týsdagur 23. september 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 179 - 23. september 2003
Nr. 179 - 23. september 2003
37
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Góða langomma
Stóra tøkk fyri eina góða
feriu. síggjast skjótt aftur.
Nógv klemm frá
Lív Hjørdis
Hjartaliga
takka vit øllum
tykkum, ið
vóru við til at
gera hjúna-
bandsdag
okkara tannn
19. juli so
minnisríkan
og góðan.
Esther og
Jantórur
Hjartaliga
takka vit
øllum, sum við
vitjan tykkara
gjørdu okkara
silvurbrúð-
leypsdag
2. aug. 2003
ógloymandi.
Takk fyri
gávur, blómur,
fjarrit og alla
hjálp.
Heilsan
Elisabeth og
Jógvan
Joensen
Til Tonju Elin í Århus
Góða Tonja Elin. Hjartaliga tillukku við 3 ára føðingar-
degnum tann 23. sept. Eisini ein heilsa til Lailu.
Ynskja omma og abbi í Leirvík
Góða Bertha
Hjartaliga
tillukku við 15
ára degnum 21.
sept.
Heilsan
mamma,
babba og
beiggi
Góða Ásbjørg
Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum 19. sept.
Ynski eg tær Hansa mostir
Til Herit og
John í
Keypmanna-
havn
Góðu tit bæði.
Hjartaliga
tillukku við
føðingardøgun-
um, John tann 9.
sept. og Herit
tann 22. sept.
Eisini ein heilsan
til Elin Simonu.
Ynskja foreldur,
verforeldur,
omma og abbi í
Leirvík
Hey Elias
Hjartaliga til
lukku við 1 ára
degnum í dag.
Eisini ein
heilsan til
Margit.
Ynskir omma
og abbi í
Klaksvík
Góða systi
Hjartaliga tillukku við 4
ára degnum 19. sept.
Ynskir Hans Pauli
Góða langomma
Vit vilja ynskja tær hjarta-
liga tillukku við degnum
21. sept. Tú er tann besta
omman ein kann ynskja
sær. Takk fyri nógvar góðar
leygardagar.
Ynskja vit Ísak & co
Góða elskaða Laurina
Hjartaliga tillukku við 4
ára degnum tann 21. sept.
Eisini ein heilsa til Bjartu.
Ynskja mamma og pabba
Halló tit báðir
Ogor vilja hervið takka fyri túrin í Havn í summar. Ogor
gleða ogun til næsta kappingarár.
Ynskja ogor 7 á Firvaldi
Vælumtókti
Vestmanna-
bólkurin frá sjeytiárunum,
Fox, fer aftur á pallin í Vest-
manna Ítróttarhøll leygar-
kvøldið 27. september sam-
an við tveimum øðrum
kendum bólkum úr Vest-
manna, Thunderbirds og
Western. Talan er um
afturvendandi
reunion-
tiltakið hjá VÍF, har gamlir
Vestmannabólkar spæla til
dans
Leygarkvøldið
skipar
VÍF aftur fyri einum av sín-
um reunion-tiltøkum, tá
gamlir
Vestmannabólkar
fara at spæla til dans í Vest-
manna Ítróttarhøll.
Hesuferð hevur tað eydn-
ast at savna limirnar í ein-
um av Føroya kendastu tón-
leikabólkum frá sjeytiár-
unum, Fox. Bólkurin var
síðst á palli 2. páskakvøld í
1986, tá Ungmannafelagið
GEILIN skipaði fyri kon-
sert í Vestmanna, sum var
fyrsta
stóra
tiltakið
í
ítróttarhøllini, ið varð tikin
í nýtslu stutt framman-
undan. Á hesi konsertini
spældu m.a. Fox og Hjarn-
ar, og nú 17 ár seinni hava
limirnir í Fox aftur tikið
ljóðførini fram.
Teir, sum manna Fox, eru
brøðurnir
Tróndur
og
Gunnar Streymoy, Bogi
Olsen, Martin Joensen og
Pauli Magnussen. Fox var
mest frammi mitt í sjeyti-
árunum, og í 1976 vóru teir
við á fyrstu reunion-kon-
sertini hjá VÍF saman við
t.d. Thunderbirds,
sum
eisini vera við leygar-
kvøldið.
Thunderbirds
spældu í seinnu helvt av
sekstiárunum, og teir hava
javnan verið á palli seinnu
árini bæði í Vestmanna og
eitt nú í tiltakinum "Aftur í
60'ini" í Havn. Teir, ið
manna Thunderbirds, eru
Øssur Christiansen , Joen
Magnus Olsen, Jógvan Páll
Johannesen, Gulak Zacha-
riasen, og Tróndur Streym-
oy er eisini við í hesum
bólkinum.
Ein av elstu tónleika-
bólkunum í Vestmanna,
Western, verður eisini at
hoyra leygarkvøldið. West-
ern var við til at mynda
føroyskt tónleikalív øll
sekstiárini, og teir hava eins
og Thunderbirds
eisini
javnan verið á palli síðani.
Limirnir í Western eru m.a.
Guttormur
Christiansen,
Tórur Streymoy og Marner
Olsen.
- Reunion-tiltøkini eru
vorðin afturvendandi táttur
í Vestmanna. Tey eru sera
væl umtókt, tí bæði vest-
menningar og onnur fáa
høvi at leita aftur til tíðina í
seksti- og sjeytiárunum, tá
ung í Føroyum í hópatali
fóru til Vestmanna at dansa
í vikuskiftunum, sigur Páll
Hellu, sum vegna VÌF
skipar fyri reunion-tiltøk-
unum.
