mikudagur 24. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 180 - 24. september 2003
Nr. 180 - 24. september 2003
11
Tað var ein sera spennandi og hugvekjandi
framsýning, sum varð hildin i Mullers.
Henda framsýning er eitt sera gott dømi um
tað hugflog og teir møguleikar, ið finnast í
føroyskum heimavirki og í føroyskum
listahandverki. Her er ikki talan bert um
eina valiga framsýing, men um eina lutvíst
arbeiðandi framsýning. Her bar til at síggja,
hvussu listaverkini og lutirnir verða til.
Hetta er eitt frálíkt hugskot og vinnur fram-
sýningin nógv við júst hesum formi.
Framsýningin nevndist Gluggaglæma og
her var alt, sum hugsast kann av handverki
og listahandverki: ull og tøting, skinn og
roð, vevnaður, binding og sniðgeving. Her
kundi tann vitjandi eisini fáa kunnkeika til
gamalt føroyskt handverk sum knívasmíð
og bátasmíð. Eisini nýggjari listahand-
verksgreinir so sum grótlist vóru við. Eisini
sýningar við føroyskari mótalist og tón-
leikaundirhald av ymsum slagi.
Tað er einki at ivast í, at stórir møguleikar
eru í hesum øki. Hetta er eitt øki, sum tekur
støði í gamlari føroyskari handligari ment-
an eins væl og nýggjum íblástri uttaneftir.
Her er samstundis talan um eitt øki, ið ikki
tykist vera eins høgt raðfest og vanlig list
eitt nú tónleikur og myndlist. Økið er undir
Vinnumálaráðnum og vit vilja fegin mæla
Vinnumálaráðnum til at stuðla hesum øki
av øllum alvi. Skulu vit í Føroyum tala um
mentanarturismu, so eru listahandverk og
føroyskt heimavirki fortreytir fyri, at henda
vinna kann mennast í framtíðini. Fyrireik-
ararnir kunnu vera nøgdir við ta stóru
undirtøkuna. Og vóna vit, at stigtakarar og
luttakarar halda fram á somu stevnu. Vit
gleða okkum til næstu ferð høvið verður at
vitja líknandi tiltak í Müllers pakkhúsi ella
aðrastaðni í landinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Gluggaglæma
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Vida Højgaard
So vóru teir aftur har. Fjøl-
miðlagribbarnir.
Hesaferð eftir Jóannes
Eidesgaard,
sum
í
almennum
høpi
hevur
dittað sær at avdúka, at
eisini hann er eitt vanligt
menniskja, ið kann gera
mistøk.
Avdottin í almennari
veitslu. Sera pínligt, og tað
reina guff fyri fjølmiðl-
arnar. Gud vitið, hvat revs-
ingin hevði verið, um teir
sluppu at ráða.
Eftirsum eg fyri tíðina
einki sjónvarp havi, var tað
útvarpið, ið vakti mín
harma hendan dagin, tá út-
varpskvinnan einar fimm?
ferðir - við smærri um-
formuleringum, sum tey
eru ekspertar í - mestsum
kravdi, at maðurin mátti fáa
eina ábreiðslu frá sínum
ráðandi
baklandi.
Ein
eyðmýking framman fyri
øllum Føroya fólki og ein
treytaleys umbering er alt
ov lætt sloppið.
Men ikki nokk við tí. Í
sendingini við dagslok fáa
vit at vita, at útvarpið hevur
roynt at fingið fatur á
Jóannes Eidesgaard fyri at
fáa eina viðmerking frá
honum. Nei álvara.
Hvat við at fara eftir
manninum, lata hann spill-
naknan, dragsa hann oman
gjøgnum Havnargøtur og
heingja hann upp í flagg-
stongina á Tinghúsvøllin-
um til alment spott og spe?
Vit drýpa høvur. Og taka
hattin av fyri Javnaðar-
floksins ábyrgdarum, at tey
ikki avlívaðu mannin.
