mikudagur 24. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 180 - 24. september 2003
Nr. 180 - 24. september 2003
9
Umleið tjúgu favnar niðan frá bakkanum
oman fyri Leynará, har hon fer í hin
máttmikla fossin, ið fellur niður í
Leynarósa, stendur húsið ið kalla verður
á Fossinum. Hetta hús er barnaheimið hjá
brøðrunum, Jákupi og Jógvan á Fossin-
um. Á hesum vakra staði og leiðum ald-
ust teir upp til manns sum góðir brøður
og felagar, og har hava teir havt sín
bústað og liva saman við mammuni,
Mariu á Fossinum, sum nú er 91 ára
gomul, til týsdagin hin 16. september tá
ein høpisleys vannlukka kom at kosta
Jákup á Fossinum lívið.
Ikki er tað fáar ferðir at henda søkn
hevur staðið lamsligin av slíkum mein-
ingsleysum feigdarboðum, í hesum føri
var talan um ein hin best kenda mann her
um leiðir, sum vegna sítt starv hjá
kommununi var at síggja og staddur har
tað almenna hevði sínar ymisku uppgávir
at takast við, og tað var rímiligt nakað ið
røkk so víða, sum fólk búði innan Kví-
víkar kommunu.
Tað búði magn og menska fyri aftan
hansara friðsomu og sáttligu medferð, og
komst tú á tal við hann, vart tú varður við
at tú stóð yvir fyri einum manni ið ongan
háva gjørdi úr sær sjálvun, lítilátin og
hóvligur í allari sínari meðferð, men
aftan fyri tolna og seigliga lyndi sást tú
inn í eini góðlynt og blíð eygu, sum
boðaðu frá einum hvørjum lívsjáttandi
hugsunarhátti ið bar brá av tí skemt-
ingarsama í lívinum, og tað var ikki lítið
av hugnaligum og stuttligum lokalum
søgum, sum hann kundi draga upp úr
sínum breiða brøsti, tá annars umstøð-
urnar vóru til tað, men missfata eingin
hettar; tí fyri aftan alt hetta kendi hann
markið millum skemt og álvara, Jákup
var nevnliga ein skjótt fatandi og gløggur
hugsari, sum fangaði tað tú ætlaði at siga,
áðrenn søgan var hálvsøgd.
Eg hugsi vit eiga fáar av hansara
"kaliber", man tað ikki vera so; at vit áttu
bert ein Jákup á Fossinum, og hann
høvdu Leynarbygd og okkara fámenta
søkn ikki ráð at missa.
Tá eg minnist aftur á brøðurnar báðar,
sum oftast vóru nær hvørjum øðrum í
arbeiði ella øðrum viðurskiftum, var tað
ikki sørt hetjukent yvir tí mynd, tú fang-
aði av teimun og teirra høvisku medferð.
Í rættuliga mong av sínum bestu árðum
sigldu teir við norskum bátum, til teir nú
tey fylgjandi mongu árini hava arbeitt
uppi á landi.
Hvat teir í togan og tøkum hava lagt
rygg og lendar til við tí ókendu megi teir
áttu, er hettar ikki rætta stað at røða um,
men hetta var teimun givið í vøggugávu,
og hana gróvu teir ikki niður.
Tað hava sanniliga áður herja hvassir
vindar á húsini á Fossinum. Triðja páska-
morgun í 1953 fóru fýra manns til útróð-
rar úr hesum húsi, tá kvøldið kom var
greitt, at eingin teirra kom at seta fótin
aftur á land. Hesir vóru pápin, John, og
bróðurin, Hildibjartur, fosturbróðurin,
Jeffrie, og pápabeiggin Anthon, sostatt
komu Jákup og Jógvan at verða faðir-
leysir bert 7 og 8 ára gamlir, tey vóru
annars 6 systkin og elst av teimun var
Hildibjartur, sum var 18 ára gamal og var
við hendan feigdartúr.
Um deyðan vist eg sanni
hann líknar tykist mær,
tí reysta sløttumanni
sum heystardagin slær
alt lív á heimsins vegi
ber sama endamál.
