mikudagur 24. september 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 180 - 24. september 2003
Nr. 180 - 24. september 2003
21
Drívmegin eru sam-
anhaldið, spæligleðin
og stóri áhugin, sum
norðoyingar sýna
besta kvinnuliðnum í
Føroyum nakrantíð
KÍ KVINNUR FM
VINNARAR
Jóannes Hansen
Tað tóktist leygardagin sum
um tær vóru eins fegnar um
hetta FM heitið, sum tær
hava verið um øll hini. Og
royndasti KÍ spælarin, Bára
S. Klakstein, er ikki í iva
um, at soleiðis er tað.
– Eg hugsaði um tað
leygarmorgunin, at tað
kendist undarligt, at eg
skuldi vera so spent at
spæla síðsta dystin í ár, tá
ið vit longu frammanundan
vóru FM vinnarar. Men
soleiðis var tað. Hóast tað
er stórur aldursmunur mill-
um yngsta og elsta spælar-
an, so eru vit ein framúr
góð eind. Vit møta allar til
venjingar hvørja ferð, vit
leggja alla orku í, og vit
síggja við stórum spenningi
fram til allar dystirnar.
Eisini um vit framman-
undan meiri ella minni vita,
at vit fara at vinna stórt.
Bára S. Klakstein hevur
verið á besta KÍ kvinnulið-
num síðani í 1988, burtur-
sæð frá tá ið hon hevur átt
tvey børn, og tá ið hon
hevur verið í Danmark og
útbúgvið seg. Tá hevur hon
bara verið við partar av
kappingarárunum. Hon er
30 ára gomul, og yngsti
spælarin á FM liðnum,
Anja Sjóstein av Viðareiði,
er fimtan ára gomul. Tvær
eru miðskeiðis í tjúgunum,
og so eru fleiri 23 og 22 og
niður ímóti tí yngstu.
Norðoyingar allir kenna
seg eiga part í fýra falda
meistaraliðnum. Umframt
at ein er av Viðareiði, er
Annelisa
Justesen
úr
Hvannasundi,
Mariann
Joensen er úr Árnafirði, og
so eru hinar úr Klaksvík.
Hvussu er støðið nú
sammett við tað, tá ið tú
komst á 1. lið?
– Í Europa Cup síggja vit,
at tað er langt á mál hjá
okkum, um tað kann tosast
um at koma á mál, men
støðið fyri fimtan árum
síðani kann ikki sammetast
við tað, sum vit nú spæla á.
Tað er heldur ikki so und-
arligt. Nógvar av gentunum
hava spælt fótbólt síðani
tær vóru heilt smáar, og
síðani 1990 hava tær verið
við til at vinna fleiri FM
heiti í yngru deildunum.
Karmarnir kring liðið eru
eisini nógv betri nú, og so
hevur tað alstóran týdning,
at áhugin í lokalsamfelag-
num er so stórur. Sammett
við aðra staðni eru nógvir
áskoðarar og hyggjatá ið vit
venja og spæla dystir, og
tað verður spurt og fregn-
ast, tá ið tú annars hevur frí
ella ert til arbeiðis. Tað er
hugaligt, heldur Bára S.
Klakstein.
Hóast hon er mamma at
tveimum børnum og eisini
spælir hondbólt, so hevur
hon ikki hugsað um at
gevast.
– Burtursæð frá Paulu
Mikkelsen, sum er farin av
landinum, so tosar eingin
um at gevast. Vit eru tríggj-
ar á liðnum, sum eiga børn,
men við góðum stuðli
Eingin hugsar um at gevast
Vivian Bjartalíð feirar
gullið við
sjampanjusproyti
Mynd: Álvur Haraldsen
heimanífrá og familjuni
annars ber tað væl til at
kombinera ítróttin, arbeiðið
og familjulívið.
Hvat verður so fótbólts-
málið næsta ár?
– Vit fara vónandi at hava
tað eins hugaligt innan-
hýsis. Málið er at endur-
vinna FM og steypa-kapp-
ingina, og so at standa okk-
um betri í Europa Cup, enn
vit gjørdu í ár.
Hví gekk tað ikki so væl
í ár, sum tað hevur gjørt
undanfarnu árini?
– Tað hevur eitt nú við
tað at gera, at vit ikki
høvdu nóg góða dystar-
venjing. Mótstøðan í før-
oysku kappingunum hevur
í ár verið minni, enn hon
hevur verið undanfarnu
árini, og tað sást aftur, tá ið
vit hittu heilt góð útlendsk
lið. Vit ætla okkum at lut-
taka aftur, og vit mugu
koyra meiri á okkum sjálv-
ar, samstundis sum vit
mugu vóna, at hini kvinnu-
liðini fara at megna at geva
okkum meiri mótstøðu, enn
tey sum heild hava megnað
í ár.
Tríggjar ferðir Rannvá
Leygardagin vann KÍ 4–2 á
HB. Rannvá Andreasen
skoraði trý mál. Harvið
endaði hon á 45 málum í ár.
Tað er met í kvinnufótbólti,
so tað stendur eftir í.
Eftir dystarenda handaði
Karl Vidtfeldt, formaður í
kappingarnevndini hjá FSF,
gullkrónur
til
KÍ
og
bronsukrónur
til
HB.
Dánial Andreasen, formað-
ur í FSF, handaði KÍ nýtt
ferðasteyp. Í fjør vunnu tær
eitt til ognar. Og Klaks-
víkar býráð vildi eisini vísa
sítt format. Býráðsformað-
urin, Steinbjørn Jacobsen,
handaði KÍ kvinnunum ein
kekk upp á tíggju túsund
krónur afturfyri, at tær
høvdu umboðað býin so
væl.
B68 kvinnurnar spældu
3–3 ímóti B36 í Gundadali,
har tær fingu silvurkrón-
urnar. At B68 hevur havt
manning úr fleiri bygdum í
Eysturoy sást aftur í mál-
skjúttunum. Jenny á Lakj-
uni úr Fuglafirði skoraði
eitt mál, Kristina Eyð-
bjørnsdóttir skoraði eitt, og
Maibritt Olsen av Toftum
skoraði eitt.
KÍ-kvinnurnar føroyameistarar 2003. Aftan frá vinstru: Maller Jacobsen, liðleiðari, Ann Olsen, Paula Sjóstein, Vivian Bjartalíð,
Annelisa Justesen, Mariann Joensen, Rannvá Andreassen, Petra Sjóstein, Una Olsen, Maria við Neyst, Ove Nysted,
hjálparvenjari, Jón Harald Poulsen, venjari. Framman frá vinstru: Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Jóhanna Niclasen, Vivi
Andreasen, Elsa Maria Simonsen, Jensa Sirdal, Anja Sjóstein og Ragna Andreassen
Mynd: Álvur Haraldsen
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík,
handaði kvinnunum eina
kekk
Mynd: Álvur Haraldsen
Ragna Andreassen við
steypinum, sum tað
verður spælt um fyri
fyrstu ferð í ár. KÍ vann
í fjør gamla steypin til
ognar
Mynd: Álvur Haraldsen
Vivian Bjartalíð omanfyri
tvær HB-kvinnur í seinasta
dystinum leygardagin. KÍ
vann allar sínar dystir í bæði
landskappingini og
steypakappingini í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
21
20