Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 180 - 24. september 2003 Nr. 180 - 24. september 2003 13 Sorgarleikurin í Vági, har Pan Fish tók seg úr alivinnuni og lat eftir seg eitt stórt ar- beiðsloysi í Suður- oynni, er eitt gott dømi um, hvussu man ikki skal lata útlend- ingar fáa frítt spæl í alivinnuni. Heldur eiga vit at seta hørð krøv til útlendingar, sum vit gjørdu í fyri- reikingunum til olju- vinnuna, heldur Gest- ur Hovgaard, ið er við í eini drúgvari kanad- iskari granskingar- verkætlan, ið eisini kannar alivinnuna í Føroyum. ALIVINNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Klaksvík: Granskingardep- ilin fyri Økismenning hevur seinasta árið verið partur í drúgvari kanadiskari verk- ætlan innan alivinnu. Verk- ætlanin við heitinum Aquanet, leggur seg eftir at kanna bæði náttúruligu og samfelagsligu liðini í alivinnuni, bæði hvat lær- dóm vit higartil hava fingið og hvussu framtíðin sær út. Altjóða sæð, hevur ali- vinnan verið ein tann skjót- ast vaksandi vinnan, og hon hevur fleiri røddir hava ver- ið frammi um, at alivinnan møguliga fer at vera við til loysa matvørutrupulleikan í serliga triðja heiminum. Fjølbroytt verkætlan Gestur Hovgaard, ið stend- ur fyri føroyska partinum av verkætlanini sigur, at kanadiska verkætlanin er rættiliga fjølbroytt. Har eru náttúrufrøðingar- nir, íð eitt nú hyggja at arvalæruni,fóðuri og sjúk- um hjá alifiski. Serliga spurningurin um genetiska manipulasjón ella ikki, stendur frammalaga í kjak- inum, har tey positivu mest síggja møguleikan í at framleiða ein so góðan fisk so bíliga sum gjørligt, með- an tey ivasomu taka atlit til teir umhvørviskostnaðir, ið kunnu standast av at "framleiða" ein tílíkan laks. Samfelagsliga gransk- ingin tekur onnur atlit – Samfelagsligi parturin av verkætlanini hyggur m.a. at tí globalisering av vinnuni, sum farin er fram seinastu árini, og hvønn týdning hetta hevur á tey øki, sum alt verður á. Ein viðkomandi spurningur er til dømis, hví alivinnan klárar seg væl í summum pørtum av heiminum, og ikki í øðrum, greiðir Gestur Hovgaard frá. Tað er av altstórum týdn- ingi, at vit royna at vera við í tílíkum verkætlanum, tí alivinnan hevur stóran týdning í føroyska búskap- inum, og hóast núverandi kreppuna, kemur hon eisini at hava stóran týdning framyvir. Ein ógvuliga við- komandi partur av samfel- agsgranskingini er at savna ta vitan ein so skjótt broyti- lig vinna kann geva okkum, her hjá okkum og aðra- staðni. Hetta gera vit mill- um annað gjøgnum saman- beringar við onnur lond, og hetta gera vit eisini við at eitt nú náttúrufrøðin og samfelagsfrøðin "práta saman". Tað er m.a. hetta sum ger Aquanet verkætl- anina áhugaverda, ikki minst tá man skal royna og byggja upp eina føroyska vitan á økinum. Meir kann lesast um hesa verkætlan á www.aquanet.ca Krøv til útlendingarnar Ein tann mest átroðkandi spurningurin fyri føroyska alivinnu í løtuni, er spurn- ingurin um útlendskan kapital. Fyrr í summar setti landsstýrismaðurin í vinnu- málum, Bjarni Djurholm, ein bólk niður at arbeiða við spurninginum við fram- tíðini føroyskari alivinnu. Høvuðsspurningarnir vóru, hvørt útlendingar skulu sleppa framat føroysku ali- vinnuni og um bankarnar skulu fáa loyvi at fáa veð- hald í aliloyvum. Gestur sigur, at hetta eru ógvuliga viðkomandi spurn- ingar, sum hann tó ikki beinleiðis hevur granskað í. Tá spurningurin kemur inn á útlendskan kapital, er hann tó rættiliga avgjørdur. – Eg eri ikki bangin fyri útlendskum peningi og risafyritøkum. Men eg haldi greitt, at vit mugu tora at seta krøv til út- lendskan kapital, og standa við hesi krøv, um neyðugt. Í eitt nú Kili eru tað globalar fyritøkur, ið eiga meginpartin av alivinnuni, og man kann ivast í, hvat liggur eftir lokalt. Ein av høvuðsspurningunum má tí verða, hvussu vit í Føroy- um sleppa undan, at stórar altjóða fyritøkur drena tilfeingið, so einki liggur eftir. Vit mugu seta okkum spurningin um tað er nóg mikið, at ein global fyri- tøka kemur til Føroya og gevur okkum nøkur arbeiðspláss?, sigur Gestur Hovgaard. Vágur er kanska eitt gott dømi um hvat hendir, tá tað gongur galið. Pan Fish kemur sum ein risafyritøka inn, men