Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-06-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 1996síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 114 — 18. JUNI 1996 AK! BERTHOLDSEN - Eg haldi, at SEV átti at hugsað seg um einaferð aft- urat, áðrenn farið verður undir vatnorkuútbygging fyri 111 milliónir. Tað er nógv sum talar fyri, at bíða eitt sindur enn. Hetta sigur Jóannes Eid- esgaard, formaður javnaðar- floksins og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri. Tað er eingin loyna, at javnaðarflokkurin hevur verið sera ivingarsamur um vatnorkuútbyggingina hjá SEV. Vit hava spurt stavna- mannin i størsta andstødu- flokkinum, um hann leggur nakað serligt í tað, at SEV kunngerð eina stóra út- bygging á Eiði, sama dag, sum javnaðarflokkurin fer úr Tinganesi. Slept teymunum - På kemur óvart á meg, at henda brádliga broytingin í landsins stjórn beinanveg- in skuldi føra atgerðir vid sær, sum kunnu benda á, at nú verða teymarnir sleptir aftur og dansurin um gull- kálvin tíkin uppaftur, sigur Jóannes Eidesgaard. - Tað kann verða trupult hjá okkum, sum hava verið í stjórn øll tey tungu krepp- uårini, at skilja, at politiska minnið er so stutt, at teym- arnir vórðu sleptir so skjótt, - Men tað gevur mær samstundis varhugan av, at teir vænta, at helst kemur onkur annar og tekur upp aftaná teir, sigur formaður javnaðarfloksins. Greið orð Samgongurnar í nitiårunum hava verið reiðiliga varnar í sínum ætlanum um vatn- orkuútbyggingar. Samgongan, sum varð stovnað í 1991 segði, at hon skuldi tryggjað gott sam- starv við SEV. Sporini eftir gøluna í sambandi við fyrstu út- byggingina vóru helst so ræðandi, at eingin tordi at taka = vatnorkuútbygging uppá tunguna tá samgonguskjalinum frá 1994 var orðingin broytt til, at kanningar og smáar íleg- ur kunnu stødugt verða gjørdar í vatn- og vindorku. Men í hesum nýggjasta samgonguskjalinum stend- ur, at „við sparing av inn- fluttari orku, olju 0.ø. í hug- a, verða samráðingar tiknar upp við SEV um víðari út- bygging av vatnorkuni, tå ið figgjarligu fyritreytirnar eru til staðar“. Við hesum verður sagt púra greitt, at vatnorkuút- byggingin kann fara í- gongd, meðan henda sam- gongan situr Fekk at reisast Jóannes Eidesgaard sigur, at tað sum fekk hann at reis- ast, var, at sama dag, sum javnadarflokkurin fór úr Tinganesi, kallaði SEV um- boðsneyndina saman til eykafund at taka stæðu til vatnorkuútbygging fyri 111 milliónir. - Tað fær meg at hugsa um tað veruliga man vera so galið, at vatnorkuútbygg- ingin er blivin til eitt parta- politiskt talv, heldur enn eitt sakligt orkupolitiskt, fíggj- arpolitiskt og orkupolitiskt mål, sigur Jóannes Eides- gaard Og hann leggur afturat - Tað harmar meg, at eitt slíkt stórmál skal verða tengt at flokspolitikki. - Men tað gongur sjón fyri søgn í samgonguskjøl- unum seinastu árini, og beinanvegin javnaðarflokk- urin er farin úr Tinganesi, sær SEV sær kansin at sleppa ígongd aftur. - Tað er ein veruleiki, at borgarligu flokkarnir hava havt betri eyga til SEV, enn vinstruflokkarnir. Men tað er púra ólogisk. Tað finst eingin saklig frágreiðing uppá, hví so er. Málið er stórri enn so, enn at stóða átti at verðið tíkin til eftir politiskum liti. Burturvið Annars viðgongur Jóan- nes Eidesgaard, at hann hevur ikki nóg gott tekniskt innlit til at