Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 24. september 2003 15 UTTAN ÚR HEIMI Bush missir undirtøku Alt færri og færri amerikanarar siga seg vera nøgdar við arbeiðið hjá George W. Bush, forseta, og forsetin hevur ongantíð havt so lítla undirtøku sum nú. Sambært sjónvarpinum CNN og blaðnum USA To- day halda júst 50 prosent av amerikanarunum, at avrik forsetans eru í lagi. Tað er munandi minni enn fyri ein- um hálvum ári síðani, tá ein kanning vísti, at 71 prosent av fólkinum vóru nøgd við arbeiði forsetans. CNN hevur eisini kannað, hvønn møguleika tey demokratisku valevnini hava at vinna forsetavalið ímóti Bush næsta heyst. Kanningin vísir, at fyrrverandi gen- eralurin Wesley Clark hevur bestu møguleikarnar av teimum demokratisku valevnunum. Tað hava aðrar kanningar eisini víst. Kann ikki ríka uran Tá kanningarmenn hjá altjóða kjarnorkunevndini IAEA vóru í Iran í síðsta mánað, funnu teir tekin um, at iranar høvdu ríkað uran á einum kjarnorkuverki í Natanz. Tað fekk IAEA at halda, at iranar eru førir fyri at ríka uran, ið kann nýtast til at gera kjarnorkubumbur við. Men nú siga iransku myndugleikarnir, at landið er ikki ført fyri at ríka uran. Iranski umboðsmaðurin í IAEA, Ali-Akbar Salehi, sigur við týsku tíðindastov- una DPA, at funnu kanningarmenninir hjá altjóða kjarnorkunevndini ríkað uran á verkinum í Natanz, so er talan um innflutt ríkað uran. Altjóða kjarnorkunevndin hevur leingi strongt á ir- ansku myndugleikarnar fyri at fáa teir at loyva kann- ingarmonnunum at rannsaka landsins kjarnorkuverk, og fyrradagin segði Mohsen Aminzadeh, varainnanrík- isráðharri, at IAEA kann sleppa at kanna verkini, og at ongar forðingar skulu darva kanningarmonnunum. Viðgekk hópdráp Ein fyrrverandi bosniaserbiskur heryvirmaður hevur nú viðgingið, at hann var uppi í tí herviliga hópmorð- inum í biosniska býnum Srebrenica í 1995. Momir Nikolic viðgekk fyri dómstólinum í Haag, at hann og menn hansara høvdu fingið boð um at kring- seta Srebrenica ein morgunin í juli í 1995. Teir høvdu fingið boð um at skilja allar menninar frá kvinnunum, og yvirmenn hansara høvdu greitt sagt, at allir musl- imskir menn í býnum skuldu takast av døgum, greiddi hann dómstólinum frá. - Vit fingu greið boð um at skilja menninar frá kvinn- unum og børnunum. Síðani skuldu vit steingja teir inni og beina fyri teimum, segði Momir Nikolic. Hópdrápið í Srebrenica kostaði meiri enn 7.000 muslimskum monnum lívið. Funnið nógvar fornlutir Síðani í mai hava norskir fornfrøðingar leitað eftir fornlutum í Aukra, og higartil hava teir funnið umleið 100.000 ymiskar fornlutir har Verlætlanin er ein tann størsta í Noregi nakrantíð og varð sett í verk, tí ein gassleiðing frá Ormen Lange- leiðini til lands skal leggjast ígjøgnum økið. Leiðingin kemur at órógva fleiri friðað øki, og tí hava oljufeløgini játtað næstan 70 milliónir krónur til tær fornfrøðiligu rannsóknirnar. Norsku fornfrøðingarnir siga seg hava fingið nógv burturúr, og teir hava funnið ein hóp av sera áhugaverd- um lutum. Tann elsti er frá umleið árinum 9000 fyri Kristi føðing, og fornfrøðingarnir eru komnir fram á tólv eldstaðir. Umleið 60 fólk eru við í arbeiðinum í Aukra. Olav Fjell, sum hevur verið stjóri í Statoil seinastu fýra árini, noyddist frá orsakað av Iran-gøluni. STATOIL Árni Joensen fartekst@mail.dk Klokkan hálvgum tvey gjáranáttina mátti mát- tmesti maðurin í norska vinnulívinum, Statoil-stjór- in Olav Fjell, stinga í sekk- in, eftir at hann og nevndin vóru komin ásamt um, at tað var best fyri felagið, at hann fór frá. Orsøkin er tann sokallaða Iran-gølan, sum kom í, tá tað varð avdúkað, at Statoil hevði verið uppi í sera ivingasomum arbeiði í Iran, og at felagið kanska hevði nýtt mutur fyri at sleppa fram at iransku oljuvinn- uni. - Hetta er ein tungur dagur, men eg eri samdur við nevndini, at hetta er tað besta fyri felagið, segði Olav Fjell við tíðindafólk aftan á fundin. Men Statoil-stjórin fór ikki tómhentur avstað. Sambært setanartreytunum fær hann tvær árslønir ella umleið hálva áttandu milli- ónir krónur, nú hann fer frá. Iran-gølan kostaði stjórastarvið USA stuðlar krígsharrum sum fremja yvirgang Fleiri av teimum af- ghansku krígsharrun- um, sum hjálptu USA at fella Taliban-stýrið, fáa framvegis stuðul úr USA, sjálvt um teir gera seg inn á sivil- fólkið. YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Mannarættindafelagsskapu rin Human Rights Watch rópar aftur