Lív Patursson
lesandi í Reykjavík,
lpatursson@hotmail.com
"Liðug í Hoydølum? Nær
fert tú niður?" Hetta er
allarhelst spurningur, ið
allar nýklaktar pisur hava
hoyrt nógvar ferðir. "Nær
fert tú niður?" Tað er sjálv-
sagt, at ein fer niður, ella
hvussu? Jú, sjálvsagt fara
vit føroyingar til Danmark-
ar at lesa. Tað er jú so nógv
lættari! Og helst skal ein
ikki stríðast ov nógv. Nei,
vit fara niður á Oyrasunds-
kollegiið saman við øllum
vinunum og á Jacques um
kvøldið (har kunnu vit
eisini keypa Føroya Bjór og
Club20-skot).
Men hví er tað so? Hvat
er tað, sum ger, at vit føroy-
ingar bara, uttan at hugsa
stórvegis um tað, fara beina
leið til Danmarkar at lesa?
Vantandi kunning er eitt.
Kann nevna til stuttleikar,
at tá leið móti endanum hjá
studentunum í Hoydølum
2003, var ein kunningar-
fundur á skúlanum um
víðari lesnað. Tveir skúla-
tímar vórðu settir av. Hálv-
ur annar tími varð nýttur til
at kunna um lesnað í Dan-
mark,
fimtan
minuttir
vórðu nýttir til restina av
heiminum. 15 minuttir til
allan heimin og 90 minuttir
til pinkulítla Danmark.
Danmark er ein minimalur
partur av heiminum - ein
smátjóð. Men tó varð
størsti parturin av kunning-
arfundinum í Hoydølum
nýttur til at kunna um
lesnað í Danmark.
Rættiliga skemtiligt, skal
eg sjálv siga tað! Sam-
stundis er tað ótrúliga
syrgiligt og vánaligt. Vána-
ligt, at føroyski ungdóm-
urin ikki verður betur kunn-
aður um lesnað í útheim-
inum.
Pisudagur í Keypmanna-
havn, stóð í bløðunum
herfyri. Ja yvirskriftin sigur
alt. MFS vónar í hesu
lýsing at síggja nógv nýggj
andlit á Vesterbrogade 17A.
Tað eru slíkar lýsingar, ið
eru at hoyra í heilum. Havi
ikki hoyrt um nakran
pisudag í Reykjavík. Haldi
heldur ikki at nakar hevur
verið í Oslo, ella nakra
aðrastaðni …
At duga at hugsa sjálv-
støðugt er ein ótrúliga
góður eginleiki at hava.
Men tað ger føroyski ung-
dómurin ikki, tá talan er um
lesna. Men, góði ungdóm-
ur, hugsa um tað! Heimurin
liggur opin fyri fótum okk-
ara,
møguleikarnir
eru
óteljandi.
Meira og meira vanligt
gerst tað í londunum uttan
um okkum, at ungdómurin
fer til tey mest framkomnu
londini at lesa. Har fáa tey
ríka og mennandi útbúgv-
ing,
umframt
nýggjan
íblástur. Men vit føroyingar
fara í sama lag til Keyp-
mannahavnar. Same old
same old...gloymið tað —
roynið okkurt nýtt for
tramin!!
Upplagt og sjálvsagt átti
tað at verið, at vit senda
okkara fólk til bestu støðini
í heiminum at lesa. Soleiðis
kunnu vit byggja upp eitt
sterkt samfelag við fólki, ið
eru útbúgvin á bestu støð-
unum. Eitt sterkt, dugnaligt
og sjálvstøðugt fólk.
Hvussu nógvir lærarar í
týskum í Føroyum hava t.d
verið í Týsklandi og lisið
týskt? Nei, vit fara til
Danmarkar, tí har er best at
læra týskt... láturligt!