kunna meta um ætalnina sum so. - Men partar av grund- gevingunum fyri at fara undir ætlanina ljóða áhuga- verdar, men fyri tað havi eg ikki sagt, at tær eru rættar tíðindablaðið 1.1M Klæmint skuldi hugsað seg um einaferð afturat - Tað harmar meg at vatnorkuútbyggingin hjá SEV er blivin eitt partapolitisk talv, held- ur enn ein spurningur sakligan orkupolitikk, figgjarpolitikk og umhvørvispolitikk, sigur Jøannes Eidesgaard. Aðrir partar av grund- gevingunum eru heilt burt- urvid. Tad er ørvitistos at fara undir útbygingina tí at SEV hevur ein bora stand- andi. - Vit eiga eisini boran til undirsjóvartunnilin. Skal tað vera grundgevingin fyri at fara undir arbeiðið nú? Ella hevði Klæmint Wey - he málað sær øll húsini fyri tað um hann átti ein pensil í kjallaranum? Slík grundgeving er átal- uverd „Primitivt“ Aðrar partar av grund- gevingunum heldur fyrrver- andi fíggjarmálaráðharrin verða beinleiðis „primi- tivar“, sum hann tekur til. - SEV sigur, at hetta er neyðugt fyri at fáa fulla nyttu av útbyggingini, sum er gjørd. - Hetta er ein arbeiðsmáti, sum tíverri hevur vundið uppá seg. Tú syrgir fyri at fáa loyvi til fyrsta part og tá ið fyrsti partur er gjørdur, trystir tú politikarar ul at geva eitt loyvi afturat, tí annars er fyrra iløgan burturspilt - Ístaðin fyri at leggja trýst á umbodsnevnd og landsstýrið, átti SEV at bið- ið um loyvi til eina heild- arloysn. - Tað, sum nú er farið fram, er hasardspæl við hálvalmennu pengunum hjá SEV. Tí eingin trygd var fyri, at SEV slapp at halda fram. Var so tann hálva milliardin fyri ein stóran part burturspilt?, spyr Jóan- nes Eidesgaard - Nú er politiski myndug- leikin, umboðsneyndin og viðskiftafólk SEV's tikin gíslar í ein mansaldur av tí at ein landsstýrismaður á sinni gav SEV loyvi at fara undir fyrsta part í útbygg- ingini. Eilif tá og Eilif nú Tann eini landsstýris- maðurin var Eilif Samuel- sen. - Tað var hann einsamall- ur, sum á sinni gav SEV loyvi at fara undir fyrsta byggistig á Eiði. Tað var sjálvan valdagin, sigst - Avleiding var ein byggi- gøla, sum ikki hevur sín líka í Føroyum. Utbyggingin, sum skuldi kosta 220 milli- ónir, kostaði 500, tá ið av- tornaði, summi siga nógv meiri - Í hesum døgum situr Eilif aftur við orkumálum undir sær í Tinganes1. Annars undrar tað Jóan- nes Eidesgaard, at útbygg inginar hjá SEV ongantíð hava verið uppi í politiska kjakinum tey árini, hann hevur verið uppii politikki, hvørki um orkupolitiskt mål, fígjarpoliuskt ella um- hvørvispolitiskt. Talan er um stórmál, so tað heyði verið natúrligt, at málið var til umrødu av og á, sigur Jóannes Eidesgaard Skuldi heldur t jað seg ' ann vísir eisini á vána- ligu støduna hjá kommun- unum - Kommunurnar eru burt- ur av allari leið veikar fíggj- arliga, og ti hevur landsstyr- id sera treydugt gingid vid til at jåtta kommununum lån, eisini til lítlar íløgur. - Hyggur tú eftir fíggjar- ligu støduni hjá kommun- unum, er einki, sum talan fyri at fara ígongd við vatn- orkuútbygging nú. - Vit hava dýrasta streym í heimi og spurningurin er um henda útbyggingin fer at gera útlitini bjartari fyri at streymprísurin lækkar? - Kanska ger hon tað um 50 ár. Er tað rætt av okkum at tryggja langabba og abba- børnum okkara bíligari streym? - Vit hava veldugar trup- ulleikar at dragast vid beint nú, og eiga vit ikki at leggja stórri