mikudagur 17. juli 1996síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 135 — 17. JULI 1996
= rf
tíðindablaðið + i” | |
Varmakeldurødan hjå Dan Petersen
Dan Petersen
Lukkan er at
hava innihald
i lívinum
Gott fundarfålk, stevnu
gestir, bygdarfólk!
Aftur einaferð eru vit savn-
að við Varmakeldu eftir
gomlu Jóanssku. Við keld
una, sum hevur undrað og
bergukið fólk í mannaminn-
ir
Lukkas Debes skrivar at
fleiri varmakeldur eru í Før
oyum, men henda við
Fuglafjørd er tann einasta,
ið hevur grødandi megi
Sum við so mongum ødrum
góðum gomlum, so man nú
tíðin ivast í heilsubótini,
keldan kann geva Tey
gomlu vistu ráðim: Fyrstu
ferð, drongur fór í bát
skuldi ein maður við fingr
mum væta tunguna á barn
inum við streymasjógvi, so
fekk drongurin ikki sjóverk
Høvdu hørn merglop, so
skuldi blåur klútur bindast
um leggin undir knæ, og
hevæ barn lyndi til at stama
skuldi tað trýstast eftir
høvdinum niður í kokuna á
nyflettan kúgv og fotamør
urin leggjast niður á nakk
an. Tað skuldi taka staming
ina. Heyði maður lítlan hug
á konufólki. kundi man
steikja nakrar flidur og
stoyta soðið í oyrað á hon
um, tá ressaðist hann. Var
tað kvinnan, ið ongan hug
hevði, kundi tú geva henni
turkaða hvalspyggju. Heyði
hon hin vegin ov nógvan
hug. skuldi hon fáa kópa
spik. Tad sissaði. Um hetta
og mangt annað kunnu vit
lesa um í »Gomlum før
oyskum hermarådum« hjá
Rasmussen Doktara
Varmakeldan er ikki
nevnd, men givið er tað, at
fólk hava trúð uppá tey lek)
andi evni, keldan hevði, og
sum kunnugt kann trúgv
flýta fjøll. Bara tað, at hon
einaferð um árið kann draga
so nógv fólk saman, er tek
in um atdråttarmegi, og hvat
er meira heilsugevandi enn
at samlast við kenningum
og vinum og bara njóta tað,
at vera til og at vera partur
av einum vinaskara. Fela
samanhaldið seyra gjøgnum
æðrarnar
Vit eru einstaklingar
føddir við einum fríum vilja
og metingarevnum, og út
frá hesum skapa vit okkara
persónligu meiningar um
lívsins stóru spurningar. Um
átrúnað, um politikk, um
barnauppaling, samfelags
viðurskifti o.m.a
Og her ræður um at virða
meiningarnar hjá hverjum
ødrum, tí ofta er ilt at av
gera, hver hevur rætt í orða
skifti
Sambært grundlógini
hava vit frælsi at trúgva
teinkja og tala, og nú koma
á lívsvirðir
undir ábyrgd
Frælsi til at forma okkara
liv við arbeiði og fritid. Tey
gomlu høvdu eitt knoss. At
arbeiða var allur teirra dag
ur. Spæl varð hildið líuð um
hjá vaksnum fólki. Teir
kundu kappast í sambandi
við arbeiði. Td. róðu teir
kapp í grind, á handilsferð
um og av útróðri. Og teir
veltu kapp. Fórt tú ein túr í
hagan, so hugdi tú eftir
seyði. Sjálv tað, at fara sær
ein gongutúr, varð hildið 6
hóskandi, um tú ikki kundi
hongja okkurt nyttugt uppí
Rasmus Rasmussen fortel-
ur, at sunnudag kundi kon
an orða við mannin, at tey
kundu fara at hyggja at velt
um. Tey høvdu verið í
kirkju, so samvitskan var
góð, og hetta var ikki nak-
að halgibrot. Sólin sá, og
fuglurin læt. Børnini møsn-
aðu sitt barnamøsn. Tey
vóru lukkulig. Ikki rík, men
eydnurík. Ikki fóru fólk tá í
tíðini bert út at ganga til
einkis. Nei, slíkt var óhósk
andi. Men trongdin til at
fara út í Guds fríu náttúru
ikki ul nakað, bert til at vera
glað, var teimum ov sterk,
tey máttu út. So var tað, at
tey fóru út at hyggja at velt
um
Nógv er tosað um trongar
tíðir, og mong hava havt tað
trongt, ongin ivi um tað. Tó
má sigast, at duga vit at
síggja tey smáu virðini, tey
virðini, ið ikki kosta pengar
so eru vit ríkari enn flest
onnur fólk. Hver er lukku
ligari: dóttir min, sum dag
liga er í Góðadali og hyggur
at fuglalívinum, ella ein
smágenta á barnaheimi í
Rumenia? Hver er lukku
ligari: Pól Martin Joensen
ein summardag uppi á Blá
bjørgum, ella javnaldur
hansara niðri á Vesturbrúgv,
starandi niður í ein bak
garð, bokstaviliga á livsins
skuggasíðu? Hver er trygg
ari: eg, sum sendi sonin út
at spæla og veit, at hann er
saman við góðum fólki, ella
tann amerikanski pápin, ið
sendir sonin niður á gøtur-
nar í Brooklyn ella Harlem?
