mikudagur 24. september 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 180 - 24. september 2003
Nr. 180 - 24. september 2003
17
Olju- og gassfund á
djúpum vatni í norsk-
um øki kunnu vera
tekin um, at eitt nú
stórar nøgdir av gassi
goyma seg undir
føroyska basaltinum.
2. útbjóðing á land-
grunninum, sum nú
verður veruleiki fer
helst at fevna um
umráði, sum olju-
feløg longu hava út-
peikað sum týðandi
gassøki.
OLJUFRAMTÍÐ
Jan Müller
Júst í hesi løtu sita serfrøð-
ingarnir hjá Shell í Aber-
deen og viðgera seinastu
upplýsingarnar frá seinastu
boringini
norðaliga
á
bretska landgrunninum í
Ben Nevis strukturinum.
Boringin byrjaði 6. august
og hava oljufeløgini, sum
eru við í boringini, Shell,
BP og Statoil alla tíðina
vitað, at talan er um sera
váðiliga boring tvs. "high
risk". Men talan er um eitt
boriforpliktilsi. Brunnurin
verður boraður um sama
mundið, sum Statoil hevur
gjørt eitt heldur óvæntað
olju- og gassfund, Ellida á
djúpum vatni í norskum
øki.
Terje Hagevang, jarð-
frøðingur og stjóri í nýggja
oljufelagnum Geysir, sigur
við Sosialin, at bæði Ellida
og Ben Nevis eru áhuga-
verd fyri føroyingar eisini,
tí talan er um somu jarðløg,
ið finnast her. Í hvussu er
ein stórur strukturur, lýkur
Ellida, Ormen Lange og
Ben Nevis, finst norðaliga
á føroyska landgrunninum
skamt frá markinum.
Terje Hagevang, sum
skal halda fyrilestur í Olju-
tinginum í kvøld, sigur
soleiðis um áhugaverdu
gassframtíðina á djúpu
økjunum á Atlantsmótinum
og í norskum øki:
- Ellidafeltet (sí guli
bletturin á kortinum út fyri
Noreg) viser seg nå å inne-
holde olje og gass, men at
kvaliteten på sandsteinene
ikke er den beste slik at det
knytter seg usikkerhet til
strømningsrater og derved
kommersialitet. Imidlertid
er funnet svært positivt, og
viser at det er mer olje I
dypvannområdene utenfor
Norge enn den tynne sonen
som finnes i Ormen Lange
(eitt
risastórt
gassfund
nærhendis Ellida, sum varð
gjørt fyri stuttum), hvor
gassen er besluttet utbygd. I
Ormen Lange er også
kvaliteten av sandsteinene
god, og det gjenstår da bare
å finne mer god sand. Her
er nok gamle svakhetssoner
i berggrunnen styrende for
sedimentasjonen, slik det er
demonstrert vest for Shet-
land, og man også aner er
tilfellet på færøysk sokkel.
Ben Nevis er tildels av
samme prospekttype som
Ellida, og det blir umåtelig
spennende å følge denne
boringen.
På
færøysk
sokkel finnes flere slike
prospekter (eitt er teknað
við gulum á kortinum). Så
det burde fortsatt være en
framtid for færøysk sokkel
som olje- og gassprovins.
Terje Hagevang sigur, at
teir, ið manna Sagex Petrol-
eum, trúgva uppá henda
møguleikan,. Og tí hava teir
eisini stovnað eitt nýtt
oljufelag, Geysir, sum fer at
leggja seg eftir at leita eftir
olju og gassi á øllum At-
lantsmótinum. Felagið hev-
ur longu savnað inn nógvan
seismikk í økinum og ætlar
sær eisini at vera við í eini
komandi 2. útbjóðing á
landgrunninum.
Sagexfólkini vóru upp-
runaliga partur av Saga
Petroleum, sum var eitt av
undangongufeløgunum á
landgrunninum
undan
fyrstu útbjóðing og varð
yvirtikið av Norsk Hydro,
sum tá søkti nettupp uppá
økini norðan fyri, ið uttan
iva verða partur av 2. út-
bjóðing.
- Eg gleði meg at koma
aftur til Føroya sigur Terje
Hagevang undan fyrilestr-
inum á Oljutinginum á
Hotel Føroyum í kvøld. Trý
ár eru farin síðani hann var
her seinast, og tað er alt ov
langt síðani sigur hann.
