Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-06-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 1996síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Arbeiðsleysu ongan vin í Fólkaflokkinum LÍKT er til, at skilnaður longu er komin í mill- um Fólkaflokkin og Verkamannafylkingina í nýggja landsstýrinum. Flokkarnir eru ósamd- ir um tey arbeiðsleysu, sum ongantíð hava átt nakran góðan í Fólkaflokkinum SPURNINGURIN er, hvussu leingi tey ar- beiðsleysu skulu vera í ALS, og nær tey — fyrr ella seinni — skulu fara yvir í forsorgar- skipanina. Verkamannafylkingin vil, sum vitu- ligt er, ikki stytta tíðina i ALS. Tað hevur Fólka- flokkurin eftir ollum at doma einki ímóti HVAÐANI skal so peningurin koma? Fólka- flokkurin noktar fyri, at tað almenna játtar meiri pening, og eisini noktar hann fyri at ALS lænir meiri pening. Boðini hjá nýggja landsstýris- manninum í fíggjarmálum eru greið. Skulu útreiðslurnar hjá ALS okjast, so má ALS eisini finna inntøkurnar OG tað merkir ikki annað enn hægri gjald til ALS, og tað kemur frá ollum, sum fáa løn, og arbeiðsgevarum. Hetta gjald er tað sama, líka mikið, um tú forvinnur nógv ella lítið. Aftur- ímóti er gjaldið, um goldið verður umvegis skattin, lagað eftir inntoku. Tí er gjaldið meira sosialt avvegað, um goldið verður óbeinleiðis um skattin. Men so leingi vit hava eina trygg- ingarskipan, skulu partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum gjalda MEN tað, sum ikki kom fram í sjónvarpssam- røduni, var, at tess fyrr tey arbeiðsleysu skulu yvir í forsorgarskipanina, tess meira krevur forsorgarskipanin, og hon verður figgjad um- végis skattin, so tað er næstan líka vítt sum sitt HETTA er bara fyrsti trupulleikin. At hann kom viðvíkjandi teimum arbeiðsleysu er ikki so ogið, tí Fólkaflokkurin hevur ongantíð viljað sæð, at arbeiðsloysi kundi gerast ein trupul- eiki í Føroyum SJEYTIARUNUM skeyt Sambandsflokkurin andstoðu upp at stovna eina arbeiðsloysis- skipan. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokk- samgongu tóku undir við uppskotinum, men triði samgonguparturin, Fólkaflokkurin, noktaði hinum flokkunum at taka undir urin NOKUR ár seinni skeyt Javnaðarflokkurin í andstoðu upp at skipa ein arbeiðsloysis- kassa. Sambandsflokkurin og Sjålvstyristlokk- urin í samgongu tóku undir, men hin stóri landsstýrisflokkurin, Fólkaflokkurin, noktaði Sambandinum og Gamla Sjálvstýrinum at taka undir og vísti til ta viðgitnu grein 13 í t samgonguskjalinum VIÐ oðrum orðum kunnu vit bara takka Fólka- flokkinum fyri, at vit ikki fingu eina arbeiðs- loysistrygging nógv fyrr. Hetta var so tað fyrsta — hvat verður tað næsta? P0142lllPE7 Lesarabrøv Eitt hjartasuff viðv. Bygdaleiðum Í góðveðrinum leygarmorg- unin 22. juni skuldu 7 ung- dómslið hjá I.F. ul Klaks vikar at sparka bolt. 6 lið høvdu avgjørt at fara við bussrutuni hjá Bygdaleið- um kl. 7.45 úr Fuglafirði Avgjørt var at meta í góð ari tíð, t.v.s. kl. 7.30. Men gakk, eingin bussur kom og børnini blivu, sum vera man, óð og onkur av teim um smærru høvdu hug at gráta, men har hjálpti eing in góða mamma. Ringt varð beinanvegin ul Havnar og har bleiv bert svarað, at tað var ikki fyrstu ferð at slikt hendir!!! Vit (tað 7. liðið) vóru far in við privatbilum til Leir vikar, og vistu tí ikk: um støduna í Fuglafirð. Tá »Dugvan« skuldi sigla royndu vit at gera manning- ina varuga við, at bussurin ikki var komin úr Fugla firði. Men teir kundu ikki bíða, og sagt varð at hetta var einki eindsmi. Leggið til merkis, at:allastaðni fáa vit