mikudagur 17. september 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 17. september 2003
21
inir vóru komnir fram
ímóti miðjuni í høgru.
Jónstein fekk bóltin, títtaði
og dróg, verjan drálaði,
Jónstein smoygdi sær til
vinstru fyri Hans Fróða, og
so smekkaði hann flatt í
handara síðunetið. Eitt fínt
mál.
1–0 til NSÍ, og møgu-
leikin fyri at spælið skuldi
koppa NSÍ til fyrimunar
var víðopin, og Helgi L.
Petersen
hevði
góðan
fluktara úr høgru, eftir
diagonalsending upp á
fríspark
frá
Sjúrði
Jacobsen.
Bólturin
fór
dygst framvið, og Karsten
From rakk akkurát ikki
fram.
Men NSÍ megnaði ikki at
lyfta sær. Eftir lítlan døtt
helt B68 fram. Teir høvdu
fleiri møguleikar –eitt nú
setti John Heri Dam dygst
framvið eftir gjøgnumbrot,
og Súni Fríði Johannesen
stútaði úr fínari støðu væl
omanfyri, eftir at Øssur
Hansen
hevði
brotið
ígjøgnum í vinstru og lagt
neyvt innfyri – og tað tókt-
ist bara vera ein spurningur
um tíð, áðrenn teir fóru at
javna. Tað gjørdu teir í 34.
minutti.
Øssur
Hansen
legði fríspark úr høgru og í
málteigin, har Hans Fróði
Hansen vann luftdystin við
Jens Martin, bólturin datt
niður og støkk uppaftur, og
úr fýra metrum stútaði Jann
Ingi Petersen mitt í málið.
Framúr B68 mál
Eftir steðgin legði B68 seg
tvær ferðir framum, men
NSÍ syrgdi fyri, at heima-
liðið ongantíð megnaði at
gera leyst. 2–1 málið sjey
minuttir eftir steðgin átti
framúr væl upplagdi Øssur
Hansen alt sum tað var. Eitt
sindur frammanfyri mið-
strikuna setti hann ferð á,
mótstøðumenninir fullu ein
fyri og annar eftir fyri
kropsfintunum á hála und-
irlagnum, Øssur kom í
brotsteigin, dróg til vinstru,
smekkaði til, og Jens Mart-
in var prísgivin, tí bólturin
tók í fótin á einum av verju-
monnunum.
B68 menninir høvdu ikki
fingið hendurnar niður
aftur, so var aftur javnt, og
aftur var tað Jónstein Peter-
sen, sum var á rætta staðn-
um og fekk nyttu burturúr
einum av heilt fáu verju-
kiksunum hjá toftamonn-
um. Málverjin tóktist rópa,
at hann hevði tak á støðuni
eftir langt NSÍ innlegg úr
høgru, Arnbjørn Danielsen,
sum saman við Jákupi Eli
Olsen annars tetti framúr
væl í vinstru, har Gert
Langgaard var einsamallur
hjá NSÍ, tí Brynjolvur Niel-
sen var so verjukendur,
steðgaði á, og so kom
Jónstein við ferð úr vinstru,
setti krúllin undir bóltin,
sum spakuliga datt inn um
strikuna.
B68 reisti seg aftur, og
sigursmálið, sum Fróði
Benjaminsen átti, var heilt
vakurt. Landsliðsmaðurin
spældi tríggjar ferðir eitt
tvey fram eftir miðásinum,
hann kom leysur í brots-
teiginum og var púra kald-
ur, tá ið hann setti framvið
NSÍ málverjanum.
Eftir leiðslumálið spenti
NSÍ álopsbogan. Áki L.
Hansen varð settur í mið-
verjuna, og Óli Hansen og
Messias
Pereira
vórðu
sendir í fremstu røð. Tað bar
fleiri rættuliga spentar støð-
ur í B68 brotsteiginum við
sær, og í hinum endanum
fekk Jann Ingi Petersen,
sum hevði sneitt fleiri av, til-
tuskað sær eitt brotsspark,
men Jens Martin Knudsen
bjargaði flata skotinum hjá
Dániali Hansen.
Sjúrður Jacobsen sendi
fleiri vandamiklar sending-
ar í B68 brotsteigin, enn
hann hevði gjørt, áðrenn
Bogi Petersen noyddist at
taka seg aftur. Men Albert
Sævarson vísti veruliga
hvør dugur er í honum.
Innskifti Justines Hansen
hevði tveir møguleikar, og
innskifti Sonni L. Petersen
hevði gyltan møguleika,
men Albert bjargaði. At
B68
menninir
vóru
strongdir síðstu løtuna sást
á kortunum, sum teir fingu.
Ferðin var nógv, nærdystir-
nir nógvir og tættir, og tað
kom fleiri ferðir fyri, at
spælarar lógu eftir á válin-
um. Men tónin tóktist
ítróttarligur, og Niklas á
Líðarenda hevði tak á. Tá
ið hann hevði bríkslað fyri
síðstu ferð, høvdu onkrir
áskoðarar
hjá
báðum
pørtum hug at illneitast inn
á hann. So tað mundi vera á
einari leið!