gongdin vísti, at stórt er ikki altíð gott, og eftir standa nógv fólk uttan arbeiði. Tí er tað týdningar- mikið, um meiri globalur kapitalur skal inn, at vit tryggja okkum, at tað ikki einans eru fólk á kontórum í tilvildarligum stórbýum, ið avgera lagnuna hjá føroysku alivinnuni. Tað kann stutt sigast soleiðis, at vit mugu ansa eftir, at man ikki privatiserar - ella globalis- erar - vinningin, meðan man almennagerð - ella lok- aliserar - trupulleikarnar. Samstundis heldur Gestur at tað uppá standandi fót er ringt at geva eitt svar uppá, hvat man kann gera í núver- andi støðuni, og samstundis forða fyri ógvusligum av- leiðingum. Men kanska ein byrjan kundi verið, at ali- ≤vinnan lærdi av oljuvinnuni. Har hava myndugleikarnir royndir í at seta krøv, sum kanska kunnu yvirførast á alivinn- una. Spurdur um vit framhald- andi eiga at forða út- lendingum at eiga meir enn 33%, hóast vinnan skríggj- ar eftir kapitali, svarar Gestur, at vit eru noydd at fyrihalda okkum til veru- leikan, vit liva í, og at møguliga skuldi hurðin verið opnað meiri fyri út- lendskum kapitali, men aftur her mugu vit ikki gloyma at seta krøv. – Vit mugu ikki vera so naiv, at halda at globalar fyritøkur seta pengar í føroyska alivinnu, tí teir halda, vit eru so fittir. Teir vilja sjálvandi vinna pening og taka sær av áhugamálun- um hjá eigararnum, og tá hesir ikki eru staddir í Før- oyum, ja so fara teir út av landinum. Tað er tað kanska onki galið í, men vit mugu fyrihalda okkum til hvat skal liggja eftir. Gestur peikar samstundis á, at hann ikki er í iva um, at ein orsøkin til, at før- oyska alivinnan hevur roynst væl, er júst tað, at vit hava havt eina skipan, har tað bæði hava kunna verið lokalar og globalar fyritøk- ur (t.d. Pan Fish) í vinnuni. Hetta tryggjar eitt fjøl- broytni ið er ein avgerandi fyritreyt fyri ta nýskapan, sum er so týdningarmikil fyri vinnuna. Hetta fara vit at venda aftur til í aðrari grein um alivinnuna. Granska alivinnuna: Mugu seta krøv til útlendskan pening – Vit mugu ikki vera so naiv, at halda at globalar fyritøkur seta pengar í føroyska alivinnu, tí teir halda, vit eru so fittir. Teir vilja sjálvandi vinna pening og taka sær av áhugamálunum hjá eigararnum, og tá hesir ikki eru staddir í Føroyum, ja so fara teir út av landinum. Tað er tað kanska onki galið í, men vit mugu fyrihalda okkum til hvat skal liggja eftir, sigur Gestur Hovgaard Mynd: Jens Kristian Vang - Tað er týdningar- mikið at halda posit- ivum hugburði uppi, nú hildið verður, at vit ganga móti verri tíðum, segði Bjarni Djurholm, landsstýr- ismaður, tá ið hann setti Vørumessuna 2003 VØRUMESSAN 2003 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, sum setti Vørumessuna 2003. Setan- in fór fram seinasta fríggja- morgun – beint eftir, at hurðarnar í ítróttarhøllini á Nabbi vórðu latnar upp. Landsstýrismaðurin takkaði fyri, at honum varð litið í hendur at seta mess- una, og hann segði seg kenna hetta sum eina gleði og ein heiður. Hann helt tað vera lívs- játtandi, at handilsstevnur og vørumessur aftur eru á skránni. - Hetta er ímyndin av, at tað aftur grør um gangandi fót, sum hann tók til. At stuðla… Landsstýrismaðurin vísti á, at endamálið við eini slíkari stevnu er at stuðla føroysk- um heilsølum, framleiðar- um og umboðum at markn- aðarføra teirra vørur og tænastur. - Handilsliðið er ein sera týdningarmikil partur í samlaðu prosessini at fáa vørur og tænastur út til við- skiftafólkini. Bjarni legði aftrat, at í handilsliðnum fer mangan fram tann størsta einstaka virðisøkingin, og handils- liðið stendur fyri stórum parti av samlaðu lønarút- gjaldingunum. - Tað er týdningarmikið við slíkum tiltøkum, sum kunnu vera við til at halda positivum hugburði uppi, nú hildið verður, at vit ganga móti verri tíðum. Hann helt, at myndug- leikarnir mangan hava givið hesum tiltøkum lítlan ans – og kanska hava teir eisini ypt øksl. - Men eg haldi, at slíkar handilsstevnur og vøru- messur hava sera stóran týdning fyri borgaran og vinnuna sum heild. Bjarni vísti á, at stórt virksemi á hesum øki er við til at skapa kapping, sum er sunn fyri borgaran og brúk- aran. - Tá ið brúkarin hevur møguleikar, og tí er