mikudagur 17. september 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 175 - 17. september 2003
Nr. 175 - 17. september 2003
17
Leygarkvøldið var
fyrsta umfarið av
Gospel Prixnum hild-
ið. 300 áskoðarir
høvdu funnið leiðina
til Mentanarhúsið,
har fýra teir fyrstu
gospelbólkarnir
kappaðust um finalu-
pláss. Hetta kvøldið
gjørdist eitt fantast-
iskt kvøld við góðum
tónleiki og góðum
stemningi
GOSPEL PRIX
Henny Olsen
- Um tit ætlað tykkum at
buha, so skulu tit gera tað,
áðrenn hetta byrjar, tí tað er
ikki loyvt at buha eftir
bólkunum. Um tit gera tað,
so verða tit koyrd út, tí her
ganga also vaktir runt.
Hetta vóru tey eitt sindur
skemtiligu boðini, ið allir
áskoðarirnir
fingu,
tá
Gospel Prixið fór í gongd
leygarkvøldið. Hetta tiltak-
ið er heilt nýtt, men sum
Eyðun Jacobsen, ein av
fyriskiparunum, sigur, so er
hetta kanska eitt alternativ
til tað væl kenda Prix
Føroyar.
Hetta tiltakið var fyrstu
ferð í huganum á fyriskip-
arunum fyri mánaðum síð-
ani. Tey vildu hava eitt til-
tak, sum snúði seg um Gud
og gospeltónleik. Síðani
fóru tey undir at fyriskipa
tiltakið og spyrja seg fyri.
Áhugin fyri tiltakinum
var stórur beinanvegin.
Fleiri hildu hetta vera eitt
gott hugskot og ein avbera
góður møguleiki at koma út
tí, sum lá teimum á hjarta.
Bara ein stuðul
Peningaliga
er
tiltakið
næstan ein syrgisøga. Fyri-
skiparirnir søktu um stuðul
frá 30 fyritøkum, men
fingu bert stuðul frá einari,
Vónini. Sjálv eru tey ikki
so kedd um úrslitið, tvørt-
urímóti. Tey fingu fyri tað
mesta positiv svar frá fyri-
tøkunum,
men
tíverri
kundu hesar fyritøkur ikki
geva peningaligan stuðul.
Gospel Prix verður skip-
að á líknandi hátt sum Prix
Føroyar. Tiltakið er býtt í
tvey
undanumfør,
har
nummar 1 og 2 fara víðari í
finaluna. 4 bólkar verða so
í finaluni, har kappast verð-
ur um eina uttanlandsferð
til ein festival, studiotímar
og pening til tónleika-
útgerð.
Rættiligt lív í
Umfarið, sum var leygar-
kvøldið, gekk sera væl.
Um 300 áskoðarir vóru
og lurtaðu, meðan heili 100
hjálparfólk gjørdu sítt til, at
tiltakið varð, sum tað
skuldi. 300 áskoðarir ljóðar
ikki av nógvum, men inni í
Mentanarhúsinum var so
góður stemningur, at tað
lættliga kundi lumpa. Har
var rópað, klappað, sungið
og alt tað, sum hoyrir ein-
um prixi til.
Bólkarnir til hetta umfar-
ið vóru Trace, Scot, Direct
level og I AM.
Allir vóru teir væl bakk-
aðir upp, og ikki kundi sig-
ast áðrenn, hvør vinnarin
fór at verða. Frá fyriskipar-
inum frættist, at kappingin
var heilt einastandandi tøtt,
men tað gjørdist I AM, sum
dróg longsta stráðið. Teir
eru nú á veg til finaluna,
har eisini tvey´arin Direct
Level verður at hoyra.
I AM kláraði við sínum
royndum at fáa rættiligt liv
í áskoðarnar. Við sangum
sum "Believe" fingu teir
alla áskoðarafjøldina at
hoppa og syngja við.
Teir vóru tó heilt yvir-
raskaðir av at vinna og
søgdu, at hinir bólkarnir
vóru heilt suverenir. Teir
tóku eitt nú Scot sum dømi,
har tvey mannfólk bara við
røddum sínum og einum
guitara, fingu áskoðararnar
at droyma seg langt burtur
til eksotisk lond.
