Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 20. september 2003 35 12 Sosialurin Nr. 178 - 20. september 2003 Aftaná næstan fýra mánaðir heima í Føroyum er gerandis- dagurin loksins byrjaður aftur. Nú má eg aftur venja meg við at vera takksamur um eg sovi 5 tímar hvørja nátt. Tó so, síðstu vikurnar havi eg ikki bara havt skúlan um at vera... Tá ið eg av fyrstan tíð kom yvir higar fyri einum ári síðani var tað sum so ikki nakar trupulleiki at finna ein bústað. Skúlin krevur av ymiskum orsøkum, at allir fyrstaárs- næmingar búgva í einum av næmingaíbúðunum, ið liggja rundanum skúlan. Hjá mær var so bara at velja og vraka. Í ár er støðan ein onnur. Nú skal eg eitast at vera vandur við lívið í einum stórbýi sum Boston og í USA sum heild. Hetta árið letur upp fyri nýggj- um møguleikum. Bústaðar- møguleikarnir fevna nú eisini um óheft næmingaheim í sjálvum býnum og so tey ymisku fraternities, ið eru heft at MIT. Eitt sum sermerkir ameri- kanskar skúlar og sum ikki er at finna nógva aðra staðni í heiminum eru hugtøk sum "fraternity" og "sorority". Eitt fraternity, ein brøðraskapur, er at líkna við ein klubba ella eina losju. Hesir felagsskapir hava vist sín uppruna í goml- um losjum sum frímúrarunum, og eru umgyrdir av einum sindri av tí sama mystikki. Næmingar við somu áhuga- málum hava einaferð í fyrndini sligið seg saman og stovnað ein felagsskap, eitt fraternity, sum síðani hevur havt ein sentralan leiklut í gerandisdeg- num. Fyrsta losjan á skúlanum hjá mær er javngomul við skúlan, frá 1880’unum, og í dag eru uml. 30 ymiskir klubbar, allir við hvør sínum traditiónum og sermerkjum. Flestu losjurnar hava eini hús, har limirnir búgva, eta og sum er karmur um frítíðarlívið. Áhugamálini kunnu vera so ymisk. Á MIT eru "professio- nellar" losjur, so sum sigma phi, sum hýsir evnafrøðiles- andi, og losjur sum halda sam- an um onkra serstaka ítróttar- grein ella listagrein. Síðsta ár hugsaði eg ikki stórvegis um alt hetta við losj- um og loyniligum klubbum. Fyri tað fyrsta var tað so nógv annað at seta seg inn í, og so var tað ikki so aktuelt, av tí at eg allíkavæl ikki hevði møgu- leika at flyta inn í eitt tílíkt sambýli. Einasta eg visti um fraternities var frá ameri- konskum filmum, har fraternities mestsum hýsa veitslum og onki meir. Sum árið leið broyttist henda hug- myndin ikki stórvegis av tí at ikki stórvegis sæst ella hoyrist til hesar klubbarnar til dagligt, um ein ikki ger sær ómak at koma í samband við teir. Tá ið ein vinmaður mín so í vár gjørdist limur í delta psi tau, ein felagsskapur fyri altjóða næmingar, vórðu dyrnar brád- liga latnar upp til henda loynda heimin, og spakuliga byrjaði uppfatanin hjá mær av klubbunum at broytast. Onkursvegna tykist hetta seramerikanska fyribrigdið frálíkt. Fyri tað fyrsta kennist tað eitt sindur meira heimligt at búgva í einum fraternity á tann hátt, at alt er eitt sindur meira viðkomandi. Fólk koma hvørjum øðrum við, tað er samanhald millum limirnar, og tú býrt ikki saman við fremm- andafólki. Bæði í USA og aðrastaðni er hugburðurin mótvegis hesum losjunum ógvuliga ymiskur. Summi síggja tað sum ein náttúrligan part av einari universitet- útbúgving, meðan onnur eru harðliga ímóti sjálvum hugtak- inum. Eg tostaði við ein norduríra nú ein dagin, og hann fortaldi mær hvussu nógv foreldur hansara í Belfast vóru ímóti at hann var limur í einum fraternity. Hann segði, at írski frælsisherurin IRA