Sjálvandi er ikki skeivt at
fara til Danmarkar at lesa,
vil ein veruliga tað. Men
hví Keypmannahavn og
Århus? Hví ikki London,
New York ella Tokyo? Allir
sera áhugaverdir og fram-
komnir býir. Svarið er:
"nei, tað er alt ov strævið
og trupult" ella "nei, tað ber
ikki til" Sjálvsagt ber tað
til, og, ja, tað er kanska eitt
sindur truplari, men hvat
so? Tað krevur ikki meira
enn nakrar tímar á alnótini
og hjá lestrarvegleiðingini.
Tað er ikki so ringt!
So er tað tey, ið halda, at
tað fíggjarliga er ein fyri-
munur at fara til Danmark-
ar at lesa. Hetta er ikki
beint. Til dømis er norður-
lendsk
samstarvsavtala
gjørd, ið millum annað
tryggjar føroyingum pen-
ingaligan stuðul til lesnað í
Norðurlondum. Umframt
eru avtalur gjørdar við stór
universitetslond so sum
Bretland og U.S.A. Fíggjar-
ligu fortreytirnar eru har,
teimum manglar bara brúk-
aran - teg!
Kunning.
Fólkinum
manglar kunning. Kæru
myndugleikar, duga tit ikki
at síggja tað? Ella er tað
bara líkamikið? Tað hevði
verið positivt fyri smátjóð-
ina Føroyar at víðka sjónar-
ringin. Tað hevði verið ein
fyrimunur hjá tjóðini. Okk-
um tørvar endurnýggjan og
fjølbroytni. Okkum tørvar
fólk við dirvi og nýggjari
vitan. Ein kollvelting í
hugsunarhátti
føroyskra
ungdóma skal til. Vit eiga
framtíðina — hon liggur í
okkara hondum.
Vælgagnist lesari. Vón-
andi er hetta nakað, ið ung-
dómurin, sum ætlar sær at
lesa, fer at hugsa um!
Hava tey onga sál?
Danmark — Heimurin 90-15
Finnleif Guttesen
útjaðarin
Fíggjarpolitiski talsmað-
urin hjá Tjóðveldisflokk-
inum, sum er vald í høv-
uðsstaðnum, er ímóti øllum
stuðli til útjaðarin, Sosial-
urin 5. september 2003.
Greið tala frá tjóð-
veldistingkvinnu
Hetta er greið tala, sum vit
í útjaðaranum kunnu taka
til eftirtektar, tí so vita vit
hvat nøkur Tjóðveldisfólk
ynskja.
Fleiri røddir hava verði
frammi um, at alt virksemi
skal samlast í miðstaðar-
økinum, tí virksemi í útjað-
aranum er ov dýrt, virðis-
økingin er ov lítil, ikki
rentabul, ikki burðardygg
o.s.v og ein orsøk til hetta
er kostnaðurin av flutningi,
av rávøru og lidnari vøru.
Flutningsstuðulin
At flutningsstuðulin er av-
lagandi fyri útjaðarin trúgvi
eg ikki uppá, og at flutn-
ingsstuðulin ger, at virkir
virka vørur sum ikki loysa
seg trúgvi eg heldur ikki
uppá, tí hvat virkið fram-
leiðir við undirskotið við
vilja? - hatta er ørvitistos,-
ella heldur hendan ting-
kvinnan, at vit bert skulu
arbeiða tosk?
Hevur hon kannað hví so
nógv vøra frá útjaðaranum
fer yvir keikant í Tórshavn
og hvør fær vinningin av
hesum?
Aðrar vinnur og útjaðarin
Føroyska høvuðsvinnan er í
útjaðaranum og við at gera
tað so ólagaligt sum gjør-
ligt fyri vinnuna í útjaðar-
anum, vil hendan ting-
kvinnan draga so nógv sum
gjørligt til miðstaðarøki.
