leygardagur 15. juni 1996síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A ——————— [jf g[(c[[[(cDÅ[[er—e eee
Nr. 113 — 15. JUNI 1996
tíðindablaðið 1)
fo
Viðmerkingar til tidindaskriv frå Kristiani Magnussen
og til fundin i figgjarnevndini 13. juni
Vidmerking
Tórsdagin sendi Kristian
Magnussen, løgtingsmadur,
eitt tíðindaskriv út, har hann
ger vart við sína ónegd við,
at tveir javnaðarmenn hava
fingið atgongd til uppskotið
til gerðabók hjá fíggjar-
neyndini frá fundinum 24
mai 1996, áðrenn hann sum
nevndarlimur hevur sæð
tað
Sakligi parturin í hesum
skrivi er, at Kristian Mag
ussen, løgtingsmadur, vil
hava eina frágreiðing frå
Vilhelmi Johannesen, figg)
arnevndarformanni um, hví
Atli Dam og eg kenna til
hetta uppskotið, áðrenn tað
er góðkent. Men henda
spurning kann og hevur væl
saktans Kristian Magnussen
sett figgjarnevndarfor-
manninum, og tí dugi eg
ikki at síggja, at tað er
neyðugt at fráboða hesum í
einum tíðindaskrivi. Ein
nevndarlimur kann seta
fram spurningar í fíggjar
nevndini, uttan at hesir eru
fráboðaðir í fjølmiðlunum
Osaklig: parturin í sama
tíðindaskrivi, sum annars er
nógv tann størsti, snýr seg
um eina sjúklinga mis
teinkiliggerð av, hvussu vit
hava fingið frænir av orð
ingini í gerðabókini
Men gerðabókin varð tik
in fram í tíðindasendingin
hjá útvarpinum seinasta
leygarkveld. Fyrru ferð
varð enntá práta við for
mannin i neyndini, sum
annars gjørdi vart við, at
gerðabókin ikki enn var
góðkend. Í seinnu tíðinda-
sendingini leygarkvøldid
við tíggju tíðina tók út-
Óli Jacobsen skrivar
varpsmaðurin = beinleiðis
orðingina við, men gjørdi
framvegis vart við, at gerða-
bókin ikki var góðkend
Hvussu figgjarnevndin
loysir hetta mál, tað skal eg
ikki leggja meg útí, men tað
finnur Kristian Magnussen
væl saktans sjálvur útav
Men tað, sum eg haldi er
dekan ov langt út er, at hann
leggur tveir navngivnar
borgarar undir at hava við
órættum fingið fatur á
gerðabókini.
Eg havi onga gerðabók
sæð, og eg skilji á útvarp-
inum, at Atli Dam heldur
ikki hevur sæð nakra gerða-
bók, men tað kann hann
sjálvur sjálvsagt svara fyri
Men Kristian Magnussen,
løgtingsmadur, kann ikki
forða mær sum borgari í
hesum landi, (eg eri forrest-
in heldur ikki løgtingsmad-
ur), at lurta eftir tíðindun-
um og annars at brúka tey,
sum eg finni fyri gott. So
leingi eg havi goldið mítt
útvarpsgjald, so haldi eg
ikki, at Kristian Magnussen
kann forða mær í at lurta
eftir tidindasendingunum
eisini seint eitt leygarkvøld,
tå flest onnur ikki gera tað
Frælsi til frítt at úttala seg
hava vit tó enn, tað er ein
av garantunum fyri rættar-
trygdini.
Kristian Magnussen
noyðist at góðtaka henda
veruleikan, at enn er okk-
ara rættartrygd so fræg. at
tú ikki fært broytt hetta ella
tikið henda rætt okkara at
hoyra tíðindasendingar frá
okkum og at gera viðmerk-
ingar til tær, um okkum
hóvar tað
Um Kristian Magnussen,
løgtingsmadur, góðkennir
nevndu gerðabók ella ei, tað
skal eg ikki leggja meg útí
men tíðindaskrivið bendir á,
at Kristian Magnussen, løg
tingsmaður, ger ta niður
stóðu, at hann ikki góðtekur
gerðabókina við tí grund
geving, at uppskotið er al
ment kent frammanundan,
men serliga tí >hasir báðir
javnadarmenninir«, sum
hann rættiliga niðursetandi
kallar okkum, høvdu hoyrt
tíðindini leygarkveldið
Hvussu íðin Kristian
Magnussen annars ætlar sær
at vera skotbjálvi hjá løg-
manni, tað skal eg heldur
ikki leggja meg útí, men at
ein gerðabók, skrivað av
einum politiskt óheftum
løgfrødingi skal broytast, tí
orðingar ikki passa inn í
politisku bakbitini hjá Ed-
mundi Joensen, tað skal eg
sum so heldur ikki leggja
meg so øgiliga nógv útí,
men eg haldi tað vera legið,
serliga av einum manni,
sum fór upp í politikk fyri
at verja og styrkja rættar-
trygdina
Eisini tykir mær tað løg-
ið, at ein maður, sum varð
valdur sum verjin hjá rætt-
artrygdini, so avgjørdur
kann taka stødu til, hvat
hendi å einum landsstyris-
fundi, sum hann av góðum
grundum ikki var við til
Sjálvandi hevur Kristian
Magnussen, løgtingsmadur,
seinni fingið at vita, hvat
hann skal siga um henda
landsstýrisfund Hentur
borgarligur boðfretur, má
sigast
Eg frætti nú, eisini gjøg
num útvarpið må eg skunda
mær at siga, at Finnbogi
Ísakson, legungsmaður,
ikk: hevur nakra stóðu til
gerðabókina frá 24. mai, tí
hann var ikki við á fundin-
um. Ein skilagóð avgerð,
sum eg fult virði
Men eg frætti eisini í út-
varpinum, at Helena Dam á
Neystabø, legtingskona,
sum jú heldur ikki var við
til fundin 24. maí, tí hon er
ikki limur í figgjarnevndini,
hon kann tað, sum Finnbogi!
