Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 180 - 24. september 2003 Nr. 180 - 24. september 2003 3 Tað gongur eitt sindur báðar vegir hjá danska flogfelagnum Maersk Air. Herfyri misti felagið leiguflúgvingina fyri Star Tour. Men nú letur felagið tvær nýggjar flogrutur upp FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Danska flogfelagið Maersk Air misti herfyri leigu- flúgvingina fyri ferða- vinnufelagið Star Tour, visti danska blaðið Take Off at siga um dagarnar. Talan var um rímiliga nógva flúgving segði Take Off, sum metti, at tað mundi fara at merkjast hjá Maersk Air. Men sambært blaðnum var stjórin í Maersk Air, Flemming Ipsen, ikki so ovurhonds harmur um tað. Tí sum hann segði, var prísurin komin so langt niður, at hann ikki helt tað vera nakað at flúgva fyri. Hann metti rætt og slætt ikki, at tilboðið, sum eitt annað flogfelag, Sterling, hevði givið og fingið flúgv- ingina fyri, kundi loysa seg. Men nú er Maersk Air farið aðrar leiðir, veit Take Off at siga við tíðindabrævi frá Maersk Air sum keldur. Felagið byrjar tann 26. oktober vær nýggjar rutur úr Billund. Onnur verður til Oslo og hin til Milano. Roknað verður við væl av flúgving millum Billund og Oslo, tí lagt er út við trimum túrum dagliga mitt í viku. Um vikuskiftini verður flogið einaferð um dagin. Til Milano verður eftir ætlan flogið einaferð um dagin. Tó verður eingin túrur leygardag. Flogferðslan úr Billund tykist líkasum at vinda upp á seg, siga fólk í vinnuni. Og stjórin í Maersk Air heldur sambært Take Off, at tølini til Oslo síggja rímilig út sum er, og tí halda tey í Maersk Air, at tað man fara at loysa seg at taka rutuna upp. Tað verða onnur flogfør, enn tey Boeing 737 flog- førini, vit kenna frá Føroya- rutuni, ið Maersk Air fer at nýta á hesum nýggju rutun- um. Talan verður um tey væl smærri Canadair Regional Jet 200, ið taka 48 ferðafólk, sum verða nýtt. Í dag røkir bara flog- felagið Sun Air flúgving millum Billund og Oslo. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið góða kona, mamma, vermamma, omma, dóttir og systir okkara ALEXANDRA KJÆRBO f. Johannessen doyði og varð jarðað. Tøkk øll tit, sum vitjaðu og bóðu fyri henni, meðan hon var sjúk. Tøkk øll, ið hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Tøkk til prestarnar Niels Paula Danielsen og Hans Eiler Hammer og til Kristian Fríðrik fyri góð orð í kirkjuni. Somuleiðis tøkk til kirkjutænarar, berarar og sangarar. Og tøkk fyri blómur og gávur. Eina serliga tøkk til øll á Fiskamarknaði Føroya og tøkk til øll, sum komu inn á gólvið og hjálptu okkum gjøgnum teir fyrstu tungu dagarnar. Gud signi tykkum øll! Vegna familjuna Fríðálvur, Hans Marner og Joan Hans Andrias og Marita Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu og rættu nógvar hjálpandi hendur, tá kæra kona og mamma okkara Sannemi Hansen Runavík lá sjúk, andaðist og fór til gravar.Vit takka øllum tykkum, ið vóru um hana síðstu tíðina og veittu linna, bæði sjúkrasystrar og heimahjálpir. Somuleiðis vilja vit takka tykkum mongu, sum so væl og á so ymsan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina. Ein serlig tøkk til tykkum í Toftakórinum og tykkum í Orkis, ið pyntaðu kirkjuna so vakurt. Fyri tey avvarðandi Bjarni, Johan Hans og Hilmar Jan Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, abbi og langabbi okkara ARNHOLT SOFUS PETERSEN ættaður úr Mikladali búsitandi í Noregi andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi tann 14. september, 82 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin 26. september kl. 14.00. Familjunnar vegna Esther Tey, ið ynskja at lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Klaksvíkar Sjúkrahús, konto í Føroya Banka. Upp og niður hjá Maersk Air Maersk Air hevur bæði mist og fingið í seinastuni. Charterflúgvingin fyri Star Tour glapp felagnum av hondum. Men um ein mánað verða tvær nýggjar rutur stovnaðar út frá Billund Floytandi føroysk blómu- bros Føroya skúlabóka- grunnur hevur giv- ið út Blómubros, sum er savn av før- oyskum løgum skrivað á nótablað og lagt til rættis fyri floytu NÓTAHEFTI Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Nú skulu føroysk børn læra tann føroyska tón- an. Út er komin bók- lingur við føroyskum løgum, sum eru løgd til rættis fyri floytu. Blómubros er ætlað til tónleikaundirvísingina í musikkskúlaskipanini, og tað er Andrea Heindriksdóttir, lærari í musikkskúlaskipanini, ið hevur lagt til rættis. Ofta verður svenskt, danskt