hevði sínar røtur í líknandi felagsskapum, har alt fór fram í loyndum. Samstundis siga nógv, kanska serliga ameri- kanar, at tey ikki kundu ímynda sær annað enn at vera fraternitylimir. Júst nú síggi eg eitt fraternity sum enn ein part av amerikansku mentanini, ið næstan má roynast. Endamálið við mínari ferð yvir higar er partvíst at seta meg inn í amerikanska liviháttin. Losju- limirnir eru ikki øðrvísi enn flest aðrir næmingar á skúlan- um. Húsini hjá teimum eru eins og vanligu næmingaheim- ini mest livandi tá ið klokkan er farin av 2 um náttina, og uppgávur skulu latast inn næsta morgun. Munir er tó á kollegiilívin- um og lívinum sum "fraternity brother". Tær nýtist ikki at læsa kamarshurðina hvørja ferð tú fert út. Tær nýtist heldur ikki at leita serliga leingi eftir onkrum sum í síðsta ár hevði júst ta læru- greinina tú situr og stríðist við. Ókeypis døgurði hvørt kvøld kl. 19 kann eisini yvirtala veikar sálir at velja lívið á einum fraternity fram um eitt næmingaheim. Endin var, at eg í ár, við skúlaársbyrjan, avgjørdi at royna at gerast limur í delta psi tau. Hetta var tó ikki bara sum at siga tað. Ein søkir ikki bara um limaskap, ein verður boðin. Fyrstu vikuna av árin- um skipa ymsu losjurnar fyri tiltøkum dagliga, døgurðum, filmskvøldum, kjakløtum, veitslum og øðrum, har tað ræður um at hitta so nógvar av limunum sum gjørligt og at gera eitt so gott inntrykk sum møguligt. Tá ið vikan so er runnin, er bara at bíða. Lim- irnir hava fund, har avgjørt verður hvør fær eina innbjóð- ing. Fríggjakvøldið í síðstu viku var eg boðin at søkja limaskap. Eg tók av beinan- vegin. Beint nú siti eg í einari djúpari Chesterfield sofu í einum av stovunum. Hetta er næstan sum at stíga 100 ár aftur í tíðina, við teimum stóru og gomlu málningunum á veggjunum, undir liðini av stearinljósum. Gomlu og støvutu bøkurnar eru meira til pynt enn til lesnað. Fyri framman liggur nú eitt hálvt ár, har umsøkjararnir eina ferð um vikuna fáa undirvísing í søguni hjá klubbanum, traditiónir og virðunum sum klubbin byggir á. Sjálv upptøkan er í trimum stigum. Tað einasta, eg higartil havi fingið at vita er, at "tað verður spennandi", og "tað fer nokk at ganga". Eg ætli mær í øllum førum at royna hetta við opnum sinni. Við opnum sinni aftur í Boston TELDUBRÆVIÐ Frá: Bartal N. Poulsen, Boston, bartal@mit.edu Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Terji Messell, tónleikari Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Ja, omma hevði eitt orgul standandi og seinni fekk eg sjálvur ein guitara, sum eg sjálvur lærdi meg at spæla á. Spælir tú nakað ljóðføri? – Ja, fyri tað mesta gittar. Syngur tú undir brúsuni? – Nei. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Ja, og eg droymi um tað enn. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Alt. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Eini 300 fløgur, plátur og bond. Hvat er tín yndisfløga? – Eg havi eina yndisfløgu í hvørjari "genru", men ein fløga, eg lurti nógv eftir í løtuni, er »The Rainbow Children« hjá Prince. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Fløguna hjá Jon »Pop-nar«. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Himmelhunden. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Eg eigi onga pinling fløgu, plátu ella band. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – »Så Længe Jeg Lever« hjá John Mogensen. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Tom Waits - ein av teimum fyrstu plátunum, hann gjørdi. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Tom Waits ella Willie Nelson – friðarligan tónleik. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Tað veldst um lagið. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Kvæði - tað er einasti dansur, eg dugi. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Kim Wilde við »Kids In America«. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – »Eldur Í«, sum vit í madur:glotti spældu inn á okkara fyrstu fløgu. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – »Det Mig Der Står herude Og Banker På«...Nei, eg veit ikki. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Prince í Aalborg í oktober mánaði í fjør. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Dianne Warren - hon hevur skrivað nógvar sangir til »lætti- soppa« tónleikarar so sum Boy- zone, Celine Dion og onnur, men man má siga at hon dugir at skriva "hooklines". Eg kundi gott hugsað mær at hoyrt hvat henn- ara uppskrift er. UTTAN ÚR HEIMI Umstrídd bók Norska tíðindakvinnan Åsne Seierstad gjørdist heims- kend undir krígnum í Irak, tá hon dagliga var at síggja á sjónvarpsskíggum kring allan heimin við tíðindum um bumbuálopini á Bagdad, har hon var stødd. Men Åsne Seierstad er eisini víða kend fyri bókina "Bókhandilsmaðurin í Kabul", sum hon skrivaði um lívið hjá einum bókahandilsmanni og húski hansara í afghanska høvuðsstaðnum. Bókin vakti stóran ans. Hon er týdd til fleiri mál og er higartil komin út í seytjan londum. Allastaðni fær høvundurin rós fyri bókina, men høv- uðspersónurin, bókahandilsmaðurin Shah Mohammad Rais, er alt annað enn fegin um tað, sum stendur í bók- ini. Hann vil vera við, at Åsne Seierstad ger alt ov nógv burtur úr eitt nú privatlívinum í húsunum í Kabul, og fyrr í vikuni kom hann til Noregs við kravi um, at bók- in verður steðgað, og at innihaldið verður broytt, áðr- enn bókin kemur út í fleiri londum. Bókin kemur út í USA fyrsta dagin, og forlagið har ætlar sær ikki at broyta innihaldið. Frá sigarettum til vatnpípu Eins og aðrastaðni royna donsku heilsumyndugleikar- nir at fáa ungfólk at halda sær frá sigarettunum. Tað hava heilsumyndugleikarnir á Bornholm eisini gjørt. Tað hevur víst seg, at fleiri ung hava gjørt eftir tilmælinum, men at tey eru farin at roykja vatnpípu ístaðin fyri sigarettir. Í vatnpípuni er súreplatubbak, men eisini nikotin og tjøra. Men tað ber eisini koyra ymisk smakkievni í pípuna, so tað smakkar av eitt nú tyggigummi ella kaffi. Ein studentaskúlanæmingur á Bornholm sigur við danska útvarpið, at sigur seg kenna fleiri, sum hava lagt sigarettirnar frá sær, og sum eru farin at roykja vatn- pípu ístaðin fyri. Nakað man vera í tí, tí ein handils- maður í býnum Rønne sigur við útvarpið, at hann hevur selt átjan vatnprípur seinastu mánaðarnar. Kvinnurnar í meiriluta Fyri fyrstu ferð nakrantíð mynda kvinnurnar meirilutan í býráðnum í norska býnum Tromsø. Av teimum 43 býráðslimunum eru 22 kvinnur, men sjálvar vænta tær ikki, at tær kortini fara at fáa støri vald enn teir 21 menninir, ið sita í býráðnum saman við teimum. Ein teirra, tann 41 ára gamla Marian Rapp, sigur við blaðið Nordlys, at royndirnar aðrastaðni hava víst, at tá kvinnurnar fáa meiri at siga, verða avgerðir- nar í teimum týdningarmestu viðurskiftunum fluttar til nevndir og ráð, har kvinnurnar ikki hava meirilutan. Ein broyting