Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-06-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 1996síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 104 — 4. JUNI 1996 tíðindablaðið ——————— ng Eilif Samuelsen, landsstýrismaður: Flokkurin hevur kent seg illa í samgonguni - Seinasta dómi er at tingið skal taka stóðu til umsitingarligt mál, sigur landsstýrismaðurin Dagny Joensen Eilif Samuelsen, landsstýr ismadur, vist: ikki mána morgunin, tå vit ringdu til hansara, at Javnadarflokk urin hevdi ukid seg ur sam gonguni. Hansara fyrsta viðmerking var, at serliga annar landsstyrismadurin hjá Javnadarflokkinum, hevði havt torført vid at taka avgerðir. Her sipar hann til Jóannes Eidesgaard, lands stýrismann í fíggjarmálum sum vil hava bygnaðar broytingarnar fyri í Ungi num - Tá landsstýrismaðurin ikki torir at taka avgerð, og vil hava tingid at viðgera mál, sum hoyrir undir um- sitingina og hansara måls- eki, er tað helst hetta, sum hevur framprovokerað av- gerðina hjá flokkinum um at síga seg úr samgonguni sigur Eilif Samuelsen Hava nógv felags Hann heldur tað vera harmi ligt, sum stødan nú er. Hann var ein teirra í Sambands flokkinum, sum var heitur talsmaður fyri at Sam bandsflokkurin og Javnad arflokkurin fóru í sam gongu, tí teir áður hava víst at teir samstarvaðu væl Eftir mínum tykki hava hesir báðir flokkar nógv fel ags. Hóast Sambandsflokk urin ikki er nakar sosialista flokkur. so hava vit td somu áskoðanir um sosial- mál, sigur Eilif Samuelsen - Javnaðarflokkurin hevur áður kent ábyrgd at arbeiða Eilif Samuelsen landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin fyri samfelagið, men nú er tað eins og tað meir eru per sónar, sum gera seg galdan di. Tað var ikki í mínum tonkum, at tað fór at ganga soleiðis, sigur landsstýris maðurin Nú skal eg ikki geva Javnaðarflokkinum góð ráð men tá Jóannes Eidesgaard varð valdur til formann í flokkinum, átti flokkurin at sett annan landsstýrismann í hansara stað Vit hava brúk fyri at byggja landið upp aftur. og tað hevur eydnast væl. Har eigur Javnaðarflokkurin sín part av heiðurinum, og tí er tað enn meira hugstoytt, at tað skuldi enda soleiðis, sig ur Eilif Samuelsen Einki alternativ Skal Sambandsflokkurin ikki eisini taka í egnan barm. Hevur løgmaður ikki ábyrgdina av at fáa arbeið ið í samgonguni at ganga? Sambandsflokkurin hevur ikki mótarbeitt Javn aðarflokkinum, tí teir hava ikki givið okkum nakað alternativ at taka stóðu til, sigur Eilif Samuelsen Javnaðarflokkurin send ir spurningin um bygnað-ar broytingarnar niðan í ting ið at taka støðu til. Tað er at misbrúka tingið til at skapa politiska gølu, og tað haldi eg er óheiðurligt, sigur Eilif Samuelsen Hinvegin, so skilji eg væl, at Jóannes Eidesgaard nú sigur, at tað ikki er neyð ugt við stórvegis broyting unum í umsitingini, tí hann hevur styrkt sína deild við fýra embætisfólkum, meðan eg sitit við umhvørvismål um, har eingin fulltrúi er tøkur Tad er ikki ein spurn ingur um annadhvørt ella eitt av tveimum, men um eina prosess, sum skal setast í verk í samband vid bygn aðarbroytingarnar, og ikki um, hvgrt ein stórur yvir bygnaður skal vera ella ikki Skal umsitingin virka, noyðist ein stýring at vera í erva, annar virkar umsiting in ikki sigur Eilif Samuel sen, sum meðan vit hava tosað, hevur fingið boð um | stødunahjå Jaynaðarflokki num í samgonguni Sámal Petur í Grund, landsstý rismaður: Óheppið við nývali júst nú Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum fór til Danmarkar mánamorgunin, men Sámal Petur í Grund hevur tosað við Helenu Dam á Neystabø, og tey eru samd um at halda fram í samgonguni Dagny Joensen Landsstýrismaðurin sigur, at tað er so nytt,at Javnad- arflokkurin hevur sagt seg úr samgonguni, men at nú verður roynt at finna eina gongda leið, so landsstýrið kann halda fram at virka Tríggir møguleikar eru: samgongan kann halda fram, landsstýrið kann taka aðrar politiskar flokkar