vardur í kappingini, minkar hetta um politiska íblandan, har lógar- inntriv og umsitingarlig til- tøk oftast skerja virkisfrælsi og harvið avmarka møgu- leikarnar fyri nýskapan. Politisk kvaling Bjarni Djurholm segði, at hann ofta hevur hugsað um, hvørji lyndiseyðkenni merkja vinnulívsfólk og sølufólk – hesi, sum smid- liggera samfelagið og gera tað livandi og spennandi. Í røðuni kom hann tó ikki við nakrari niðurstøðu í hesum sambandi, men helt, at tann týdningur, at hesi fólk sleppa at virka, eigur ikki at undirmetast. - Aðrastaðni hevur verið roynt politiskt at kvala hetta lyndi og hugin við at lata statin regulera hetta lívs- neyðuga virksemi – og tey úrslitini kenna vit. Bjarni tosaði í hesum sambandi um "steinrunnin" samfeløg, har brúkarin onga gleði hevði av virðis- økingini, hann veitti sam- felagnum. - Tí áliggur tað politisku myndugleikunum at fremja karmar, har virkis-og skap- anarhugurin sleppa at virka. Menningin av sam- felagsbúskapinum eigur at spretta frá einstaklinginum – og ikki sum boð frá myndugleikunum. Framhaldandi menning Landsstýrismaðurin segði seg vóna, at føroysk vinna framhaldandi fer at menna seg, samstundis sum ansað verður eftir, at aktiviteturin verður hildin á einum passandi støði. At enda ynskti Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur, góða eydnu við hesum handilsliga tiltaki og lýsti Vørumessuna 2003 at vera setta. Menningin sprettur frá einstaklinginum - Vit eru væl nøgdir við talið av vitjandi, sum var eini 30% størri í ár enn sien- asta ár, sigur Birgir Poulsen VØRUMESSAN 2003 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stigtakarin til Vørumess- una, sum nú hevur seks ár á baki, Birgir Poulsen í Salt- angará, er væl nøgdur við talið av vitjandi í ár. - Vit høvdu stívliga 1800 fólk inni á gólvinum hesar tríggjar dagarnar, stevnan vardi, og tað eru vit væl nøgdir við. Hann sigur, at hetta er eini 30% fleiri enn á mess- uni seinast. - Vit hava stívliga 2.200 skrásett vinnurekandi í Før- oyum, so vit halda, at hesi hava verið rættiliga væl umboðaði á Vørumessuni. Stigtakarin sigur, at stevnan eydnaðist stak væl, og bæði framsýnarar og vitjandi lótu hoyra frá sær, at tey vóru væl nøgd. - Eg haldi, at framsýnar- arnir gjørdu uppaftur meira burtur úr básunum í ár enn seinasta ár, og tað skapar ein serstakan hugna, sigur Birgir. Vakrasti básur Í ár høvdu bæði vitjandi og framsýnarar høvi at at- kvøða um, hvør vakrasti básurin var á messuni. Birgir sigur, at báðar atkvøðugreiðslurnar fullu á básin hjá Poul Hansen. - Sum virðisløn fekk Poul Hansen eitt borðurð við áskriftini, "Vakrasti básur 2003", umframt 12 fer- metrar ókeypis til komandi Vørumessu, sum verður í døgunum, 10.-12. septem- ber. Stigtakarin sigur, at hesir fermetrarnir hava eitt virðið av kr. 12.000, sum kann verða gott aftrat hjá eini fyritøku til komandi messu. Størri messa Birgir Poulsen sigur, at firmaið Marknaðarføring, sum stendur aftanfyri Vørumessuna, arbeiðir við at gera messuna størri kom- andi ár. - Júst, hvussu hetta verð- ur gjørt, er ikki greitt enn, men vit arbeiða við ymisk- um møguleikum. Hann sigur, at Vørumess- an selir seg sjálva, tí tað er ikki neyðugt at bjóða bása- plássini fram. - Tað er heldur soleiðis, at vit noyðast at avmarka talið av framsýnarum, tí plássið á Nabbi er avmark- að, sigur Birgir. Móttøkuskipanin Í ár royndu tey eisini eina nýggja móttøkuskipan á messuni. - Hetta er nøkulunda sama skipan, sum tey brúka í øðrum londum, har tílíkar messur eru. Birgir sigur, at fólk, sum vitjaðu, vórðu skrásett við navni á fyritøkuni ella stovninum, tey umboðaðu, umframt sínum egna persónsnavni. - Hetta riggaði væl, men verður uppaftur betur kom- andi ár, nú flestu fyritøkur- nar eru skrásettar í skipan- ini. Hann sigur, at einki forrit er tøkt til slíka skipan í Føroyum, men hesum fer Marknaðarføring at arbeiða við fram til komandi ár. - Tað ger tað lættari hjá fyritøkunum, sum eru á básinum, at tey vita, hvør tað er, tey tosa við, sigur Birgir Poulsen at enda. Poul Hansen hevði vakrasta básin Bæði vitjandi og framsýnarar vóru samdir um, at básurin hjá Poul Hansen var hin vakrasti á Vørumessuni 2003 C M Y K 13 12