mikudagur 17. september 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 175 - 17. september 2003
Nr. 175 - 17. september 2003
19
Frits Johannesen
Sum ein gongustjørna fór Lone
Hertz við rúkandi ferð inn í
Opinberingina. Hon var
einsamøll á palli í gráum ella
hvítum búna við einum svørtum
teppi aftan fyri seg síðsta
fíggjakvøld í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði. Myndin í sjálvum
sær av kvinnuni var einkul. Hon
sat í lotusstillingi og bað ella í
meditatión eina fitta løtu, áðrenn
hon reistist úr sæti umbroytt av
spádómum og sjónum úr
Opinberingini. Tað skal gott mót
til at fara ígjøgnum hesar skriftir
uttanat og leggja sál og likam til
í rørslum, orðum og ørindum
uttan steðg í hálvan annan tíma.
Opinberingina er sett saman av
tveimum pørtum, brøvini til
samkomurnar Lítlaasiu (kap. 2
og 3) og einari apokalypse (
kap. 4 - 21) - skriv við
guddómiligum íblástri, sum
sigur okkum, hvat fer at henda í
komandi tíðum serliga um
dómadag. Sum dømi um hetta úr
Bíbliuni kunnu nevnast
Dánjalsbók í Gamla Testamenti
og Jóhannusar Opinbering i
Nýggja Testamenti.
Eitt sindur um
Opinberingina
Lone Hertz var komin higar til
landi, at spæla einmansleik við
tekstinum bókstaviliga úr Opin-
beringini. Havi altíð hildið hesar
skriftir vera sera torskildar ja,
ikki bara hjá leikum, men tað
hevur eisini staðið á hjá lærdum
at tulka Opinberingina. T. d.
brøvini, sum eru stílað til ávísar
samkomur í Lítlaasiu - 7 í tali-
(Efesus,Smyrna, Pergamum,
Tyatira, Sardes og Filadelfia) og
vit kunnu spyrja: Hví eru bert
hesar samkomir valdar út, meðan
t. d. samkomurnar í Milet,
Kolosse, ella Hierapolis ikki fáa
nakað bræv? Onkur meinar at
brøvini eru fiktiv, men er hetta
kanska ikki rætt, tá ið
høvundurin bert velir 7
samkomur út í Lítlaasiu, at senda
hesi skriv til. Onnur halda at
stílurin í brøvunum ber boð um,
at brøvini í vavi og bygnaði eru
ætlað til allar kristnar samkomur
í Lítlaasiu.
Opinberingin er skrivað undir
forfylgingini av teimum kristnu
undir stýrinum hjá Domitian(us),
sum livdi frá 51- 96 og keisari
frá 81 - 96 eftir Kr. f. Ikki bert
ágangur uttanífrá merkti
samkomurnar, men eisini stríð
innanhýsis um fatanina av
kristindóminum. Hetta var ikki
bert galdandi fyri tær 7
samkomurnar í Lítlaasiu, men
var fyri alla ta kristnu kirkjuna.
Talið sjey gongur aftur nógva-
staðni, tí kann eisini hugsast, at
høvundurin hevur lagt seg eftir
einari ávísari rytmu, sum
eyðkennir skriv bundin at hesum
heilaga tali.
Sum sagt, eru tað sjey brøv,
men í Opinber-ingsbókini eru
eisini sjey innsigl ( kap. 5 - 7) ,
sjey lúðrar (kap 8- 11) og sjey
vreiðisskálir (kap 15-16). Fert tú
at býta hesi trý umfør aftur í
sjey, ber hetta ikki til, so
Opinberingin er ikki sum heild
tengd at einum sjeyndaparti.
Lættari hevði tað verið at býtt
Opinberingina eftir veiðrópum,
avgerandi bardaganum ímillum
Messias og Antikrist, Túsundára
ríkinum og tí endaliga dóminum,
og so ein frágreiðing um tað
komandi ríkið. Vit kundu farið
víðari í hesari mannagongd, men
lat hetta liggja.
