hósdagur 18. september 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 18. september 2003
27
27
Kvinnurnar hjá KÍ
hava fjórða árið á rað
ognað sær gullmerk-
ini í fótbóltslands-
kappingini
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er mest sum vorðin
fastur siður, at tá tosað
verður um kvinnufótbólt í
Føroyum, so tosar tú um Í.
Soleiðis
hevur
eisini
verið í ár, og tað kanska
meira
enn
nakrantíð.
Kvinnurnar hjá KÍ hava
nevnliga verið fullkomu-
liga einaráðandi, og týs-
kvøldið tryggjaðu tær sær
so endaliga, at tær heldur
ikki í ár verða tiknar.
Sum so hevur hendan
staðfestingin bert verið ein
spuringur um tíð, tí alt
kappingarárið hevur tað
ikki verið eitt av mótstøðu-
liðunum, sum hevur staðið
teimum kurl á vøllinum.
Týskvøldið var so dystur
á Toftum, eftir at uppruna-
liga ásetingin sunnudagin
varð strikað av illveðrinum.
Men týskvøldið bar betri
til.
Tað var tó B68, sum
byrjaði betri, og tær kundu
eisini við eitt lítið sindur av
neyvleika lagt seg á odda,
tá tær tíðliga í dystinum
fingu brotsspark.
Og tá vertirnir soleiðis
ikki fingu gjørt sær dælt av
sínum møguleikum, so var
revsingin frá Klaksvíkini
hørð. Fyri steðgin skutu tær
tvey mál. Tað fyrra stóð
Elsa Maria Simonsen fyri,
og seinnu ferðina var Una
Olsen upp á spæl eftir
hornaspark.
Og so var einki at gera
hjá B68. Eftir steðgin øktu
Rannvá Andreasen, Anne-
lisa Justesen og aftur Elsa
Maria Simonsen til 5-0,
áðrenn B68 fekk minkað
um munin, men tað varð
kortini KÍ, sum átti seinasta
orðið, og aftur var tað
Rannvá Andreasen, sum
syrgdi fyri hesum. Við
hesum seinasta sigrinum,
hevur KÍ í 15 landskapp-
ingardystum skotið ikki
færri enn 145 mál, meðan
einans fýra mál eru farin
inn hinvegin!
Og við sigrinum, so er
tað ein staðfesting, at KÍ
aftur verður meistari. B68
var annars einasta liðið,
sum í teoriini hevði møgu-
leika at røkka oddaliðnum,
men tær mugu nú savna
kreftirnar um at halda fast
um silvurplássið.
Seinasti dysturin hjá KÍ
verður leygardagin, tá tær
fáa vitjan av HB, og eftir
hetta verður aftur klárt hjá
liðnum at taka ímóti FM-
steypinum. Hetta er fjórðu
ferð á rað og fimtu ferð íalt,
at KÍ vinnur kvinnukapp-
ingina, men enn eru tær
ikki mest vinnandi liðið í
føroyskum kvinnufótbólti.
Tað
metið
eigur
HB
framvegis, men við seks
FM-heitum er nú bert eitt
ár eftir, til KÍ hevur
møguleika at koma ájavnt í
hesum dystinum.
Nr. 176 • hósdagur • 18. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
KÍ føroyameistarar
Fyrr í ár vann KÍ steypakappingina hjá kvinnum, og nú er so eisini staðfest, at liðið fjórða árið á rað kann rópa seg føroyameistari
Kappingarnevndin
hevur enn ikki ásett,
nær útsetti dysturin
millum VB og GÍ skal
spælast, men alt
bendir á, at tað
verður komandi
mikudag
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er ikki bara at siga tað,
tá nýggir leikdagar skulu
ásetast, nú bert trý umfør
resta í fótbóltslandskapp-
ingini. Nakað sum veðrið
um vikuskiftið tó gjørdi
neyðugt. Annar av dystun-
um, sum ikki varð av-
greiddur sunnudagin, var
tann í Vági, har GÍ var á
vitjan.
