Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 180 - 24. september 2003 Allir bilførarar vita at tað ikki er loyvt at halda fartelefonini og tosa undir koyring. Í summar bleiv ein fýra ára gomul donsk smágenta yvirkoyrd í Norra. Bilførarin er skuldsettur fyri at hava SMS´að, tá gentan bleiv yvirkoyrd FARTELEFONIR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað er ikki uttan orsøk, at tað ikki er loyvt bilførarum at halda fartelefonini í hondini og tosa undir koyr- ing. At senda og móttaka SMS-boð undir koyring kann eisini føra til álvars- ligar ferðsluvanlukkur. 25. juli ár bleiv fýra ára gamla Martine frá Skagen yvirkoyrd og doyði í Herøy í Norðurnorra. Hon stóð saman við eini trý ára gamlari vinkonu klár at fara yvir um ein koyriveg. Tann trý ára gamla fór fyrst og Martine aftaná, men hon bleiv yvirkoyrd av einum bili og doyði tveir dagar seinni á sjúkrahúsi í Trónd- heimi. Á hesum vega- strekki var gott útsýni og ikki loyvt at koyra yvir 60 km/t. Bilførarin koyrdi heldur ikki ov skjótt. Pol- itiið hevði ilt við at skilja orsøkina til hesa ferðslu- vanlukkuna, til teir kann- aðu fartelefonina hjá bilfør- aranum og funnu útav, at hann hevði sitið og sent SMS-boð, tá gentan bleiv yvirkoyrd. 30 ára gamli bilførarin er nú skuldsettur fyri óviljað dráp og fyri at hava brotið lógina um brúk av fartele- fon undir koyring. Stjórin á Trygg Trafikk í Norra, Leiv A. Ellevset, sigur, at hann er bangin fyri, at tað at bilførarar sita og SMS´a undir koyring verður ein av orsøkunum til nógvar ferðsluvanlukkur í framtíðini. Kelda: VG innenriks Hættisligt tá bilførarar SMS´a Tað er hættisligt hjá bilførarum at senda og móttaka SMS-boð undir koyring Hendan fitta smágentan, fýra ára gamla Martine frá Skagen, bleiv yvirkoyrd og doyði av eini ferðsluvanlukku í Norra í summar. Bilførarin er nú skuldsettur fyri óviljað dráp og fyri at hava SMS´að, tá ferðsluvanlukkan hendi - Eitt, sum er positivt í rækjuvinnuni í løt- uni, er, at vit vænta eina príshækking á smárækjum við 2-3 kr. fyri kilo, sigur Pet- ur Jacobsen, reiðari RÆKJUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ilt at síggja glottar hjá teimum, sum starvast í rækjuvinnuni, men eitt, sum nú er farið at vísa seg, er ein hækking í prísinum á posarækjum. Petur Jacobsen, reiðari, sigur, at ein orsøk til betri prísútlit, er, at eitt nú kanadiumenn hava sæð, at tað nyttar lítið bara at senda rækjur í stórum nøgdum út á marknaðin. - Hetta gevur ov lítið, og úrslitið verður, at eingin fær nakað burtur úr. Størri kvotur, lægri prísur Hann vísir á, at bæði kan- adiska stjórnin og grøn- lendska heimastýrið hava økt rækjukvoturnar mun- andi, og hetta hevur verið ein týðandi orsøk til, at rækjumarknaðurin hevur verið so vánaligur. So hvørt, kvoturnar eru øktar, er rækjuprísurin fallin. - Vánaligi rækjumarkn- aðurin hevur ført til, at kan- adiskir rækjutrolarar í størri og størri mun eru farnir at fiska onnur fiskasløg, eitt nú svartkalva, tí hetta loysir seg betur. Teir hava eftir- hondini funnið út av, at lítil meining er í at føra stórar nøgdir av rækjum til lands, sum lítið fæst fyri. Petur veit at siga, at teir nýggju norsku rækjutrolar- arnir eisini hava ligið tungt í sjónum, men nakrir teirra hava so møguleika eisini at veiða tosk ein part av ár- inum. - Teir, sum bara hava rækjurnar at dúva uppá, eru tungir í rakstri, sigur hann. Stuttar túrar Reiðarin vísir á, at føroysku rækjuskipini í seinastuni hava tjent nakað av peningi við at gera stuttar túrar á Flemmish Kap. - Fiskiskapurin á Flemm- ish Kap hevur verið góður, men rækjurnar eru smærri enn vanligt. Skipini hava gjørt nakrar skjótar túrar, har tey í hálvan annan til tveir mánaðir hava fingið millum 400 og 500 tons av rækjum. Hetta gevur ikki tað heilt stóra í peningi, men er skjótt vunnin pen- ingur, sum er komin væl við hjá skipunum. Petur Jacobsen sigur, at eini 60-70% av veiðini hes- ar túrarnar hava verið smá- ar posarækjur, sum lagdar eru upp á Oyri. - Hini 30% verða so seld á øðrum marknaðum fyri ein prís, sum liggur á ein- um rímiligum støði, sigur reiðarin. Vænta príshækking á posarækjum Í summar hava føroysku rækjuskipini havt góðan fiskiskap á Flemmish Kap. Rækjurnar eru smáar, men skipini hava gjørt nakrar stuttar túrar, sum hava givið nakað av peningi Í fyrsta heimadystin- um eydnaðist Team Midtsjælland at basa DM-favorittunum úr Skjern. Dysturin varð sendur beinleiðis í sjónvarpinum, og Heini Joensen varð kosin dagsins maður HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ikki eiti at heima- vallar-debut, sum Heini Hanusarson fekk, tá hann við nýggja felagi sínum, Team Midtsjælland, tók ímóti Skjern í bestu donsku hondbóltsdeildini. Skjern misti DM-gullið á stokkinum í fjør, og frá flestu síðum verða teir roknaðir sum ein av av- gjørdu DM-biðlunum und- an hesum kappingarárin- um. Team Midtsjælland er hinvegin júst flutt upp í deildina, og tí var eisini av- markað, hvussu stórar vón- irnar til liðið vóru undan árinum. Men tað løgdu Heini og teir líka í. Eftir at Skjern var liðið, sum fekk betru byrjanina, so fekk heima- liðið alt betri tak á dystin- um, og sum minnuttirnir gingu, so tóktist ein verulig sensatión alt nærri. Ikki minst eftir Skjern ikki megnaði at skora fyrstu átta minuttirnar av seinna hálv- leiki. Og tó at Skjern seinastu 20 minuttirnar royndi at seta ein endaspurt ígongd, so helt heimaliðið fast. Eisini tá teir seinastu løtuna spældu við fimm móti sjey, og eisini hóast Skjern í seinasta álopinum tók mál- verjan út fyri ein útileikara. Eitt var, at hetta var ein sensatión av teimum stóru í donskum hondbólti, men við føroyskum eygum var stóra søgan, at Heini Han- usarson gjørdist dagsins maður í dystinum. Fimm ferðir fann hann vegin til meskarnar, og eftir dystin vóru viðhaldsfólkini hjá liðnum somikið ovfarin, at tey valdu Heina til dag- sins leikara. Ein heiður, sum føroyski landsliðs- maðurin sjálvandi fegnaðist um. - Tað sigur seg sjálvt, at hetta var ein ótrúliga stutt- lig uppliving. Skjern var jú roknað sum ein av stóru favorittunum, og á pappír- inum er liðið hjá teimum átta milliónir krónur dýrari enn okkara, so tað var heilt víst eitt úrslit, sum fólk løgdu til merkis, sigur Heini. - Og at tað so eisini skuldi ganga somikið væl hjá mær persónligt, var bara eyka stuttligt. Sum nýggjur í einum felagi kann tað jú verða trupult at verða góðtikin av viðhaldsfólk- unum, og verður tú fyrst róptur ein fiasko einaferð, so kann hetta verða ótrúliga trupult at sleppa av aftur við. Nú er støðan kanska heldur øðrvísi hjá Heina. Við góða avrikinum kann tvørturímóti hugsast, at hann longu nú er góðtikin av viðhaldsfólkunum, so- leiðis at hesi heldur fara at fyrigeva honum, tá dagarnir ikki verða eins góðir. Ein støða, sum Heini sjálvur ikki ivast í fer at koma fyrr ella seinni. - Tað er einki at ivast í, at eitt slíkt bragd kunnu vit ikki fremja í hvørjum dysti. Enn eru 24 dystir eftir at spæla, og málið hjá okkum er fyrst og fremst at halda okkum í deildini. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit helst skulu vinna dyst- irnar móti teimum veikaru liðunum í deildini, so í so máta var hetta bara ein eyka bonus. Vit fara so ikki upp at sveima av hesum eina úr- slitinum, sigur Heini av- gjørdur. Góðar umstøður Í aðrar mátar, so tykist Heini at lata heilt væl at umstøðunum í nýggja fe- lagnum. Ikki minst venj- ingarumstøðurnar eru í topp, men afturfyri, so verður eisini kravt nógv av leikarunum. - Vit venja fýra ferðir um vikuna, og í trimum av hes- um førunum er tað soleiðis, at vit undan sjálvari hond- bóltsvenjingini eru ein tíma í vektrúminum, har ein ser- venjari tekur sær av okkum. - Soleiðis er hvørt venj- ingarkvøld einar tríggjar tímar langt, og tað rokni eg eisini við er neyðgut, um vit skulu standa okkum. Ikki minst við styrkisvenj- ingini, tí vit hava eitt sera ungt lið, og tí er einki at ivast í, at vit skulu vera í toppvenjing, um vit skulu gera nakrar skreytir. Og higartil er so einki at ivast í, at liðið fer at gera skreytir. Fyrsta av hesum var altso DM-favoritturin, og spurningurin er so, hvørt teir eisini fara at vinna sær líknandi úrslit í komandi dystunum. Nr. 180 • mikudagur • 24. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Danska TDC-ligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 GOG 2 2 - 0 -0 63 32 23 4 2 AaB 2 2 - 0 -0 63 41 19 4 3 Årshus GF 2 2 - 0 -0 72 53 23 4 4 KIF 2 2 - 0 -0 59 50 6 4 5 Bjerringbro 2 2 - 0 -0 54 46 -16 4 6 Skjern 2 1 - 0 -1 53 49 6 2 7 Silkeb.-Voel 2 1 - 0 -1 51 51 9 2 8 TMS 2 1 - 0 -1 42 47 9 2 9 Fredericia 2 1 - 0 -1 45 62 9 2 10 Helsinge 2 0 - 0 -2 55 65 9 0 11 Tvis 2 0 - 0 -2 50 60 9 0 12 Ajax 2 0 - 0 -2 51 62 9 0 13 FCK 2 0 - 0 -2 43 54 9 0 14 Otterup 2 0 - 0 -2 44 73 9 0 Føroyskir leikarar: Heini Hanusarson (TMS) Heini dagsins maður í sensatión Heini Hanusarson varð kosin sum besti leikarin, tá hann og liðfelagarnir gjørdu av við risafavorittarnar úr Skjern C M Y K 19 18