fríggjadagur 21. juni 1996síða 17
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 117 — 21. JUNI 1996
tíðindablaðið
Takt
17
Oljublød visa Føroyum ans:
Oil in the land of
the Faroes
Soleiðis er heiti á grein í tíðarritinum hjá stóra altjóða oljufelagnum Texacoe, Agenda.
Jan Muller
Í samrødu við blaðið
Agenda hjá Texaco sigur
Bent Baumback, sum
stendur á odda fyri olju
leiting millum Feroyar og
Hetland, at føroyska ekið
sær sera áhugavert út
Hann heldur góðar møgu
leikar vera fyri at finna
okkurt í hesum nýggja eki
num. Men hann er ikki so
bjartskygdur sum onnur fel
viðvíkur utvikl
føroyska økinum. Tað er
Conoco. Tey hava í hyggju
at fáa eitt felag við í
samarbeiðið aftrat. Avgerð
um tað verður tíkin skjótt
Eisini blaðið hjá danska
oljufelagnum DONG, sum
er farið at vísa føroyska
økinum áhuga, hevur grein
um Føroyar og boringina í
Lopra. Heitid å greinini er
Færøernes Ønskedrøm”
og verður Lopransprojektid
vidgjørt
øg hvat
inginum á økinum
Hann heldur nevniliga, at
tað verður neyvan farið at
bora fyrr enn móti aldar
skifunum, hóast útbjóðing
fer fram í 97 og loyvi verða
» ; - )
e Faroes Ur "Agenda" hjá oljufel latin i 98
I agnum Texaco At marknatrætan millum
Føroyar og Bretland enn
ikk: er loyst og kann koma
at seta forðingar fyri virk
seminum føkinum og hava
við sær seinking
Men hetta at skula bora á
upp til 1200 metra dýpi er
eisini ein nýggj avbjóðing
fyri mong oljufeløg
Tey stóru oljufeløgini, sum eru farin at visa føroyska økinum stórri og stórri ans,
viðgera tí eisini alt meira Føroyar og føroysk viðurskifti, her tó fyrst og fremst gongdina
á undirgrundarøkinum. Í blaðnum hjá danska oljufelagnum DONG er åhugaverd
grein um boringina í Lopra, sum ber heitið "Færøernes Onskebrónd".
Totsi ísland area: ? 99 2086 kom
veg.
island: Strøymuy, capital
Tråshavn The Parces consigt of 18
ds. 17 OF ein afe OP ate,
People: varnar by Norwegun Søtters
sand ADBIO
Language: Faros. á Nok language
ciosely related #0 lcslang«: and the
vid Ur D-Magasinet
dalet Á vænen Norersy Texaco samstarvar hjå
Government: þar 0? Detor.3rk. since ettt ann að stórt oljufelag í tí donsku iufyritókuni
184 width: name ráð srce 1 SAD 8 DONG
Færøernes
ønskebrønd
Det er et ønske on
tærøpernes umjergru Je et 18
forskellige olieselskaber til at sk * 28 í
k Kåtybrung af brømner
tj begyruder F F < f
301 þet 7 r 1 + Í
od riG rá
ved de forblæste øer
Af Steen Ancher
Tær heilagu skriftirnar - 4
Meira um avleiðingar av synd
Vit sóu seinast nøkur dømi
úr skriftini um avleidingar-
nar av synd. Tað er mong
dømi um hetta aftur og aftur
gjøgnum bíbliuna. Vit
kenna søguna um Kåin og
Ábel. Tá ið Harrin kunn-
gjørdi dómin yvir Káin fyri
drápið á beiggja sín, lesa vit
at n segði hetta: Straff
min er størri, enn eg eri
mentur at bera! Í fyrstu
mósebók lesa vit eisini um
Esau, sum seldi frumburð-
arrætt sín. Og í hebreara-
brævinum lesa vit, at hann
seinni, tá ið hann vildi arva
signingina, varð vrakaður
Ruben elsti sonur ættarfað-
irin Jákup misti hetta at vera
tann fremsti, av tí at hann