Og meðan B68 og NSÍ
avgreiddu sítt heingipartí
mánadagin, so bar hetta
ikki til í Vági. Vágbingar
vildu fegnir spæla dystin
kl. 18 tann dagin, men
hinvegin vildu gøtumenn
hava, at dysturin varð
leiktur á miðdegi. Nakað
sum vágbingar ikki vóru
serliga áhugaði í. Ikki
minst tí tað man vera av-
markað, hvussu nógvar
áskoðarar ein slíkur dystur
hevði savnað.
Tí varð dysturin av
ongum ta ferðina, og so er
spurningurin, nær dysturin
skal spælast. Enn er hetta
ikki endaliga ásett, men
sum tað sær út í løtuni, so
verður tað helst komandi
mikudag.
Hetta tí tað bert er miku-
og sunnudag, at GÍ kann
sleppa hampuliga seint til
Suðuroyar, og tað er neyv-
an hugsandi, at partarnir
vilja
avgreiða
dystin
fríggjadag, soleiðis at bert
tveir dagar eru at hvíla seg
í undan næsta dystinum.
Karl Vidtfeldt, kapping-
arleiðari hjá FSF, sigur, at
enn er ásetingin ikki enda-
liga avgreidd, men at hetta
helst verður gjørt ein av
allar fyrstu døgunum.
Helst komandi mikudag
C
M
Y
K
26
Føroysku súkklararnir vunnu í Íslandi
Føroysku súkklarar-
nir eru júst komnir
aftur úr Íslandi, har
kappast hevur verið
ímóti sterkastu súkkl-
arunum í Íslandi.
Koyrdar vórðu tríggj-
ar kappingar, og
samlaður vinnari
gjørdist Gunnar
Dahl-Olsen.
SÚKKLING
Tíðindaskriv
Ikki færri enn nýggju før-
oyskir súkklarar kappaðust
í Íslandi í vikuskiftinum.
Farið varð fríggjakvøldið
við Atlantic Airways, og
hópurin kom aftur mána-
dagin. Kappast varð í trim-
um kappingum, tvær landa-
vegkappingar og ein eink-
ultstartur.
Fyrsta
kappingin
á
skránni var leygardagin, tá
kappast varð í 60 km
landavegkoyring.
Leiðin
gekk frá Reykjavík, nakað
niðan í fjøllini har á leiðini,
og so aftur á mál nakað
eystanfyri Reykjavík.
Nógvir manns vóru til
start, og allir fylgdust
fyrstu nógvu kilometarnar í
kappingini, men komnir
nakað niðan í fjøllini stakk
Gunnar Dahl-Olsen av frá
feltinum. Bogi Kristiansen
og íslendingurin Gunnlaug-
ur Jonasson, royndu at
koyra Gunnar inn aftur.
Hetta eydnaðist bert part-
vís, tí tað eydnaðist bert
Gunnlaugur at koyra Gunn-
ar inn aftur. Hesir fylgdust
tí meginpartin av túrinum
aftur móti málinum.
Gunnlaugur var vælkoyr-
andi, og hann royndi tí fleiri
ferðir at stinga av frá
Gunnari á flata strekkinum
aftur
ímóti
Reykjavík.
Hetta eydnaðist ikki, og
avgerðin fall tí ikki fyrr enn
í
endaspurtinum,
sum
Gunnar vann við bert ein-
um sekundi.
Bogi
Kristiansen
er
somuleiðis
vælkoyrandi
fyri tíðina, og honum eydn-
aðist tí at koma á mál sum
triði maður.
Hjá føroysku unglingun-
um gekk best hjá Hans
Krosstein,
ið
gjørdist
nummar fimm í fyrstu
kappingini.
Bergur Johansen kom á
mál sum nummar sjey, og
Dánjal
Michaelsen
var
óheppin og fekk mekan-
iskar trupulleikar at dragast
við, og gjøgnumførdi tí ikki
fyrstu kappingina.
