa rutuna eisini. Álendska ferðavinnan er ein rættiliga stór fyritøka, sigur Jari Virtanen, sum er stjóri á álendska ferðaráð- num, Ålands Turism. Sam- anlagt meta tey seg hava umleið 1,8 millión vitjandi árliga, greiðir hann frá. Tey koma fyri allarstørsta partin við stóru ferjunum, sum leggja at í Álandi á rutunum millum Finland og Svøríki. Av hesum fara umleið 700.000,- í land og brúka pengar. Og aftur eini 300.000,- liggja nátt í Álandi. Eina ella fleiri nætur hvør. Tað, sum álendingarnir nevna »landbaserade turist- er« gera út fyri umleið ein fimting av samlaðu brutto- tjóðarúrtøkuni, metir Jari Virtanen. Verður so beinleiðis ferðavinnan løgd sman við sjóvinnuni, sum mestsum øll er grundað á ferjurnar, klára tær báðar tilsamans heili 55 prosent av brutto- tjóðarúrtøkuni, sigur hann. Av hesum nógvu ferða- fólkunum eru serliga tveir høvuðsbólkar, sum tey vísa á í Álandi. Tað eru sviar og finnar, sum telja umleið eina hálva millión ferðafólk árliga. Sviarnir eru kanska heldur fleiri í tali. Hini koma so alla møguliga staðni frá, sigur hann. Týskarar, sum vanliga ferðast nógv og víða, eru ikki so øgiliga nógvir á Álandi kortini, um hugt verður at samlaða talinum. Men teir koma í land og síggjast aftur har. Einir 10.000 munnu teir kortini vera, og teir kom mest í august, hava tey lagt merki til í álendsku ferðavinnuni. Fleiri enn Síðan samrøðan varð gjørd, hava estlendingar gjørt av, at teir vilja upp í europeiska samveldið, ES. Og tað fer uttan iva at gera, metir Jari Virtanen, at tað koma enn fleiri ferðafólk til Álands. Tað grundar hann á, at tann tollfría rutan, sum verið hevur millum Estland og Finland, fer at verða niðurløgd. Men framvegis hevur Áland sína óføru avtalu í so máta, og tað fer helst at gera, at okkurt reiðarí fer at leggja sínar ferjur umvegis Áland á ferðum sínum millum Tall- in og Helsinki. Tað er ein hampiligur umvegur at fara, men pengar kunnu av- gera nógv, heldur álendski ferðavinnustjórin. Tað fer umframt at geva álendingum fleiri baltiskar gestir, eisini at gera, at fleiri týskarar fara at vitja Áland, er hann sannførdur um. Tað ljóðar øgiligt við teimum tølum, givin verða upp. Men tað er eingin trupulleiki at herberga hes- um fólkunum kortini, sigur Jari Virtanen. Tó ásannar hann, at í juli mánað er trongt. Men til aðrar tíðir er mestsum altíð pláss at hýsa fleiri fólkum, sigur hann. Umstøðurnar eru góðar til júst ferðavinnu. Einir tríggir golfvallir eru í Álandi. Møguleikarnir at sigla finnast ikki betri aðra- staðni, og arbeitt verður við at fáa ráðstevnu- og ment- anardepil eisini, soleiðs at til ber at fáa tann partin av ferðavinnuni við. – Vit arbeiða við at spjaða ferðavinnuna meira út yvir alt árið, sigur Jari Virtanen, stjóri í álendska ferðaráðnum. Gisting Tað eru nógv seingjarpláss til ferðamannin, sum kemur til Álands. Har finst alt frá primitivum smáttum til fyrstafloks hotel. Tað eru umleið 1.000 seingjarpláss á teimum 500-600 hotelrúmunum, sum eru á Álandi, greiðir Jari Vitanen frá. Men tað vísir seg kortini, at tað, sum er meira umbiðið á landi enn hotellini, eru smátt- urnar. Og tað er alt frá teirri einføldu smáttuni við eini góðari gamaldags bukku uttanfyri, til fimmstjørnað frítíðarhús, sum tey eisini klára at lata ferðamannin- um. Mest eru tó trístjørn- aðu smátturnar umbidnar. Men okkurt er til øll. Eini 4.000 seingjarpláss eru í teimum mongu smáttunum, sum álendska ferðavinnan hevur til taks. Tjaldingarplássini eru eini fimm-seks í tali. Og so er tað Bed & breckfast, á Álendingar vænta nógv baltisk ferðafólk Tað eru rættiliga góðir møguleikar at ferðast við báti í Álandi. Nógvastaðni ber til at fara á land at hugna sær C M Y K 14