Grái kappin
Lone var, sum sagt í einum
gráum kappa, tá ið hon kom inn
á pallin. Hettan, sum var føst í
kappanum, gav henni eina ímynd
av einum munki, sum alt sítt lív
hevði sitið í einingi og grundað
yvir tær heilagu skriftir í hesi
bók. Tá ið hon var liðug við sína
meditatión, fór hon yvir at einum
kufferti og tók bíbliuna upp úr
kuffertinum, og bar fram
inngangin til brøvini í
Opinberingini, meðan hon helt
fast í Bíbliuni, sum jú esini er
svørt og nelgdi løtuna fasta í
einum reinum monologi - eitt
ørindi fyri og annað eftir úr
hesum skriftum fóru um varrar
hennara. Tú sást næstan ikki
eyguni á henni, sum vóru fjald
undir hettuni, men tú hoyrdi
røddina, sum tulkaði harmaljóðið
í hesum brøvum. Túturin á
hettuni goymdi at andlitinum, so
bert ein lítil skái fór um andlitið,
meðan hon førdi seg fram at
teimum sjey samkomunum í
Lítlaasiu. Eitt ljós tendraði hon
fyri hvørja samkomu, sum
brøvini eru stílað til. Nú fór
kappahettan av høvdinum, og tú
sá andlitið. Eyguni komu undan
kappanum alt í einum, sum
nykbrandar undir fríðum lofti eitt
vetrarkvøld. Opinbáringin var
klóføst á pallinum í hennara
andliti, men kappan bar hon enn.
Andlitsdragið - eyguni, pannan,
kjálkarnir muðurin runnu í
stríðum streymum í hugfari
hennara við íblástri úr
brøvunum, sum eru so sera væl
skrivað. Hetta nam við nakrar
kenslur í okkum, at vera førd
aftur til fyrsta árhundrað, tá ið
hesar skriftir blivu til, og tá ið
tað galt lív ella deyð at vera ein
kristin.
Jóhannus sat á oynni Patmos
og skrivaði hetta niður ... Lone
var á oynni Patmos og førdi
orðið. Hon var í einingi lyft
uppfrá tí dagliga. Tað
heimføðisliga var farið aftur um
bak, nú var andin komin yvir
hana. Lat seg í brøvini, sum
skrivað vórðu til tær sjey
samkomurnar. Við einum
svávulpinni kveikti hon ljós í
kerturnar á tí sjeyarmaða
stakanum. Eitt ljós fyri hvørja
samkomu... men hon var í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Hetta verður gjørt í kirkjum og
samkomum víða um hvønn
sunnudag og halgidag, tá ið
halgidómurin er opin. ... tann
sum oyru hevur, hann hoyri, hvat
andin sigur kirkjuliðunum. Ja, nú
lýstu tey sjey ljósini á pallinum
... á oynni Patmos. Svarti
veggurin - tey sjey ljósini og so
Lone enn í tí gráa kappanum,
fekk meg at hugsað um litin...
her er bara grátt út yvir grátt .....
ella Trøllið við sjógv, sum bara
karaði grátt.. ella málningin hjá
Ingávi av Reyni Gráur morgun.
Grátt og svart eru litir, sum væl
kunnu ganga saman, men ofta er
henda blanding tung í eygunum,
men tá ið sjey ljósini bleiktraðu
á pallinum kom lív í andlits-
bragdið á Lone, sum livnaðu
eins og dómadagslúðrarnir í
myndini hjá Michael Angelo, ið
ber sama heitið frá 1530. Henda
mynd hongur í Sixstinska kapell-
inum.
Hugtakandi var at síggja hesa
snøggu kvinnu fara eftir
pallinum í teimum sjey
brøvunum í orðum, rørslum, ond,
tign og kveikjandi eygnabrái...
við livandi ljósum úr tí
sjeyarmaða stakanum og teimum
sjey lúðrunum. Óneyðugt er at
siga, at hon blásti í lúður.
Lítilátin í tí stílleysa búnaðinum
fór hon, sum ein livandi ond í tí
tóma rúminum fram við tí svarta
vegginum við orðum úr Opin-
beringini. Orðini fóru upp í
tróðrið og risti seg í hugan á
teimum, sum lurtaðu hetta
kvøldið.
