Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 180 - 24. september 2003 Nr. 180 - 24. september 2003 23 SVIMJING tíðindaskriv Svimjikapping verður í Klaksvík komandi viku- skiftið, leygardagin 27 sep. og sunnudagin 28 sep. 2003 Hetta er ein kapping fyri bólkarnar 4, 5 og eldri. Bólkur 4 eru tey ið eru fødd 89-90, bólkur 5 eru fødd 87-88, og so tey elstu eru fødd 86 og seinni. Hetta er ein langteina kapping, har teir longru teinarnir verða svomnir. Teinarnir ið svomnir verða eru: 100 m blandað svimj- ing, 200 m bringa, frí, rygg og blandað svimjing, 400 m frí og blandað svimjing, 800 m og 1500 m frí svimj- ing og so verða eisini lið- kappingar. Grandprixkappingarnar hesaferð verða 200m frí og 200m rygg svimjing. Kappingin byrjar leygar- dagin kl. 13:30 og svomið verður allan seinnapartin. Sunnumorgunin byrjar kappingin kl. 09:00. Sunnudagin seinnapartin byrjar kappingin kl. 14:00. Argjamenn vilja ikki góðtaka úr- skurðin hjá kapp- ingarnevndini í málinum um leik- loyvið hjá Tom Iburg, og hevur tí kært avgerðina fyri dómsnevndini KÆRA Jákup Mørk »Eftir galdandi reglum er ein leikari at meta sum lógligur leikari, tá hann hevur fingið loyvisbræv frá Fótbóltssambandin- um. Hetta merkir í veru- leikanum, at eingin spurningur kann setast við heimildina hjá einum leikara at leika fyri eitt felag, eftir at hann hevur fingið loyvisbræv frá FSF. Spurningurin hevur ofta verið frammi í kæru- málum, og niðurstøðan hevur altíð verið, at eitt felag ikki kann lastast fyri ein leikara, sum hev- ur lógligt loyvisbræv. Niður er, at uttan mun til um flytingin hevur verið samsvarandi regl- unum ella ella ikki, er leikarin at metga sum lógligur leikari fyri fe- lagið, tá FSF hevur út- skrivað honum loyvis- bræv.« Somikið greið er orð- ingin í frágreiðingini hjá FSF til kappingarregl- urnar fyri fótbólt. Og so skuldi ein annars hildið, at tann spurningurin var avkláraður. Hava kært avgerðina Men øll mál eru tó ikki eins, og í ár hevur stórur ivaspurningur reist seg um júst hesa orðing, sum viðvíkur leikloyvi hjá leikarum í føroysku fót- bótlslandskappingini. Spurningurin varð tik- in fram, tá AB tann 30. august hevði vunnið sín heimadyst móti Sumba við tveimum málum móti ongum. Ein av AB-leik- arunum, Tom Iburg, hevði stutt undan dystin- um fingið sítt leikloyvi í rættlag, og tí mundu argjamenn halda, at tað ikki var nakar trupulleiki við at nýta leikaran. Sumbingar vóru tó av aðrari fatan, tí teir mettu, at leikloyvið var útskriv- að undir skeivum for- treytum, og eftir at kapp- ingarnevndin hevði við- gjørt málið, fekk Sumba eisini viðhald í hesum. AB varð dømt at tapa dystin og mistu trý stig, meðan Sumba hinvegin fekk trý stig, og harvið helt seg frammanfyri AB á stigatalvuni. Avgerðin varð fráboð- að AB tann 12. septemb- er, sum so hevði eina viku at umhugsa støðuna í. Og eftir at hava hugsað um málið, varð avgerðin kærd til dómsnevndina. Okkum hevur ikki eydnast at fáa orð á for- mannin í AB, Tórálv Stenberg, men sum skilst, so er tað við støði í júst omanfyrinevndu frá- greiðing um kappingar- reglurnar, at AB hevur kært. Argjamenn siga seg hava handlað í góðari trúgv hesum viðvíkjandi, og tá FSF klokkuklárt hevur staðfest, at spurn- ingur ikki kann setast við loyvi hjá leikaranum at spæla, um hann hevur leikloyvi, so má tað met- ast sum ivasamt, um tað ber til at víkja frá hesum, um tað ikki er so, at AB við beráddum huga hevur roynt at bent reglurnar. Enn er sjálvandi ikki greitt, hvørja avgerð kappingarnevndin fer at taka í málinum, men tað er einki at ivast í, at fyri bæði AB og Sumba er talan um trý ógvuliga týdningarmikil stig. Sumbingar eru í løtuni á øðrum plássi í kappingini og sostatt við í kapping- ini um upp- og niður- flytingardyst, og støða teirra versnar munandi, um stigini verða tikin frá teimum. Tá koma teir at hava eitt stig færri enn TB, sum eisini hevur ein dyst til góðar. Og tá sein- asti dysturin hjá Sumba er í Fuglafirði, tykist hetta kunna verða mønu- stingurin í uppflyting- arstríðnum hjá teimum. Argjamenn eru í løtuni á fjórða plássinum, og tað broytist ikki, hóast stigini skifta eigara. Men tá er støðan, at AB bert er tvey stig aftan fyri Sumba og við eftirver- andi dystarskránni í huga er tá als ikki óhugsandi, at tað skal bera til hjá liðnum at vinna sær heiðursmerki, nú teir fyri fyrstu ferð royna seg í næstbestu mansdeildini. Væntandi fer kapping- arnevndin at taka eina avgerð í málinum ein av fyrstu døgunum. AB hevur kært Svimjikapping í Klaksvík Komandi vikuskiftið verður svimjikapping í Klaksvík, har serligur dentur verður lagdur á longru teinarnar Í kvøld fer at bera til at fylgja við, tá ið bæði FCK og Brønd- by fara at spæla UEFA Cup ÚTISETAR Í ALTJÓÐA FÓTBÓLTI Jóannes Hansen Mikudagurin er ein av stóru fótbóltsdøgunum í Europa. Talan er um fyrra dystin í fyrsta umfarinum í UEFA Cup kappingini. Todi