Sum blóman best í megi
ið fall um nýhvest stál
Úr Ísl.
Skal nøkur meining finnast í tí meinings-
leysa, so røkkur mannahugsan ikki til, og
teir ósvaraðu gátuføru spurningarnir
økjast og hópa seg upp, tess longur tú
kemur fram eftir lívsins breyt.
Men eitt stað fyri framman klárar upp,
og deyðans ístoka sum nú rekur við
sínum kalda támi og hylir alt og øll, skal
einaferð víkja fyri ljósinum av skýfríum
himmni og Leynarbygd skal aftur liggja í
varma av lívsins æviga sólarhita, sum
júst er sjálvt lívið.
Hin stóra áin sum Jákup kendi lagið og
sjóið frá, og óiva hevur hann frá barni av
ligið og lurta eftir hennara skiftandi
kvæði og løgum, stundum ógvusligt dun
og dynjan tá hon við fullari fylling og
mátti fór morreyð eftir bakkunum, og
aðrar tíðir tá hon mjúk og smidlig kíndi
hellir og klettar á sínum niðurbrýndu far-
leiðum bert eina leið oman, út av fossin-
um og niður í Leynarósa.
Nú hevur Jákup tikið leiðina eftir
øðrum fossi - hann er farin um hann og
lendur á hvítari sandstrond, har øll dynj-
an og dun eru tagna, hann er sessaður
millum sítt undanfarna fólk, stigin inn
um gáttina í teim ævigu bústøðun inn í
várt rætta og sanna fedranna heim.
Eg farin eri langt til ferða
og fedrar mínar hitta skal
Har sál mín alla tíð skal verða
eg sigi verð og fold farvæl
Vár Drottur tak tú mína ond
og míni kæru verj tín hond
Uppi í Trøð 18. sept. 2003
Viggo Johannesen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Jákupi Hermansen á Fossinum
til minnis
Húsini hjá Jákupi (t.v.) og barnaheimið á Fossinum í Leynum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hørð og óskiljandi vóru boðini vit fingu
sunnumorgunin 31. august, eitt av okkara
sytskinabørnum var ikki millum okkum
longur, vegna eina ferðsluvanlukku.
Karl Martin var nummar 10 í rekkjuni
av okkum 21. Sjálvt um aldursmunurin
er umleið 30 ár millum elsta og yngsta
systkinabarnið, hava vit altíð øll verið
sera góð.
Av tí at Karl Martin var mitt í
flokkinum av okkum, er tað eitt sindur
ymiskt hvussu vit minnast hann. Tey
elstu minnast hann væl sum ein fittan og
friðarligan smádrong, hann og Hans Erik
sóu út sum tvíburar, altíð so snøggir í líka
klæðum. Tey mittastu av okkum minnast
hann sum javnaldrandi og ein vinmann
og tey minstu minnast hann sum
stórabeiggja hjá Pól Jóhannus og eisini
onkur av teimum yngstu minnast hann
sum gubba sín.
Karl Martin var ein sera fittur,
friðarligur og raskur drongur, altíð hevði
hann eitt smíl um varrarnar tá ein møtti
honum ella var saman við honum. Eisini
hevði
hann
ofta
onkra
stuttliga
viðmerking ella okkurt stuttligt at siga
frá.
Saknurin hjá okkum er stórur nú Karl
Martin er farin, eitt tómrúm fer altíð at
verða eftir hann. Altíð tá familjan fer at
verða saman um eitt hvørt, fer hann at
mangla. Okkara troyst er tó at vit skula
síggja hann aftur ein dag, heima hjá
Gudi.
Vit vita at hjá tykkum, Kjartan, Dorit,
Hans Erik og Pól Jóhannus, er saknurin
størstur. Hjá tykkum, sum hann var
saman við hvønn dag, má tað vera
óskiljandi at Karl Martin so brádliga varð
tikin frá tykkum. Einastu troystarorðini
vit kunnu geva tykkum, er at tit aftur ein
dag skula møtast heima í himli.