Dansibólkar á
pallinum
Dømingin er eisini skipað
sum Prix Føroyar. 6 dómar-
ir gingu anonymir runt, og
eingin visti rættiliga, hvørj-
ir hesir vóru. Hesir eru allir
millum 20- 30 ára aldur, og
kunnu við arbeiðum sínum
kvalifiserast. 4 av teimum
eru tónleikarar, ein er sol-
istur og ein er ljóðteknikari.
Í Mentanarhúsinum var
ikki
bara
tónleikur
á
skránni. Meðan dómarirnir
sótu við sínum blokkum og
samráddust, vóru tríggir
dansibólkar á pallinum.
Hesir bólkarnir, sum eru
Jump, A2J og Colour, halda
til dagliga til í Kelduni.
Hesir dansibólkar mintu
nógv um amerikansku hip-
hop- dansararnar, men sum
við øllum øðrum hetta
kvøldið, so var endamálið
við hesum eisini at boða
um Guðs orð. Hetta fekk
eisini lív í tað spentu fjøld-
ina, sum stóð og bíðaði eftir
úrslitinum.
Næsta umfar verður 27.
september, har bólkarnir
fara at kappast um tey
seinastu plássini í finaluni.
Braquet, Crescendo, In
Getsemane,
Thirst
og
Credo taka tá yvir, og hetta
verður nokk ikki so ringt.
Við tí somu áskoðara-
fjøldini sum var nú leygar-
kvøldið, sær tað longu út til
at blíva eitt heilt fantastiskt
kvøld við góðum tónleiki
og góðum stemningi. Final-
an verður 11. oktober, og
eru nógv longu farin at telja
niður.
I AM gjørdist fyrsti vinnarin
Birgir Sigurðsson og hinir í
I AM vunnu fyrra
innleiðandi umfarið av
Gospel Prixnum
Mynd: Maria Olsen
Direct Level vann sær eisini
pláss í finaluni
Mynd: Maria Olsen
Tað er ein æra, at
hennara bók kemur
út á føroyskum, segði
Madonna á einum
stórslignum tíðinda-
fundi í París mána-
dagin, har øll heims-
pressan var til staðar.
Hon noyddist at svara
meiri og minni
ágangandi spurning-
um, men dugdi væl at
benda samrøðuna inn
á tað, sum alt snúði
seg um: Barnabókina
»Ensku rósurnar«
MADONNA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Sosialurin, París: »I am
flattered. Delighted.«
Madonna spardi ikki
lýsingarorðini, tá Sosial-
urin spurdi hana, hvat henni
dámdi, at hennara barnabók
eisini er útkomin á føroysk-
um, ið er nógv tað minsta
málið, bókin er týdd til.
Hon helt tað vera ein æra,
hon er glað og smikrað,
segði hon bart út.
Hon spurdi, hvar Føroyar
lógu, og tá hon fekk fortalt,
at tær lógu miðskeiðis í
Norðuratlantshavinum og
høvdu smáar 50.000 íbúgv-
ar, skemtaði hon, at so fór
bókin helst at selja 50.000
eintøk í Føroyum.
Hon fekk láturin fram í
stóru fjøldini av tíðinda-
fólkum, sum var komin
saman í París at fylgja við,
tá fyrsta barnabók hennara
av fimm, »English roses«,
kom á gøtuna. Og yvir-
høvur vísti Madonna, at
hon er ein umhugsin og
kvik kvinna, sum ikki er
soleiðis at taka av fótum.
Hóast spurningarnir mang-
an vóru bæði naskir og
tápuligir, so dugdi hon væl
at svara fyri seg og prógv-
aði, at hon hevur bæði dýbd
og fynd.
Fjepparar og
tíðindafólk
Talan er um ta størstu verk-
ætlanina av sínum slagi
nakrantíð verður sagt.
Samprent er vanligt í
dag, men tað sigst, at ong-
antíð áður er ein bók út-
komin á 30 málum í 100
londum í einari millión ein-
tøkum samstundis.
Mándagin seinnapartin
var bókin alment løgd fram.