Terje Hagevang kom fyrstu
ferð til Føroya í 1996, tá
hann var stjóri í Saga.
Í fyrilestri sínum á Olju-
tinginum fer Terje Hage-
vang at tosa um ta virk-
semi, sum hevur verið á
Atlantsmótinum, hvat hann
heldur um útlitini fyri
Atlantsmótið, sum Føroya-
økið so er ein týðandi
partur av.
Seinasta nýggja um
Ben Nevis
Sosialurin hevur skilt frá
oljukeldum í Aberdeen, at
Ben Nevis brunnurin varð
sum væntað – sera váði-
ligur, og at tað helst ikki er
gjørt nakað fund í hesum
førinum. Tað er boripall-
urin Jack Bates, sum hevur
staðið fyri boringini og
hevur eisini verið borað
niður
gjøgnum
nakrar
hundrað metrar av basalti
eisini, nakað, sum olju-
feløg, sum leita við Før-
oyar, og føroyskir myndug-
leikar, uttan iva vilja hava
meira at vita um, tá hetta
uttan iva verður ein av stóru
avbjóðingum í framtíðar
leiting á landgrunninum.
OLJUFUND
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Cambobrunnurin, sum varð
boraður í fjør av Amerada
Hess, Dong, ChevronTexa-
co og OMV er eftir øllum
at døma eitt veruligt olju-
fund. Hetta upplýsa keldur
fyri Sosialinum. So stórar
eru vónirnar til henda
brunnin, at feløgini í løtuni
umrøða spurningin um at
bora ein avmarkingarbrunn
longu næsta summar. Helst
verður tað til tað, nú upp-
lýsingarnar, ið brunnurin
higartil hevur givið, síggja
rættiliga positivar út. Gevur
avmarkingarbrunnurin eitt
gott úrslit, hvat roknað
verður við, so kann talan
verða um at fara undir at
byggja feltið út longu frá
næsta ári. Cambobrunnurin
hevur stóran týdning fyri
komandi leiting á Før-
oyaøkinum. (sí kort á síðu
17) Hann liggur skamt frá
markinum og nærhendis 9
ára loyvinum hjá ENI og
Føroya Kolvetni. Hann
liggur eisini tætt upp at
økjum, sum væntandi verða
við í ein i 2. útbjóðing á
landgrunninum.
Helst stórt oljufund við markið
Terje Hagevang, jarðfrøðingur:
Risastórar gasskeldur
undir basaltinum
Kortið vísir okkum Ellida og Ormen Lange fundini á norskum øki, Ben Nevis brunnin á bretskum øki og stóra strukturin á
føroyskum øki, sum verður mettur at verða eitt risastórt gassfelt. Kelda Sagex Petroleum.
Terje Hagevang, ein av
jarðfrøðiligu veteranunum á
føroyaøkinum skal halda
fyrilestur í Oljutinum í kvøld
um framtiðar útlitini á
Atlantsmótinum. Her er
hann saman við Eyðun
Elttør, á oljumessuni í
Aberdeen
Mynd Jan Müller
- Oljumálaráðið met-
ir, at loyvihavararnir
arbeiða rættiliga mið-
víst við føroyaøkin-
um í løtuni og hava
kanska vundið seg í
gongd aftur aftaná
vónbrotið í 2001 sigur
Herálvur Joensen,
aðalstjóri í Oljumála-
ráðnum, nú tey eru
farin at fyrireika eina
nýggja útbjóðing
NÝTT
ÚTBJÓÐINGARUMFAR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í gjár fóru nøkur týdning-
armikil brøv frá Jarðfrøðis-
savninum á posthúsið. Brøv
sum kunnu koma at geva
okkum svarið uppá, um olja
og gass er í undirgrundini.
Tað snýr seg um næsta
útbjóðingarumfar á før-
oyskum øki. Tað eru sjey
síðani, at myndugleikarnir
fyrstu ferð heittu á altjóða
oljufeløg um at nominera
tvs. at peika út, hvørji øki
tey kundu hugsað sær at
bjóða uppá á føroyska land-
grunninum.