Tættur endaspurtur á
aðru etapu
Sunnudagin stóðu tvær
kappingar á skránni. Fyrra-
partin bleiv aftur kappast í
landavegsúkkling, hesuferð
80 kilometrar. Kappingin
fór fram við Tingvøllin og
koyrast skuldi fýra umfør á
umleið 20 kilometrar.
Javnt gekk tíðliga í kapp-
ingini og feltið fylgdist
fyrsta umfarið, men nakað
út á 2. umfar slitnaði feltið,
og Eli Christiansen, Gunn-
laugur
Jonasson,
Bogi
Kristiansen
og
Gunnar
Dahl-Olsen sluppi frá høv-
uðsfeltinum.
Hesir fylgdust líka til 100
metrar vóru eftir á mál, tá
avgerðin aftur fall við
einum sera spennandi enda-
spurti millum Gunnlaugur,
Boga og Gunnar. Gunnar
átti munin og vann við ein-
ari sponn á Boga Kristian-
sen, ið sostatt gjørdist
nummar tvey.
Fyri at økja um spenn-
ingin høvdu fyriskipararnir
lagt spurtir inn í kapp-
ingina, og møguleiki var tí
at vinna sær eyka sekundir
um tað eydnaðist einum at
vinna spurtirnar á 1. og 3.
umfari.
Gunnar var vælkoyrandi
sunnumorgunin, og vann
hann tí eisini báðar inn-
løgdu spurtirnar, og tryggj-
aði sær harvið seks bonus-
sekundir.
Spennandi
einkultstartur
Samlaði munurin millum
Gunnar og Gunnlaugur var
ikki stórur undan seinastu
etapuni, og tí var spenning-
urin stórur, um hvørt Gunn-
ar megnaði at halda tørn, og
ikki missa ov nógva tíð í
einkultstartinum.
Gunnlaugur
er
sera
stinnur í einkultstartinum,
og
umframt
at
gerast
nummar trý í einkultstart-
kappingini í Statoil Kring
Føroyar fyrr í summar,
gjørdist Gunnlaugur eisini
íslendskur meistari 2003 í
hesari grein fyri kortum.
Einkultstartkappingin fór
fram á leiðini kring Grinda-
vík, og koyrast skuldi 20
kilometrar.
Tá koyrt verður einkult-
start koyrur hvør súkklari
kapp ímóti "sær sjálvum"
og klokkuni alt tað hann er
mentur, og torført er tí at
finna vinnaran fyrr enn
allir eru komnir á mál. Sera
javnt gekk millum sterkastu
súkklararnar, men aftur
seinnapartin
sunnudagin
gekk væl hjá Gunnar, og
enn einaferð gjørdist hann
skjótastur og vann sostatt
einkultstartin. Trífalt gull
til Gunnar, og tí gjørdist
hann samlaður vinnari av
kappingini.
Aftur hesuferð gekk væl
hjá Boga Kristiansen, ið nú
endaði á 3. plássi. Sverri
M. Edvinsson, ið vanliga er
sera sterkur í einkultstarti
mátti noyðast við eitt 4.
pláss.
Hjá unglingunum gekst
best hjá Hans Krosstein og
hesaferð
gjørdist
hann
nummar fimm.
Bergur Johansen kom á
mál sum nummar sjey og
Dánjal Michaelsen sum 10.
maður.
Eisini Bogi Kristiansen gjørdi
um seg á ferðini, og gjørdist
hann nummar trý í samlaðu
støðuni
Gunnar Dahl-Olsen gjørdist
fremstur, tá føroyingar og
íslendingar høvdu sett hvørj-
um øðrum grannastevnu
Úrslitini hjá føroysku
súkklarunum í Íslandi
Unglingar:
Samlað tíð
Plasering
Hans Krosstein
4:24:53
5
Bergur Johansen
4:43:56
7
Dánjal Michaelsen
0:49:42
Menn:
Gunnar Dahl-Olsen
4:25:46
1
Bogi Kristiansen
4:33:05
3
Eli Christiansen
4:40:06
4
Sverri M. Edvinsson
4:50:16
5
Christian Guttesen
5:04:21
7
Esmar Joensen
0:43:11