Nógvir
tónleikabólkar
hava millum ár og dag sæð
dagsins ljós í Vestmanna,
og flestu teirra eru við
jøvnum millumbilum at
hoyra aftur á reunion-til-
tøkunum, alt meðan nýggir
bólkar eisini leggjast aftur-
at.
Náttarbussurin, sum van-
liga koyrir millum Vest-
manna og Havnina í viku-
skiftunum, koyrir eisini
leygarkvøldið, og fyrireik-
ararnir rokna við, at aftur í
ár fer nógv fólk til tón-
leikaliga sameining í Vest-
manna at dansa og minnast
aftur á gamlar dagar.
Peningurin, sum kemur
inn, fer óskerdur til VÍF.
Fleiri upplýsingar fáast
hjá Páll Hellu á telefon 42
41 54 ella 25 20 54. Eisini
ber til at ringja til Kára
Durhuus á telefon 21 59 77.
Fox aftur
á pallin
í Vestmanna
Tummas Eli H.
Joensen
Nú
verður
fíggjarlógin
smíða fyri komandi ár, av
okkara kosnu monnum.
Vit her á vestara armi á
Skála - fjørðinum, eru sera
spent eftir at frætta tey
tíðindi, at nú eru so og so
nógvar milliónir settar av til
okkara veg. Kanska okkara
kosnu menn hava sæð tann
trupulleika, sum vit hava av
hesum strekkið og vilja teir
tí nú, sjálvandi, soleiðis
sum teir lovaðu til seinasta
val, at her skal gerast liðugt
ongantíð ov skjótt. Helst
skal tað verða liðugt áðrenn
tað er byrjað søgdu summ-
ir!
Her er nakað av vegi
gjørt, treyðugt so og eg fari
nokk ikki nógv skeivur, um
eg haldi, at teir allir taka
sær æruna av hesum.
Vit her á vestara armi,
eru veljarar, sum hava
tryggja fleiri av teimum
sum sita á tingi fyri Eystur-
oynna tingsessin við okkara
stemmum og tí vildi tað
ikki verið ov nógv kravt av
hesum monnum, at teir
vístu á sína ónøgd alment í
bløðunum og har ein kann
gera seg galdandi fyri hes-
ari søk.
Ein er tó sum hevur
skriva um hettar í síðstuni
og tað er Torbjørn Jacob-
sen.
Eg vóni ikki, at TJ skrivar
um hetta sum eitt spæl fyri
gallarínum, tí TJ hevur
góðan møguleikan til at
gera sína ávirkan galdandi.
TJ er 17 maður í samgong-
uni og vanligt er at siga, at
ein í tílíkari støðu kann
gera seg galdandi. TJ veit
eisini sum vit onnur, at sagt
varð tá ið Skálafjarðar sigl-
ingin varð niðurløgd, at
hesir
pengarnir
skuldu
brúkast til vegin. Vegurin er
ein íløga og ikki sum sigl-
ingin, ein rakstur sum skal
gjaldast á hvørjum árið.
Eg kann endurgeva eitt
av argumentunum ið var
brúkt av samgonguni fyri
nettupp at niðurleggja sigl-
ingina og brúka peningin til
annað endamál
" Bjarni Djurholm metir
ikki at núverandi sigling er
ein varandi loysn, og tí er
tað spill at brúka 6 mio kr.
uppá eina rutu ið ikki kann
rekast á ein tíðarhóskandi
máta. Ístaðin ætlar hann at
flyta tær 6 milliónirnar, ið
rutan kostar, frá rakstri til
íløgu, og í staðin brúka
peningin til at betra um
vegin millum Skála og
Strendur ." Hetta sigur ikki
so lítið !
Tá tað nú er samgongan
sum situr við tí longra
stránum, má eisini heitast á
hinar samgonguflokkarnar
sum lovaðu so nógv og tí
vunnu valið, um at gera seg
galdandi!
Hvar er til dømis.
Sjálvstýrisflokkurin?
Kári er væl eisini greiður
yvir, at hann kann roknast
sum 17 maðurin.
Miðflokkurin? Hann
hugsar helst ikki um okkum
meira, síðan hann bert
hevur tingmannin í Suður-
streymi.
Fólkaflokkurin?
Teir
hava okkum kanska í
tonkunum ? Tó havi vit
einki sæð til tað.
Nú skulu hesi valevnir
ikki føla seg so ógvuliga
illa, tí ein og hvør veit, at
er valið ímillum ein veg í
bygdini hjá tingmannin-
um og okkara veg, eru vit
ikki so góðtrúgvin at
halda, at okkara vegur
verður tikin fram um
tann lokala bygdavegin!
Gott hevði tí verið, um
hesi
valevnini
greiddi
okkum frá um teir ætlað at
gera nakað við hetta ella
ikki, soleiðis, at vit ikki
kenna okkum heilt gloymd
og bara fáa gylt lyftir tá val
er í hondum.
Eitt vita vit øll, at í 2006
tá val verður aftur, verður
helst enn einaferð kapp-
bjóða um hendan veg.
Tá tinglimirnir ikki gera
so nógv við hetta mál, skal
mín áheitan eisini verða á
Vinnumálaráðið um, at
hóast tað, at tómligt er í
kassanum,
gloym
ikki
hendan veg, tí hann er al-
neyðugur fyri menningina
og trygdina á hesum økin-
um.
Vegurin Skálabotnur - Strendur
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
37
36