inn ella at útskriva val - Ein samgonga við ll limum er ikki nógv, men tað gongur til Glavsøku, av tí at bert landsstýrisavgerðir skulu takast, sigur Sámal Petur í Grund Spyrja veljaran um hann meinti tað Hann heldur tað vera sera óheppið at útskriva nýval í summartíð, og Sjálvstýris- flokkurin vil tí gera sítt til, at Landsstýrið fær haldgott grundarlag at arbeiða á, um so er at andstæðan kann góðtaka tað. - Eg haldi, at tað er alt ov udlige at fara út í valstríð aftur. Tað er eins og at spyrja veljaran, um hann meinti tað, sum hann segði seinast, sigur Sámal Petur í Grund. - Er tað ikki betur at fáa arbeidsført landsstýri enn at sita í minniluta og einki fáa gjørt? - Jú, tað kann væl vera, men Javnaðarflokurin vildi sleppa úr Landsstýrinum, og hevur skapað ófrið, sum mest líkjast barnalótum. Tað gjørdi tað ikki lættari, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum varð valdur formaður í Javnadarflokki- num, samstundis sum flokkurin eigur formannin í figgjarnevndini. Tað førdi til so vånaligt arbeiðslag, at eingin møguleiki var at halda fram, sigur Såmal Petur i Grund. ov Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokk- inum, og Sámal Petur í Grund eru samd um at halda fram. Møguleikin at fáa Sámal Petur í Grund landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin annan flokk inn fyri Javnað- arflokkin er at fáa Fólka- flokkin í samgonguna. Teir hava seks tinglimir. Hin møguleikin er at fáa Mið- flokkin og Kr.F, sum til- saman hava fýra tinglimir, inn fyri Javndarflokkin, men um tað verður, so er landsstýrið framvegis í minniluta. - Tá verður arbeiðið møguliga so fjølkjasligt, at neyðugt verður at útskriva nýval, sigur landsstýris- maðurin | tann 30 Í sambandi við 80 ára fødingardag mín 5. juni hava vit opið hús frá kl. Heilsan, Hjørleif Enni N— Á 4 AGrvegwur i% Á —eÞen Skráseting Foroya hevur í dag skrásett niðanfyr standandi fráboðan Skråsetingar-nr. P/f 673, PAN. Rasmussen Eftf., 360 Sandavágur. Viðtokur broyttar: 06.03.1996 Nýtt navn: Sp/f R. Rasmussen Eftf Nevnd: | Farin úr nevndini: Erwin Hentze Rasmussen, Sigurd Eyvind Rasmus- sen, Sandavágur og Ása Rasmussen, Sandavágur Stjórn: Innkomin sum stjóri: Erwin Hentze Rasmussen, 360 Sandavágur Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra Skráseting Foroya mai 1996 Kristin Balle + | Skråseting Føroya | nevur i dag skråsett nidanfyri standandi fráboðan Skråsetingar-nr. P/f 433, P/tNordsøki, 470Eiði. Viðtekur broyttar: 15.01.1996. Sp/t Norðseki Tekn tur: Felagið verður bundið við undirskrift av nevnd- arformanninum, av tveimum nevndarlimum saman ella av einum stjóra. Skråseting Føroya tann 29. mai 1996 Kristin Balle Sandavágur (formaður), Tveroyri > ADC Heisølan. / ARBE IDSHANDSK. AR Til øll endamál — bæði á sjógvi og landi LANDSINS STØRSTA ÚRVAL frá eingangshandskum til fóðraðar japan-handskar BEINLEIÐIS FRÁ FRAMLEIÐARA Í Í Í Í | | | | standandi fr | Slanda a | Skr —2—.0.e 10-14. | í H Fax. 15893 [|| —————=——e Skråseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyr standandi fráboðan Skråsetingar-nr. P/f 738 P/Servicemidstødin, 700 Klaksvik. Nevnd: Farin ur nevnd Susanne Charlotte Balslev, Sanskrænten 2 2850 Nærum (formaður og Tummas Kári Niel- sen, Sólteigur 15, 100 órshavn ankamin sum formaður Jørn Brandt, Sankt Annæ Plads 13, 1298 København Innkomin í nevndina Niels Juel Nattestad, 100 Tórshavn Skráseting Føroya tann 29. maí 1996 Kristin Balle kráseting Foroya hevur í dag skrásett niðanfyr áhnAan di TraDOVa åsetingar-nr P/t 1497 P/f Skålafossur, 350 Vestmanna. Vidtøkur broyttar: 03.01.1996. Nevnd: Farin ur nevnd- ini: Dånial Jacobsen, 350 Vestmanna. Farin ur sum formaður: Sámal Jákup Jacobsen, 350 Vestmanna. Innkomin sum formaður: Elsa Jacobsen, 350 Vestmanna. Stjórn: Farin úr sum stjóri: Dánial Jacobsen, 350 Vestmanna. Innkomin sum stjóri: Sámal Jákup Jacobsen, 350 Vestmanna. Skráseting Føroya tann 29. maí 1996 Kristin Balle