kemur í hvussu er, nú meirilutin av bý- ráðnum í Tromsø eru kvinnur. Fleiri teirra hava smá børn, og tað fer at krevja, at fundartíðirnar hjá býráðn- um mugu broytast, skrivar Nordlys. Hjún høvdu 244 hundar Fólk hjá einum bretskum djóraverndarfelagsskapi øtaðust við, tá tey í vikuni fóru inn í eina íbúð í bygdini Carnforth í Lancashire. Djóraverndarfólkini høvdu fingið at vita frá grannunum, at hjúnini, sum búðu í íbúðini, høvdu nógv fleiri húsdjór, enn vanligt er. Og hendan metingin vísti seg eisini at halda og ríkiliga tað. Inni í íbúðini funnu djóraverndarfólkini ikki færri enn 244 hundar, sekstan fuglar, fimm kettur, tveir kettlingar og eina kanin. Ein talsmaður hjá djóraverndarfelagsskapinum sigur, at tey hava ongantíð funnið so nógv húsdjór í einari íbúð. Djóralæknar vórðu boðsendir til Carnforth, og teir góvu alt fyri eitt boð um, at tey nógvu djórini skulu takast frá hjúnunum, og tey eru nú latin ymsum djóra- húsum um alt Bretland. Frákoyrdi liberiski einaræðisharrin, Charles Taylor, tók næstan 100 milliónir dollarar við sær, tá hann herfyri varð noyddur av land- inum. LIBERIA Árni Joensen: fartekst@mail.dk - Vil Guð, at eg skal koma aftur, komef aftur, segði Charles Taylor, tá hann tann 11. august noyddist at fara av landinum eftir trýsti úr millum annað USA. Nú er komið fram, at einaræðisharrin stjól næst- an helmingin av pengunum í liberiska ríkiskassanum, áðrenn hann fór avstað. Talan er um næstan 100 milliónir dollarar, sum hann skal hava nýtt til at keypa sær hús í øðrum londum og vápn fyri. Sambært New York Tim- es fekk liberiski ríkiskassin einar 200 milliónir dollarar í inntøku ta tíðina, Taylor stýrdi landinum, men helm- ingurin av pengunum er ikki at finna. Stjól hálvan ríkiskassan Á hvørjum ári doyggja umleið 3500 børn av harðskapi ella misrøkt í teimum framkomnu londun- um. Danmark er í tí verra endanum í hesum høpi. BØRN Árni Joensen: fartekst@mail.dk Ein kanning hjá altjóða barnagrunninum UNICEF av viðurskiftunum hjá børnum í tí framkomna partinum av heiminum kemur til ta skelkandi nið- urstøðu, at á hvørjum ári doyggja umleið 3500 børn av harðskapi ella vantandi røkt. Kanningin umfatar viðurskiftini hjá børnum upp til 15 ára aldur í 27 londum, og hon vísir, at tað eru serliga børn undir fýra ár, sum eru fyri harðskapi, og at tað eru annaðhvørt mamman ella pápin, sum fremja harðskapin. UNICEF sigur, at í Bret- landi og Týsklandi doyggja tvey børn um vikuna av harðskapi ella vantandi røkt, í Fraklandi doyggja trý um vikuna av somu or- søkum og í Japan fýra. Ringast stendur til í USA, har heili 27 børn doyggja í meðal hvørja einastu viku av harðskapi ella misrøkt. Danmark stendur eisini á listanum hjá UNICEF. Sagt verður, at átta donsk børn undir 15 ára aldur doyggja árliga av harðskapi ella vantandi røkt. UNICEF vísir í frá- greiðingini á, at bara sjey lond hava við lóg bannað vaksnum at gera seg likam- liga inn á børn. Londini eru Svøríki, Finnland, Noreg, Danmark, Ísland, Týskland og Eysturríki. Hinvegin hava øll heimsins lond uttan tvey staðfest ST- sáttmálan um rættindini hjhá børnum. Tey bæði londini, sum ikki hava staðfest sáttmálan, eru Somalia og USA 3500 børn doyggja av harðskapi og misrøkt Ódnin Isabel gjørdi stóran skaða, tá hon fyrradagin kom inn yvir amerikonsku eysturstrondina. Soleiðis sá strandarvegurin Highway 12 í statinum North Carolina út aftan á ódnina. Isabel gjørdi um seg C M Y K 35 34