leygardagur 8. juni 1996síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sjúkrasystraskúli
Feroya
Nýggjur flokkur av sjukrasystralesandi byrjar
1. oktober 1996
Treytirnar fyri upptoku eru
at umsøkjarin hevur lokið antin students-,
HF-. HH-, HT-prógv ella líknandi
at umsekjari hevur annaðhvort 8 mánaðar
arbeiðsroyndir av einumhvorjum slag
gella
utanlandsferðir og -uppihald
håskulauppihald ella líknandi
aðrar ikki gjøgnumførdar utbugvingar
Skeið í víðkaðari tyrstuhjålp, áðrenn 1
útbúgvingarpartur er liðugur
Umsóknarblað og nærri upplýsingar fáast við
at venda sær til Sjúkrasystraskúlan, Eirargarð-
ur 14 B, tif. 13540, lokal 435 og 436 millum kl. 9
Umsóknarfreist mánadagin 1. juli 1996.
Dr. Margrethu Barnagarður
sekir eftir
pedagogum
Einum pedagogi 40 tíma/viku at byrja
1. oktober.
Einum pedagogi 36 1/4 tíma/viku at
byrja 5. august.
Einum barnsburðaravloysara fyri
pedagog 30 tíma/viku at byrja 5.
august.
Størvini verða lønt samb. sáttmála mill-
um Feroya Pedagogfelag og Feroya
Landsstyri
Barnagarðurin er sjálvsognarstovnur
undir KFUM og K og byggir á kristiligt
grundarlag
Í starvsbólkinum arbeiða vit útfrá yvir-
skriftini
Útviklingsarbeiði
— eitt arbeiði undir menning
— øking av kvaliteti, menniskjaliga,
pedagogiskt og kreativt
Felags fyritreyt
— Leiåsla og starvsfólk arbeiða saman.
— Vilja til at útvikla/flyta seg sjálvan.
— Eingin er skeivur, oll hava rætt til at
vera til.
Fleiri upplýsingar fåast á tlf. 55557, spyr
eftir leiðaranum.
Umsóknarfreistin er 27. juni.
Dr. Margrethu Barnagarður,
Gerðageta - 700 Klaksvík
FØROYA LANDSSTÝRI
Løgmansstjori
Í sambandi vid at Føroya Landsstyri sambært stýrisskipanarlógini fer frå einari skipan
við felagsåbyrgd til eina skipan við rådharraåbyrgd á Olavsøkudegi 1996, verður ein
nýskipan framd av landsfyrisitingini við tí fyri eyga at menna og styrkja meginfyrisiting-
ina. Hetta ber í sær, at skipað verður ein løgmansskrivstova og fimm aðalstýri. Aðal-
stýrini verða: Fíggjarmálastýrið, Fiskimálastýrið, Vinnumálastýrið, Undirvisingar- og
mentamálastýrið og Almanna- og heilsumálastýrið.
Til at stjórna Logmansskrivstovuni verður við hesum lýst eftir einum løgmans-
stjóra.
Starvið sum legmansstjóri verður sett frå 1. juli 1996 at rokna ella skjótast tilber.
Starvið sum logmansstjóri
Løgmansstjørin verður forstjóri fyri landsfyrisitingini. Umframt at hava ábyrgdina av
dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Logmansskrivstovuni fer hann at hava
fyrisæti av teimum samskipandi uppgávunum viðvíkjandi mannagongd í sambandi við
fyrireikan av landsstýrismálum og viðvíkjandi starvsfólkapolitikki.
Eisini verður hann ráðgevi hjá aðalstjórunum umframt fremsti ráðgevi løgmans. Hann
fer harafturat at hava hovuðsábyrgdina av, at nýskipanin av landsfyrisitingini verður
framd. Í hesum sambandi verður hann formaður í einum stýrisbólki, sum verður hægsti
fyrisitingarligi myndugleiki nýskipanarinnar. | stýrisbólkinum verða umframt løgmans-
stjóran teir fimm aðalstjórarnir. Aðalsetningurin hjá stýrisbólkinum verður sostatt at
evna til og seta í verk endaligu nýskipanina av landsfyrisitingini.
Sambært nýskipanaruppskotinum verður ein løgdeild, ein samskipanardeild og ein
starvsfólkadeild á Løgmansskrivstovuni. Harumframt verður ein løgmansritari og ein
nýskipanarstova. Hendan verður skrivstova hjá stýrisbólkinum.
Hovuðsuppgávur
e Starvsfólkaviðurskifti, herimillum sáttmálasamráðingar, sáttmálatulkingar, lønir
0.a.
e Uttanlandspolitikkur
e Undirgrund, fiski- og undirgrundarmark
e Altjóða samráðingar
e Norðurlendskt samstarv, ES 0.a.
e Samskipan av dagliga virkseminum hjá Løgmansskrivstovuni
e Eftirkanning av lógaruppskotum og løgtrødilig responsa
e Heimastýrislógin
e Nyskipan av landsfyrisitingini
Almenn førleikakrøv
Tað verður sett sum krav at umsøkjarin hevur eina akademiska útbúgving og leiðslu-
royndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum. Tey, sum ikki eru akademikar-
ar, men hava royndir innan samsvarandi virkisøki, umframt at hava luttikið í skeiðvirk-
semi og viðkomandi útbúgvingum, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar eiga at
verða forir fyri at orða seg bæði skrivliga og munnliga á foroyskum, donskum og ensk-
um máli. Umráðandi er, at tann ið settur verður hevur nútíðar leiðslueginleikar, innlit í
politisk viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í einari politiskari fyrisiting.
Dentur verður lagdur á eginleikar so sum evni til at eggja og menna leiðarar og starvs-
fólk, góð samstarvsevni, vilja til at royna nýggj virkisøki og áhuga fyri avbjóðingum.
Setanarvidurskifti
Starvið verður lent í 40. lønarflokki eftir sáttmálanum millum tænastumannafelagið og
Feroya Landsstýri.
Nærri upplýsingar
Í sambandi við nýskipanina av landsfyrisitingini er gjørd ein frágreiðing, ið fæst við at
venda sær til landsstýrið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum, fáast við at venda
sær til Finn Norman Christensen, forstjóra, tlf. 11080.
Umsókn
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og megulig viðmæli, skulu stílast til
legmann, og sendast til Foroya Landsstýri att.: Finn Norman Christensen, forstjóra,
postsmoga 64, 110 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin tann 21. juni 1996. Bræv-
bjålvin kann merkjast »Nyskipan«. Allar umsóknir verða vidgjørdar í trúnaði.
Nr. 108 — 8. JUNI 1996