fríggjadagur 19. september 2003síða 1
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
1
Danskar sangkappingar:
Føroy-
ingar fyri
vanbýti
Fyrr í vikuni fekk Jens Marni
Hansen boð frá DR, at kortini
ikki sleppur at luttaka í Stjerne
for en aften hjá Danmark
Radio. Í dag hevur Ása Kathy
Dam fingið somu boð frá TV3
um luttøkuna í Idols. Hon
kennir seg illa viðfarna av
donsku sjónvarpsrásini
Jens Jacobsen, portørur:
44 ár í sjúkra-
tænastu
Eftir óhepna atburðin:
Jóannes einki
at ræðast
Síða 15
Vikuskifti s. 23-34
Ítróttur s. 20
Gullið upp á
spæl í Havn
LÓGARBROT
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir beinleiðis at hava umsett
grein úr Weekendavísini og á
duldan hátt nýtt donsku grein-
ina sum egið tilfar í lesara-
brævið, kann Lasse Klein, for-
maðurin í landsfelagi Sjálv-
stýrisfloksins, møguliga verða
dømdur fyri brot á lógina um
upphavsrættin av danska blað-
mannafelagnum.
Sjúrður Skaale gjørdi fyri
fáum døgum síðani vart við, at
Lasse Klein hevur umsett tilfar
úr Weekendavísini uttan at
upplýsa kelduna, og danska
blaðmannafelagið tekur lógar-
brotið í størsta álvara.
- Við støði í tí, eg havi hoyrt
úr Føroyum, skal Lasse Klein
gjalda við kassa 1, um Week-
endavísin ynskir tað, tí hetta er
álvarsamt lógarbrot, sigur for-
maðurin í danska blaðmanna-
felagnum, Mogens Blicher
Bjerregaard. Løgfrøðiligi kon-
sulin í danska fakfelagnum,
Christian Dølpher, sigur, at
umframt stórt endurgjaldskrav
kann talan eisini gerast um
rættarmál.
Sjálvur heldur Lasse Klein,
at hann als ikki hevur framt
lógarbrot.
- Vit fáa øll íblástur okkara
ymsastaðni frá, og hóast eg
skuldi havt upplýst um kelduna
í lesarabrævi mínum, eri eg als
ikki sekur í revsiverdum lógar-
broti, sigur Lasse Klein.
Lasse Klein
í trupulleikum
Síða 5
síða 15
Bilar síða 15
Nr. 178 • leygardagur • 20. september 2003 • 77. árgangur • Kr. 12,00
Peugeot 307:
Størstur
í sínum
klassa
Danska blaðmannafelagið fer møguliga at krevja endurgjald og fara í rættin við Lassa
Klein, eftir at hann fyri stuttum umsetti grein úr Weekendavísini og breyt lógina um
upphavsrættin