At aðrar vinnur ikki eru
farnar
til
miðstaðarøki
kenni eg ikki so nógv til, tí
í útjaðaranum er tað næstan
bert fiskivinnan sum heldur
hjólini koyrandi og við
hugburðinum
hjá
ting-
kvinnuni, er vandi á fer í út-
jaðaranum.
Broyt hugburð
Vælsigna verði teg, virka
fyri at fiskivinnan mennist,
serstakliga í útjaðaranum,
lat verða við at leggja fót-
onglar fyri útjaðarin, játta
nógv meira pening til
gransking á økinum, so at
virðisøking verður veru-
leiki og ikki sum nú, eitt
orð sum tit "landspolitik-
arar" sleingja út og sum
einki hald er í.
VIÐMERKINGAR
Tingkvinna ímóti útjaðaranum
Fólkaatkvøðan ið hvarv
Hósvíkar bygdaráð við Jógvan Mørkøre á odda ikki búgvið til samanlegging
Mikjal Hansen
Hetta er ein forferdilig
skomm, ikki bara fyri
bygdarráðið, men fyri allar
hósvíkingar, tað sum gong-
ur fyri seg.
Tá fólkaatkvøðan tann 6.
mai skuldi verða, vóru
nakrir kunnandi fundir um
hetta. Ein teirra var í Bygd-
arhúsinum í Hósvík. Á hes-
um fundinum sat eitt panel.
Í panelinumm vóru allir 5
bygdarráðslimirnir
og
skrivarin hjá felagskommu-
nalu nevndini sat við eina
teldu, sum skuldi vísa okk-
um planin. Tað fyrsta, sum
hendi var, at bygdarráðs-
formaðurin (Jógvan Mørk-
øre), sum ikki sjálvur hevði
sitið í tí sokallaðu saman-
leggingarnevndini, reisti
seg og segði, at hann hevði
avgjørt, at hann skuldi
sjálvur vera orðstýrari á
fundinum og hann skuldi
eisini vera talsmaður fyri
kommununa, og ikki tey,
sum høvdu sitið í hesi
nevndini (Jákup og Jon-
hild). Hetta var ein vána-
ligur, óhøviskur fundur, har
fundarluttakarar fingu ljót
aftursvar frá Jógvani Mørk-
øre upp á spurningar, sum
settir vórðu. Hetta sjálvandi
tí borgarstjórin ikki visti
hvat hann skuldi svara
(hann var jú ikki inni í mál-
inum), og tey, sum høvdu
verið í nevndini, antin ikki
sluppu at svara, ella vistu
tey líka lítið. Eyðsýnt var,
at hetta snúði seg ikki so
nógv um kunning, men
meira um at ræða fólkið til
at atkvøða ja, tí landsstýrið
fór at leggja øki út á komm-
unurnar og eingir pengar
skuldu fylgja við.
Skrivarin
hjá
Felags
kommunalu nevndini sat
har og koyrdi hetta dias
show ígjøgnum, eitt sindur
illa við av úttalilsunum hjá
Jógvani og hetta forstýraði
hann eitt sindur, so hetta
gekk heilt skjótt fyri seg,
nógv skiltu einki. Onkur
bað um at fáa kunningar-
tilfarið sent ú tí húsini, so
varð gjørt. Úr kunningartil-
farinum fekk mann fatan av
at her snúði tað seg um eina
bindandi fólkaatkvøðu.
Seinni varð fundur hildin
á Oyrabakka. Her sótu um-
boð fyri samanleggingar-
nevndina
í
panelinum.
Hetta
var
sera
góður
fundur, har tey, sum sótu í
panelinum, vistu hvat tey
høvdu við at gera og svar-
aðu upp á spurningar, sum
man eigur.
Eitt, sum kom týðiliga
fram á hesum fundinum
var, at ongin skuldi lova
nakað og ongin skuldi út at
gera villar investeringar,
samanleggingin skuldi ikki
fremjast við gyltum lyftum
ella ræðusøgum.
