Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-06-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 1996síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í posa og sekk Oudagreor FOLKAFLOKKURIN fekk bæði i posa og sekk i hesi nyggju borgarligu-vinstrasam- gonguni, samstundis sum Sambands- flokkurin er bukaður upp á pláss fleiri ferðir TAÐ ljóðar næstan ótrúligt, at Fólkaflokk- urin skal umsita bæði tey tungu målsøkini, sum figgjarmål og fiskivinnumål eru, sam- stundis sum Sambandsflokkurin skal taka til takka við vinnumenningarmålum HER hevði Sambandsflokkurin annars møguleika fyri at endurnýggja seg eitt lítið sindur og latið annan av landsstýrismonn- unum, sum báðir eru oman fyri 60, víkja fyri nýggjum og yngri kreftum at umsita almanna- og heilsumál, sum eisini er eitt týðandi og stórt málsoki MEN Sambandsflokkurin hevur torfort við at endurnýggja seg, samstundis sum hann er tungur at dansa við. Hetta var í ollum forum tað, sum vit aftur fingu burtur úr útvarpsfrásognini gjáramorgunin — mesta tíðin var jú farin at bíða eftir Sam- bandsflokkinum UM hendingarnar seinastu dagarnar fáa nakrar avleiðingar fyri formannin í Sam- bandsflokkinum, er enn óvíst. Skulu vit gita, so fær tað neyvan nakrar avleiðingar, hóast logmaður av sínum eintingum hevur hótt við nývali og nærum boðað frá nývali uttan at Sambandsflokkurin visti av ti. IKKI bara sambandsfólk hava mist álit á formanni floksins. Eisini limir í hinum flokk- unum í nýggju samgonguni hava sett spurnartekin við trúvirði løgmans, men teir hava so valt at royna hetta, so vit sleppa undan vali í ótíð einaferð afturat JAVNAÐARFLOKKURIN avgjordi at siga samstarvið upp, og eigur at fara at reka ein ábyrgdarfullan andstoðupolitikk, sam- stundis sum flokkurin setir út í kortið ein nýggjan politikk á fleiri okjum og í heila tikiå endurnýggjar seg sjálvan — bæði við fólki og politikki ANNARS ynskja vit Foroya fólki eydnu við nýggju samgonguni! SON Alert Ein borgarligur royndartúrur Tysdagin skrivadu sam bandsflokkurin, fólka flokkurin. sjálvstýrisflokk- urn og verkamannafylk- ngin undir eitt borgarligt samgonguskjal, og ætlaða borgarliga samgongan eftir valið á sumri í 1994, sum tí- betur ikki gjørdist veruleiki tá, er nú vorðin veruleiki í einum nakað broyttum líki Tveir av flokkunum, mið flokkurin og knstiligi fólk aflokkurin, eru skiftir út við tveir = aðrar, sjálvstýris flokkin og verkamanna fylkingina At hetta er ein borgarlig samgongaskal alseingin ivi vera um, ti samgongu skjalið er so borgarligt og hegravent, sum tað nú eina ferð letur seg gera. Men tað er eisini náttúrligt, at borg arligir flokkar skriva borg- arlig samgonguskjøl, tað skuldu serliga sambands- flokkurin, fólkaflokkur:n og sjálvstýrisflokkur:n fegnast um, ti poliukkur teirra er hegravendur. Men hvussu verkamannafylk ingin hevur tað í hesum dø- gum. tað er ikki gott at vita, men fast takið teimum. nú teir hava selt sína sál fyri at halda fast um eim lands styrismannasess Her fyri var Kristjan Magnussen frammi við, at vit í Føroyum saknaðu ein flokk longur úti ul vinstru, enn javnaðarflokkurin er Men mær tykir, at stavna menninir í fylkingini eru farnir so langt til vinstru, at teir nú daga uppaftur hegru- megin. Tað er møguligt, at eitt val nú ikki er so heppið fyri Kristjan Magnussen, tí mátti alt gerast fyri at sleppa Í eina samgongu, men ein landsstýrismannasessur hevur hóast alt íkki hægri prís enn eins egna trúvirði Nú vit tosa um lands stýnsmannasessir, so haldi eg meg minnast, at:tað var sera umráðandi fyrt Óla Ja cobsen og Kristjan Magn ussen og tá eisini Ingeborg Vinther, at tey fingu vinnu mål, tí júst í hesum målsøk: skuldu tey nýggju arbeiðs plássini vinnast. Men teir hava Gud hjálpi mær eisini selt málsekið, og skulu nú umsita almanna- og heilsu mál. Við allari tí virðing javnaðarflokkur:n altíð he vur víst hesum málseki. so er tað ein veruleiki, at sam bært samgonguskjalið skulu stórar niðurskerj ingar henda innan almenna sektorin, so neyvan finnur verkamannafylkingin nýggj arbeiðspláss her Frá 1991 og fram ul dagin í dag. har borgarligir flokk ar hava sitið í samgongu hevur tað eydnast javnað arflokkinum at hildiå tørn. so at hegrarákið ikki tók okkum av fótum Men valið í 1994 gav ein borgarligan meinluta á løg- tingi, og líkt er til. at hesin borgarhig: meinluti nú er vaksin við umboðunum hjá verkamanngfylkingini. So sæð út frá einum demo krauskum sjónarmiði, so er tað rætt. at vit fáa eina borgarliga samgongu, tí á ung: sita 22 borgarligir ungmenn og so vit 10 aðrir Sjálvsagt er tað ein uggi. at tíðin, teir í mesta lagt fáa, er tvey ár Men hvussu glaðir eiga sambandsmenn nú at vera? Hvat hevur flokkurin vunn ið av sínum málum. Fyri okkum, sum nú standa á sidulinjuni, so er tað rættil: ga nógv. sum bendir á, at fólkaflokkurin so eftir trykkiliga hevur dngið sam bandsflokkin eftur hárinum aftaná sær Samgonguskjalið er úr byrjan ul enda ein orðing um rættan folkafløkspoli ikk, hóast teir rættiliga elegant ikki hava brúkt orð ingar sum lenarlækking men eftir úttalilsunum frá flokkinum í fjølmidlunum var ikk: nakað ivi um, at just hetta eisini var ætlanin Haraftrat hava fólkafloks- menn sett seg á maktina í Tinganesi, nú teir umsita bæði figgjarmål og fiskivin numál. At so sambandið hevur trý umboð í Nesinum, tað hevur ikki tann stóra tydningin, tí eftir Glavsøku avgera landsstýrismenninir stórt sæð alt innan teirra eki So stóri sigursharrin í hes- um borgarliga leiki hevur so avgjørt verið fólkaflokk- unn, og stóru tapararnir hava verið sambandið og verkamannafylkingin Legmaður hevur havt trý stórmál. síðan hann gjørdist løgmadur. Tað fyrsta var, at hann skuldi syrgja fyri, at danir skuldu gjalda okkum 2,7 mia. kr. aftur av tí, sum bankabjargingarnar = kost- aðu. Hansara ókvalifiser aða samráðingarupplegg gjørdi, at samráðingar nevndin kom aftur ongul í reyv. Men honum so líkt. so eru tað allir aðrir, sum eiga skyldina fyri hesum Hyggja vn efur, hvat stendur í samgonguskjali num hesum viðvíkjandi, so stendur: ”Spurningurin um uttanlandsskuldina má loy sast í samráð við kreditorar nar, serliga donsku stjórn ina." So her er løgmadur dragnaður Næsta stórmál løgmans er bygnaðarbroytingarnar hjá Finn Norman Christensen Býtið av målsøkjunum gongur beint ímóti hesum uppskoti. Skúli og mentan liggja hjá tveimum lands- stynsmonnum, arbeiðs- marknaðurin liggur saman við almanna- og heilsumál um, og so er talið av landsstynsmonnum 7 og ikki 6. Hetta er so ikki í tråd við uppskotið, men tað ber kanska til hóast alt við broy ungum. Men fráboðaða sparingin innan almennu umsitingina kann neyvan føra ein meirkostnað upp á II mid. kr. viðsær. So her er aftur líkt til. at løgmadur er hálaður upp á pláss av fólk aflokkinum Indja málið, sum lætt kundi ført nyval við sær, var málið um framtidarstødu Føroya. Javnaðarflokkurin setti fram eitt uppskot, sum um tað var samtykt, heyði ført nyval vid sær. Øll minn ast vit, hvussu stóra orku undirvísingarmálaráðharrin legði í at verja sjónarmið løgmans, og hvussu ofta hesin sami segði. at:hetta kundi ikki gerast við sam bandsflokkinum í sam gongu. Men hvat hendir so Hyggja vit eftir samgongu skjalinum, so síggja vit, at á leið sama orðingin stendur har. "Samgongan er samd um, at hon kann kanna viðurskifti Føroya í ríkisfe- lagsskapinum“ stórt sæð tað sama, sum uppskotið hjá Maritu Petersen innibar. So her er løgmaður aftur vend ur 180 stig eftir boðum frá fyrst og fremst fólkaflokki num og meguliga fólkaf loksvonginum í sambands flokkinum, sum í hesi sam gongu hevur vunnið meira enn tann sambandski vong urin Nú segði løgmadur, at hó ast hann í hálvavegna spæl ni hevði tikið okkum øll á bóli við hóttanini um ný val sunnumorgunin, so vóru tað úrslitini, sum taldu. Hetta var eitt hent amboð til at fáa ávísar ungmenn at skikka sær hampuliga. Ja, er tað ikki ótrúligt, at hetta hendir í Feroyum í 1996, har vit al tíð hava virt demokratisku hugsjónina og annars hava lisið og hoyrt um, at:slíkt bert hendir í totaliterum statum Til aðrar áhugaverdar partar av samgonguskjal- inum venda vit aftur, men eg kann ikki lata vera við at endurtaka, at fólkaflokku- rin og fóklkafloksvongurin í sambandinum veruliga hava dugað at telva í hesum leiki. Men heilt at útradera seg. sum løgmaður og verkamannfylkingina hava gjørt, tað var ein dýrur prísur at gjalda fyri at sita á taburetunum, so leingi sum tað varar Atti kanska at takka løg- manni fyn, at hann við min- niríka sunnudegnum fekk beint seinasta ivan burtur hjá okkara fólki, um tað var rætt at fara úr samgonguni ella ikki. Sunnukveldið høvdu oll javnaðarfólk frið við seg sjálvan Jóannes Eidesgaard