Herálvur Joensen, aðal-
stjóri sigur við Sosialin, at
tað sjálvandi er vónin, at so
nógv feløg sum gjørligt
fara at svara og ikki minst
svara positivt. Nominer-
ingin er ein liður í at taka
avgerð um, antin vit skulu
hava eina útbjóðing nú ella
ikki.
Uppá fyrispurning um
ikki vandi er fyri, at undir-
tøkan verður lítil, nú einki
lønandi fund enn er gjørt,
at vit kunnu missa runduna
á gólvið, hvat ein hevur
dømi um aðrastaðni eitt nú
Grønlandi, sigur Herálvur
Joensen, at tað vónar hann
sjálvandi ikki verður støð-
an. Og trýr tað heldur ikki.
Hann sigur, at tey longu
vita, at tað er ein ávísur
áhugi millum feløg, sum
tað hevur eydnast teimum
at tosa við. Spurningurin er
so, hvat slag av skyldum
"commitment" kemur burt-
ur úr tí.
Við hesum fyri eygað
hava tey eisini gjørt eina
tíðarætlan
fyri
víðari
gongdini. Jarðfrøðissavnið
heitir í brævinum á olju-
feløg um at nominera øki á
føroyska landgrunninum.
Freistin fyri at svara er 15.
desember. Síðani verður
avgerð tikin um nýggjárs-
leitið, um vit skulu gjøg-
numføra eina rundu í 2004.
Er neyðugi áhugin til steð-
ar verður ein útbjóðingar-
lóg gjørd í januar og koyrd
gjøgnum tingið næsta vár
við tí ætlan at fáa latið 2.
útbjóðingarumfar upp seint
komandi vár ella tíðliga
komandi summar. Um-
sóknarfreist verður so til út
á heystið 2004, soleiðis at
loyvini kunnu lutast út á
vetri 2004 ella tíðliga í
2005.
Uppá fyrispurning um
tað ikki er eitt sindur av
"gambling" at lata eina
rundu upp, nú vónbrotini
eru mong og einki lønandi
fund er gjørt í 1. rundu
sigur Herálvur Joensen, at
tað er altíð eitt sindur av
gambling. Men teirra var-
hugi er, at tað er ein ávísur
áhugi fyri økjunum uppat
verandi 9 ára loyvum og
norðureftir. Men vísir tað,
at áhugin ikki er nóg stórur,
so verður helst bíðað við
eini nýggjari rundu til tíðin
er meira hóskandi.
Sosialurin skilur annars,
at summi feløg eru sinnað
at bjóða, meðan onnur eru
meira hugað fyri at fara
uppí onkran bólk. Uppaftur
onnur hava ikki hetta økið
við í teirra arbeiðsskráum.
Tvs. Atlantsmótið sum
heild er ikki partur av teirra
strategi. Møgulig borifor-
pliktilsi í 2. rundu verða so
ikki veruleiki fyrr enn í
2006.
Annars er annars aðal-
stjórin í Oljumálaráðnum
als ikki so svartskygdur,
sum kanska mongu eru tað
í dag. –Oljumálaráðið met-
ir, at loyvihavararnir ar-
beiða rættiliga miðvíst við
føroyaøkinum í løtuni og
hava kanska vundið seg í
gongd aftur aftaná vón-
brotið í 2001. Vit hava í tí
samanhanginum
heldur
ikki varhugan av, at turri
brunnurin hjá ENI hevur
verið nakað afturstig fyri
økið í hesum sambandi.
Hann vísir á, at sjálvandi
er tað stórt spell við einum
turrum brunni, men eingin
ella fáur hevði tær heilt
stóru vónirnar til henda
brunnin.
Bjóða olju-
feløgum
nýggj øki
á land-
grunninum
Kortið sínir útviklingin á Atlantsmótinum. Vit síggja (pílurin) áhugaverda Cambobrunnin 204/9 & 10 norðan fyri og beint
eystan fyri markið, sum helst er eitt lønandi fund
Longu fyri umleið 10 árum
síðani, tá fyrsta
seismikkskipið, nakrantíð
legði at í Føroyum, Patrick
Haggarty, vísti ein av
geofysikarunum umborð á
økini norðari á
landgrunninum sum tey
mest áhugaverdu. Nú kemur
ein nýggj útbjóðing so helst
at fevna um nettupp hesi
økini
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
17
16