Framhald av síðu 20
Málskjúttin hjá NSÍ
ásannar, at nú verð-
ur tað sera torført
hjá teimum at røkka
fyrsta meistaraheit-
inum
B68–NSÍ
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eftir dystarlok vistu spæl-
ararnir, ta teir høvdu verið
partur av dramatiskum
undirhaldi. Lagið í B68
leguni var framúr, og tað
er einki at siga til, at
NSÍarnir hingu eitt sindur
við nevinum, sjálvt um
teir vóru fattir:
– Vit mugu helst stað-
festa, at tað verður heldur
ikki í ár. Í teoriini kunnu
vit røkka fyrsta pláss-
inum. Vit hava møguleika
at vinna allar tríggjar
dystirnar, sum vit eiga á,
men tað er næstan ov
bjartskygd at rokna við, at
B68 og HB skulu kiksa
fleiri ferðir í trimum um-
førum, tá ið teir hava stað-
ið seg so væl higartil í ár.
Tað er Jónstein Petersen,
sum skoraði bæði NSÍ
málini – hetta vóru fyrstu
málini í landskappingini
hjá honum í ár – sum sær
veruleikan í eyguni.
Hvussu ber tað til, at
teir so leingi vóru greitt
omaná?
– B68 hevur eitt gott lið.
Um vit skulu halda teim-
um, so er neyðugt, at vit
allir spæla upp til okkara
besta. Tað gjørdu vit ikki.
Tað var ov nógvur fjáltur
á. Fleiri vóru niðanfyri
tað, sum vit megna. Vit
høvdu eisini trupulleikar
aáundirlagnum. Vøllurin
var hálur. Tað hevði við
sær, at vit ikki tordu at
liggja so tætt í mótstøðu-
monnnum, sum vit áttu at
havt gjørt. Øssur, Fróði og
Jann Ingi fingu møguleika
at venda sær við bóltinum,
og so eru teir allir vanda-
miklir, staðfestir Jónstein
Petersen, sum helt seg
hoyra B68 málverjan rópa,
at hann hevði tak á, tá ið
innleggið kom innfyri. So
gjørdi Arnbjørn Danielsen
einki, og so smeyg skjóti
maðurin sær ímillum og
javnaði til 2–2.
– Eftir at teir vóru
komnir framum, satsaðu
vit, og vit kundu gott havt
fingið okkurt málið, men
málverjin hjá teimum var
fantastiskur.
Arnbjørn Danielsen hjá
B68 er sjálvandi sera væl
nøgdur við sigurin, og
hann heldur, at avrikið hjá
teimum var gott:
– Tá ið havt verður í
huga, at vit spældu ímóti
einum av hinum liðunum
í toppinum, so haldi eg, at
spælið hjá okkum fyrsta
tíman ella inntil vit vóru
komnir framum 3–2 var
so gott, sum tað ikki hev-
ur verið í ár.
Men so vóru tit kroyst-
ir?
– Soleiðis er tað ofta.
Teir satsa, og tá ið vit hava
misnýtt brotsspark, fara
vit eitt vet niður, og teir fáa
eyka orku og trúgv upp á,
at tað er møguleiki at
koma
afturíaftur.
Teir
fingu møguleikarnar, men
Albert var fantastiskur. At
teir satsaðu so nógv
frameftir bar møguleikar
til okkum við sær, men vit
vóru eitt sindur bangnir at
fara so mikið nógv úr
verjustøðuni, at vit kundu
gerast vandamiklir, sigur
Arnbjørn Danielsen.
Og hvat nú?
– Vit hava spælt okkum
í eina fína støðu, og
moralurin er í toppi. Vit
fara í Gundadal fyri at
vinna ímóti HB. Vit hava
ta virðingina fyri teimum,
sum skal til. Men vit eru
ikki bangnir fyri teimum,
so tað veður rættuliga
spennandi.
Súni Fríði Johannesen
er leikbannaður sunnu-
dagin. Fróði Benjaminsen
sá gult, men hann er ikki
leikbannaður. Hann sat
uttanfyri, tá ið B68 24.
august spældi ímóti KÍ.
Besta B68 avrikið í ár
Jónstein Petersen
ásannaði eftir dystin, at
NSÍ nú er um at vera úti
úr gullstríðnum
Arnbjørn Danielsen heldur, at talan var um besta B68-
avrikið á árinum
Dysturin í tølum
B68–NSÍ 3–2 (1–1)
0–1: Jónstein Petersen 13.
1–1: Jann Ingi Petersen 34.
2–1: Øssur Hansen 52.
2–2: Jónstein Petersen 53.
3–2: Fróði Benjaminsen 62.