dent á trupulleikan, vit eru í nú, heldur enn at gera fløgur, sum vit fáa ágóðan av um 50 ár? - Hevdi tað ikki verið rættari hjá SEV, eins væl og hjá kommununum, lands- kassanum, stovnum og virkjum annars, at tryggja seg fíggjarliga, heldur enn at gera fleiri iløgur enn. - Rokna vit iløguna uppí, eru oljuverkini bílig. - Og hvat nú, um vit finna olju undir Føroyum. Verða ikki oljuverkini nógv bílig- ari tá enn vatnorkan? - Tað líkist ábyrgdarloysi at geva leyst nú, bara tí at vit houma ein lítlan glotta nú. Annars heldur fyrrver- andi landsstýrismaðurin at tað líkist ongum, at um- boðsráðið hjá SEV skal taka stóðu til eina so stóra fløgu á so veikum grundarlag, sum SEV hevur lagt fyri ráðslimirnar Teir hava fingið eina frá- greiðing uppá 14 síður tríggjar dagar áðrenn av- gerðin skal takast Vit skulu blanda okkum uppí SEV er ein felags kommu- nalur stovnur. Kann lands stýrið yvirhøvur leggja seg út í, hvat SEV ger? - Ja, tað haldi eg, at lands- stýrið ikki bara kann, men skal. Landsstýrið hevur ik- ki loyvi til annað. Eg eri ikki samdur við Anfinni Kalls- berg í, at vit skulu halda okkum burtur frá SEV. Skal landsstýrið ikki leggja seg út í spurningin um, hvussu vit útvega samfelagnum orku, hvat skal tað almenna so leggja seg út í? Jóannes Eidesgaard uppfatar eisini streymgjald- ið sum eitt slag av skatti á borgaran - Tí er spurningurin um ikki landsstýrið átti at kravt, at kommunurnar fíggjaði eina slíka útbygging soleið- is soleiðis at hon ikki nerv- aði raksturin hjá SEV fyri at fólk høvdu útlit til at sevgjaldid lækkaði, heldur enn at tað kanska fer at hækka - Og hver kemur at hanga uppá lánið, um ikki SEV klárar at betala? - Og so er tað tann vist- frødiligu spurningurin, sum eisini er eitt stórmál. - Klæmint Weyhe tosaði nógv um vandamikið gass frá oljuverkunum. - Men kanningar vísa eis- ini, at verður turrlendi lagt undir vatn, ger tað nógv meiri gass, enn nakar hevur gáa um fyrr. - So árinið á náttúruna hava stóran týdning. Og hvussu ávirkar útbyggingin náttúruna rundanum Eiði, Funning og bygdirnar har um leidir. Er ikki aling og annað virksemi, sum krevur vatn. - Nei, almennu ábyrgdina kunnu vit ikki snúgva okk- Grundgevingin hjá SEV fyri at fara undir at byggj- a valnorkuna út nú, er partvís áhugaverd, men hon er eisini primitiv og beinleiðis høpisleys, sigur Jóannes Eidesgaard um undan, sigur Formnaður Javnadarfloksins Gera iløgukvotu Annars heldur Jóannes Eid- esgaard at landsstýrið eigur at áseta eina fløgukvotu. - Tað, sum hendi í áttati- árunum var, at vit mistu fullkomiliga tamarhald á í- løgunum. - Tað hevði verið rætt av landsstýrinum at gjørt eina fløgukvotu og eina ætlan fyri, hvussu iløgurnar skulu raðfestast. Og eg ivist stór!- iga í um henda iløgan skuldi verið raðfest so frammaliga. sum hon er ídag Hann heldur at tað t.d hevði verið skilabetri at bygt eitt strandferðsluskip á eini føroyskari skipa- smiðju, tí tað verða íløgur, vit noyðast undir heilt skjótt og hon er sera arbeiðsskap- andi PIZZA- VINIR Hevur tú hug at fáa eina ella fleiri PIZZA inn á gólv- ið, so ring tif. 18866, og tú hevur PIZZA'ina innan ein tíma. Vit í PIZZARIA royna al- tíð at hava kostnaðin so lágan sum meguligt, so- leiðis at kundin bert rindar Va boð ar 1 br a andi fyri viðskiftafólk í Tórs- havn. Vit vóna, at hetta tilboð kemur væl við.