Og soleiðis kundu vit
hildið fram
Mikkjal Dånjalson á
Ryggi sigur soleiðis at
„Um tú vilt gleði vinna
sek ei til hægsta sal!
Nei eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man råda,
har blidni er vid bord
har mildar tungur ráða
tey mjúku troystarorð
Lukkan er at hava onkran
at vera góður við. Lukkan
er at vera partur av einar
familju, av einum vina
skara, vera partur av bygd-
im. Samanhald gevur trivna
og eydnu. Tá ið Sigfríður
Verðhamar leggur eitt
vinnulívsprojekt fram fyri
sakkunnleikan, so ger hann
tað ikki sum partapolitisk
ur stavnamaður, men sum
talsmaður fyri alla bygdina
Og tå ið multikunstnarin
Frits Johannesen prydir
okkara ståsiliga bygdarhus,
so ger hann tað ikki einans
egna vegna, men fyri at
gleða alt bygdarfólkið
Lukkan er ikki ein fett
bankabók. Nei, lukkan eru
nakrir seyðir í Skarðhaga
lukkan er eitt áttamannafar
í bátahylinum, lukkan er ein
barnahond, sum stingur seg
inn í lógvan á tær, lukkar
kann vera ein urtagarður
eitt kveldskúlaskeið, at
svinga unnustu síni í dansi
ella at fáa rundstykkir og
kaffi saman við familjuni
ein leygarmorgun. Lukkan
er at hava innihald í lívin-
um
Ein dagin stóð eg sum errin
pápi á síðulinjuni og eyg-
leiddi pinkulingarnar, sum
sparkaðu bólt. Knappliga er
mál, og málmaðurin at
gráta. Tá så eg nakað rør-
andi: Tann ungi trenarin fór
yvir til tann ólukkuliga mál-
mannin, klemmaði hann,
turkaði tárini, klappaði hon-
um, og dysturin kundi halda
fram. Og her koma vit inn á
tað ómetaliga stóra arbeiði,
sum tey, ið standa aftan fyri
ítróttina, gera. Hetta er eitt
ósjálvssskið og ólent ar
beiði, ið krevur nógva tíð
ltróttarfólkini eru í fokus
og tað skulu tey vera, men
uttan hjálparfólkini var
ítróttin em vidfåningur
Stora tøkk eiga tey uppi
borið. Itrøttin er okkara
virðismiklasta fritidaritriv
Uttan hana var ongin
stevna, og vit stóðu ikki her
Danska skaldið Ambrosius
Stub sigur í yrkingini
„Hvad vindes ved verdens
vidtløftige hav«, at, >snart
vippes vi oppe på bølger
nes toppe, snart nærmes vi
grunden i skummende trav
vi ved kun to havne be
kendte af navne, den ene
vor vugge den anden vor
grav«. Lívið er skiftandi
Øll minnast vit, tá ið lands
liðið tók okkum á bóli tann
dagin í Landskrona. Hvussu
tjóðin gekk í einum gleði
rust dagarnar aftaná. Eisini
minnast Vit tann svarta (
Oktober, tá ið bankarnir
fóru á heysin og drógu
landskassa og samfelagið
við sær. Hvussu sorg og ótti
lammaði tjóðina. Hvussu
verður reaktiónin, tá ið ol;
an spríkir? Fara vit tá væl
um náttúruna? Fara vit at
duga hogv? Fara vit at duga
at drýggja? Vónandi hevur
kreppan lært okkum okkurt
Men kreppan er eitt flótandi
fyribrigdi. Fyri 14 døgum
síðani vóru nøkur okkara á
Gøtusandi og fagnaðu ein-
um 100 ungfólkum, sum í
tjóðbúna stóðu undir hvít
ari húgvu. Hóast vit ikki
høvdu kreppu í 6-ti árun-
um, tá ið foreldur teirra vóru
ung, so kundu hvørki sam-
felag ella foreldur bjóða sín-
víðari út
um ungu eina
búgving uttan múgvandi
fólk við meira enn vanliga
evnaríkum børnum. Vón
andi kunnu vit innrætta okk
ara samfelag soleiðis, at vit
fáa brúk fyri hesum ungu
Men latum okkum síggja
ljóst upp á framtíðina. Fisk
ur og sild eru afturkomin
skvaggar
og oljan undir
kkum
Nil síst en liten hilsen til
våre norske venner m
med seglskip er kommet hit
vest í havet, 1200 år etter
at de første normenn kon
til øvene Det er blevet sagt
at da de første normenn
drog til Island, var nogle sá
sjøsyke, at de blev sat i land
her på Færøyene, og vi er
her ennå
Som ung leste jeg Johar
Bojer og serlig de to bok
ene hans »Den siste viking
Folk ved Sjøen« var jeg
Få
eldig fasjonert av. De
bøkene lærte mig, at folket
i Vest- og Nordnorge levd«
under samme harde vilkår
som våre forfedre. En dag
lig kamp mot havet og
fatugdommen, ofte med
livet som innsats. Så det er
ikke bara blodets bånd, der
binder os sammen, men den
evige kamp for tilverelsen
Vi ønsker jeg nogle gode
dager på Færøyene og en
god hjemrejse. Hils våre
frender i Norge
Til seinast vil eg takka fyri
at tit lýddu á, og so ynskja
vit hvørjum ødrum eitt gott
summar og eina ljósa fram
tíð
Takk fyri.