Úrslitið kenna vit. Í Hós-
vík vóru 81 nei atkvøður,
71 ja atkvøður og ein
blonk. Valluttøkan knøpp
82%. Eitt greitt úrslit fyri at
varðveita Hósvík sum eina
kommunu.
Men hetta hóvaði ikki ja-
sigarum. Í fjølmiðlunum
vórðu nei-sigarar úthongdir
sum fávitskutar afturhalds-
kreftir, stýrdar av gomlum
aggi. Ein mynd varð málað
av at hetta skuldi verða ein
vanlukka fyri bygdina, at
einans 10 atkvøður hildu
Hósvík uttan fyri komm-
unusamanleggingina.
Ongum tóktist koma til
hugs, at tey 81, sum at-
kvølddu nei, vóru púra van-
lig fólk. Ikki býttari enn
onnur vanlig fólk, sum
høvdu ta áskoðan, at í Hós-
vík kundu hósvíksingar
sjálvir ráða og gjalda og
samstarva við grannarnar.
Og tey høvdu eitt sjálvsagt
krav uppá virðing fyri úr-
slitinum av fólkaatkvøðuni.
Longu annan dagin eftir
varð farið runt í bygdini at
savna undirskriftir (bygdar-
ráðslimir
bóðu
næstan
beinleiðis um tað) til eitt
skriv, har heitt varð á bygd-
arráðið um at leggja saman,
altso beint ímóti úrslitinum
á fólkaatkvøðuni 6. mai.
Ræðusøgur, villir pástand-
ir, lygnir og tóm lyfti vórðu
nýtt til at fáa fólk at skriva
undir. Fólk fingu at vita, at
skrivaðu tey ikki undir,
høvdu tey skyldina av, at
skúlabørn úr Hósvík ikki
longur sluppu at ganga í
felagsskúlanum á Oyra-
bakka, at tey gomlu ikki
sluppu á ellisheimið, sum
skal byggjast í Streymnesi,
uttan fyri okursprís, at tey
kundu rokna við stórari
eykarokning, tá tey fóru til
kommunulæknan, at eingin
barnagarður varð bygdur í
Hósvík, onkur fekk lovað at
undirskriftin var í trúnaði
og eingin uttan bygdarráðs-
limirnir fingu tær at síggja.
Soleiðis gingu tey runt í
bygdini og sáðaðu mátt-
loysi niður í fólk, í fleiri
umførum, í næstan fýra
vikur, til tey at enda komu
upp á 98 undirskriftir, har-
ímillum 4 bygdarráðslimir.
Fyri at rættvísgera hesa
ómoralsku gerð, varð ført
fram, at tað vóru so nógvir
nei-sigarar, sum høvdu
angrað og teir skuldu fáa
ein nýggjan møguleika.
Hetta varð so lagt fyri
bygdarráðið, sum gleiv-
beint vrakaði fyrru fólka-
atkvøðuna og útskrivaði
umafturfólkaatkvøðu, sum
skuldi verða 13. sept., góð-
ar 4 mánaðir eftir fyrru
fólkaatkvøðuna.
Henda
framferð var óhoyrd, og
eingin uttan ja-sigararnir í
Hósvík hildu tað vera í lagi.
Úrslitið 13. sept. gjørdist
nógv teprari enn 6. mai,
nevniliga 83 nei-atkvøður
og 88 ja-atkvøður, altso 10
færri enn undirskriftirnar.
Og tølini prógva, at undan-
førslurnar fyri innsavnanini
av undirskriftum bygdu á
ósannindi.
Men nú fekk pípan hjá
borgmeistaranum Jógvan
Mørkøre annað ljóð. Nú
skuldi málið avgreiðast,
eingin angri-rættur og nei-
sigararnir skuldu bara góð-
taka úrslitið 13. sept., og
sum skilst fer bygdarráðið
at samtykkja samanlegg-
ingina á fundi í kvøld, 24.
sept.