Dómari: Niklas á Líðarenda
B68: Albert Sævarson – Dánial Hansen, Hans Fróði
Hansen, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen –
Bogi Petersen (Jóhan Petur Poulsen, 65.), Jann Ingi
Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen – Súni
Fríði Johannesen (Øssur Jacobsen, 89.), John Heri
Dam (Eyðstein Skipanes, 87.)
Gult kort: Bogi Petersen 47., Fróði Benjaminsen
73., Súni Fríði Johannesen 81., Eyðstein Skipanes
87.
NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Messias Pereira, Sjúrður Jacobsen – Gert
Langgaard, Kári Hansen (Áki L. Hansen, 81.), Rúni
Rasmussen (Jústines Hansen, 56.), Jónstein Petersen
– Helgi L. Petersen, Karsten From (Sonni L.Petersen,
71.)
Gult kort: Helgi L.Petersen 9., Rúni Rasmussen
49., Kári Hansen 65., Sonni L. Petersen, 89.
21
Nr. 175 • mikudagur • 17. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Heimaliðið hevði ilt
við at umseta stóru
leikligu yvirvágina
fyrsta stóra tíman til
sannførandi leiðslu,
og so var um reppið,
at NSÍ, sum spenti
álopsbogan á tamb,
kom afturíaftur í in-
tensivum og rættuliga
undirhaldandi
grannastríði, sum
gekk fyri seg so siði-
liga, sum tað kundi
bera til
B68–NSÍ
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
B68 hevur nakrar spælarar,
sum megna at halda høvdið
kalt og nervunum burtur, tá
ið tað ræður mest um. NSÍ
eigur ikki so nógvar so-
vornar spælarar, og hesa
ferð saknaðu teir Ian Høj-
gaard. Tað var stóri mun-
urin í tøttu, hendingarríku
og ikki so lítið dramatisku
grannauppgerðini
á
Svangaskarði í góðveðrin-
um mánakvøldið.
B68 vann 3–2, og mál-
skjúttarnir hjá teimum vóru
Jann Ingi Petersen, Øssur
Hansen og Fróði Benjamin-
sen. Ein fyrrverandi og
tveir núverandi miðvallarar
á landsliðnum. At teir hava
royndirnar, tyngdina og
hugflogið, og at teir sam-
stundis vóru málsóknir bar
B68 sigurin við sær.
Heimaliðið
megnaði
beinanvegin
at
halda
høvdið kalt. Teir funnu
hvønn annan í samanspæli,
sum ofta var skilagott. Stóri
trupulleikin hjá toftamonn-
um var, at teir ikki hvødu
neyðugu tyngdina í álops-
partinum. Tá ið bólturin
kom í NSÍ brotsteigin, var
Jens Martin Knudsen felt-
harri.
Hjá NSÍ hekk fótbólts-
spælið ongantíð nóg sann-
førandi saman. Teir taptu
miðvallarstríðið so ruddu-
liga. Kári Hansen og Rúni
Rasmussen
høvdu
til
uppgávu at fylgja Fróða og
Øssuri fyri at halda teimum
úti av spælinum, og vóru
harvið ikki serliga skap-
andi. Síðuspælararnir hjá
NSÍ vóru ikki so eyðsýndir
í
verjupartinum.
Øssur
Hansen var eitt sindur
verjukendur, meðan Jann
Ingi Petersen var meiri
framrættaður og stakk seg
ofta fram ímillum Súna
Fríða og John Hera, og tað
gav samband í samanspæl-
inum.
Helgi L. Petersen og
Karsten From vóru fremstir
hjá NSÍ. Teir kunnu nógv
við bóltinum, og tað kend-
ist, sum um teir vóru førir
fyri einsamallir og saman at
skapa meiri, enn teir í B68
álopinum vóru, men tað var
rættuliga torført hjá teim-
um báðum, tí miðvallarar-
nir vóru so mikið aftarlaga,
at hjálpin ov sjáldan kom,
fyrrenn B68 verjan hevði
fingið tak á støðuni.
Kiks kosta
At NSÍ legði seg á odda, tá
ið eitt lítið korter var farið
hevði stóran týdning fyri
dystargongdina. Tað tóktist
sum um, at B68 toldi betri
at fáa eitt sindur av mót-
brekku, enn NSÍ kanska
hevði tolt tað í hesum
førinum.
Jónstein Petersen, sum
hevur havt rættuliga gott
kappingarár, var meistari
fyri báðum NSÍ málunum. Í
tí fyrra førinum steðgaði
NSÍ B68, tá ið heimamenn-
B68-NSÍ 3-2 (1-1):
B68 miðvøllurin setti NSÍ upp á pláss
Tað vóru nú- og fyrrverandi
landsliðsmenninir á B68-
miðvøllinum, sum høvdu
avgerandi ávirkanina á topp-
og grannauppgerðina á
Svangaskarði mánakvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Framhald á síðu 21
C
M
Y
K
20