varskó, og enn einaferð snýr tað seg um Afghanistan. Felagsskapurin sigur í einari nýggjari frágreiðing, at teir sonevndu krígsharr- arnir, sum hjálptu amerik- anarunum at koyra stýrið hjá Taliban frá, gera seg inn á afghanska sivilfólkið. Human Rights Watch sigur, at hermenn hjá krígsharr- unum burturflyta menn og krevja loysigjald fyri at lata teir leysar, kvinnur og ung- ar gentur verða neyðtiknar, og hermenninir krevja pengar frá handilsmonnum og øðrum aftur fyri at verja teir. Mannarættindafelags- skapurin krevur tí, at amer- ikanska stjórnin skal steðga øllum stuðuli til krígs- harrarnar, sum framvegis fáa amerikanskan stuðul aftur fyri hjálpina í krígn- um við Taliban-stýrið. Human Rights Watch vil eisini vera við, at afgh- anska løgreglan stendur lítið aftan fyri krígsharrar- nar. Felagsskapurin vil vera við, at løgreglumenn gera seg eisini inn á sivilfólkið, og at teir halda seg heldur ikki aftur, tá tað snýr seg um at neyðtaka kvinnur. Mannarættindafelags- skapurin sigur seg hava prógv fyri, at ráðharrar í afghansku stjórnini eru vitandi um yvirgangin, men at teir látast sum einki. Grimdarregn Seinastu dagarnar hevur tað regnað sera illa í kubanska høvuðsstaðnum Havana. Hesin drongurin hevur funnið sær eitt heldur óvanligt akfar, sum tó tykist vera væl egnað til slíkt veður. 15 14 Nr. 180 - 24. september 2003 OLJUMESSA Jan Müller jan@sosialurin.fo Tá oljumessan varð hildin í Aberdeen herfyri nýttu landsstýrismaðurin í olju- málum, Eyðun Elttør, og aðalstjórin í Oljumála- ráðnum, Herálvur Joensen høvi til at vitja tvey oljufel- øgunum, sum hava leiti- loyvi í Føroyum. BP og Føroya Kolvetni høvdu boðsent teimum báðum fyri at greiða frá teirra kanning- um og støðuni í løtuni og somuleiðis fyri at vita, hvat Oljumálaráðið ætlar í framtíðini. Prátað varð so eisini um, hví leitimodell- ini ikki riggaðu og hvørjir eru møguleikarnir fyri framman. Sosialurin skilur, at eitt nú BP sær ikki so stórar møguleikar í sínum leitiøki í løtuni, men at kanningar í framtíðini skulu gera hetta meira greitt. Á fundinum við Føroya Kolvetni vóru føroysku umboðini víst runt á nýggju skrivstovuni í Aberdeen. Hon liggur í einum sera hugnaligum umhvørvi í býnum. Har fingu tey eis- ini meira at vita um ar- beiðið og ætlaninar hjá Før- oya Kolvetni bæði í før- oyskum og í bretskum øki. Føroya Kolvetni vildi so eisini vita, hvussu Olju- málaráðið sær fyri sær framtíðina á landgrunn- inum. Tað skilst, at myndug- leikarnir vilja hava, at feløgini sum hava brunnar eftir at bora royna at gera tær kanningar, sum eru neyðugar fyri antin at kunna finna rætta staðið at bora ella fyri at staðfesta, at einki er at fara eftir. Og um so er hvussu og hvar teirra boriforpliktilsi tá kunnu setast í verk. Tað er greitt, at føroyskir myndugleikar, tó at teir vilja lurta eftir oljufeløgun- um, eisini vilja fasthalda feløgini til at gera neyðugu kanningarnar, eitt nú við atliti til at bora djúpar brunnar, nú grynru pro- spektini ikki vístu seg at vera áhugaverd. Tað er tí meiri seismikk- ur, sum skal til fyri at kort- leggja eitt nú dey djúpri løgini í teim ymsu loyvun- um. Eftir tí Sosialurin veit er annar av brunnunum hjá BP sera djúpur, møguliga djúpri enn 5000 metrar. Tað skilst á keldum blað- ið hevur tosað við, at ein møguleiki kann verða at leggja brunnar saman, so- leiðis at ístaðin fyri at bora tveir grunnar brunnar held- ur at bora ein ultradjúpan brunn. Hetta eru tó enn bara spekulatiónir. Tað hev- ur ikki eydnast okkum at fáa hetta váttað hjá hvørki oljufeløgum ella myndug- leikum, men millum olju- fólk, sum Sosialurin hitti á oljumessuni í Aberdeen verður sagt, at hetta er als ikki óvanligt í øðrum leiti- økjum. Tvs. at samarbeitt verður tvørtur um lisens- og bólkamørk fyri harvið at minka um váðan, har tað verður neyðugt at gera nógv størri íløgur í ein djúpri brunn t.d. Í hesum sambandi verður sera áhugavert at frætta um úrslitið hjá Shell og BP á Ben Nevis prospektinum har norðuri í bretskum øki. Har hava teir m.a. borað gjøgnum basalt, sum er av sama slag sum tað, ið finst á okkara landgrunni. Umboð fyri Oljumálaráðið í Aberdeen: Vitjaðu BP og Føroya Kolvetni Hjarnar Djurhuus, BP-stjóri her á stóra básinum hjá BP á oljumessuni í Aberdeen Mynd Jan Müller Landsstýrismaðurin í oljumálum og aðalstjóri hansara á vitjan á skrivstovuni hjá Føroya Kolvetni í Aberdeen. Á myndini eru eisini starvsfólkini á skrivstovuni Mynd Jan Müller C M Y K 14