hósdagur 13. juni 1996síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 111 — 13. JUNI 1996
tíðindablaðið
Glwvra Kirkja er bygd í 1926. Men hon er nógv bæytt og vidkad síðan. Kring kirkjuna
er varkur kirkjugarður og sóknarbernini gera nógv burturúr at halda hann. Myndin er
tikin ein summardag um Skålafjardarstevnumundid. Mynd: Kalmar
Jónsvein Bech, sóknarprestur:
Gudstænastan er
ikki fyrst og fremst
merkt av stevnuni
— Komandi sunnudagur er ikki nakar kirkjuligur hátíðar -
dagur eins og Jéansøka og Olavsøka, men høvi er sjálvsagt
at nema við tað sum hendir kring ein, sigur prestur
JUsTiNUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Komandi sunnudag er eisini
Skålafjardarstevna og nýggi
sóknarpresturin Jónsvein
Bech fer fyri fyrstu ferð at
halda gudstænastu á stóru
stevnuni í sóknini. Jónsvein
Bech hevur verið prestur í
Nes Sóknar Prestagjaldi í
tvey ár og fyri tveimum ár-
um síðan hevði hann forfall
tá stevnan varð hildin
Fyri meg er tað náttúr
ligt, at gudstænastan fyrst
og fremst er ein gudstæn
asta. Men ein slíkan dag er
høvi at nema við tað sum
fyriferst kring ein. Men eg
siggi ikki tað sum nakra
uppgávu at innlima guds
tænastuna í heildina av
steynutiltakinum. Gudstæn
astan fer ikki bert at bera
dám av at tað er stevna,
sigur Jónsvein Bech
Skålafjardarstevnan
hevur ikki sum so nakran
kirkjuligan karakter á sama
hátt sum JOansøkan og
Olavsøkan. JOansøkan er
gamla kirkjuliga hátíðin til
minnis um Jóannes Doyp-
aran og á ólavssku minnast
við Olav Halga. Jóansskan
og Olavsøkan hava sín upp-
runa í eini kirkjuligari hátíð,
tað hevur Skálafjarðar-
stevnan ikki, sigur Jónsvein
Bech
Men vit kunnu ikki for-
nokta fyri, at tað eisini er
ein partur av menniskjalívi-
num, at koma saman til
gaman og álvara og tað var
nakað lógligt eisini í Nýggja
testamenti. Nógvar av teim-
um hátíðunum, sum jød-
arnir hildu høvdu eisini
fingið ein fólkaligan dám og
Jesus tók lut í teimum eins
væl og hann tók lut í menni-
skjans sorg. Tí er einki
skeivt í at gera eina serliga
stevnugudstænastu, men tað
er ikki tað sum fyrst og
fremst liggur mær til hug,
sigur Jónsvein Bech
Kirkjugongdin verður
eins og vanligar sunnudagar
klokkan 11:00
Jónsvein Bech, prestur
Í SKOSØLUNI finnur tú
tað nýggjasta til stevnuna...
SR, ——
Smartir til
hennara.
Svartir. Std. 36—41
Lættir, svartir
mótaskógvar
Std. 36—41
SKOSØLAN i RUNAVIK
600 Saltangarå - Tlf. 47555
>
Klæðini til Á í
U
Eystan-
stevnu!
Handil okkara er nu å
tremur vid øllum ti
nyggjasta vår- og
summarmótanum
í alskyns litum T.d.
* Only * Cat
+ St. Martins *Ofelia
+ Sisters Point * Vero Moda Å
+ Marc Lauge :
Eisini hava vit NÓGV GÓÐ |
STEVNUTILBOÐ
Kom inn i Shop-In og siggj alt tað vakra innan
vár- og summarmótan. Vit hava klæðini til
hennara í ollum aldri.
JJ
625 Glyvrar
Tlf. 47260
SHOP-IN