Tá ið hon var liðug við
brøvini, fór hon inn í sjálvar
sjónirnar, sum kunnu býtast í 25
partar. Hon læt seg úr kappanum
og var bara í hvítum frá høvur til
fót, og nú kom torusláttur,
jarðskjálvti, blóð, eldur, teir fýra
reiðmenninir, sum stóðu fyri
drepsótt, kríggi, hungursneyð og
deyða. Hetta fór um hana í
pínslum og nívandi kropsmáli.
Nú vóru vit komin út í sjálva
Operingina.
Opinberingin, sum íblástur
til myndlistina.
Ikki so sjaldan er hetta brúkt í
listini og í skaldskapi. Tað
døkka, dimma, dapra og myrka
hevur slóað fyri eini myrkari
hugsan í mannahuganum, sum er
komin til sjóndar í tulkingum av
sótsvørtum skaldskapi. Tak bara
Hitler, sum var so hugtikin av
listamaninum Franz von Stuck
(1876 - 1928) , sum málaði
myndina Wilde Jagd við Wutan
(Óðin) sum á einum hesti í
purpurreyðum kappa ríður av
stað fyri at tína lív. Glúpskir
hundar eru í halaferðini á
hestinum og vanskeplað fólk
síggjast á myndini. Hetta er
dóma-dagur, sum Franz von
Stuck hugsaði sær henda dag.
Hetta er fyrsti oljumálningurin,
Franz von Stuck málaði, og er
hann málaður sama ár, sum
Hitler varð borin í heim 1889.
Hitler helt nógv av hesum máln-
ingi, og mundi hann ikki síggja
eina profetiska mynd av sær og
eisini eina apokalyptiska forsjón
av sínum handlingum í myndini?
Løgið er tað, at sjálvur Wutan er
meinlíkur Hitler! Nei eg hugsaði
um hesa seru døkku mynd av
ragnaroki, nú yndiskvinnan Lone
Hertz stóð á palli og fór víðari út
í hesa fløktu gongd í hesum
torskyldu skriftum, sum siga um
sjónirnar Jóhannus hevði á oynni
Patmos. Tann blóðdálkaði Wutan
var vovin í purpurreyða kappan,
sum bleiktrar í myndini, sum ein
frumboðskapur í apokalyptiskum
skapi. Óhugnalig mynd.
Hugsaði eisini um listamannin
Albrecht Dürer (1471 - 1528),
sum hevur latið úr hondum 15
træskurðir, sum kallast Apoka-
lypsan hjá Dürer, sum eru
myndir úr Opinberingini. Hetta
er nakað av tí besta, sum hesin
listamaður hevur greitt úr
hondum av hesum slag, og er
hetta prentað umaftur fleiri
ferðir. Hugsi serliga um
myndina: Teir fýra reið-menninir
úr Opinberingini, sum umboða
kríggj, drepsótt, hungursneyð og
deyða. Henda hendingin hevur
givið íblástur til skaldskap bæði í
bundnum - og óbundnum stíli og
so ikki minst til myndandi list.
Tað finnast fleiri hundrað
myndir, ið tulka hetta hugtak.
Men hendan myndin, sum her
verður hugsað um, er ein tann
besta av hesum slag, sum er í
svørt-um og hvítum.
Velasques (1599-1660) hevur
ein so sera vakran málning av
Johannus á oynni Patmos, og
somuleiðis Giotto de Bondone
(1267- 1337) hevur eisni málað
Johannus á oynni Patmos. Ein
onnur mynd kom fram fyri meg
hetta kvøldið, tað var myndin
hjá El Greco (1548-1614) av tí 5.
innsiglinum. Her stendur tann
stórbari Jóhannus og rópar til
himmals, og biður himmalin taka
pínslaváttarnar til sín. Teir
síggjast fara úr pínslavátta-
búnanum og lata seg í tann
himmalska búnan væl hjálptir av
einglunum, meðan jørðin gongur
undir í sínum líkklæði. Ein sera
sterk mynd í gráum, reyðum,
gulum, ljóst grønum og hvítum.
