Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-06-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 1996síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5 AS Nr. 111 — 13. JUNI 1996 tíðindablaðið on Nyggja samgongan: Tey stongdu flakavirkini skulu latast uppaftur: Kunnu krevja? lyklarnar frå Bjarta Mohr AK! BERTHOLDSEN Nú skal Føroya Fiska virking privatiserast Virkini, sum felagid eig- ur, skulu aftur å privatar hendur Hetta er tann greidi mål setningurin hjå nyggju fyra flokka samgonguni, sum nú er skipað Niðast á síðu trý í nýggja samgonguskjalinum stend- ur, at miðjast skal ímóti, at flakavirkisvinnan aftur kemur á privatar hendur Í nýggju samgonguni er tað fólkaflokkurin, sum um- situr fiskivinnumål Vit hava spurt formann floksins, Anfinn Kallsberg, hvat goymir seg aftanfyri orðini Tað er fiskavirking, sig ur hann beinanvegin Skal fiskavirking privat iserast? Tað er tað klárt At flakavirkini aftur skulu á privatar hendur merkir stutt, at ein og hver, sum hevur hug at hava flak- avirkið, skal fáa møguleika til tað Anfinn Kallsberg sker tað soleiðis út í papp - Ein og hvør, sum hevur eina góða ætlan og sum hevur fígging, skal kunna banka uppá hjá Bjarta Mohr og fáa lykilin til tað tóma virkið í bygdini og reka tað eftir vanligum, handilslig um grundreglum Men hvussu ætlar sam gongan at avtaka fiskavirk ing? Tað heldur formaður fólk afloksins fer at koma av sær sjálvum Fiskavirking er eitt felag sum hereftir skal virka undir somu kappingartreytum, sum øll onnur feløg, sigur hann Fiskavirking er komið á gravarbakkan. Tað hevur longu yvirlivað seg sjálvt - Og tað sigur seg sjålvt, at tað almenna fer ikki at halda lív í einum sovorðn um felag, sum ikki klárar seg Øll sama møguleika Ein annar topp- politikari í samgonguni, Helena Dam å Neystabø, formaður sjålvs- styrisfloksins, er samd vid Anfinni Kallsberg, hóast hon ikki er heilt so avgjørd Tað standa nógv tóm flakavirki kring landið men sum er, hevur fólkið í teim- um ymsu bygdunum íkki kensluna av, at tey eiga sín nátúrliga lut í fiskivinnuni, av ti at fiskirikidømi er mið- savnað á nøkrum fáum hondum, sigur Helena Dam á Neystabø Hon heldur, at tað er ein spurningur um politiski myndugleikin ikki eigur at skipa so fyri, at allir partar í landinum hava kensluna av, at teir eiga líka góðan rætt til okkara felags fiskiriki dømi Men tad hava teir ikki við tað, at flakavirkini kring landið, eru stongd Við hesum hevur hon ikki sagt, at øll virkini skulu lat ast uppaftur Men øll eiga at fáa møgu leikan, sigur formaður sjálvsstýrisflokkurin - Hava fólk í eini bygd, ella eini oyggj hug at fara undir fiskavirking, skulu tey ikki verða forðað av eini sentral-monopolistiskari skipan Eru tað fólk, sum hava eina góða ætlan og kunnu fíggja hana, skal so fiska virking verða noytt at selja ella leiga teimum eitt av sín um tómu virkjum? Vit hava ikki so nógv kjøt og blóð á teimum ein støku setningunum í sam gonguni Men tað er eingin ivi um, at ætlanin er, at loysa tann spurningin, men tað verður ikki við at ognartaka nakað, sum virkar, sigur Helena Dam á Neystabø - Ein og hvør, sum