og enskt tilfar nýtt í musikkskúlaskip- anini, og soleiðis fáa tey tann útlendska tónan frá byrjan. Við nýggja heft- inum fáa føroysk børn høvi at venja seg við før- oyskan tóna, sum vit serliga hoyra í skjaldr- um, kvæðaløgum og sálmum. Vónin er, at lítla lagasavnið verður góður stuðul í dagligu undirvísingini og til framførslur. Í Blómubrosi eru 26 løg. Løgini umboða ym- iskar partar av føroyskari sangmentan. Her eru skjaldur, kvæða- og vísuløg, eldri og yngri barnasangir og nøkur gomul føroysk sálmaløg, teirra millum kingoløg. Løgini eru í summum førum skrivað til fleiri torleikastig, til byrjanar- støði og ávísan førleika. Fleiri løg eru løgd til rættis fyri tríggjar floyt- ur, og onnur hava klav- erfylgispæl, ið klave- næmingar kunnu spæla. Sangtekstirnir eru prentaðir aftast í hef- tinum. Atli K. Petersen hevur skrivað nótarnar, og Astrid MacDonald hev- ur myndprýtt heftið. Grafikstudio hevur gjørt permuna, og Einars prent hevur prentað. Blómubros er 46 blað- síður, kostar 98 krónur og fæst til keyps í bóka- og tónleikabúðum kring landið. Skaldsøgan »Undir Suðurstjørnum« eftir Gunnar Hoydal kem- ur út á enskum tann 16. oktober. Rithøv- undurin Fay Weldon gevur bókini tey allar bestu viðmælini BÓKAÚTGÁVA Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Føroyskar skaldsøgur týdd- ar til eitt av heimsmálunum eru líka sjáldsamar sum lundi á jólanátt. Nú jólini nærkast kemur ein av hesum sjáldsomu hending- um fyri. Heiðurin eigur Gunnar Hoydal, rithøvundi. Skaldsøgan hjá Gunnari Hoydal »Undir suðurstjørn- unum«, sum forlagið Árting gav út í 1991, kemur nú út í enskari týðing undir heitinum »Under Southern Skies«. Marjun Stewart umsetti. Bókin er eisini út- komin á donskum í 1992, og tá týddi Jette Hoydal, sum er kona Gunnar. Fay fegnast Við á enska marknaðin fær bókin eitt viðmæli frá ein- um av best umtóktu ensku rithøvundunum. Fay Wel- don, sum vitjaði Lista- stevnu Føroya fyrr í ár, sigur á kápuni til ensku útgávuna, at bókin er eitt høvuðsverk í bókment- um, sum vann bókavirðis- lønir, um nakað rættvísi var til í hesi verð. Fay Weldon sigur soleið- is: »A major work of literature – magic, realism, wit and grace, all here in generous abundance. If it were eligible for the Book- er prize, and there were justice in the world, this book would surely win it.« Tað var eitt rithøvunda- kvøld í Norðurlandahúsin- um 29. februar 2000, sum er upprunin til ensku út- gávuna. Skipað varð fyri kvøldinum við tí fyri eyga at knýta sambond millum føroyingar og bretar, og sum frá líður at fáa før- oyskar skaldsøgur givnar út á enskum. Í hesum sambandi var Pamela Clunies Ross bjóð- að til Føroya, og hon kunnaði seg um føroyskan skaldskap. Hon hitti fleiri høvundar og valdi sjálv skaldsøguna hjá Gunnari burturúr bókarúgvuni. Brit- ish Art Counsil og Norður- landahúsið hava síðan stuðlað útgávuni fíggjar- liga. Frá byggilist til Skeyk Gunnar Hoydal hevur havt eitt ógvuliga fjølbroytt ar- beiðs- og útgávulív. Kendur er hann fyri starv sítt sum býararkitektur í Havn, sum hann segði seg úr á 25 ára degnum í 1997 fyri at skriva og týða burturav. Hann hevur havt hópin av álitisstørvum, og hevur eitt nú verið formaður í bæði Rithøvundafelagnum, LISA og Arkitektafelagn- um. Millum skrivaðu verkini eru bæði listabøkur um Ingálv av Reyni og Janus Kamban, yrkingar, sangir, tíðartekstir og sangleikurin Skeyk. Umframt »Undir suðurstjørnum« hevur hann eisini skrivað skald- søguna »Dalurin Fagri«. Í fleiri løgum Eftir annan millumskúla- flokk fór Gunnar saman við familjuni til Suðuramerika, har pápin hevði starv í ST frá 1954-57, og tey árini gjørdist hann kunnugur við suðurlond. Í bókini ger hann eina ferð aftur til Bolivia og Equador, og hann sigur frá hendingum í Føroyum og londum í Suðuramerika. Bókin er í fleiri løgum, og høvundurin flættar hend- ingar frá barnaárunum, systkin, fortíð og nútíð í ymiskum høpi upp í søgu- gongdina. Skaldsøgan »Under southern skies« kemur út í Onglandi 16. oktober 2003. Forlagið er Mares Nest. Bókin verður eisini at fáa í Norðurlandahúsinum. Við bestu viðmælum á enska marknaðin Rithøvundurin Gunnar Hoydal hevur fingið tann heldur sjáldsama heiður at verða týddur til enskt. Mynd: Jens Kristian Vang ” A major work of literature – magic, realism, wit and grace, all here in generous abun- dance. If it were eligible for the Booker prize, and there were justice in the world, this book would surely win it Fay Weldon um »Under Southern Skies« C M Y K 3 2