Sálm. 139 ø. 13-18
13. Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur
meg vovið í móðurlívi!
14. Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg
varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og
sál mín fullvæl tað veit.
15. Bein míni vóru ei fyri tær huld, tá ið
eg varð gjørdur í duldum, myndaður í
jarðardjúpum.
16. Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína
bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið
avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum
var til.
17. Hvør torskilnar eru, Guð, mær
hugsanir tínar, hvør miklar tær allar
tilsamans!
18. Vil eg tær telja, eru tær fleiri enn
sandur, eg man vakna og vera enn hjá
tær.
Sangur nr. 51 í Missiónssangbókini
Ongum er so trygt at fara
sum Guds lítla barnaskara,
fugli ei í leyvi fjøldum,
stjørnu ei í himnatjøldum.
Harrin er á Sions fjøllum
vernd og skjøldur fólki øllum,
vil teim miskunnsamur vera
og á faðirørmun bera.
Eingin eydna, eingin vandi
slíta av skal barnabandið.
Hann, sum vinur ber av øðrum,
veit um alt í øllum førum.
Hann øll hár á høvdi telur,
hann hvørt tár úr eyga fjelur,
okkum føðir, okkum klæðir,
gleðir, um so sorgin bagir.
Hvat hann tekur, hvat hann gevur,
faðirs hjartalag hann hevur,
og hans vilji er hin sami:
barnsins sanna gagn og frami
Væl tær veri, lítla skara
Jakups Gud teg væl skal varða;
honum, sum fekk megi alla,
fíggindar til jarðar falla.
Og tá her er farin dagur,
neyð er lokin, tagna klagur,
børn øll síni rødd hans kallar
heim til gleði ævir allar.
Til minnis um
Karl Martin Smidt Jensen
Frá 1. november 2003 er
Ida Sørensen í Havn sett
sum leiðari av Ellis- og
Umlættingarheiminum
í
V.U. Hammersheimbsgøtu í
Havn.
Ida er 49 ára gomul, hon
bleiv útbúgvin sum sjúkra-
systir á Føroya Sjúkra-
systraskúla í 1979 og ar-
beiddi í nøkur á sum
sjúkrasystir
á
Lands-
sjúkrahúsinum.
Í 1986-87 gekk hon á
Danmarks Sygepleje Høj-
skole, har hon tók útbúgv-
ing innan frálæru. Hon var
lærari á Føroya Sjúkra-
systraskúla frá 1985-1997,
har hon var fyristøðukvinna
eitt skifti.
Frá 1997 til september
2002 var Ida økisleiðari í
heimarøktini á Sandoynni.
Hon hevur eisini tikið eina
tvey ára leiðaraútbúgving
innan heilsu- og almanna-
økið. Eitt skifti var hon fak-
ligur leiðari fyri heimarøkt-
ina.
Síðan 1. juni í ár hevur
Ida arbeitt á Sjúkrarøktar-
frøðiskúla Føroya, har hon
hevur skipað fyri skeið-
virksemi og eftirútbúgv-
ingum.
Ida er úr Havn, foreldrini
vóru: Bente, f. Bendix, úr
Danmark, og Einar Mikkel-
sen, el-innleggjari úr Havn.
Hon er gift við Finnur
Sørensen úr Havn og, tey
eiga tvey børn, Beintu og
Janus Einar.
Nýggjur leiðari á Ellis- og
Umlættingarheiminum
í Havn
Dagurin
24. september. Tekla,
deyð umleið ár 100.
Hevði hoyrt ápostul-
in Paulus prædika og
varð umvend. Hóast
hon var illa forfylgd,
slapp
hon
undan
hvørja ferð og doyði
friðarliga
90
ára
gomul.
Friður veri yvir minninum um Karl Martin Smidt Jensen
Mikala, Anja, Karl Magni, Johild, Kristina, Annika,
Joan, Áki, Hallfríð, Kári, Terji, Aron, Kartin,
Remi, Cheila, Sóleyg, Siri og Rúni.
C
M
Y
K
9
8