Ísakson ikk: kann. Hon
kann taka dagar ímillum
tað, sum hent er á einum
fundi, hon ikki hevur luttik-
ið á. Ótrúliga dugnaligt
kann ein freistast til at
halda, um tað ikki var tí, at
eisini hon hevur fingið at
vita, hvat er best, at hon
heldur
Løgid má tað uppfatast
millum fólk, at avgerandi
fyri hverja orðing, tú kanst
góðtaka í gerðabókini, er,
um tú ert í samgongu ella í
andstøðu. Men til rós fyri
Anfinn Kallsberg skal sig
ast, at hann tordi at hava
eina og somu stødu, uttan
mun til, um ein nýggj sam-
gonga er gjørd, sum hann
er partur av
Men at ein saklig, objek
tiv og politiskt óheft fund-
arfråsøgn, skrivad av løg-
frødingi, skal koma i slika
ivastødu, ja, tað prógvar væl
best tað, at í politikki kann
alt henda, og at tað enn er
so sum so við hálovaðu
rættartrygdini hjá verka-
mannafylkingini
Men hvussu tit enn bera
tykkum at, so endar alt tó
við, at rætt verður rætt, og
rangt verður rangt. Tá verð-
ur tað ikki ein spurningur
um loyalitet mótvegis ein-
um løgmanni, men spurn-
ingurin um loyalitet mót-
vegis sannleikanum og
eins egnu samvitsku.
Viðmerkingar til
Ola Jacobsen
Líkt er til, at fyrrverandi
starvsfelagi mín Oli Ja
cobsen, —løgtingsmadur,
hevur hug at misskilja ym
isk viðurskifti í sambandi
við tað sum er hent á polit-
iska vígvellinum seinastu
dagarnar
So djúp er hansara mis
skiljing, at hann leggur meg
undir >húklarí<, hóast hann
frá okkara tíð saman í
Tinganesi veit, at eg standi
fyri øllum ødrum enn
»huklarii«
Men Oli Jacobsen, tann
veruleiki, at okkara vegir
kundu skiljast, tann veru
leika hevur tú sjálvur av
egnum vilja valt. Tú valdi,
tá ið túr fór úr tínum gamla
flokki og saman við Inge-
borg Vinther legði til brots
fyrst og fremst við einum
åhaldandi álopi á javnaðar-
flokkin, sum var tín flokk-
ur, men sum tú vildi gera til
syndabukk fyri allar verð-
sins ólukkur. Tað er uttan
iva at tilleggja tær og Inge
borg ov stóran týdning, men
tit høvdu so eima ávísa á
virkan á vánaliga urslitid
hjá javnaðarflokkinum við
seinasta val
Men, Óli Jacobsen, tú
sum hevur gjørt teg til po
litiskan semingsmann, til
»pragmatikaran«, sum set-
ur málið at fáa »kabalin« at
ganga upp hægri enn ideo-
logiina, tú mást læra teg nú
at standa á egnum beini
Føroya Javnaðarflokkur
spyr ikki teg eftir, hvat Før-
oya Javnaðarflokkur ger, og
tað vit gera er ikki út frá,
hvussu tað gongu inn í
tykkara ætlanir í verka-
mannafylkingini
Tú hevði møguleikarnar
fyri ávirkan á javnadar-
flokkin tann tíð, tað var,
men vit føla ikki okkum at
hava nakra skyldu hverki
mótvegis tær ella Ingeborg
Vinther.