hevur hug at virka fisk i Foroy- um, skal hava møguleika til tað, sigur Anfinn Kalls berg, formaður fólkafloks ins. Her stendur hann saman við John Petersen og lesur samgonguskjalið áðrenn tað varður undir skrivað. Hann lá sjúkur undir samráðingunum og hevði ikki sæð tað Myndina tók Kalmar Bjarti Mohr, um ætlanina hjá samgonguni at avtaka Fiskavirking: Teir vita ikki hvat eir tosa um -Heldur áttu vit at tosa um, hvussu vit menna Føroyar sum fiskivinnutjóð, sigur Bjarti Mohr, sum er lúgvaður av at endurtaka hetta upp í saman DAGNY JOENSEN hr fær endur giv rot ur samrøduni við Anfinn Kallsberg i lag, um at nu kunnu teir blaðnum krevja lyklarnar frá Bjarta Mohr. sv r hann kvikliga ambært grundlógini er d ukrænke ikki eigur Fiskavirking Fiskavirking er partafel ag. Um Anfinn Kallsberg heldur, at hann kann avtaka Fiskavirking Oo hann avtaka øll partafeløg i Føroyum, sigur Bjarti Mohr noyðist eisini at Tíðin er farin frá omlu flakavinnuni tann er vonsvikin, at hetta tosið um at lata fleiri virkir upp verður tikið upp í saman. Heldur áttu vit at tosa um, hvussu vit menna Førovar sum fiskivinnutj60 og um vørumenning. Tad er ikki longur nóg mikið at ar beiða fisk í blokk, sum í sjevti- og attaliårunum Tann tíðin er farin Hesa framleiðslu hava Kanada, Kina og Russland og hjá teimum hevur úrtókan einki at siga Teir arbeiða uppá akk ord allan sólarringin og utt an viðbót av nøkrum slag, meðan lønarlagid hjá okk um er nógv steérri Bert fyri at vísa á dómi, so hevur Kina í ár fiskað 17 mió. tons, - Le. er 15 pst. av heimsveidun: - til blokk, sum teir selja til Europa og USA Her hava vit ongan kjans, um vit ikki framleiða nýggjar verur Tí skulu vit heldur tosa um vørumenn- ing. Tað er lyklaorðið hjá okkum í dag, sigur Bjarti yvirtikið Mohr Eingin haldgóð loysn Hann heldur litið um tað, tá poltikarar siga, at fólk á bygd mugu sleppa til ar Tað er eingin hald góð loysn at :seta fólk í ar beiði, tá eingin fiskur er at arbeiða Fert tú at lata teimum sum hava eina „góða ætlan og fígging“ lyklarnar til tóm flakavirkir? Tað kunnu allir eisini fáa í dag, men tað kostar nógv- an pening at keypa eitt virki út, umframt at ES-krøvini eru so hørd, at tey fara at snara lykilin um á nógvum flakavirkjum, sum eru opin í dag - Er ætlanin at framleiða í blokk o.s.fr. sum áður, so ber tað seg ikki. Kreppan hevur bent okkum fleiri ár aftur í tíðina beiðis Utlitini hava ongantíð verið so vánalig sum í dag sigur Bjarti Mohr Skilur ikki hvat lyklar- nir skulu nýtast til Hann heldur ikki, at polit ikarar vita, hvussu stødan í fiskivinnuni er, um teir veruliga trúgva, at gamla flakavinnan kann bera seg Rentabiliteturin - bæði á sjógvi og landi er vánaligur og årtøkan ov lítil Kemur formaðurin í Fólkaflokkinum eftir lyklu- num, fert tú at geva honum teir? - Eg skilji ikki, hvat hann skal brúka teir til, sígur Bjart Mohr. Hann vil heldur tosa um Fiskavirking, sum er gott arbeiðspláss, við ógvuliga góðum arbeiðs- fólkum, høgum arbeiðsmor- ali, har 700 fólk arbeiða í dag Bjarti Mohr. stjøri:-Politikarar vita ikki hvussu stødan er,um teir halda, at gamla flakavinnan kann bera seg