Í myndini hjá Franz von Stuck
er eingin vón. Har er bara tann
purpurreyði liturin, sum "dálkar"
myndina, men í myndini hjá El
Greco er vón. Tann reyði,
blóðdálkaði kappin hjá
pínslaváttunum fer til grundar í
ragnarrokinum saman við
jørðini. Jóhannus stendur eins og
Lone í einum gráum kappa, sum
hann er klárur at lata seg úr og
fara í tann hvíta búnan, sum
einglarnir koma við. Vónríka
andlitsbragdið hjá Jóhannusi
lýsir um tann purpurreyða
himmalin, mótsett tí dimma,
dókka, óndskapsfulla andlistbrá-
num hjá Wutan, sum avspeglar
óndskap, líðing, hatur og týning.
Lone fór úr tí gráa kappanum og
lat seg í tann hvíta búnan, sum
Jóhannus eisini fer at gera í
myndini hjá El Greco.
Endi
Grái kappin lá nú í kuffertinum
og eygleiddi Lone alla sína
gongd ígjøgnum profetisku
líðingarnar.Tað svarta aftanfyri
manaði fram hesar myndir.
Dómadagur lá nú í tí gráa kapp-
anum í kuffeertinum og Lone
tekur teg við sær í sínum hvíta
búna til himmals. Hon hevur
veingir. Hon leiðir teg at tí
snjóhvíta herliðnum ( 7. kapittul)
sum stendur og lovprísar
lambinum. Lonesa inniliga, eitt
sindur hása rødd er eym.. tí at
lambið, sum er fyri miðjum
hásætinum, skal røkta teir og
leiða teir til lívsins vatnkeldur,
og Guð.. skal... turka hvørt .....
tár av---- eygum—teirrra. Hetta
var so sera væl spælt- skiftið
millum myrkur og ljós, deyða
og vón og dóm og lív.
Dialektikkurin sjóðaði undir
bitunum í Mentanarhúsinum.
Ikki ein ond hoyrdist í rúminum.
Tann æviga kvirran var í salinum
hetta kvøldið í tí hvíta búnanum
hjá Lone. Hans Adolf Brorson
fekk íblástur til sálmin: Eitt
snjóhvítt herlið er at sjá úr
hesum kapittli. Træskurðurin hjá
dananum, grafikarinum, Povl
Christensen (1909 -77) í svørtum
og hvítum var ristur í tað svarta
teppið aftanfyri og ber heitið:
Eitt snjóhvítt herlið er at sjá.
Vælskapti kroppurin hjá Lone
ringdi seg í teimum 7
vreiðisskálunum - í Tús-
indáraríkinum, síðsta bardaga
djevulsins, dóminum
mikla....men so tað ljósa, bjarta...
og eg sá nýggjan himmal og
nýggja jørð, tí at hin fyrri
himmalin og hin fyrra jørðin
vóru horvin, og havið var ikki
longur til. Og eg sá staðin
heilaga, hitt nýggja Jerúsalem,
stíga niður av himni frá Guði,
búnan sum brúður, ið er skrýdd
fyri manni sínum. Við sínum
livandi kroppi tók hon Jerúsalem
undan loftinum og legði hann
fyri føtur sínar. Tú sást hetta fyri
tær... innantanna murraði tú:
Jerúsalem, Jerúsalem eftir
Adolphe Adam og Lone stóð í
miðjuni í tí heilaga staðnum..
eins og ein brúður... og portur
hansara skuldu onga tíð verða
latin aftur um dagin, tí nátt skal
ikki vera har. Tú hómaði endan.
Tann ævigi staðurin var í
Mentanarhúsinum... Og hann
vísti mær á við lívsins vatni,
skínandi sum krystal, og hon
rann frá hásæti lambsins......
Tann, sum hetta vitnar, sigur:
"Ja, .. eg ...komi skjótt," -
Amen,.... kom, Harri Jesus!
Tignarliga kvinnan á pallinum
fór yvir at tí síðstu kertuni og
sløkti hana.
Náði... Harrans Jesu... veri
...við ...øllum (tykkum) vóru
síðstu orðini hetta kvøldið, sum
eisini eru síðstu orðini í
Openberingini. Soleiðis lætti hon
ljóðið av, einkult fyrimyndarligt,
og tað, sum kann tykjast fløkt og
torskilt, kann eisini gerast
leikandi lætt, og tað kunnu bara
stór listafólk gera sum Lone
Hertz.
Listaligt rensl saman við Lone Hertz úr Opinberingini
C
M
Y
K
19
18