Tað er einki at siga til, at
nei-sigararnir í Hósvík føla
seg at vera útsettan fyri
politiska blygdanarskemt
(incest) frá ja-sigarunum.
Mín vón skal verða, at
landsstýrismaðurin,
sum
skal góðkenna samanlegg-
ingina, letur rættvísi sigra
og staðfestir úrslitið frá
fólkaatkvøðuni 6. mai, eis-
ini fyri at søgan ikki skal
endurtakast í øðrum bygd-
um, nú fólkaatkvøður eru
so aktuellar.
Hans Birgir
Hansen
Eg havi ongantíð sýnt
hatur,
óndskap
ella
øvundsjúku
mótvegis
øðrum, sum ein sjálvur
upplivir, øvugta vegin,
tá ein er øðrvísi og í eini
serstøðu í mun til med-
menniskju kring um seg.
Eg síggi fyri mær
nógvu hóttaføllini, har
børn, ung og tilkomin
gerast býtt, ljót og svøk,
ið førir við sær anarki, tá
øll setast hvør upp ímóti
øðrum, ið førir til undir-
gang v.m.
Egoisman
og
materialisman og aðrar -
ismur við øðrum heimi,
ið stýrdar verða av stór-
kapitalistiskum kreftum,
ið stýra teim borgarligu
og sosialistisku aftur-
halds- og fríu marknað-
arkreftunum.
Tað er veruliga heild-
arskipanin og støðan, og
hvørs embætisfólk, full-
trúar, serfrøðingar o.o.
ráðgeva løgmanni og
landsstýrismonnum, ið
eisini verða stýrdir av
stórkapitalistiskum
kreftum.
Tað sama er galdandi
landspolitikarar, ið sita
uppi í løgtinginum og
sita í teim politisku
ráðum og nevndum bæði
í andstøðu og í sam-
gongu, sum ein fær gjørt
øllum nógv greitt.
Vit hava einki veruligt
demokrati/desentraliser-
ing/fólkaræði/stýri/bygd
ar-/býar-/økis-/útjað-
aramenning innan fyri
áðurnevndu kreftir og
politisku skipan úti í
politiska lívinum.
Vit hava diktatur, fa-
sismu,
hernaðar-
og
politistatir í einums tørri
stati
við
einaræðis-
valdsharrum og serkøn-
um, ið skaptu einstáttað
fyriskipað lív føroyinga,
sett í bás eftir stætta-
muni.
Tað, at øll eru fjøtrað,
heiladálkað, og -vaskað,
indoktrinerað í sinna-
lagnum og umskapað til
robottar og skitnu ar-
beiðsamboðini
ímóti
teim, ið bert eru øðrvísi,
ið ein viðger í bløðum.
Tað er óhugnaligt at
síggja og upopliva øll, ið
hjúkla um og sleikja fyri
áðurnevndu, ið ein finst
harðliga at við kon-
frontatiónum, tá ið øll
fremja og uppihalda alla
samfelagsórættvísina.
Tað er óhugnaligt at
síggja og uppliva robott-
føroyingar
vera
so
fyrilita-, kenslu-, sam-
vitsku-,
skyld-
og
ábyrgdarleys, køld og
kynisk mótvegis med-
menniskjum úti í øllum
kommunum í dag.
Eg eri fyri fullum
frælsum, manna- og
javnbjóðis rættindum og
privatlívsfriði, tryggjað
ímóti
óviðkomandi
uppílegging uttanífrá, og
at øll kunnu liva og virka
sjálvstøðugt í dag.
Vit eru øll líka verdig
í samfelagsligum høpi,
og eingin er meira verd-
ur enn onnur í sam-
felagsligum høpi, sum
ein ger øllum nógv greitt
úti í øllum kommunum í
bløðum.
Hatur, óndskapur
og øvundsjúka
C
M
Y
K
11
10