Måtvegis tinar hugsan,
Óli, so heyði ein samdur
javnaðarflokkur sera týð-
andi grundir fyri at siga
stuðulin til samgonguna
upp. Men tyngsta grundin
var, at vit merktu, at okkara
møguleikar fyri politiskari
ávirkan á loysnirnar vórðu
meira og meira skerdar
Henda ávirkan er jú kjarnin
í politiska virkseminum
Men tað skal hóast alt
skoytast uppí, at arbeiðs
lagið var betri, so leingi tú
var í Tinganesi
Vit sóu, at uppbyggjandi
(konstruktivi) parturin av
samstarvinum millum
flokkarnar var uppbruktur,
tíverri, og tann niðurbrót
andi (destruktivi) tók dik á
seg. Tí valdu vit at fara,
hóast vit stóðu í hálvum
gekki við nógvum spenn
andi uppgávum
Eg eri ikki samdur við
tær, at tað er ábyrgdarleyst
at hava eitt nýval, men eg
skilji teg væl, at tú vil hava
tina politisku karrieru at
vara sum longst uttan mun
til, hver prisurin verður
Nei, tað er ikki rætt, at
vit í javnaðarflokkinum
vilja gera tykkum í verka-
mannafylkingini til synda
bukkar. Tykkara avgerð, um
at tit vilja stuðla hesi borg
arligu samgonguni, tað er
tykkara val, og tit standa
bert til svars yvir fyri tykk
ara veljarum og ikki mót
vegis javnaðarflokkinum
Men rætt skal vera rætt, vit
hava torført vid at skilja
tykkum, men tad må vid
virðing fyri rættartrygd og
øllum ødrum góðum dygd
um vera tykkum loyvt
Annars frøir tað meg, at
eisini Oli Jacobsen er kom-
in á aðrar tankar, hvat al
mennari umsiting viðvíkur
Tú hevði sanniliga tin ser-
liga hátt at málsviðgera tíni
mál uppá
Men eg vil ynskja tær
góða eydnu við tí nýggja
samstarvinum, og eg vóni,
at tey målsøki, sum fylk-
ingini hevur fingið litið upp
í hendi at umsita, verða væl
umgingin, tí vit kenna stóra
ábyrgd av teimum. Men eg
vænti ikki, at tú fært skapt
nógv nýggj arbeiðspláss
innan hesi målsøki, sum jú
politiski málsetningur tín
einaferð var. Nú sær tað
mestsum út til, at >kabal-
urin< taldi meira enn po-
litiska skráin hjá fylkingini
Men tú skalt vita, at upp!
í løgtinginum situr ein vak-
in andstøda, sum um neyð-
ugt vil tala at, um hon held-
ur, at tað er fyri neyðuni
Men vit vilja sjálvandi eis-
ini taka arbeiði okkara í
fullum álvara og vilja med-
virka, um tað er so, at vit
síggja, at mál kunnu tæna
fólkinum
Men eg kvíði við góðari
grund fyri, at verkamanna
fylkingin í hesari ultra-
høgru samgonguni ikki
megnar at halda høgraråk
inum aftur, soleiðis sum
javnadarflokkurin megnaði
tað frá 15. januar 1991 og
fram til 3. juni 1996
Tu nevnir i tíni grein
ímóti mær, at neyðugt er við
politiskum stabiliteti. Vit
hava verið við til at borga
fyri politiskum stabiliteti í
ådurnevnda tíðarskeiði, so
at samfelag okkara ikki heilt
varð tikið av fótum av borg-
arligu kreftunum
»Gå du hen og gør lige-
så«. Men eg loyvi mær at
ivast, soleiðis sum bylgjur-
nar ganga inni i verka-
mannafylkingini. Men tad
er tin trupulleiki
Óli Jacobsen, tú hevði til
valið í 1995 verðsins stytstu
valskrá, men ikki megnaði
tú at halda hana, ta tíð, vit
vóru saman, og enn minni
megnar tú tað í hesi borgar-
ligu samgongun!, sum tú er
so ovurfegin um
Jóannes Eidesgaard
Vit umboða kortini
Tað eru veljararnir, sum hava avgjørt, hvør ið umboðar Verkamannafylkingina í
dag
Hetta er bert ein lítil við-
merking til sjónarmiðini hjá
Alis Jacobsen og Ingeborg
Vinther, um hver ið umboð
ar VMF á ting!
Eg og Kristian Magnus
sen vóru uppstilladir fyri
VMF og valdir á løgting
fyri VMF, áðrenn nøkur
landsnevnd var til. Og tískil
umboða vit VMF, eins og
aðrir límir umboða aðrar
flokkar, tí hetta hava veljar
arnir ásett
Tað er rætt, at eykalands-
fundur hjá VMF samtykti at
koyra okkum út úr landsfe
lagnum. Hetta løgdu vit
einki í, tí við tí miðvísa broti
á lóg og vidtøkur hjá VMF,
sum landsnevndin hevði
gjørt seg sekan í, høvdu vit
einki til felags við hesi fólk
ini
Men hetta broytir ikki
stóðu okkara sum umboð
fyri veljararnar hjá VMF
Landsnevndin hevur verið
í holt við sovæl løgtings-
skrivstovu sum formans-
skap fyri at fáa staðfest, at
vit ikki umboda VMF á
tingi. Men hesi sjónarmið
hava verið afturvíst. Tí er
okkara løgtingsumbodan 6-
broytt, og vit fara ikki at
góðkenna nakrar royndir at
broyta hetta
Tíbetur er okkara fólka-
ræði grundað á viljan hjá
VMF
,
veljarunum. Og hetta meta
vit at vera demokrati
Oli Jacobsen,
løgtingsmadur fyri
Verkamannafylkingina