syndaði vanæruliga ímóti
faðir sínum. Í fyrstu móse-
bók lesa vit eisini um teir
báðar elstu synir Juda, Er
og Onan, sum báðir doyðu,
sum fylgja av synd. Í aðru
mósebók hava vit søguna
um gullkálvin, sum fsraels-
menn gjørdu í oydimørkini,
meðan Móses var uppi á
fjallinum. Fyri hesa synd
fullu 3000 menn. Í tridju
mósebók lesa vit um Nadab
og Abihu, synir Aron prest,
at teir syndaðu móti Harr-
anum og máttu lata lív. Í
fjórðu mósebók lesa vit um
teir tólv njósnararnar, sum
Móses sendi at kanna
Kánaansland, teir tosaðu ilt
um landið og trúðu íkki á
Harran. Fyri hetta bøttu teir
tíggju av teimum, allir uttan
Josva sonur Nun og Kaleb
sonur Jefunne, við lívinum
Og fólkið fekk tan dóm, at
tey skuldu ikki koma inn í
landið, eingin oman fyri
tjúgu ár. Í fjórðu mósebók
lesa vit eisini um Kora,
Datan og Abiram, sum jørd-
in gloypti, fyri syndina, sum
teir høvdu gjørt. Eisini
Móses gudsmaðurin kom at
kenna álvara Harrans, við
tað at hvørki hann ella Aron
sluppu inn í hitt lovaða
landið, vega vantrúgv
somu bók er tað eisini vit
lesa um eiturormarnar, sum
bitu fólkið. Í Josvabók lesa
vit um hvussu Akan og hús
hansara vóru oydd, av tí at
hann hevið tikið, tað sum
var forboðið og henda gerð
hevði so ålvarsligar fylgjur,
at Ísrael tapti í bardaganum
móti Ali. Dómarabókin sig-
ur okkum frá, hvussu ein
heil ætt, ætt Benjamins,
næstan varð oydd, vegna
skemdargerðina í Gibea
Har verður sagt frá ræðu-
ligum ómoraliteti, sum
mátti havt okkurt at sagt
okkum í dag. Í fyrstu sám-
uelsbók lesa vit um dómin
yvir Eli prest og hús hans-
ara, her var eisini sidloysi
uppi í, og í aðru sámuels-
bók hava vit fråsøgnina um
Dávid, tá ið hann tók konu
Uria, og gjørdi seg skyld-
ugan í bæði horði og morði.
Avleiðingarnar av tí vóru at
Natan segði við hann, at
sverðið aldri skuldi víkja frá
húsi hansara og at sonurin
vissuliga skuldi doyggja. Tá
ið vit so lesa tað, sum síð-
ani hendi, serliga tað sum
Absalom sonur hansara
gjørdi honum, eiga vit at øt-
ast um fylgjurnar av synd,
og venda okkum burt frá tí,
sum ilt er, og leita til frels-
aran Harran Jesus Kristus,
menniskjans einasta vón
Hetta eru bert nøkur dómi
frá skriftini, um hvussu
Harrin sær uppá synd
Hvussu hugsar tú um Gud?
Hugsar tú um hann sum ein
fittan gamlan abba, sum
situr uppi í Himlinum og
ikki tekur tingini so álvars-
liga? Um tú nú hugsar um
hetta, sum skriftin lærir
okkum, mást tú koma til
eina aðra niðurstøðu. Og tå
ið vit koma til ta niðurstøðu,
at Harrin er ein álvarsamur
Gud, sum hatar synd, er
ongantíð ov skjótt at venda
við, geva uppat við syndum
sínum, og geva lív sítt til
Harran. Tá ið Harrin Jesus
hevði gjørt tað verk, sum
hann kom niður higar til,
nevniliga at doyggja í okk-
ara stað, segði hann við
lærisveinarnar, at teir
skuldu prædika umvending
og syndafyrigeving fyri øll-
um félkasløgum
Hevur tú vent við og tikið
ímóti syndafyrigeving frá
Gudi gjøgnum tað verk,
sum Jesus hevur gjørt á
krossinum fyri alla manna-
ættina, og soleiðis eisini fyri
teg?
Richard Danielsen