Jónsson og FCK eru í Budapest í Ungarn, har teir klokkan eitt korter til átta føroyska tíð fara at royna seg ímóti Ferenc- város, sum ikki hevur staðið seg so væl higartil í ár, men sum verður mett at vera rættuliga torført at spæla ímóti á heimavølli. Dysturin verður at síggja á TV Danmark 1 sjónvarps- rásini. Tá ið Zuma ikki er við FCK í Ungarn er tað rættuliga sannlíkt, at Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu. Ivaleyst í álopinum undir liðini á Álvaro Santos. Tá ið vit frættu, var tað ikki greitt, um Jón Rói Jacobsen verður í Brøndby hópinum. Brøndby skal í kvøld spæla á heimavølli ímóti Viktoria Zizkov úr Kekkia. Tann dysturin verður longu klokkan fimm, og hann verður at síggja á TV2 Zulu sjón- varpsrásini. Esbjerg fer at spæla á útivølli ímóti Spartak Moskva kl. fimm og longu kl. hálvgum fýra fer FN Nordsjælland at spæla á útivølli í Grikkalandi ímóti Panionios. Nógvur fótbóltur á skránni Hús í Trongisvági til sølu (Lægsta boð: kr. 450.000 + tinglýsing og kostnað) Grundøkið er 1045 m2 til støddar. Húsini eru í tveimum hæddum. Í miðhæddini er durur, gangur, baðiverilsi, kamar, stór stova og køkur – alt gjørt av nýggjum. Í kjallaranum eru wc, baðiverilsi, gangur, trý kømur og fýrrúm. Húsini standa væl fyri og hava stórt parkerings- pláss. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøtu 9 Halgir Winther Poulsen, adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ó. J. Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Tlf. 31 11 45 Í dag eru niðanfyri standandi partafeløg undir tvingsilsavtøku strikað úr partafelagsskránni: Skrásetingar-nr. Sp/f 2590, Sp/f Føroya Mekaniski Grótídnaður, 100 Tórhshavn. Í dag eru niðanfyri standandi partafeløg undir trotabúarviðgerð strikað úr partafelags-skránni: Skrásetingar-nr. Sp/f 2045, Sp/f Hórará, 350 Vestmanna. Skrásetingar-nr. Sp/f 2076, Sp/f Atlantic Roadways, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 2996, Sp/f Immanuel, 100 Tórshavn. Í dag eru niðanfyri standandi feløg í likvidation strikaði úr partafelagskránni: Skrásetingar-nr. P/F 684, P/F Stirðil, 900 Vágur. Skrásetingar-nr. Sp/f 1006, Sp/f Atlantic Trading Company Ltd., 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. P/F 1115, P/F Icewater Seafood Ltd., 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 1403, Sp/f Ranaberg, 900 Vágur. Skrásetingar-nr. Sp/f 1766, Sp/f Kioskin í Hoyvík, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. P/F 1829, P/F Kaleidoskop, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. Sp/f 2504, Sp/f M.J.O.M., 620 Runavík. Skrásetingar-nr. Sp/f 3460, Sp/f Barkhella, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya, tann 23.09.2003. Kristin Balle ________________________ Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag Limafundur verður tórskvøldið 25. september kl. 19.30 á Hotel Tvøroyri Formaður floksins luttekur Nevndin Útbjóðing Runavíkar býráð bjóðar hervið út arbeiði at gera eina rundkoyring á Gerðisvegi í Saltangará. Arbeiðið fevnir um avgrevstur, uppfylling við gróti, betongstuðlamúrar, planering, kloakkir, kantsteinar, tvørrenur, gongubreytir, gøtuljós og skráar v.m. Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til Runa- víkar býráð,Teknisku deild, frá týsdegnum 3. okt. við at gjalda kr. 2.000,00 í veð á konto 1120362 í Føroya Banka í seinasta lagi 1. okt. 2003 og við at venda sær til Runavíkar býráð við váttan um at peningurin er goldin. Licitatiónin verður fríggjadagin 24. oktober 2003 kl. 14.00 á Býráðsskrivstovuni. Boðini verða tá latin upp og kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum inn- komnu boðini ella havna øllum. Runavíkar býráð Avloysari fyri pedagog í farloyvi Undir Almannaráðnum, á Bústovninum Eirar- garði 16A/BN er 1 starv á 75% fyri pedagog í farloyvi leyst at søkja frá 15. oktober 2003 til og við 07.06.2004, ella eftir nærri avtalu. Á bústovninum búgva 15 menningartarnað fólk, har av fleiri hava likamlig brek. Dentur verður lagdur á, at tann, ið sett/ur verður, er likamliga væl fyri og er áhugað/ur at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum, og er opin fyri ný- hugsan. Harafturat er neyðugt at arbeiða sjálv- støðugt og at samstarva við onnur, umframt at vera før/ur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í ar- beiðinum. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Starvið er sáttmálasett, sett eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið lønt eftir lønarstigi 11–16. Um ongin umsókn er frá pedagogi, verður hjálparfólk sett/ur í starvið. Nærri fæst at vita um starvið frá leiðaranum á tlf. 315422 / 315423. Umsóknarfreistin er 01.10.03 og skulu umsóknir við prógvi, viðmælum v.m. sendast til Bústovnurin Eirargarður 16A/BN Eirargarður 14–16 FO 100 Tórshavn veitst tú ikki tað? http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo C M Y K 23 22