Tað hendi í bakandi sól í
París á sjálvum Hotel Ritz.
Minni kundi ikki gera tað.
Hóast lovað var, at tíðinda-
fundurin
skuldi
byrja
klokkan 16, kom Madonna
ikki fram fyrr enn ein lítlan
tíma seinni. Sum ein røtt
Primadonna.
Fjepparar í stórum tali
stóðu og royndu at fáa eina
mynd ella eitt orð frá mega-
stjørnuni, og heimspressan
var væl mannað á tíðinda-
fundinum. Trygdin var í
hásæti, og áðrenn vit komu
fram til sjálvt fundarhølið,
skuldu vit ígjøgnum tríggj-
ar eftirlitsstøðir.
At
Madonna
hevur
stjørnustatus og er ein fyri-
mynd hjá nógvum vitnaði
atburðurin
hjá
einari
franskari
tíðindakvinnu.
Hon staðfesti, at hon elsk-
aði Madonnu og vildi geva
henni eina gávu. Tá hon
ikki slapp framat, gjørdist
hon ómøgulig. Madonna
svaraði róliga aftur, at hon
kundi vísa sín kærleika við
at tiga. Men tá tað ikki
eydnaðist, var hon blakað
út. Á vegnum út rópti hon,
at hon vildi bara mussa
Madonnu.
Nú
er
hon
uppsøgd.
Moralskur boðskapur
Spurningarnir vóru nógvir
til Madonnu, sum gjørdi
sítt til at svara ágangandi
pressuni, sum var alvápnað
við myndatólum og skrivi-
blokkum.
Sjálvandi slapst ikki und-
an, at dyrgt var eftir, hvussu
provokatørurin, sum hevur
skakað,
provokerað
og
skrivað bókina »Sex«, full-
komiliga kann skifta stíl og
skriva moralskar barna-
søgur.
– Eg havi bara fylgt tí
vegnum, sum mítt lív er
gingið. Tá eg skrivaði bók-
ina »Sex« var eg á einum
staði í lívinum, har eg vildi
flyta mørk og granskaði
meg sjálva. Eg hevði rætt
og slætt áhuga fyri mær
sjálvum og dámdi at vísa
meg fram. Nú havi eg fing-
ið børn, og tá broytist alt
sjálvandi. Sum mamma
havi eg áhuga fyri øðrum
enn mær sjálvum og hyggi
at børnum, segði Madonna.
Madonna duldi ikki, at
íblásturin til bókina stavar
frá hennaragransking av
Kabbalah trúnni.
– Kabbalah snýr seg um,
at tað er ein lívgevandi
kelda, sum kann vera Gud.
Hvør av teimum fimm bók-
unum snúgva seg um,
hvussu vit kunnu missa
sambandið við ta kelduna. Í
fyrstu bókini snýr tað seg
um
øvundsjúku,
sigur
Madonna.
Við fyrsta gjøgnumlestri
av bókini er kortini skjótt at
staðfesta, at hon ikki er
nøkur religiøs bók. Heldur
er talan um eina ævintýr-
kenda bók við einum sterk-
um morali. Bókin er væl og
einfalt skrivað og er lætt
lisin frá børnum úr seks ár-
um uppeftir.
Hóast nøkur slaturkend
tíðindafólk vildu snúgva
prátið inn á slík evni, sum
hví hon kysti poppgentur-
nar, so helt Madonna seg
fast til bókina. Í bókini vísir
tað seg, at Bina, sum hinar
genturnar øvunda, onga
mammu hevur og hevur úr
at gera at hjálpa pápa sín-
um. Tað fekk ein journalist
at spyrja, hvussu tað var at
vera móðurleys sum barn.
– Tað var hart. Eg føldi
ein stóran sakn og sorg.
Men tað gjørdi meg eisini
til tann yvirlivaran, eg nú
eri, segði Madonna, sum
soleiðis dugdi at vinna sær
hjørtuni hjá sjálvt teimum
mest kritisku.
Madonna er smikrað av
føroyskari útgávu
Madonna spurdi um
Føroyar, tá ið hon hitti
Sosialin í París
Mynd: Ingi Rasmussen
C
M
Y
K
17
16