sama svar: »Hetta er einki eindømi«!!! I Klaksvik fingu vit 6 javna måttøku. Onkur hevåi hug at skelda, ein annar gjørdi kaffi (manga takk}!!! Børn í øllum aldrum hjá K I. vóru mett upp, men bert eittans lið var at:dyst- ast ímóti. Telefonin gekk heit hjá fyrireikaranum hjá K I. og tað var avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva at fáa alt upp á pláss hjá teimum, tí vøllurin var nógv upptikin og rutusambandið um Leir- viksfjørd er ikki av tí besta leygardag. Men við tógvið stríð og hundraðtals upp ringingum bæði í Klaksvík. men eisini her í Fuglafirði, har øll børnini jú vóru farin aftur til hús, fingu vit spælt allar dystirnar leygardagin. heilt út á kveldið við smá børnum, sum høvdu verið í fótbóltsklæðum frá árla á morgni! Eg vil við hesum skrivi bert vísa á, hvussu stórar av leiðingar tað kann fáa, um ein bussførani forsvevur seg og skilji tí ikki, at Bygda leiðir ikki hevur neyvari eftirlit, t.d. við einari tele- fonketu, so tryggjast kann at allar rutur verða røktar frá morgunstundini av! Vinarliga, Helle Poulsen 530 Fuglafjørdur Kríggið herdi Seinna krigg, meini eg. Ja tá vøru Ísroymgar rættir menn. Ikk: bara tað at teir sigldu vandasjógv. Men eis mi tað at teir kundu liv bjarga sær við ti, ið landið sjálvt kundi bjóða Tá var tað í stóran mun soleiðis, at landsins grød var landsins født Tá var ongin »Dan marks lunende favn« at krúpa til, sum teir, danirnir so háðandi yrktu undir klaksvíksstríðnum. Ja, tað plagdi vera niðurlagið hjá denum. at »Færingerne kan kke klare sig selv undir krignum men tå prógvaðu føroyingar, at teir kundu klára seg uttan donsku ol mussuna Men kríggið helt uppat og danir komu aftur sum »brølandi løvur«. Nei. klók ari eru teir enn so. »Danir ljódliga = tjóðraðu- og -hoyknaði hátíðin mikla« Sum skaldið yrkti á sinni Tad var bara tá ið teir komu niðan eftir ketuni í Klaks vík á sinni, at:teir brøladu Feroyingar kvóðu so treyst hga miðri í Klaksvíksgarð mum. Men so høvdu danir nir gassarnar á loft: og brøl adu: »Så er det afgang for helvede!< Og tað var so skjótt, at kvødingin tagnadi, og so hoyrdust bara dukini frå gøssunum, tá teir smullu. Tosa um undirluta kenslur eg haldi hann hevur ongar kenslur, ið gloymir sovorðið. Teir slerdu frá hond tað, sum fyri var, ungt og gamalt, mann og kvinnu, tað gjørdi ikki mun. Tað var sum tað stend ur í Kópakvæðnum: »Alt tað sum fyri var, tað hendi last og skamm: Ju, undir krígnum gjørdu føroyingar alt. ella ið hvussu er tað mesta sjálvir Tad eru í dag júst fimti ár síðan hesir ungdómar fingu studentsprógv frå Studentaskulanum, sum tá hús aðist á VBV á Skansavegi. Hesi, ið fingu studentsprógv hin 27. juni 1946, vóru Masta rað frá vinstru: Mogens Egholm, Tórshavn, Johan Chr. Nielsen, Sandvík, Jógvan Róin, Fuglafirði, Kenneth Joensen, Tvøroyri, Eyðálvur Christiansen, Stykkið, Jørgin Hansen, Tórshavn, Hans Vang Hansen, Tórshavn, Tummas Nap. Djurhuus, Tórshavn og Hans Thomsen, Tórshavn. Fremra rað frá vinstru:Andrias Nolsøe, Tvøroyri, Anne Elisabeth Mortensen, Tórshavn, Jona Hen- riksen, Tørshavn og Hilda Joensen, Håsvik Eg veit ikki, hvussu er vorðið nú. Tað er ikki tað ting og so skal sendast boð eftir onkrum serfrødingini Teir skuldu gassa eitt skip fyri rottur. Hey. so varð sent boð eftir donskum »serfrød ingini« at gera tað. — Tað er sum eg síggi fyn mær enn, tá ein eldri maður kom blásandi út úr stýrihúsinum á einari skonnart, ið lá við kenna. Hann hevði verið niðri undir og lagt hetta, ið gassa skuldi rotturnar. Hetta var beint eftir kríggið, um leið